leygardagur 22. mars 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 57 - 22. mars 2003
Nr. 57 - 22. mars 2003
3
Fleiri dagar við góð-
veðri hava verið í hesi
vikuni, og tað hava
serliga dagstovnarnir
notið gott av
GÓÐVEÐUR
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
Ein dagin í vikuni vóru
børnini í vøggustovuni í
dagstovninum
Blákollan
útferð úti í Grøv. Tey nutu
tað góða veðrið og spældu
har fyrrapartin.
Tá tað leið móti døgurða,
og svongdin fór at gera um
seg, settust tey í øðrum av
teimum gomlu svimjihylj-
unum at eta matpakkarnar.
Tey høvdu júst sett seg, tá
Sosialurin kom framvið.
Og tey vóru avbera fegin at
síggja okkum. Tey róptu
hey og vildu beinanvegin
hava at vita, hvørji vit vóru,
og hvussu vit itu. Og tá
myndamaðurin rópti á tey,
tí hann skuldi taka mynd,
róptu tey øll appelsin aftur
til hansara.
Tríggjar kvinnur vóru við
børnunum, sum vóru tólv í
tali.
– Vit hava fýra børn í
part, um ein kann siga tað
so, greiddi eitt av starvs-
fólkunum frá, meðan hon
gav einum barni meira
breyð við skerpikjøti uppiá.
Tá veðrið er gott, er tað so
ofta, at stovnar og onnur
við nýta høvi til at fara ein
túr við børnunum, so tey
sleppa út um teirra dagliga
øki á stovninum.
– Vit vóru ein annan dag-
in úti og grillaðu við teim-
um í havanum hjá einum av
okkum, greiða tær frá.
Tað var sera stuttligt at
síggja, hvussu fitt og still
børnini sótu, meðan tey
ótu. Øll tann fríska luftin
hevði eisini óivað givið
teimum góðan matarlyst, tí
tey drivu á at eta.
– Nú tá vit eru liðug at
eta, gongur leiðin aftur til
Blákolluna, tí nú skulu tey
sova.
Og tað sást á fleiri av
teimum, at tey vóru við at
gerast lin, tí tey sótu og
gníggjaðu sær um eyguni.
Konsert í Ósáskúlanum
útsett
Næmingar í Tónlistaskúlanum og Klaksvíkar Hornork-
estur fara at hava konsert í Ósáskúlanum í dag, leygar-
dagin. Upprunliga varð sagt, at konsertin byrjar klokk-
an tvey, men vegna ymsar orsøkir, so er hon útsett til
klokkan fimm.
– sae -s
Tað verður kunngjørt, at kæri maður mín, pápi,
abbi og langabbi okkara
Jóhannis Olsen
í Sandavági
andaðist mikudagin 19. mars, 88 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Sandavágs kirkju
leygardagin kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Estrid og børnini
Tey, ið vilja minnast Jóhannis, kunnu lata Missiónshúsinum í Sandavági
eina gávu.
Tøkk
Eina hjartans tøkk senda vit tykkum øllum,
ið sýndu samkenslu og á annan hátt hjálptu til,
tá okkara høgt elskaði maður, pápi, verfaðir og abbi
Leivur Elias Joensen
Oyri
lá sjúkur, doyði og varð jarðaður.
Ein serstøk tøkk til tykkum á B6,
ið gjørdu tað møguligt hjá okkum at vera um hann,
og fyri tað umsorgan, ið hann og vit fingu,
eisini takka vit tykkum, ið vitjaðu hann so trúliga.
Eina hjartans tøkk til læknar, heimasjúkrasystrar
og heimahjálpir, ið gjørdu tað gjørligt at vit kundu
fáa hann heim, tað síðstu tíðina.
Ein serstøk tøkk til familju og vinir,
ið komu inn á gólvið og vóru um okkum
og hjálptu til á ymiskan hátt.
Tøkk til Emil Olsen prest, fyri troystarrík orð.Takk til
sangarar og kirkjutænarar.Tøkk til tykkum øll fyri tað
stóru hjálp, ið tit veittu okkum til jarðarferðina.
Tøkk fyri blómur, kransar, peningagávu til
Føroya Felag Móti Krabbameini og aðrar heilsanir.
Tøkk til tykkum øll, ið fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Hjartans tøkk øll somul.
Kærar heilsanir
Knúdina, Jóannis, Anna, Sámal, Maria og Elias
Børn ótu í svimjihylinum
Vøggustovubørnini í Blákolluni eru tólv í tali, men júst hesa løtuna, meðan tey ótu, vóru tey
bert ellivu, tí at tað eina lá og svav í barnavogni
Mynd: Jens K. Vang
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá kæri
maður mín, góði pápi, verpápi, abbi og langabbi
okkara
Erik Sofus Mørkøre,
Klaksvík
doyði og fór til gravar.
Takk fyri vitjanir, heilsur, gávur, blómur og
kransar.Takk til prestarnar Kjartan Mørkøre og
Niels Paula Danielsen, kirkjutænarar og sangarar.
Takk øll tit ið fylgdu honum til hansara seinasta
hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Berlina, Kristianna, Hannebeth, Jóhan,
Hjørdis, Erland og Birgir
C
M
Y
K
3
2
KRÍGGJ
Ingi Rasmussen
Løgmaður hevur boðað
ríkisumboðnum
frá,
at
Føroya løgting ikki stuðlar
USA í álopinum á Irak. Tað
gjørdi hann í brævi fríggja-
dagin.
Løgmaður staðfestir, at
øll tiltøk til tess at fáa
Saddam Hussein at akta
ST-samtyktir, áttu at verið
samtykt í Sameindu tjóð-
um. Tað ger løgmaður eftir
áheitan frá Føroya løgtingi,
sum við stórum meirluta
vildi hava ST at standa
aftan fyri øll tiltøk.
Dúgliga hevur verið gitt,
hvagar løgmaður fór at
senda
fráboðanina
um
løgtingsins støðu. Skuldi
tað vera ST og altjóða
samfelagið? Ella valdi hann
ríkisrættarligu
leiðina?
Løgmaður valdi ríkisum-
boðið.
Sostatt hevur løgmaður
samtundis boðað donsku
stjórnini frá, at føroyingar
ikki eru samdir við tann
uttanríkispolitikk,
sum
Danmark førir vegna ríkið.
Seinnapartin í gjár samtykti
Fólkatingið eftir øllum at
døma, at Danmark heil-
hjartað stuðlar álopinum á
Irak.
Løgmaður hevur boðað frá føroysku støðuni