Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. mars 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 57 - 22. mars 2003 Nr. 57 - 22. mars 2003 11 Varaløgmaður kærir í blaðgrein sína neyð um, hvussu Tjóðveldisflokkurin og onnur hava verið fyri einari "hetz" frá fjølmiðlunum. Eins og tað er komið inflatión í orðini um at fara í arbeiðsklæðini, tykist nú eisini at vera komið inflatión í orðið "hetz". Eitt orð sum formaðurin í Tjóð- veldisflokkinum hevur brúkt javnan um fjølmiðlar, ið hava dittað sær at seta spurnartekin og krittiskar spurn- ingar við tað, ið fyriferst handa leiktjøld serliga. Tá eitt landstýrisfólk loypir setanarpolitikkin um og disponerar politiskt í almennari starvssetan, er tað skyldan hjá fjølmiðlunum at gera vart við hetta. Alt fór ikki rætt fram í landsantikvarmálinum, tá um starvsfólka- politikkin umræður, og er tað belastandi fyri trúvirðið hjá varaløgmanni og ikki at forgloyma løgmálaráðharra, at hann tvíheldur um hetta. Meira groft er, at hann leggur eftir fjølmiðlunum fyri bert at gera sítt arbeiði. Er tað soleiðis, at man ikki tolir, tá ein sjálvur ikki setir dags- skránna í fjølmiðlunum? Ikki gongur veruleikin altíð eftir einum manuskripti. Tað kann ikki koma óvart á vara- løgmann, at fjølmiðlar ómaka sær at kanna eftir, um alt nú er "eftir bókini" við "klokkuklárum mannagondum" o.s.fr. Í málinum um "manuskriptið" er annars at siga, at vit hava framvegis ikki sæð manuskriptið um, hvat Tjóð- veldisflokkurin skuldi siga, um nú samgongan slitnaði mánakvøldið. Vit bíða framvegis spent eftir hesum. Finst eitt slíkt ikki, ja so er prógvað, at tað ongantíð kom uppá tal at slíta nakra samgongu seinasta mánadag. Sokallaðu krøvini eru í høvuðsheitinum bert ein uppremsan av tingum, ið longu standa í samgonguskjalinum. Varaløgmaður hevur rætt í , at tað kann verða ringt at fáa ung fólk at fara uppí politikk í Føroyum. Tað er tó ikki rætt at draga málið um A. Bjarkhamar fram í hesum sambandi, tí almennar starvssetanir skulu fara fram á rættan hátt, óansæð um talan er um ungan ella gamlan. Trupulleikin við at fara uppí politikk í Føroyum er, at tað finnast tíverri rættiliga nógv fólk, ið ikki duga at skilja politisk sjónarmið frá fakligum avriki. Ein góður maskinmaður er og verður ein góður maskinmaður, óansæð, hvat hann meinar politiskt, og óansæð, um hann einaferð hevur sitið á tingi. Vit hava dømi um fólk, ið hava sitið á tingi fyri 10 árum síðani, men sum framvegis verða dømd eftir politiskum liti av teimum meira primitivu elementunum í kjakinum. Hesi fólk, ið bert royna at passa sítt arbeiði, sum ein og hvør annar, fáa automatiskt eitt partapolitiskt spjaldur um hálsin, ið dømir persónin, uttan mun til hvussu gott avrik viðkomandi ger fakliga. Her eigur Tjóðveldisflokkurin at rudda fyri egnari hurð. Flokkurin er vertur á heimasíðu, har navngivnir persónar, harav onkur fyrr hevur sitið á tingi, verða spiltir út av primitivum elementum. Eisini kann td. Fyrrv. løgtingslimur ongantíð verða vissur í rætt- vísari viðferð á almenna arbeiðsmarknaðinum seinni í lívinum, um landsstýrisfólk ignorera almenna setanar- poltikkin. Aftur her má Tjóðveldisflokkurin rudda fyri egnum hurðum. Tað nógv meira álvarsama í hesum máli er, at lands- antikvarmálið kann styggja dugnalig fólk burtur frá tí almenna. Hvussu kunnu hesi fólk verða viss í, at tey verða rættvíst viðgjørd í starvssetanum, um einsamøll lands- stýrisfólk disponera politiskt uttan mun til setanarpolitikk og ráðgeving annars? DAGSINS MEINING Sosialurin Ruddið heldur fyri egnari hurð VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Johan Dahl løgtingsmaður Tá málið um Vágs Havn