Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. juli 1991síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Uffe Bærentsen, stjóri á Hotel Borg heldur, at hotellið hevur uppiborið at hava betur samband við Havnina, og tá - - RA sQSialurin bussrutan nú er nidurløgd, ætlar stjórin at samráðast við taxabilfeløgini um serliga skipan, umframt at fáa stuðul úr Býráðnum. Verður hetta veruleiki, ber til at bíleggja sær taxa niðan á Hotel Borg, fyri ein bíligan pening Hotel Borg tilboð: Aftur og fram - | taxabili tey seg avbyrgd frá Havn- entsen, stjóri lagt hevdið í blot, fyri at finna eina loysn, sum skal knýta Hotel Borg nærri Havnini. Orsakað av sparingini í Tórshavnar Kommunu, er bussrutan til hotellið nið- urløgd, og onnur skipan er neyðug at fáa í lag, sum kann flyta ferðafólk og gestir annars niðan á Hotel Borg. Nú hevur figgjarnevnd býráðsins givið ulsøgn um at veita Hotel Borg fíggjar- ligan stuðul - 50.000 krón- ur - um hotellið kann lata eina frágreiðing og upp- gerð yvir, hvussu nógv slík skipan fer at kosta. Somu semdir Uffe Bærentsen, stjóri á Hotel Borg, sigur við Sos- ialin, at hann sendi ein fyrispurning í býráðið. Umráðandi er, at vit fáa samband við Havnina, sum aðrir partar av býnum hava í boði. - Býráðið metti at buss- ruran var ov kostnaðar- mikil at reka, og tí hava vit roynt at funnið eina loysn í málinum. Vit hava tosað við taxa- bilfeløgini um ein sátt- mála, sum gongur út uppá, at fólk skulu gjalda einar 25 krónur fyri túrin til og frá Hotel Borg. Tá taxabilførarin kemur ella fer hiðani við fólki, skal hann venda sær til starvsfólkið í upplýsingini, har hann fær útvegað ein seðil, ið gevur honum upp til ta vanligu upphæddina, sum ein taxatúrur kostar. - Hetta er bert eitt roynd- arskeið, tí vit vita ikki, hvussu nógv henda skip- anin kostar. Vit hava tó á- huga at royan hetta til- takið, fyri at bóta um frá- leikan ul býin. Er tað ein sannroynd, at Hotel Borg er bygt á skeivum stað? - Nei, als ikki. Hotel Borg er bygt á júst tí stað, sum hóskar best. Fólk fegnast -Tað síggja og hoyra vit dagliga, tí fólk eru sera hugtikin av útsýninum, og hava onki ímóti, at tað er eitt sindur fjarskotið frá býnum, bert møguleikar at ferðast aftur og fram koma í rættlag. Henda taxaskipanin er eisini gagnliga fyri allar partar. Lutvíst fáa gestir okkara møguleika at ferð- ast aftur og fram, uttan at hugsa um, nær bussurin koyrir, umframt at taxa- bilførarar fáa eyka arbeiði. 108 rúm eru á Hotel Borg, men tað er ikki ov nógv pláss, heldur Uffe Bærentsen. Hotel Borg hevur júst tí stødd, sum eitt hotel skal hava - samanborið við bý ul støddar sum Havnin, so tað er í lagi. Í løtuni hava tey nógv at gera á Hotel Borg, men enn vantar at fáa rættiliga gong i søluna av hotel- rúmum, sum at kalla fór aftur í einki, tá myndug- leikarnir slakaðu fyri virk- semi í 1988. Veita góða tænastu Vit hava tó vónir fyri framtíðina, og royna at skaffa gestunum eina góða tænastu, m.a. við hesum ultakinum. Hóast tað tykist løgid at draga byrådid upp i hetta málið - tí so kunnu onnur biða um tað sama, so haldi eg at Hotel Borg hevur uppiborið at fáa somu sømdir sum hin parturin av byinum, og ti eru vit i eini serstødu, hvat flutning til og frå Hotel Borg vid- vikur, sigur Uffe Bærent- sen. Vónandi fáa vit flut- ningsmálið avgreitt í nær- mastu framtíð, sigur Uffe Bærentsen at enda. Dagny — er altíð á staðnum Nr. 133 — 17. juli 1991 Gimpe vil hava greið heskeð >Nú er tað staðfest, at eg eigi SMS einsamallur<. Nakað soleiðis tók Hans Mortensen, stjóri í SMS, til, eftir at rættarmálið millum hann og David Eliassen var av. Síðani hevur Petur Olivar í Hoyvík - ella Gimpe - gjørt vart við, at hann framvegis eigur partaprøv í fyritøkuni. Hesum avvísti Hans Mortensen i Føroya Rætti: Gimpe er endaliga útgoldin vid 175.000 krónum, segði Hans Mortensen og visti til eina avtalu, teir bådir høvdu gjørt i 1985. Av- talan varð kortini ikki løgd fram í rættinum. Nú vil Gimpe hava greið beskeð. Hann hevur biðið Jørgen Olsen, ad- vokat, um at fáa Hans Mortensen at prógva, at tað er, sum hann sigur, og danski advokaturin hevur sent Hans Morten- sen brævið, har hann biður um skjalprógvan- ina. Gimpe átti eitt parta- bræv uppá 500 krónur í P/f 20.7.76 (Mikla- garði); samtaldi parta- peningurin var uppruna- liga 10.000 krénur. Hans Mortensen og David Eliassen åtti somuleidis hvør sitt partabræv uppå 500 krónur, meðan P/f SMS átti 8.500 krónur. Á aðalfundinum 29. mars 1982 varð avgjørt at hækka partapeningin við 590.000 krónum til 600.000 krónur. Teir triggir støku partaeigar- arnir fråsøgdu sær frammihjårættin at tekna partapeningin, so P/f SMS stóð fyri allari hækkingini. Tá Petur Olivar í Hoy- vík lænti Hans Mort- ensen pening til SMS- projektið, varð avtalað, at lænti peningurin skuldi ganga inn í parta- brøv í fyritøkuni, - antin ein triding av SMS ella eina helvt av Miklagardi, sum Petur Olivar i Hoy- vík var leiðari fyri. Hans Mortensen hevur sum skilst ta fatan, at lániviðurskiftini eru av- greidd við eini kontantari afturgjalding. ówh Øl væl komin at Syngja við Sum vanligt hevur verið, verður eisini kórsangur undir tinghúsinum á ólavsgkudag i år. Tað verður tá tingmenn 0.0. koma í skrúðgongu úr kirkjuni at seta løgting- ið. Kórið, sum syngur, er ikki eitt fast kór, men er samansett av teimum, sum hava hug at vera við. Venjingin verður í kommunuskúlahgllini; venjingarnar vera tvær: komandi sunnudag 21. juli og annan leygardag 27. juli, - báðar dagar klokkan 16.00. Kórsamband Foroya, ið stendur fyri tiltakinum, upplysir, at øll eru væl komin at vera vid i venj- ingunum. Í år er tað Olavur Hátún, ið er kór- leiðari. ówh he Ólavur Hátún verður kórleiðari undir tinghúsinum á ólavsóku í ár