týsdagur 16. juli 1991síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 132 — 16. juli 1991
Fekk 4000
Fríggjamorgunin fekk
politistødin í Havn boð-
ini, at innbrot um náttina
hevði verið í Kaffivogn-
inum Undir berginum.
Innbrotsmenninir eru
komnir inn við at taka
eitt vindeyga út og síðan
bróta eina hurð.
Inni funnu teir slakar
fýra túsund krónur i
vekslipengum.
Løgreglan hevur ong-
an inngruna um, hvør
kann hava gjørt inn-
brotið.
217 fløskur
Friggjakvøldid varð
brotið inn á posthúsið á
Tvøroyri.
Tiknir eru seks kassar
av rúsdrekka við 27
Datt av
fløskum i.
Løgreglan veit ikki,
hvør framdi innbrotið.
Eingin tjóvaríávaring er
á posthúsinum.
sukkluni
Leygarkvøldid fekk ein
maður nakrar snudir á
vestanstevnuni.
Hann sat aftanfyri å
eini motorsúkklu og datt
afturav, og høvid tók i.
Skadin var ikki ålvars-
gari enn so, at læknin i
Vågum kundi vidgera
mannin.
Sløkti sjålvur
Fríggjadagin boðaði
eigarin á "Maritu" frá, at
eldur var umborð á bát-
inum, ið lá við sleipi-
støðina í Klaksvík.
Eigarin hevði verið
umborð, á eldur var
komin í í kabússuni
frammi í lugarinum.
Hann royndi sjálvur at
sløkkja við eldsløkk)j-
aranum, men roykurin
var so nógvur, at hann
mátti upp og boðaði
síðan sløkkilidnum frá.
Men tå sløkkilidid kom,
var alt sløkt.
randi
Útbyggja
kommunalu
vatnveitingina
Frá gamlari tíð hevur
vatnveiungin í Tver-
oyrar kommunu verið
skipað við privatum
vatnfeløgum, men
kommunan er við at út-
byggja kommunalu
vatnveitingina.
Tað byrjaði við, at
flakavirkið og havnin
fingu vatn frá komm-
ununi. Tað kemur heilt
innan úr Trongisvági.
Nøkur hús hava fingið
bundið í hesa veiting, ið
verður útbygd. Teir eru
komnir heilt út til
Froðba við henni. Men
so langt sum at gera
brandpostar er ikki kom-
10, sigur Jón Rasmussen,
býarverkfróðingur = á
Tvøroyri.
Hann heldur ikki, at
brandpostar er tad av-
gerandi fyri at kunna
sløkkja eld. Um skjótt
verður atborið kann vatn
tað sama takast úr
brunnunum, sigur Jón
Rasmussen, sum er í
summarfri og tí ikki havt
nakað við eldibrandin
leygarnáttina í Froðba at
gera.
» randi
Alvarsliga skaddur
Ein ungur maður fekk stóran skaða manamorgunin i ferðslu-
óhappi á Vatnsoyrum
Óhappið hendi mánamorg-
unin, táklokkan var farin av
hálvgum átta.
Ein ungur maður kom
einsamallur í bili koyrandi
vestur gjøgnum Vatnsoyr-
ar.
Ferðin hevur óivað verið í
meira lagi, og hann misti
tamarhaldi á bilinum, ið fór
út av vegnum. Óhapp eru
áður hend á hesum vega-
teini.
Bilurin rulladi fleiri ferðir
runt og før 25 metrar oman
mot sandinum. Maðurin
varð slongdur út úr bilinum.
Tann 22 ára gamli mað-
urin fekk álvarsligan løst í
høvdid og varð fluttur á
Landssjúkrahúsið. #2
randi Tað er áður hent, at fólk hava mist tamarhaldið á bili sínum á vegum sum hesum við longum
svingi
Leitaðu og funnu onki
Løgreglan heldur, at tað var okkurt av sovjetisku skipunum då
z
Nólsoyarfirði, sum mánanáttina sendi upp neyðrakett
Nakað fyri klokkan eitt
mánanáttina ringdu fleiri
fólk til politistødina og boð-
aðu frå, at tey høvdu sæð
neyðrakett yvir Nólsoyar-
firði. Fráboðanirnar vóru
nógvar, av Argjum, úr
Havn, úr Hoyvík, av Skála-
fjørdinum o.a. Allar sam-
svaraðu.
Slíkar fráboðanir mugu
takast í álvara, og tí vórðu
skip og bátar send út at leita.
Leitað varð alla náttina,
men einki var at finna. Løg-
reglan í Havn samskipaði
leitingina til klokkan fýra
um morgunin, tá Ólavur
Halgi kom inn, og Vaktar á
Bjargingartænastan yvirtók
leiðsluna.
Suni Vinther, leiðari á
pdlitistødini i Havn, sigur
tað vera mest sannlikt, at
neyðrakettin er send upp av
einum av sovjetisku skip-
unum, sum liggja á Nóls-
oyarfirði. Hetta heldur hann
seg kunna siga út frá teim-
um upplýsingum, støðin
fekk fra fólki, sum sóu
neyðrakettina.
Manningarnar á sovjet-
isku skipunum nokta tó, at
nakar teirra hevur sent upp
neyðrakett við ti avleiding,
at stór óneyðug leiting varð
sett í verk.
randi
Ongin brandpostur
Leygarnáttina brunnu nýggj sethús í grund í Froðba. Langur
vegur var at fara eftir vatni
Í Froðba er eingin brand-
postur, og tað kom illa við
leygarnáttina, tá eldur var í
einum húsum í Froðba.
Húsini brunnu í grund.
Leygardagin fyri fluttu
Tommy og Betty Tausen í
nýggju hús síni Uppi á
hamri í Froðba. Og sum
nógv onnur bjóðaðu tey til
stovugildi.
Tað var friggjakvøldid. Á
midnátt fóru so vertir og
gesur í dans, men áðrenn tey
fóru, tømdu tey øll øsku-
bikar.
Løgreglan heldur, at ein
glóð hevur verið koyrd í
ruskspannina, sum stóð á
trappuni uttanfyri - bygd inn
undir takskeggid. Har
kyknaði eldurin í hvussu er.
Eldurin varð uppdagaður
av fólki, sum gekk framvið
nakað seinni, og boð vórðu
send eftir sløkkilidnum. Tá
var eldur í allari trappuni og
uppi undir takinum.
Teir fingu tamarhald á
eldinum, men so var einki
vatn eftir í tangabilinum.
Eingin brandpostur er í
Froðba, og vatn treit at
sløkkja við. Sum so nógva
aðrastaðni er vatnveitingin í
Froðba privat. Fólk hava
sínar egnu vatnbrunnar.
Tað tók eina góða løtu at
leggja slangur niðan í ein
vatnbrunn, sum stóð nakrar
hundrað metrar frá, og tá so
slókkingin kundi takast
uppaftur, stóðu húsini longu
í ljósum loga og kundu ikki
bjargast.
Húsini vórðu úr timbri.
Tey vóru tryggjad.
Tommy og Betty Tausen
eiga tvey børn. Tey vórðu
ansað hjá gðrum hetta
kveldið.
randi
— er altíð
á staðnum