var fyri í tinginum 18.03.03 til 3. viðger, hevði meiri- lutin í vinnunevndini upp- skot um at 50 % av kostn- aðinum, ella 9 mio skuldu verða avsettar tilsamans sum partur landsins í ger av djúp-og vinnuhavnini í Vági. Bæði Jenis av Rana og Hergeir Nielsen sum eru partar av sitandi samgongu atkvøddu móti uppskotin- um hjá meirlutanum í vinnunevndini at økja upp- hæddina til 9 mio kr.og sum heitti á løgtingið um at samtykkja uppskotið við broytingunum, soleiðis at 5 mio blivur goldnar í ár og 4 mio næsta ár . Vágs havn bleiv ofra á fullveldis altaranum, tí báð- ir tóku undir vi uppruna- uppskotinum sum játtaði einans 5 mio til Vágs Bý- ráð, til ger av Djúphavn. Orsøkin til broytingar- uppskotið hjá meirilutanum í vinnunevndini var, - at í viðmerkingunum til lógar- uppskotið um avtøku av lógini um gera av sam- ferðslu havn i Vági bleiv sagt at landið spardi til- samans 13,5 (sum eru tær 18,5 minus 5 mio sum eru endurgjald til Vágs komm- unu.) Hetta vil við ørðim orð- um siga, at landið ikki ætlar at veita tær 8-9 mio sum er helvtarupphæddin av bygg- ingini av djúphavn, sum annars er sagt bæði fyri løgtingsmonnum og Vágs Býrað, men einans eina endaliga upphædd uppá 5 mio kr. Tað er ongin heimild ella lóg sum loyvir/ heimilar at ein króna burtursæ frá teimum 5 mió verður játtað og at siga at tað alla tíðina hevur verið ætlanin at seta 4 mio afturat av á næstu fíggjárlóg eru í skrivandi stund einans luftkastellir, sum so nógv annað í hesi samgonguni. So amputeraði samgongan útbyggingina av Vágs havn við fullum stuðli frá Hergeiri og Jenisi Jógvan Arge Býráðslimur fyri Tjóðveldisflokkin Støðan í Tórshavnar Kommunu gerst alt meira kaotisk í byggimálum. Kommunan hevur ikki skil á teimum reglum, sum eru galdandi, og tessvegna gera bæði umsitingin, nevndir og sjálvt býráðið ein brøl- ara fyri og annan eftir. Skúlabyggingin sunnan fyri Realskúlan og stovns- byggingin við Vallalíð eru kanska bara toppurin av ísfjallinum. Vit hava ongan garanti fyri, at betur stend- ur til í øðrum byggimálum. Borgarstjórin hevur sagt, at onki er galið við um- sitingini, og at hann átekur sær ábyrgdina. Eitt fólk er sett at leita alla skjala- goymsluna hjá kommununi ígjøgnum, so fleiri mistøk ikki verða gjørd. Hugsi ikki, at borgar- stjórin tekur ta kaotisku støðuna í nóg stórum álv- ara. Var tað rætt, so steðgaði hann í stundini allari við- gerð av byggimálum og raðfesti leitingina í skjala- goymslunum ovast til tess at fáa eitt fullfíggjað yvirlit yvir hvørjar býráðssam- tyktir, byggisamtyktir, ser- ligar byggisamtyktir, út- stykkingarætlanir og reglur annars eru galdandi fyri byggingar í kommununi. Tá alt hetta er komið upp á pláss og sett í eitt system, sum ikki svitast, kann starvsfólkið aftur fara undir at viðgera og avgreiða byggimálini - á tryggum grundarlag. Soleiðis sum støðan er, kann ongin kenna seg tryggan, og sum býráðs- limur kann eg yvirhøvur ikki góðtaka, at tað form- liga grundarlagið undir málum, sum vit skula taka støðu til, ikki er 100 pro- sent í lagi. Satt at siga eru vit í dag at meta við púra óhjálpnar finnur í einum talvi, sum verður telvað uttan trygga vitan um reglur og manna- gongdir. Hetta kann gerast komm- ununi og harvið skattaborg- arunum ein dýrur umgang- ur í broytingum, mistari tíð og møguligum endurgjøld- um. Tað er ikki annað enn eitt sjálvsagt minstakrav, at allar reglur og samtyktir eru upplýstar og tøkar, tá byggimál verða viðgjørd. Tær eru gjørdar til tað sama og til at verða virdar. Fram við samtyktunum STRANDFERÐSLA Nýggja ferðaætlanin hjá Strandferðsluni kemur í gildi 1. mai. Í hesum sam- bandi verður uppskot lagt út á heimasíðuna hjá S t