Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. mars 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 57 - 22. mars 2003 Nr. 57 - 22. mars 2003 9 Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Regin Nónstein 60 ár Í dag, 22. mars, fyllir Regin Nónstein í Hvalba 60 ár. Hann er sonur Nataliu og Niels Paula Ziskasen, bæði úr Hvalba. Av tí at navnið hjá pápanum ofta kom í bland við onnur, fekk hann sær eftirnavnið Nónstein í 1946 eftir staðarnavni í Hvalba. Niels Pauli var trolaraskipari og handils- maður. Regin gekk í barnaskúla í Hvalba. Í 1955 fór hann til Klaksvíkar at ganga í mill- umskúla. Orsøkin til, at hann fór so langt sum til Klaksvíkar, mundi vera, at har kundi hann búgva hjá pápabeiggjanum Arna Ziskasen og konuni Petrinu. Regin tók millum- skúlaprógv í 1959 og fór so suður aftur til Hvalbiar at vera handilsmaður, tí páp- in, sum hevði verið uppi- lagstur í 9 ár, hevði fingið trolaran Jóannes Patursson hjá Kjølbro at føra. Um vetrarnar arbeiddi Regin í kolinum. Í 1963 fór hann til sjós við Brandi Sigmundarson og var við honum til 1967, tá hann fór at læra til stýrimann í Havn. Hann tók stýrimansprógv í 1969 og skipsføraraprógv í 1970. Hann var nú stýrimaður á ídnaðartrolaranum Bjarnoy úr Vági í hálvtannað ár, og síðani var hann við Gud- mundi av Tvøroyri í 7 ár. Hann var avloysari við Tjaldrinum eitt skifti, vikarur í Hvalbiar Skúla í eitt ár og yvirstýrimaður og skipari á oljuskipinum Magn til 1984, tá hann noyddist at gevast vegna ryggskaða, sum varð við- gjørdur á Ríkissjúkrahúsin- um. Regin Nónstein varð valdur í nevndina fyri Skipara- og Navigatørfe- lagið í 1984 og er fram- vegis nevndarlimur. Hann hevur verið næstformaður síðani 1986, og í ár er hann eisini skrivari felagsins. Í 1971 giftist Regin við Signhild úr Porkeri, og tey eiga tríggjar synir: Niels Paula, Gudmund og Jóhan. 12. janur fekk Daniel, sum 19 mðr. gamal og býr í Pandrup, eina systir. Hon var 51 cm. og vigaði 3280 gr. Mamma teirra eitur Anja Egemose. Tann 20. februar fingu Anna P. Jakobsen og Michael Christiansen, Amager, ein son. Hann eitur Ian Christiansen. Hann vigaði 4034 g. og var 53 cm. langur. 28. februar fingu Charlotta Thomsen og Fríði Hauritz, Vágur, ein son. Hann var 51 cm. og vigaði 3780 gr. 6. mars fingu Frida J. Christiansen og Jóhan Klakkstein, Klaksvík, ein son. Hann var 50 cm. og vigaði 3540 gr. 11. mars fingu Steinvør og Rói Michelsen, Froðba, eina dóttur. Hon var 51 cm. og vigaði 2900 gr. 13. mars fingu Fríðrun og Sjúrður Hansen, Hoyvík, ein son. Hann var 54 cm. og vigaði 3560 gr. 13. mars fingu Elin Maria Heinesen og Tórur Bærentsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm. og vigaði 3600 gr. 14. mars fingu Majbritt og Dánjal Pauli Poulsen, Vatns- oyrar, ein son. Hann var 55 cm. og vigaði 4000 gr. 15. mars fingu Alexandra T. Bech og Sonhard Dalfoss, Vágur, eina dóttur. Hon var 37 cm. og vigaði 910 gr. 15. mars fingu Maiken V. Durhuus og Jan Davidsen, Tórs- havn, ein son. Hann var 52 cm. og vigaði 3870 gr. 16. mars fingu Rannvá Hansy Skeel Johannesen og Odd- fríður Marni Rasmussen, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm. og vigaði 3820 gr. 16. mars fingu Emly og Niels Pauli