Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. mars 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 57 - 22. mars 2003 Nr. 57 - 22. mars 2003 5 Leygarkvøldið 5. apríl skipar Hotel Norð á Viðareiði fyri einum sokallaðum lunda- kvøldi og dansi HUGNAKVØLD Solby A. Eliasen Leygarkvøldið 5. apríl verður hugnakvøld á Hotel Norð á Viðareiði. Til matna verður fiskatallerkur við øllum góðum úr sjónum, steikt lundabringa a la Hotel Norð og dessert og kaffi omaná. Undir borðhaldinum verður skemt, sum Óli Olsen og Mogens Højsted fara at standa fyri, umframt felagssang sum Heini Ziska Dahl fer at skipa fyri. Aftaná borhaldið verður dansur við Science Fiction. Eins og til øll tiltøk á hotellinum verður bussur til og frá Viðareiði. Hetta tiltakið er bert eitt av fleiri ymiskum føstum tættum, sum hotellið plagar at skipa fyri í vetrarhálvuni. Hotellið er stongt um vetur- in, men verður tó leigað út til ymiskt, tá tey ikki skipa fyri nøkrum sjálvi. Vanliga letur hotellið uppaftur um Norðoyastevn- una við einum hugnakvøldi fríggjakvøldi á Norðoya- stevnu. Og sum skilst verður tað helst eisini aftur á skránni í ár. Tiltøkini á Hotel Norð plaga at verða vælmóttikin, og nógv fólk plagar at vera. Til ber eisini at gista á hotellinum til hetta lundakvøldi. Tað er eitt serligt tilboð galdandi tað vikuskiftið. Áhugaði kunnu tekna seg til á telefon 451244 ella 217020 í seinasta lagi fríggjakvøld- ið 4. apríl Lundakvøld á Viðareiði Tann 5. apríl verður eitt lundkvøld við dansi á Hotel Norð á Viðareiði Elektron og føroysku peningastovnarnir bjóða nú eina skipan á Internetinum, har kundarnir kunnu greiða sína viðurskifti ókeypis – allastaðni frá PENINGASTOVNAR Heri á Rógvi Føroysku peningastovnar- nir eru nú klárir við einari nýggjari útgávu av teirra home banking. Higartil hava vit sæð tænastu sum Heimagreiðslan og Heima- Bankin. Og munurin er heldur ikki tann heilt nógvi á hesum og teimum nýggj- astu tænastunum. Munurin er stórt sæð tann, at nú gongur alt fyri seg á netinum, og neyðugt er ikki at leggja nøkur nýggj forrit inn á teldurnar. Stór nýtsla Elektron hevur staðið fyri at gera skipanina til før- oysku peningastovnarnar. Elektron hevur nýtt ymsar undirveitarar til at menna skipanina. Hvør peningastovnur hevur sína egnu útgávu av somu skipan. Hjá Føroya Banka eitur skipanin Net- bankin, hjá Føroya Spari- kassa Heimagreiðslan, hjá Norðoyarsparikassa Spar2 og Suðuroyar Sparikassi hevur valt at kalla sína út- gávu somuleiðis fyri Heimagreiðsluna. Munurin á skipanum er at kalla eingin – einans í út- sjónd og ávísum møguleik- um. Til at nýta Netbankan ella Heimagreiðslu krevst Internet Explorer 5,0 ella nýggjari, og teldan skal hava eina stýrisskipan frá Windows 98 ella nýggjari íroknað Windows NT og Windows XP. Sostatt mugu Mac brúk- arar framvegis hyggja yvir- um hegnið. Møguleikarnir við nýggju Internet útgávuni av bankanum og greiðslunum eru at kanna saldo, fáa yvir- lit yvir bókingar, flyta pen- ing umframt at samskifta við kundaráðgeva um tryggan teldupost. Somu- leiðis ber til at senda láni- umsóknir beinleiðis á net- inum. Í mun til verandi skipanir gevur henda skipanin nakr- ar møguleikar afturat, men eitt nú er ikki møguligt at flyta lønir, og sostatt hóskar henda skipanin seg best til privat persónar og smærri fyritøkur, ið ikki hava tørv á teimum nógvu lønarflyt- ingunum. Skipanin er ætlað at verða