týsdagur 16. juli 1991síða 14
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
Ternan
og ternubølid
í Kaldbaksbotni
Umleið 1. juli lógu flestall-
ar ternur og beldu á egg-
um. Alt tóktist at vera
uppsteðgað. Og sjálvandi
var vónin, at okkurt fór at
henda brátt. Men tíverri.
Nú 2 vikur aftaná, er lagið
tað sama. Har tær ikki eru
rýmdar, bela tær framveg-
is, gevast ikki so. Men nú
brast ell vón.
Tíðin er farin, og tær
skulu ta longu leið sum av
torvheiðum. Sum íkki
einaferð.
Men á einum beli hendi
undrið eins og í 1990.
Hetta hendi í Kaldbaks-
botni.
Fríggjadagin lógu runt í
grasinum vikugamlar pis-
ur, summar eldri. Tær
gomlu ternurnar flugu
kvikliga aftur og fram við
fødi, sum var av tí rætta
slagnum, sum tær vaksa
og tyngjast skjótt av.
Feði, sum valla er til í Fer-
oyum í dag uttan á Kald-
baksfirði.
Knappliga kemur ein
breyt trumlandi eftir ell-
um ternulendinum, drep-
ur hverja pisu. Foreldrini
eygleiða alt hetta, knapp-
liga eru tey arbeiðsleys.
Meginparturin av 1991
árganginum varð trumlað-
ur niður av einum amboði,
sum Landið eigur.
Ja, ansurin fyri náttúr-
uni er lítil, tað kann ein
bara ásanna.
Tit, sum í túsundatali
hava koyrt framvið, uttan
tíbetur at fara úr bilinum,
og hava fegnast um alt
hetta lívið. Farið nú ein
túr, og síggið skilið!
Hetta var segan um
ternuna.
Erik Mortensen
á
==
” GM er, < AMA ls g* SG BÝRIÐ sr -=
SV Z Í,
BEAR = 2
- " 205
= 2 PM VII
Onkur heldur tað vera ringt
at finna runt í
rundkoyringini í Havn
nýggju
ÞIÐ F
——
Nr. 132 — 16. juli 1991
FF
—
2
Framhald av síðu 7
á hálsi og undir hondum.
Eitlarnir kunnu annað-
hvert vera eymir ella ikki
sárir. Seinni, tá ið eisini
koma ávísar lívshóttandi
ígerðarsjúkur ella ávísur
illkynjaður vøkstur, er
tað, at sjúkan eyðkvæmi
verður staðfest.
Við einum heilivági,
nevndur retrovir, ber til at
seinka framkomuna av
eyðkvæmi hjá fólki við
HIV-andevni nakað.
Eyðkvæmi er tó fram-
vegis ein sera ålvarsom og
lívshóttandi sjúka. Heili-
vágur, ið kann lekja sjúk-
una, finnst ikki, og ei held-
ur er nakað koppingarevni
tekt. Flestu serkenu
vænta, at tað fer at ganga
long tíð, áðrenn slíkur
heilivágur fæst, og tí er
tað so avgerandi neyðugt
at royna at forða sjúkuni
at breiða seg.
Sum áður nevnt veksur
talið á fólki við sjúkuni
eyðkvæmi alsamt í stór-
um. Hetta sýna telini um
allan heimin okkum skill-
iga.
Hetta, at steðugt fleiri
fáa sjúkuna sýnir okkum,
at tað tíverri gerst alsamt
meira týdningarmikið at
vera á varðhaldi, og skal tí
her aftur verða sagt frá
um, hvussu HIV-virus
spreiðist og um, hvussu
ein kann verja seg móti
smittu.
Hvussu spreiðist
virus?
HIV smittar við kynslig-
um sambandi og við blóði
og ávísum blóðúrdráttum.
Smitta frá móðir til barn
kann henda í lívmóðrini
ella í sambandi við føding-
ina.
Tann langa tíðin, sum
gongur frá tí at eitt fólk er
smittað og til sjúkueyð-
kennini fyri HIV-smittu
vísa seg, ber í sær, at
stórur vandi er fyri, at
smittandi, sum kenna seg
heilt frísk, kunnu smitta
onnur.
Tað hevur týdning at
leggja áherðslu á, at
smitta ikki verður borin
manna millum á annan
hátt enn her er nevnt. Tí
er gott at vita hetta:
HIV smittar ikki av van-
ligari samveru manna
millum.
Ikki er vandamikið at
nerta við ein, ið er smitt-
aður.
Vandi er eingin av at taka
onkran lut, sum smittað
fólk hevur nomið við.
Smittan verður ikki borin
gjøgnum luftina.
Smittan verður ikki borin
við mati.
Vit kenna ongan tilburð,
har ið smitta er hend við
at drekka av sama glasi.
Eingin verður smittaður
av baðivatni, sum sjúk-
lingurin hevur verið í.
Eingin kunnleiki er um, at
nakar er vorðin smittaður
av at kyssa ein annan á
munnin.