r a n d f e r ð s l u n i , www.ssl.fo, til hoyringar frá í dag, leygardag og eina viku fram. Her kunnu einstaklingar, feløg og onnur gera við- merkingar, sigur Regin Vágadal, sum er samskipari á Strandfaraskipum Land- sins. el Ferðætlan til almenna hoyring Kári Petersen Tingviðgerðin av uppskot- inum um, at eingin skal kunna fremja tiltøk uttan um ST, var merkt av bein- leiðis skeivum upplýsing- um og uppáhaldum. Eisini almenna tjakið er merkt av nógvum villleiðingum. Eg skal tí gera viðmerkingar til nakrar av teimum. Álop varð framt á Serbia uttan ST samtykt. Fleiri ferðir í orðaskiftinum var ført fram, at tað má roknast sum ein ólukka, um USA og Bretland fremja tiltøk móti Irak uttan eina ST-samtykt. Ført hevur verið fram at talan er um eitt nýtt fyribrigdi, at tað er prinsipielt skeivt, um lond fara at taka avgerðir í egnar hendur, og at hetta fer at føra til ruðuleika. Nógv av hesum er bein- leiðis skeivt. Fyri bert fýra árum síð- ani, í 1999, varð lopið á Serbia uttan ST-samtykt. Tað hildu føroyskir po- litikarar vera fínt. Hvar var tingið tá, hví mótmælti eingin tá ? Hvar vóru øll tingfólkini í 1999, sum mikudagin søgdu, at verðin gongur undir, og at ST fer at syndrast, um tiltøk verða framd móti Irak uttan ST-samtykt. Er føroyska tingið knapp- liga rakt av kollektivari gloymsku? Hvar var prin- sipiella mótstøðan móti álopum uttan um ST í 1999. Tað hava leingi verið nógvar og munandi betri orsøkir at leypa á Irak nú, enn tað var at leypa á Serbia í 1999. Áðrenn álopið á Serbia vóru minni enn 1500 fólk deyð í Kosovo, slakir 900 albanar og umleið 600 serbar. Saddam Hussein hevur ábyrgdina av at nógv hundrað túsund eru deyð. Men løgtingið sigur, at tað er í lagi at leypa á Serbia, uttan ST-samtykt, men ikki at leypa á Irak uttan ST- samtykt. Mótstøðan móti tiltøkum uttan um ST, er tí bæði nýuppfunnin og dupult- moralsk. ST syndraðist ikki, sjálvt um lopið varð á Serbia uttan um ST. Samarbeiðið í ST hevur ongantíð verið so gott sum í tíðini aftaná álopið á Serbia. Veruleikin er sostatt beint tann øvugti av tí, sum nógvir tingmenn hildu uppá í tinginum mikudagin. Fyribyrgjandi álop varð framt fyri bert fýra árum síðan. Somuleiðis var ført fram, at tað varð skeivt at fremja fyribyrgjandi álop. Spurt varð, um hvar alt man fara at enda, um eitt land kann leypa á eitt annað, bert við illtankan um at okkurt kann fara at henda. Ført varð fram, at hetta (fyribyrgj- andi álop) var nakað nýtt, og at tað er prinsipielt skeivt um lond kunnu leypa á hvørt annað um tey kenna seg hótt. Eisini her tala tingmenn við tveimum tungum. Tað eru bert fýra ár síð- ani, í 1999, at eitt fyri- byrgjandi álop varð framt móti Serbia. Tað hildu føroyskir po- litikarar vera fínt. Tingið má tí eisini í hesum føri hava fingið eini herðindi(anfall) av akuttari gloymsku. Teirra prinsipiella støða móti fyribyrgjandi álopum er tí nakað, sum teir júst nú eru komnir í tankar um. Teir vóru ikki ímóti fyri- byrgjandi álopum í 1999, tá USA og Bretland gjørdu eitt fyribyrgjandi álop á Serbia fyri at verja mus- limskar kosovoalbanarar. Prinsipiel mótstøða móti kríggi. Nógvir tingmenn søgdu seg prinsipielt vera ímóti kríggi. Søgan vísir, at skal eitt land sleppa undan kríggi, so má tað fyrireika seg til kríggj. Søgan vísir eisini, at tann sum ikki vil verja seg, fær ofta eina tunga lagnu. Dan- mark vildi ikki verja seg, og varð hersett av Týsk- landi. Undir krígnum stuðl- aðu danir týska herseting- arvaldinum, høvdu sam- handil við Týskland, og danska stjórnin heitti á ungar hermenn um at fara við týskarum til eystur- frontin. Har hjálptu teir týskarum at drepa milliónir av sivilum russarum og