Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. mars 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 57 - 22. mars 2003 Nr. 57 - 22. mars 2003 7 Í næstu framtíð fer Kirkjubøar Komm- una í holt við úts- tykkingar á Velbastað. Uppskotið er sam- tykt, sum ger pláss fyri umleið 55 grund- stykkjum. Áhugin fyri at búgva á Velba- stað er stórur, sigur Annfinn Brekkstein, borgarstjóri ÚTSTYKKING Ingrid Bjarnastein Velbastaður: Áhugin fyri at búseta seg á Velbastað er alsamt vaksandi sambært borgarstjoranum í komm- ununi, Annfinni Brekk- stein. – Vit hava ein bíðilista á gott 70 fólk, sum ynskja at koma til Velbastaðar at byggja. Nú hava vit so lagt eina byggiætlan 10 ár fram í tíðina, har tað verður stykkja út, so tað verður pláss fyri 55 grundstykkj- um í bygdini, sigur Anfinn Brekkstein. At áhugin fyri at Velba- staðar bygd er stórur sæst aftur á skúlanum og barna- garðinum. Skúlin varð bygdur í 2000 til at vera ein tveyflokkaður skúli, og hann er nú tríflokkaður. Pláss varð gjørt fyri 25-30 næmingum, men komandi skúlaár vera tað 41 næm- ingar á Velbastaðar skúla. Krøv Ikki er enn ásett, hvussu nógv grundstykki verða seld beinanvegin. Annfinn Brekkstein sigur, at bygdin noyðist fyrst at fáa viður- skiftini við skúla og barna- garði í rættlag. Barnagarð- urin er fullur, og pláss er ikki fyri nógvum afturat. Borgarstjórin sigur, at ein íløga verður heilt vist gjørd til ein barnagarð í næstu framtíð, og í útstykkingini er eisini gjørt pláss fyri barnagarði og skúla. – Ein og hvør, sum hevur hug kann søkja um at fáa grundstykki á Velbastað. Nógv søkja, sum eru úr Havn, tí tey vilja heldur koma til Velbastaðar enn at fara niðan í Hoyvíkshagan. Stórt sæð hava vit umsókn- ir liggjandi frá fólki úr øllum Føroyum, greiðir borgarstjórin frá. Hann ásannar tó, at í og við, at bygdin veksur, setur hetta stór krøv til kommun- una. Bæði hvat barnagarði og skúla viðvíkur. Bygdin er annars vaksin nógv í seinastuni, og tað sæst jú aftur á skúla- og barnagarðsvøkstrinum. – Tað, sum eg haldi er ógvuliga gleðiligt er, at her eru nógv ung fólk. Megin- parturin av fólkinum, sum býr her er millum 0 og 45 ár, sigur Anfinn Brekk- stein. Borgarstjórin vísir á, at um vit vilja hava fólk, sum eru í holt við at útbúgva seg aftur til landið, so er neyðugt at bý- og bygdaráð taka seg saman fyri at skapa teir neyðugu karmar- nar fyri, at fólk kunnu koma aftur til Føroya. – Um vit ikki hava nakað at bjóða teimum, so tíma tey ikki at koma aftur. Ein av orsøkunum til, at áhugin er stórur fyri at búgva á Velbastað metir borgarstjórin vera, at Velbastaður liggur so nær við miðstaðarøkið. Tað tek- ur ikki meira enn eini fimm minuttir at koyra úr Havn- ini, og tí er trýstið alsamt vaksandi. Læruríkt Nýggi landsvegurin hevur eisini hjálpt munandi til, so at tað er vorðið lættari at ferðast ímillum Havnina og bygdina. Strekkið er stutt, so tað er skjótt at ferðast aftur og fram. – Tað er gleðiligt, at fólk, sum eru uppvaksin í havn vísa bygdini áhuga. Vit eru langt vekk, men allíkavæl ikki. Vit hava stórt djóra- hald. Neyt, seyð, hønur og annað, sum børnini luttaka í í tí dagliga, og tað kann vera ógvuliga læruríkt í mun til nógva aðrastaðni, heldur Annfinn Brekkstein. – Læruríkt í hesum døgum, har børn stórt sæð ikki kenna til nógv annað enn barnagarð og skúla. Børn og ung kunna vera við í djórahaldinum her í bygd- ini, og øll bygdin sum hon er, er eitt stórt spælipláss. Borgarstjórin er sann- førdur um, at einaferð, verður Velbastaður ein partur av Havnini. Tað verður tó ikki í næstum, men einaferð inni í framtíð- ini, so verður tað helst so. Nær útstykkingarnar byrja er tó ikki greitt enn. Byggisamtyktin er løgd fram, og í tríggjar mánaðir kunnu