nýtt á einari ella fleiri "heimateldum" av trygda- ráðum. Við einari sokallaði café skipan ber til at nýta skipanina, uttan mun til hvar tú ert. Við hesari skip- anini fært tú eitt eingangs loynital sendandi sum SMS boð. Niels Christian Nolsøe, stjóri fyri Elektron, sigur, at tendensurin aðrastaðni hev- ur víst, at fólk skjótt venja seg við at greiða sína ørindi á henda hátt, og nýtslan veksur skjótt. Hetta sami fer at gera seg galdandi í Føroyum, meta bæði Niels Christian Nol- søe og Marner Jacobsen, stjóri í Føroya Sparikassa. 100% trygd Fyri at greiða tey formellu viðurskiftuni og fáa skipan- ina at rigga á telduni, so skal ein sáttmála gerast við peningastovnan. Sáttmálin skal fyrst undirskrivast, og so skal kundin koma aftur í peningastovnin við tali. Hóast hetta er eitt sindur roksut, so tykist skipanin at rigga væl. Niels Christian Nolsøe heldur ikki, at tað er neyðugt hjá fólki at ivast í trygdini. – Vit nýta bert tað allar- nýggjastu tøknina, ið stóri peningastovnar úti í heimi eisini nýta. Hetta er tað besta á marknaðinum, og fólk kunnu kenna seg heilt trygg, sigur Niels Christian Nolsøe. Skipanin er ókeypis at fáa sær, og kostar heldur einki árliga. Gjaldast skal fyri flytingar uttanlands, men gjaldið er ymiskt í teimum ymsu peninga- stovnunum. Verandi Heimagreiðslur og Heimabankin verða framvegis virknar. Bankaviðurskifti á netinum Í framtíðini kunnu øll bankaviðurskifti hjá privata kundanum greiðast á netin- um. Elektron hevur ment eina skipan til føroysku peningastovnarnar, sum marknaðarføra seg hvør í sínum lagi. Mynd: Jens Kristian Vang. Oljumálaráðið held- ur, at byggingin skal steðga, men borgar- stjórin hevur eina áskoðan um bygging- ina í Vallalíð BYGGING Heri á Rógvi Kanska mest umtalaða byggimál seinastu tíðina hevur verið bygging av heimi fyri dement í Vallalíð í Havn. Grannarnir hava kært sína neyð, og býráðið hevur ásannað sítt mistak og hevur lækkað hæddina á heiminum. Men hetta er ikki nóg mikið. Oljumálaráðið, ið umsit- ur byggimál, er komið til ta niðurstøðu, at byggingin eigur at halda uppat. Or- søkin er, at byggingin er í einum A-1 øki, sum Olju- málaráðið ikki metir kunna rúma einum tílíkum heimi. Men Jan Christiansen ger greitt, at hann ikki ætlar at fylgja harraboðunum. Hansara sjónarmið er, at byggjast kann væl eftir ásetingunum í A-1, og hetta ger Tórshavnar kommuna eisini fleiri onnur støð í høvuðsstaðnum. Í skrivinum frá Oljumála- ráðnum stendur at lesa, at heitt verður á kommununa um at steðga byggingina. Í skrivinum stendur at lesa: „At Tórshavnar komm- una í viðmerkingunum til kæruna sigur, at so at siga allir bygningar í kommun- uni, sum eru til eldrarøkt og barnaansing liggja í A1 økjum, metir Oljumálaráð- ið ikki hevur so stóran týdning, at greiðar áseting- ar í byggisamtyktini kunnu setast til viks í hesum máli“ Oljumálaráðið fer so langt sum at siga, at Tórshavnar kommuna ger tulkingar eftir egnum tørvi, og hetta kann seta rættartrygdina í vanda hjá borgarunum. – Vit ganga útfrá, at kommunan steðgar arbeið- inum. Verður hetta ikki gjørt, so fara vit at kanna, hvørjar møguleikar vit so hava, sigur Rókur Tummas- arson, deildarleiðari í Olju- málaráðnum, sum hevur viðgjørt kæruna. Hann sigur seg ikki kunna svara, hvørji stig, teir kunnu hugsast at taka, fylgir kommunan ikki áheitanini, sum kommunan altso ikki ger. Myndugleikar ósamdir um Vallalíð C M Y K 5 4