ukrainarum. Sviar vildu ikki blandast uppí kríggið, men stuðlaðu Týsklandi við samhandli. Harvið gjørdust teir sam- sekir í, at m.a. 6 milliónir jødar og 20 milliónir russ- isk og ukrainsk sivilfólk lótu lív. Teir lótu sum einki, tá morðmaskinan hjá Hitler fór um Europa. Teir vildu ikki blandast uppí. Svøríki og Danmark noyðast at liva við fylgj- unum av sínum feigleika til ævigar tíðir. Tey londini, sum ikki vildu verja seg, og ikki vildu stríðast móti Týsklandi, hava eina stóra ábyrgd av, at kríggið gjørd- ist so langt, og at so nógv sivilfólk vóru dripin. Tað er lætt at siga, at ein er ímóti kríggi móti Irak. Nú eru øll til reiðar at taka sær heiðurin av, at USA og Bretland í 1999 førdu kríggj móti Serbia, fyri at verja muslimskar kosovoalbanar. Hvar vóru øll tingfólkini, sum nú siga seg prinsipielt vera ímóti kríggi ? Hvar vóru tey í 1999 ? Hvar vóru fólkini fyri friði í 1999 ? Sambært teirra prinsipp- um skuldu vit bara latið Slobodan Milosevic dripið allar kosovoalbanarar. Sambært teirra prinsipp- um skulu vit bara lata Saddam Hussein halda fram at drepa kurdar, shia- muslimar, politiskar and- støðingar og annars øll tey, sum hann av onkrari sjúkari orsøk hevur hug at drepa. Prinsippið um ongantíð at vilja blanda seg uppí hevur eitt navn: Ábyrgd- arloysi. Hetta slagið av ábyrgdarloysi hevur kostað nógv mannalív í søguni, og kostar framvegis nógv mannalív hvønn dag. Rætturin at verja seg móti hópoyðingar- vápnum. Heldur ikki var tað tikið uppá tungu í tingsalinum, at nógv eisini er at missa hjá vesturheiminum. Vís- indamenn rokna við, at upptil 120.000 fólk kunnu doyggja, um ein milt- brandsbumba verður slept í einum stórbýi. Í álopinum á lítla býin Halabdja drap Saddam Hussein 5000 kurdar við eiturgassi eftir einum korteri. Er tað neyð- ugt, at terroristar gera eitt álop av hesum slagnum, áðrenn løgtingið vaknar og viðurkennir, at vesturheim- urin kann hava ein tørv at verja seg sjálvan ? Saddam Hussein hevur fleiri ferðir nýtt eiturgass, bæði móti iranskum hermonnum og móti kurdiskum sivilfólki. Tað er ov bíligt hjá ting- monnum at siga, at George Bush og Tony Blair bara skulu slappa av. Tíðarfreistin. Tingmenn hildu, at USA og Bretland bara skulu bíða og slappa av, meðan leitað verður eftir hópoyðingar- vápnum. Hóast Irak eigur fleiri tons av kemiskum og bakteriologiskum vápnum, hava teir framvegis ikki víst á, hvussu teir hava oyðilagt hesi vápn. Hóast ST hevur álagt teimum at lata útvið 1000 vísindamenn avhoyra uttan fylgi av Saddam agentum, so eru bert nakrir fáir avhoyrdir. Tíðin var við at vera uppi. Amerikumenn og bretar mugu rokna við at vera álopnir við kemiskum og bakteriologiskum vápn- um. Teir hava tí klæðir, ið verjir teir móti slíkum vápnum. Men út á várið verður 40 hitastig í skugg- anum í Irak. Tá verður alt ov heitt at vera í slíkari útgerð. Hetta merkir at eitt álop ikki kann setast í verk fyrr enn til heystar. Saddam Hussein kann tá vera so væl útgjørdur við hópoyðingar- vápnum, at eingin hættar sær at fara undir eitt álop á Irak. Tá er ov seint at gera nakað álop á Irak. Hetta vita tingmenn, um teir annars høvdu hug at vita tað. Skelkandi og skammilig Irak-viðgerð. Tingviðgerðin av iraksam- tyktini var skelkandi, og iraksamtyktin er ein skomm fyri okkara fólk. Tingið hevði møguleikan antin at veita moralskan stuðul til tiltøkini móti im- perialistinum og hópdráps- manninum Saddam Hus- sein, ella at undirgrava tiltøkini móti honum. Løg- tingið valdi at siga, at einki skal gerast við Saddam Hussein, og at hann skal bert halda fram, sum hann hevur gjørt higartil. Tingmenn søgdu seg vera prinsipielt móti kríggi og móti kríggi uttan