Djurhuus, Kollafjørður, eina dóttur. Hon var 53 cm. og vigaði 3500 gr. 17. mars fingu Kitty Madsen, Kollafirði og Ólavur Høj- gaard, Runavík, eina dóttur. Hon var 49 cm. og vigaði 2700 gr. 17. mars fingu Charlotta Hammer og Anker Henriksen, Vágur, ein son. Hann var 49 cm. og vigaði 2600 gr. 17. mars fingu Helena Hammer og Svavar T. Joensen, Kollafjørður, eina dóttur. Hon var 51 cm. og vigaði 3000 gr. 19. mars fingu Annika og Hans Andrias Sølvará, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm. og vigaði 4050 gr. 19. mars fingu Agnetha og Búgvi Jacobsen, Nólsoy, ein son. Hann var 51 cm. og vigaði 3600 gr. 19. mars fingu Ásla Joensen, Tórshavn og Eyðun Myllá, Sandavágur, ein son. Hann var 54 cm. og vigaði 3430 gr. Føðingar Andlát 13. mars Óli Múller Poulsen, Jyderup, ættaður úr Vági, 68 ár 16. mars Hans Andrias Heinesen, Dia í Hoygarðinum, fyrrv. Vrakari, Toftir, 90 ár 17. mars Anita Høgnesen, dóttir Tove og Jónhard Høgnesen, Skagen 44 ár 18. mars Dion Tausen, í Vági, 77 ár 19. mars Kommandørkaptein Kaj Nolsøe Bang, Bornholm, 88 ár Jóhannis Olsen, í Sandavági, 88 ár Laura Thomsen, fødd Gardar, í Klaksvík, 71 ár NØVN Í VIKUNI Astrid Viderø heiðrað á Ríkis- sjúkrahúsinum Ein eldsál, sum eftir 25 ár í fakinum framvegis er forvitin, framtakshugað og klár til nýggjar avbjóðing- ar. Millum annað soleiðis verður sagt í grundgeving- unum fyri at lata føroysku Astrid Viderø »Rigshospi- talets Bioanalytikerpris 2003«. Prísurin varð hand- aður á Ríkissjúkrahúsinum hósdagin, og umframt heiðurin var virðislønin ein gáva og 10.000 krónur. Astrid Viderø er dóttir Ejler og Eydnu Viderø í Havn. Hon hevur verið bio- analytikari, sum er nýggja heitið hjá hospitalslabo- rantum, í 25 ár. Astrid er deildarleiðari á Ríkissjúkrahúsinum, men hon hevur áður starvast í Føroyum. Seinastu 15 árini hevur hon verið konsu- lentur fyri blóðbankan á Landssjúkrahúsinum við ábyrgd fyri góðskustýring og -menning umframt und- irvísing. Hetta er annars ein uppgáva, sum yvirlæknar vanliga taka sær av. Á landssjúkrahúsinum lata bioanalytikararnir stak væl at Astrid og hennara evnum at læra frá sær. Í 2000 gjøgnumførdi Astrid Viderø saman við ein búskaparfulltrúa á Ríkissjúkrahúsinum fyrstu royndina við telemedi- sinskari blóðgeving í Evropa. Tað vil siga, at blóðið verður goymt undir gjøgnumkannaðum um- støðum í einum staði, með- an góðkenningin og trygd- areftirlitið hendir í blóð- bankanum eitt heilt annað stað. Samskiftið fer fram við videokamera, mikrofon og teldu. Seinastu tvey árini eru umleið 50 til 60 por- tiónir av blóði latnar tele- medisinskt á Ríkissjúkra- húsinum um dagin, og onnur lond hava eisini sýnt verkætlanini áhuga. Astrid hevur undirvíst í nógv ár, eitt nú á skúlanum fyri bioanalytikarar og á skeiðum fyri starvsfólkum. Ingi Rasmussen Systir Maria Therese, fransis- kanarasystir Í farnu viku fór systir Maria Therese fyrrv. skúla- stjóri í Sankta Frans Skúla um tey áttati. Á merkis- degnum hjá henni vóru mong inni á gólvinum í Kerit fyri at heilsa hesi blíðu og lívsjáttandi, belgisku fransiskanara- systrini, nunnuni,ið kom til landið seinast í ´50unum. Lívsskeiðið gjørdist skúlin, Nonnuskúlin, sum hon myndaði í nógv ár sum stjóri og lærari