Hvørji eru í vanda
fyri at verða
smittað við HIV?
Ávísir bólkar av fólki eru í
serligum vanda fyri at
verða smittaðir. Tað snýr
seg um hesar bólkar:
Samkyndir (homoseksu-
ellir) menn (menn ið hava
kynsligt samband við
menn).
Tvíkyndir (hjåseksuellir)
menn (menn ið hava kyns-
ligt samband við bæði
menn og kvinnur).
Fólk, ið vannýta rúseitur
við at spræna tað innan-
æðra (»stiknarkomanar«).
Fólk við bleðrarasjúku.
Fólk frá Haiti og afri-
kanskum londum.
Tey, ið kynsligt samband
hava við fólk í omanfyri-
nevndu bólkum.
Til teirra, ið hoyra
upp í onkran av
vandabólkunum
Tey, ið hoyra upp í onkran
av nevndu vandabólkum,
skulu vita, at vanda fyri
smittu við HIV slepst
bara heilt undan við at
halda seg frá kynsligum
sambandi, ið ber í sær
hinnur og millum sáð og
slímhinnur.
Eisini skal áherðsla
verða løgd á, at vandin
fyri smittu kann gerast
minni á henda hátt:
Hav kynsligt samband
við so fá fólk sum gjerligt.
Best er í kynslívinum bert
at halda seg til eitt fólk.
Serliga týdningarmikið er
ikki at hava tilvildarlig
kynslig sambond.
NÝTSLA AV HÍT. Tað er
greitt, at HIV ikki kann
fara igjøgnum veggin i
eini hít, og rett nýtsla av
hít minkar tí í stóran mun
um smittuvandan.
Samlega gjegnum gatið
(baktarmin) eigur ikki at
verða framd, av tí at tað
ber við sær serligan vanda
fyri lest av slímhinnum.
Tey, ið vannýta rúseitur
til innspræningar mugu
ongantíð býta sprænur
ella nálir sínámillum.
Fólk, ið hoyra upp í
vandabólkarnar, = mugu
ikki geva blóð, sáð ella
yrkisgegn (organ).
Teimum, ið leita
samband við
prostituerað
(mannfólk og konu-
fólk, sum bjóða
seg til):
Halt teg frá samlegu við
prostituerað.
“Nýtið ið hvussu er altid
hit.
Til teirra, ið ferðast
uttanlands:
Hav kynsligt samband
við so fá fólk sum til ber
og ið hvussu er ikki við
onnur enn tey, ið tú kennir
ógvuliga væl. Nýt altíð
hít. Mest ræður um at
vera varin á ferðum til
afrikansk lond og til
Haiti, har sjúkan serliga
ofta kemur fyri. Í nógvum
stórbýum er eyðkvæmi
serliga vanlig, eitt nú í
Keypmannahavn. Av
teimum 805 tilburðunum,
ið vóru skrásettir 1. juni
1991 í Danmark, vóru teir
584 skrásettir í skinum í
ella nærhendis Keyp-
mannahavn. Mett verður
sum sagt, at nógv fleiri
fólk eru smittað.
Til teirra, ið eru heilt
uttan fyri
vandabólkarnar
Havið kynsligt samband
við so fá fólk sum til ber.
Halt teg frá tilvildarligum
kynsligum sambondum.
Nýt ið hvussu er hít. Hav-
ið ikki kynsligt samband
við prostituerað og fólk,
sum nýta rúseitur innan-
æðra. Hóast stersta talið
av fólki við eyðkvæmi í
Danmark eru samkyndir
ella tvíkyndir menn, so
finnast lond, eitt nú lond í
Afrika, har eyðkvæmi er
ein sjúka, ið er líka vanlig
hjá kvinnum og monnum,
t.v.s. har ið smitta frá
kvinnu og mann og evugt
er vanlig; og í Suður-
europeiskum londum, til
demis Ítalia (pr. 31.03.91
9053 skrásettir AIDS-til-
burðir) og Spania (pr.
31.12.90 7489 skrásettir
tilburðir), er heteroseksu-
elt samband (vanlig kyns-
lig samvera millum mann
og kvinnu) í dag vanliga
smittuorsgkin.
Eru annars ivamál viðv.
eyðkvæmi, so ber til at
ringja til eyðkvæmislinj-
una 18820 týsdag frá kl.
16 til 18. Eisini ber til at
ringja til »AIDS-linjen« í
Danmark, tlf. nr.
033911119, id svarar frå
kl. 9 til 23 allar dagar, ella
065911119, id svarar alt
samdegrið allar dagar.
At enda skal sum áður
verða mælt til, at felog av
ymiskum slag — ítróttar-
felog, ungmannafeløg,
fakfeløg og onnur — taka
stig til fundir og onnur
tiltøk viðvíkjandi eyð-
kvæmi, soleiðis at hetta
stóra vandamál ikki verð-
ur burturtagt, men um-
rett vid jøvnum millumbil-
um, so at vit ongantíð
gloyma at vera eftiransin.
Hegni Debes Joensen
landslækni