fólk koma við við- merkingum og kærum um málið. Síðani verður hon send oljumálastýrinum til góðkenningar. Nei til narko er heitið á átakinum, sum Lions Club Tórshavn fer í holt við fyrstu vikuna í apríl. – Tað, at berjast ímóti narkotika og tí, ið fylgir í kjalarvørrinum, tað verið seg harðskapur, kriminal- itetur, óarbeiðsføri og sjúka, hevur framvegis stóran týdning, sigur Lions Club í skrivi. Víðari siga tey, at tað er vorðið alsamt lættari at fáa hendur á narkotika í Føroyum, og tí er tørvurin á fyribyrging og upplýs- ing størri enn nakrantíð. Seinastu seks árini hev- ur Lions í Føroyum skipað fyri skeiðum fyri fólkaskúlalærarar. Hetta í samstarvi við rúsdrekka- og narkotikaráðið. Enda- málið er at geva næming- um lívsvirði og sjálvsálit, so teir millum annað duga at siga nei til rúsevni. Hetta arbeiðið krevur jú pening, og tí kunnu øll stuðla átakinum, sum verður kallað tulipantil- takið. Fyrstu vikuna í apríl verður møguligt at ogna sær eitt tyssi av tulipanum og eitt skelti við áskriftini »Nei til narko«. Eitt tyssi við skelti kostar 250 krónur. Peningurin fer til arbeiðið ímóti rúsevnum. -ingrid Rætting Í grein í Sosialinum í gjár skrivaðu vit um nýggju Norrönu. Har søgdu vit, at hon fór úr Lübeck til Hanstholm áðrenn hon fór til Føroya, men so er ikki. Skráin sær soleiðis út: Mánadagin 7. apríl verða yvirtøkuskjølini undirskrivað. Síðani sleppa gestir umborð, og har verður hátíðarhald og annað. Klokkan 18 sama dag siglir Norröna til Trave- münde, har hon tekur ferðafólk og útgerð um- borð. Eftir ætlan skal hon verða í Travemünde klokkan 20.00. Týsdagin 8. apríl klokkan 10.00 verur siglt úr Travemünde beinleiðis til Tórshavn, har hon væntandi verður á Havn- ini seinnapartin tann 10. apríl. Beinanvegin sama kvøld, yvirtekur nýggja Norröna siglingina og fer til Lerwick og Hanstholm á fyrra páskatúrinum við 1300 ferðafólkum. Vónandi bera lesararnir yvir við mistakið. -ingrid Nei til narko Nú kríggið í Irak er brostið á, eru trygdar- krøvini á flogvøllinum í Vágum herd. Hetta inni- ber, at øll ferðandi, skulu við fráferð vísa samleika- prógv, og har er tað bara pass og koyrikort, sum verða góðtikin. -ingrid Pass og koyrikort Risastór útstykking á Velbastað Her verður ein av teimum stóru útstykkingunum á Velbastað. Tá alt er útstykkjað verður pláss fyri eini 55 grundstykkjum Mynd: Jens Kr. Vang Nú er málið um Rosalie Thomsen, sum er útvíst úr Føroyum, reist á hægsta stigi í Danmark. Tórbjørn Jacobsen fólkatingsmaður vil hava løgmálaráðharr- an at svara í Fólka- tinginum, hví Rosalie er útvíst, hóast hon hevur føroyskan mann. Hann reisir eisini spurningin, um tað rímiligt, at danskir myndugleikar gera av, hvør býr í Føroyum ÚTVÍST Ingi Rasmussen Filipinska Rosalie Thom- sen er víst úr Føroyum. Hon skal vera av landinum innan 10. apríl, annars kann hon vænta fongsulsrevsing, eru greiðu boðini frá danska útlendingastýrinum. Sama stýri, sum gav henni frítt at fara til Føroya. Allar súður eru kortini ikki syftar enn, tí nú er málið reist á hægsta stigi í Danmark. Føroyski fólka- tingsmaðurin Tórbjørn Jac- obsen hevur tikið málið upp í Fólkatinginum. Hann hevur sett Lene Espersen løgmálaráðharra fimm spurningar, har hann vil hava ráðharran at greina málið fyri sær og Fólka- tinginum. Tórbjørn Jacobsen hevur tikið málið upp eftir, at Sosialurin tók málið upp. Hann saknar eitt sindur av lagaligheit. – Málið hevur fingið nógva umrøðu í pressuni, og fólk skilja púrt onki av harðrendu framferðini hjá donsku útlendingamyndug- leikunum. Serliga tá hugs- að verður um, at útlend- ingastýrið eyðsæð hevur gjørt ein feil, og at kvinnan helst hevði fingið uppi- haldsloyvi, um hon bara søkti í góðari tíð, sigur Tór- bjørn Jacobsen. Fimm