ST sam- tykt. Hesa prinsipiellu mótstøðu hava teir tó bert viðhvørt, (tá tað passar teimum). Tí kann sokallaða prinsipiella mótstøðan ikki vera serliga prinsipiel. Tingmenn mugu sjálvir svara fyri, hvat tann veru- liga orsøkin er. Sjálvur fari eg at ynskja bretum og amerikumonn- um alt tað besta í stríðnum móti kúgan av fólkaræðin- um, kúgan av øðrvísi hugs- andi og kúganini av øðrum fólkasløgum í Irak. VIÐMERKINGAR Irak-samtyktin byggir á skeivar fortreytir og vantandi vitan Katrin Dahl Jakobsen Tað er niðurstøðan vit koma til, eftir at hava hoyrt, hvat løgmaður svaraði Heðini Morten- sen í spurnartímanum mikudagin, tá hann spurdi um setanina av landsantikvari. Løgmað- ur hevur áður sagt bæði í tinginum og í bløðunum, at politisk starvssetan kann ikki góðtakast, og hann hevur handlað eftir tí við at koyra landsstýr- ismannin frá. Hann hevur eisini frá tingsins røð- arapalli sagt, at tá ein landsstýrismaður hevur setanarsamrøðu við um- søkjara uttan um setan- arbólk og so setir í starv eftir hesi samrøðu, er tað ein politisk setan. Men mikudagin hevði pípan brádliga fingið annað ljóð. Ein nýggjan, øðrvísi og hægri tóna. Nú helt løgmaður, at av tí at landsstýrismaðurin hevur mandat til at seta lands- antikvar, so var tað ein legal setan. Løgmaður kundi ikki gera meira við málið, sum varð agreitt, áðrenn Høgni Hoydal tók við sum landsstýrismað- ur. Ergo er politisk starvssetansetan legal, í øllum førum í hasum landsstýrisselskapinum, sum nú situr. Hvør hevur rætt - løgmaður ella vara? Hvat nú við almenna starvsfólkapolitikkinum hjá løgmanni? Hvør nytta er í honum, og hvussu langt røkkur hann, tá vit nú eru í teirri støðu, at løgmaður, sum helt at so mikið skeivt varð farið fram, at sess- urin varð reinsaður og fyltur aftur við Høgna Hoydal sum heldur júst tað øvugta. Høgni sigur seg ongantíð hava vitað um nakað mál, sum er so væl frágingið sum júst henda setanin! Hvat er nú at halda seg til? Niður- støðuna hjá løgmanni ella niðurstøðuna hjá Høgna Hoydal? Almenn- ingurin hevur krav at fáa at vita, hvør av hesum so høgu harrum hevur rætt ella sigur satt. Báðir kunnu illa hava rætt. Og hvussu bleiv nú við trúðvirðinum á almennu fyrisitingina, sum er so grundleggjandi og sum í avgerandi mun liggur í starvssetanum, sum løg- maður málber seg í upp- sagnarbrævinum? Hava báðir tikið sær rætt? Hvørjar fylgjur ein so- vorðin tvístøða og tví- tulking av almenna setanarpolitikkinum fær framyvir, kunnu vit bara gita um. Sum er, er valla hugsandi, at hann yvir- høvur verður galdandi longur. Hvat nú, um Høgni Hoydal skuldi sett eitt fólk í leiðandi starv í morgin? So hevði hann so heilt víst brúkt ann- lisku metoduna, eftirsum hon er hin besta hann veit um, og vit høvdu aftur fingið eina politiska set- an. So hóast hesir báðir knassarnir tykjast ó- samdir um hesa setanina, so eru teir samdir um, at framyvir er politisk setan í fínasta lagi innast inni. Annars varð Høgni ikki sitandi í Mentamálaráð- num. Final scene og happy end. Um so er, at løgmaður sleppur málinum nú við teirri undanførslu, at Høgni Hoydal nú eigur málið, og bert hann kann broyta setanina, so veit løgmaður, at hann tá sleppur sær undan at koma inn í kjarnan á málinum, sum er ñ fekk rætti maðurin starvið? Tann spurningurin tykist ikki nerva løgmann eitt petti. Sum onkur helt fyri Ñback stageì á Gamla Apoteki henda dagin, tá leiktjøldini umsíður vórðu drigin frá, so hava bæði landsantikvarur og fiskiloyvir ligið í lím- pottinum hesar tíggju dagarnar og búnast til afturlímingina av sam- gonguni. Stalinistarnir plagdu at siga, at målet helliger midlet! Politisk starvssetan er legal starvssetan C M Y K 11 10