og við tí ábyrgd, sum fylgdi við. Tað, sum altíð hevur eyð- kent systir Mariu Therese, er bæriligi kropsburðurin og myndugleikin, sum stendur um hana. Henda dagin, hon fylti, ásannaði hon, at hon ikki var før- oyingur, men hálvur, tí nú hevði hon verið her í hálva øld og vildi halda fram at vera her, so leingi tað at untist henni. At hugsa sær hetta: genta tekur støðu til at fara frá næstrafólki, vinum, heim- landi og kanska arbeiði við út á heilt annan flóleika og fløtur fyri at halga lívið til ein gerning, ið ikki eigur at støkka.Hetta umskiftið við mentan, máli og siðalagi er í sjálvum sær ringt at seta seg inní, tí hvar verður hetta sendiboð og tænari sent til? Maria Therese helt seg vera til reiðar og nóg búna til at fara, tá hon bant seg fyri lívið. Málið var at tæna Gudi og sínum med- menniskjum, líka sum Frans úr Assisi gjørdi, hetta at taka allan heimin sum síni systkin. Hetta støðufasta lyfti royndist væl, kunnu vit øll ásanna, ið hava havt sam- skifti við hesa gløggu og mentaðu persónligheitina. Systir Maria Therese hevur skorið akurin væl, og enn kenna vit ylin av tí, tú legði í tæguna. Tægan var skúlin og karmarnir uttanum. Tú hevði og hevur enn sum fáur umsorgan fyri tí einstaka næminginum og lærarunum við. Tað veri seg bæði, tá byrurin var góður og tá mótrák tók seg upp. Tað, ið eyðkennir teg, er góðsligheit, ikki minst, tá tú komst inn í skúla- stovuna við teimum appelsinlittu umdømunum og um jóltíðir, tá jólakrubb- an skuldi lutast burtur millum børnini. Altíð fylgdi eitt gott orð við, - tú legði nakað gott niður í næmingarnar, og eg veit, at tú eisini fekk nakað aftur. Sjálv prógvaði tú við væl- valdum orðum á føðingar- degnum í Kerit, at valið, tú tókst á ungum árum, kundi ikki verið beinari. "Eg havi ikki gjørt so nógv burtur úr degnum í dag, tað fari eg heldur at gera, tá eg fylli 100!", ja, nakað soleiðis tókst tú til. Lívskvøldið fer nú at taka við. Tú, ið ert so góð við landið úti í Atlantarhav- inum, tær senda vit góðar og heilsberandi kvøður. Takk fyri løturnar, tíðin fór við. Vit hopa, at tú einaferð fert at kenna teg sum heilan føroying. Sum tú sjálv tókst til, verður tað, tá tú fyllir 100. Væl varð farið um hjá tær, um tað var gaddajørð ella ikki, so fekst tú taðað, sáað og vætað! Góða systir Maria Therese, hjartaliga til lukku og alt gott fatti teg Poulina Slættanes Astrid Viderø er konsulentur hjá blóðbankanum í Føroy- um NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Símun Jóhan Wolles 70 ár Í morgin, sunnudagin 23. mars, verður Símun Jóhan Wolles á Eiði 70 ár. Hann er kendur kring landið sum bátasmiður og sum talari í brøðrasamkomunum. Símun Jóhan er ættaður úr Uppistovu á Trøllanesi. Foreldrini vóru Elsuba og Óli Wolles. Tey fingu átta børn: Rosenmaier, Kirstin, Amanda, Símun Jóhan, Jó- hanna, Óli, Karin og Helgi. Rosenmaier, sum búði norðuri á Nesi, er farin. Kirstin býr í Mikladali, Amanda, Jóhanna, Óli, Karin og Helgi búgva í Klaksvík, og Símun Jóhan býr á Eiði. Amanda og Símun Jóhan eru tvíburðar, og tað eru Óli og Karin eisini. Tá ið Símun Jóhan var sjey ára gamal, fór hann at vera eitt skifti hjá fastrini á Eiði. Fasturin var Oluffa, sum var gift við Jóhannesi í Miklagarði, og