Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-17, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. juli 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 133 — 17. juli 1991 Landsstýrið fær fragreiding Syslumenninir i Vestmanna og Vågum arbeida vid eini felags rapport um grindastríðið. Hon verður send landsstýrinum i vikuni Ivan Kein Olsen, syslu- maður í Streymoyar sýslu, og Marni av Kák, sýslu- maður í Vága sýslu, arbeiða í hesum døgum eins og sýslumaðurin á Sandi við ti ófantaliga grindarakstrinum fríggjadagin. Teir er kortini ongin sum beinleiðis hevur mel- dað raksturin til teir, og tí verður ongin formelt av- hoyrdur í málinum. Teir eru hinvegin gjørdir varugir við, at stór ónggd var um raksturin millum grindamenninar, og halda seg tí hava skyldu at boða landsstýrinum frá. Stór ónggd Í grindareglugerðini sten- dur, at avvarandi sýslu- maður hevur skyldu at skriva landsstýrinum eina frágreiðing eftir eitt grindadráp. - Ikki eftir ein miseydnaðan rakstur. Hví gera teir tað kortini? - Tí hóast hendan grin- din aldrin bleiv hildin til, so eru so nógvir grinda- menn í okkara sýslum sum eru ónggdir við fram- ferðarháttin, at vit halda, at málið má fara víðari til hægsta myndugleika í grindamálum - og tað er Føroya Landsstyri, siga teir. Hugsadu um at melda Syslumenninir hugsadu um at melda málið til fútan vegna grindamenninar, men eftir at hava rådført seg vid ein løgfrøding hjå politinum, varð avgjørt bert at skriva eina frå- greiðing til landsstýrið. - Og so rokna vit við, at landsstýrið ger meira við málið, sigur Marni av Kák. Tað, teir vóna kemur burturúr, er ein nýggj og greiðari grindalóg. - Tað eru fleiri dómi um, at grindalógin ikki virkar sum hon skal, sigur Marni av Kák. Tá eitt nú tann ólógliga grindin í Haralds- sundi var fyri í rættinum, vórðu menn jú fríkendir ein fyri og annar eftir. - Og orsøkin var, at dómarin ikki hevði eina nóg greiða lóg at halda seg til. Tað, sum nú er hent, vísir enn einaferð, at vit mugu fáa meira skipaði viðurskifti á hesum øki. Sandingar hevdu rætt Hvørki Marni av Kák ella Ivan Klein Olsen vilja rættiliga koma inn uppá, hvat fer at standa í frágreiðingini. Bert, at hon byggir á samrøbur og "6formellar avhoyringar" av grindamonnum úr teirra sýslum. Men Ivan Klein Olsen vil kortini siga so mikið: - Hava grindaformaðurin úr Sandoynni og mann- ingin á Tróndi, sum fann grindina, avgjørt at hon skal rekast til Húsavíkar, so hevði tað mest nátt- úrliga verið, at hetta eisini bleiv gjørt. Við øðrum orðum sær út til, at frágreiðingin tekur undir við tí, sum Salli Lognberg úr Skopun segði í Sosialinum í gjár - og gongur ímóti tí, sum Jákup Andrias Mohr úr Havn segði. Mangt bendir á, at tað ikki vóru sandingar, men Havnarmenn og Jákup Andrias Mohr, grindaformaður, sum bóru seg skeivt at fríggjadagin Hóast ongin verður dømdur, so er lítil ivi um, at stríðið fær onkrar fylgjur. Sýslu- menninir í Miðvági og Vestmanna vóna, at tað førir til, at grinda- lógin verður gjørd greiðari Tilvildarlig mynd Síða 3 Avhoyringar á Sandi Í gjár fór sýslumaðurin á Sandi undir avhoyringar í sambandi við grindastríðið fríggjadagin Salli Lognberg, grindafor- maður í Skopun, hevur meldað grindaraksturin fríggjadagin til sýslumann- in á Sandi. Og í gjár byrjaðu avhoyringarnar. Ég fari at avhoyra manningina á Trónda, sum fann grindina, og Salla Lognberg, grindaformann, sum hevur meldað, sigur Edda Ósá, sýslumaður. Edda greiðir frá, at talan kann vera um tvey ákærupunkt, um fútin velir at reisa ákæru. - Tað fyrsta er spurning- urin um avgerðarrættin. Lógin sigur, at tað er tann ið finnur grindina, og tann grindaformaður ið fyrstur kemur ul, ið hava avgerð- arrættin undir rakstri. Vórðu hesir tiknir av ræði, er ongin ivi um, at lógin varð brotin. - Hitt er spurningurin um, hvert talan hevur verið um djórapínslu ella ikki, sigur Edda Ósá. Var framferðin so harðlig, at grindin varð "sprongd", kann ákæra reisast fyri djórapínslu. Edda væntar, at avhoyr- ingarnar verða liðnar í dag. Málið verður síðani latið fútanum at taka stóðu til. S-S- á staðnum