spurningar Hvørjar grundgevingar eru fyri, at Rosalie Thomsen, sum hevur fillipinskt pass, er víst úr Føroyum, hóast hon hevur fast uppihalds- loyvi í Danmark og er gift manni, sum er føddur í Før- oyum? spyr Tórbjørn Jacobsen. Hann vil eisini hava at vita, um løgmálaráðharrin ætlar at forða fyri, at Rosa- lie Thomsen verður víst úr Føroyum. Spurt verður eisini, um ráðharrin ætlar at átala embætisfólkini í út- lendingastýrinum, sum hava útvíst Rosalie Thom- sen úr Føroyum, hóast hon upprunaliga fekk munnligt loyvi at fara til Føroya. Í øðrum lagi spyr Tór- bjørn Jacobsen, um tað er rímiligt, at danskir mynd- ugleikar ráða fyri, hvør skal búgva í Føroyum, og hvat ráðharrin heldur um før- oyska ynskið at yvirtaka út- lendingaøkið. – Alt málið setir sjálvandi fokus á tað, sum nógv halda vera galið, at danskir myndugleikar hava rættin at gera av, hvør kann búgva í einum øðrum landi – Fø- oyum, sigur Tórbjørn Jac- obsen, sum kortini ikki tykist vilja gera málið til eina politiska kastibløku. Mjørkatos Sosialurin hevur roynt at fingið orð á myndugleikar- nar í eini roynd at fáa upp- klárað, hví Rosalie Thom- sen ikki kann vera í Før- oyum. Tað tykist vera upplagt, at hon kann búgva í Føroyum. Hóast hon hevur filipinskt pass, hevur hon varandi uppihaldsloyvi í Danmark. Hon er á áttanda ári gift føroysk- um manni, sum er danskur ríkisborgari. Tey hava tvey børn saman, annað er seks ár og hitt er júst føtt í Føroyum. Tey eru eisini danskir ríkis- borgarar. Hon hevur eisini fingið bæði arbeiði og ar- beiðsgevaraváttan í Før- oyum. Men ongin vil svara upp á ítøkiliga málið, hvørki hjá útlendingastýrinum, før- oysku løgregluni ella fútan- um, tí einstaklingamál eru fevnd av tagnarskylduni. Sostatt er vandi fyri, at Rosalie hvørvur í einum mjørka av tøgn. Men nú fæst kanska ítøkiligt svar innan eina viku, tí ráðharrin hevur skyldu at svara spurn- ingum í Fólkatinginum. Borgari ímóti valdi Spurningurin er, hvat er hent í málinum um Rosalie Thomsen. Líkt er til, at talan er um eitt mál, har my n d u g - leikar og borgarar tosa fram við hvørjum øðrum. Har borgarin stríðist til fánýtis ímóti yvirvaldinum. Tí lítil ivi er um, at Ros- alie Thomsen hevði fingið innferðarloyvi til Føroya, um alt fór fram eftir bókini. Um bæði hon og myndug- leikar høvdu borið seg rætt at. Í fyrstu atløgu fekk Rosa- lie Thomsen at vita frá út- lendingastýrinum, at hon kundi fara til Føroya uttan visum. Útlendingastýrið tók eftir øllum at døma eina skeiva avgerð, tí Danmark, Føroyar og Grønland eru trý ymisk rættarøki. Tá so myndugleikarnir gerast varugir við, at hon er í Føroyum uttan loyvi og biða hana um at søkja skrivliga, forsømir hon tað. Freistin gongur út, og hon verður víst av landinum. Tí er hon endað í Fólkatingin- um. Rosalie tikin upp á hægsta stigi Eftir at hava átt eina dóttir á føðideildini í Havn og síðan víst av landinum, endar Rosalie Thomsen sum fyrispurningur í Fólkatinginum Mynd: Jens K. Vang Fimm spurningar til løgmálaráðharr- an 1. Hvør er grund- gevingin fyri, at Rosalie Thom- sen, sum hevur filipinskt pass, er víst úr Føroy- um, hóast hon hevur fast uppi- haldsloyvi í Danmark og er gift manni, sum er føddur í Før- oyum? 2. Hvat fer ráð- harrin at gera fyri at forða fyri, at Rosalie Thomsen verð- ur víst úr Før- oyum? 3. Fer ráðharrin at átala embætis- fólk í útlend- ingastýrinum, sum hava útvíst Rosalie Thom- sen, hóast tey fyrst hava givið munnligt loyvi til, at hon kundi fara til Føroya? 4. Heldur ráðharr- in, at tað er rímiligt, at tað eru danskir myndugleikar, sum gera av, hvør skal búgva í Føroyum, og hvør skal vísast úr Føroyum? 5. Hvat heldur ráðharrin um føroyska ynski at yvirtaka út- lendingaøkið? Fakta C M Y K 7 6