Símun Jó- han gjørdist sonur í húsin- um hjá teimum. Í 1956 giftist Símun Jó- han við Marjuni, sum er ættað úr Útistovu á Trølla- nesi. Tey búgva í Mikla- garði, og tey eiga fýra børn: Jóhanna Oluffa, Asta, Óli og Absalon. Jóhanna Oluffa býr í Grønlandi, Asta og Absalon búgva á Eiði, og Óli býr í Sølda- firði. At Símun Jóhan gjørdist sonur í húsinum hjá einum bátasmiði ávirkaði nógv hansara lívsleið. Fyrsti parturin av yrkis- leiðini var kortini sum hjá flestu dreingjum fyri stórari hálvari øld síðani – á skips- dekki. Eitt nú var Símun Jóhan við Atlantsfarinum, sum fastur hansara, Anna í Brekkuni í Klaksvík átti, og hann var við Bresti, sum Poul Hansen menninir áttu. Brestir var upprunaliga línuskip, og hetta var fyrsta skipið, sum fór at veiða sild við kraftblokki og nót. Júst í Túni var skipari, og tá ið Júst og aðrir høvdu latið Sildrekan byggjað, var Símun Jóhan eitt skifti partur av manningini. Símun Jóhan var smá- drongur, tá ið hann fór at fáast við bátasmíð. Í mong ár var hetta hansara dagliga yrki, og bátarnir, sum hann hevur latið av hondum, munnu knappast um teir hálvt annað hundrað. Onkra ferðina hava verið boð eftir Símuni Jóhan um at koma burtur í fremmand lond at vísa føroyskt báta- smíð. Eina ferð í áttati árunum gjørdi Sjónvarp Føroya upptøkur, meðan Símun Jóhan smíðaði ein bát. Fleiri sendingar komu burturúr, og tær vórðu endursendar fyri ikki so langari tíð síðani. Umframt hegnið, innlitið og roynd- irnar at nýta amboðini at skera, telgja, høgga og smíða og handfara træið, so vóru sendingarnar merktar av tí stak góða og nátúrliga málburðinum, sum Símun Jóhan altíð hevur verið kendur fyri at hava. Í brøðrasamkomunum kring landið er Símun Jóhan kendur talari. Hann hevur havt sína dagligu gongd í Mizpa á Eiði, og hann var blaðungur, tá ið hann fór at ferðast bygd úr bygd at halda møtir m. a. saman við Victori Daniel- sen og Andrew Sloan, sum í meiri enn eina hálva øld vóru trúboðarar í Føroyum. Ikki minst á samfelags- stevnunum kring landið hevur Símun Jóhan við síni reystu rødd kunngjørt gleðiboðskapin. Fyri nøkrum árum síðani var Símun Jóhan fyri heilsuligum bakkkasti. Hann gjørdist lamin í aðrari liðini. Hóast avmarkaða likamliga førleikan, so hevur Símun Jóhan ikki sitið hendur í favn. Hann hevur m. a. skrivað á teldu sumt av tí, ið hann hevur hoyrt og upplivað, og nógv av hesum hevur verið at sæð í FF blaðnum. 70 ára føðingardagurin verður hildin í heimbygdini í morgin, har tað verður op- ið hús í nýggja skúlanum. Sólvá Ellingsgaard 55 ár Í dag, 22. mars, fyllir Sólvá Ellingsgaard á Eiði 55 ár. Hon er ættað úr Vági, dóttir Elisabeth Mariu úr Sumba og Christian Nolsøe av Tvøroyri. Sólvá tók realprógv í Vági í 1964 og læraraprógv í Havn í 1972. Í tvey ár var hon á Venjingarskúlanum, og síðani 1974 hevur hon verið lærarinda á Oyrar- bakka. Sólvá giftist í 1970 við Regini Ellingsgaard av Eiði. Annika Johanne- sen 40 ár Mánadagin 17. mars fylti Annika Johannesen sjón- leikari í Keypmannahavn 40 ár. Annika er fødd og uppvaksin í Havn. Hon er dóttir Tove og Eyðun Jo- hannesen. Fyrstu ferð hon stóð á palli var í sjónleik- inum "Dagbók Onnu Franks", ið varð spældur á Venjingarskúlan í Havn síðst í sjeytiárunum. Ann- ika gekk á sjónleikaraskúla við Aarhus Teater frá 1984- 87. Eftir tað var hon knýtt at Aarhus Teater í nøkur ár. Síðan fyrst í 90-unum hev- ur hon arbeitt sum sjónleik- ari á Kongeliga Teatrinum í Keypmannahavn, har beiggin, Olaf Johannesen, eisini arbeiðir. Saman við Peter Litauer eigur hon 3 børn, dóttrina Lise Emilie og synirnar William og Osvald. Barbara P. Vang løgfrøðingur 10. mars tók Barbara P. Vang prógv sum løgfrøð- ingur við Københavns Uni- versitet. Barbara er av Tvøroyri, hon er dóttir Elin og Páll Vang. Hon arbeiddi í Føroya Banka í Havn frá 1988-92, har fekk hon eisini sína útbúgving sum bankaassistentur. Eftir tað var hon sum Au-pair genta í London, í kibbutz í Ísrael og fjakkaði í Asien. Hon tók studentsprógv í Dan- mark fra 1994-96. Saman við Dánjal Samuelsen úr Havn, eigur Barbara ein tveir mánaðar gamlan son. Dagurin 22. mars Páll biskupur, deyður umleið 250. Talan er ikki um ápostulin, men um ein biskup í Narbonne í Fraklandi við sama navni. Er eitt av teimum fyrstu dømunu um ein biskup, sum ikki doyði blóðvitnisdeyðan. 23. mars. Fidelis. Sigst at vera halgimenni, sum varð tikið av døgum í Afrika í 5. øld, men annars vita teir einki um hann. Ficelis merkir »tann trúfasti«. 24. mars UIlrika. Teir vita ikki, hvønn hetta halginavnið sipar til. Men víst verður til 4. juli, seum eitur Ulrikus. Hann er deyður í 973. hann var biskupur í Augsburg í 50 ár, og fyri mongu góðgerðir sínar varð hann skírdur halgimenni í 993. hann var annars fyrsta vesturevropiska halgimenni, sum pávin skírdi. Týkst navn. »Ul« kemur av »uodal«, ið er sama orð sum okkara »óðal«, »rikus« merkir »eyður«. 70 ár Í morgin fyllir Símun Jóhan Wolles, bátasmiður á Eiði, 70 ár. Dagurin verður hildin í skúlanum frá kl. 17.00. Brúdleyp Í dag, 22. mars, kl. 18.00 giftast í Havnar kirkju Eydna Petersen og Kári Johansen, Haldórsvík, búsitandi í Hirtshals. Í dag, 22. mars, kl. 17.00 giftast í Havnar kirkju Elinborg Petersen og Thorfinn Johannesen, Hoyvík. Veitslan verður í B36-húsinum kl. 19.00. Í dag, 22. mars, kl. 14.00 giftast í Býráðssalinum í Havn Elaina A. Vang, Kaldbak, og Eljón Poulsen, Ljósá. Veitsla verður fyri innbodnum í Bygdar- húsinum í Leirvík kl. 19.00. Harry og Hanna Wilson 55 ára brúdleypsdag Mánadagin 24. mars hava hjúnini Harry and Johanna Helga Wilson 55 ára brúd- leypsdag. Johanna Helga (vanliga nevnd Hanna) er úr Havn, dóttur Angeliku Súsonnu Reinert and Louis Apol. Harry var bretskur hermaður undir seinna heimsbardaga, ávikavist í Havn og í Sørvági. Harry and Hanna møttust við krígslok og giftust í Den Haag í Hollandi 24. mars 1948. Harry and Hanna hava búð í Hull í Bretlandi sein- astu 44 árini. Tey eru væl kend millum tey mongu, sum vitja føroysku sjó- manskirkjuna har eins og millum vinir og kenningar, sum tey vitja javnan og fáa vitjan av. Tey eru oftani á vitjan í Føroyum og gongur leiðin kanska aftur til Føroya í summar. Harry and Hanna hava fýra børn Louis, Nordina, Andrew and Helen and seks ommu- og abbabørn. Umframt at kunna há- tíðarhalda teirra 55 ára brúdleypsdag í ár verður Hanna 80 ár í mai og Harry 85 ár í heyst. Vit ynskja teimum báð- um hjartaliga tillukku og mong góð ár enn. Vinir C M Y K 9 8