Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. mars 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 57 - 22. mars 2003 Nr. 57 - 22. mars 2003 13 EFTA-londini sinnað at rinda meira ES er sinnað at sleppa kravinum um atgongd til fiskivinnuna í Íslandi og Noregi, um londini rinda tað, sum ES vil hava. SAMRÁÐINGAR Árni Joensen: Noreg, Ísland og Liktinstein eru nú til reiðar at rinda ES væl meiri enn nú aftur fyri at fáa ein nýggjan EBS-sáttmála, sum skal koma í gildi, tá tey tígju umsøkjara- londini koma upp í ES 1. mai næsta ár. Júst spurningurin um gjaldið til ES hev- ur gjørt, at samráðing- arnar millum partarn- ar hava gingið sera illa, og í síðstu viku kom fram, at eydnast tað ikki at fáa semju fyri páskir, kann tað væl henda, at tey trý londini ongan sátt- mála hava við ES aftan á 1. mai í 2004. Men nú hava EFTA- londini boðið sær til at gjalda meira. Sum er rinda tey ES 185 milliónir krónur um árið. ES hevur kravt, at hetta tal skal fleir- faldast, soleiðis at tann norski parturin verður 2,8 milliardir krónur næsta ár, 4,5 milliardir í 2005 og 4,9 milliardir í 2006. Hesum hevur norska samráðingarnevndin víst aftur, men sam- bært blaðnum Aften- posten er stjórnin nú gingin við til at hækka gjaldið munandi. Hvussu nógv talan er um, verður tó ikki sagt. Grønlendingar kunnu nú fara at leita eftir gulli, eftir at Fællesrådet for Mineralske Råstoffer hevur givið tað fyrsta loyvið av hesum slagn- um. Tað hendi hósdagin, tá felagið Nalunaq Gold- mine fekk einkarrætt til at grava eftir gulli í Kirkjuspírdalinum. Teimum nýtist tó ikki at leita, tí tað er staðfest, at ein lind av gulli er har. Loyvið er galdandi í 30 ár, og hetta er tað fyrsta námsvinnutiltakið í Grønlandi, síðani blýggj- og zinknámið í Marmoriliik varð latið aftur í 1990. Kanadiska felagið Crew, sum eigur meiri- lutan av partabrøvunum í Nalunaq Goldmine, hevur nýtt 130 milliónir krónur til tað ætlaða gullævintýrið í Grøn- landi. Stjórin í Nalunaq Goldmine, Finn K. Mor- tensen, sigur við grøn- lendska útvarpið, at íløgurnar ætlandi fara at koma upp í einar 200 milliónir krónur. Samráðingarleiðarin hjá ES, sviin Percy Wester- lund, segði við norsku tíðindastovuna NTB í gjár, at tað nýggja til- boðið er eitt stig á røttu leiðini, men kortini ikki nóg mikið. Hann legði afturat, at sum tað nú gongur, verður trupult at koma til nakra semju fyri páskir. ES hevur í samráðing- unum kravt at fáa at- gongd til fiskivinnuna í Noregi og Íslandi. Hes- um hava bæði norðmenn og íslendingar víst aftur, og Percy Westerlund segði við NTB í gjár, at tað er ikki óhugsandi, at ES fer at sleppa hesum kravinum. Men kravið verður bert slept, um EFTA-londini rinda nóg mikið, legði hann aftur- at. Sleppa kravi Fyrsta gullnámið í Grønlandi Í kvøld fara 20 føroy- ingar at skipa fyri føroyskum mentanar- tiltaki í stórsligna mentanarhúsinum, Lisburn Island Art Center, í Belfast. Tey fara undir heitinum, »Hendur«, við tón- leiki, sangi og drama at vísa, hvat føroy- ingar við hondum sínum hava skapt FERÐ OG MENTAN Rúna Sivertsen Endamálið við ferðini er at lýsa føroysku mentanina við grundstøði í kristna siðaarvinum, sum jú er ein hornasteinur undir sam- felagi okkara. Temaið á kvøldinum er »Hendur«. Víst verður, hvat føroyskar hendur hava skapt, t.d. bátin, grindaknívin, ullvør- ur o.s.fr. Framført verður yvirhøv- ur føroyskur sangur og tón- leikur. Hetta verður ein blanding av nýggjum og gomlum, sálmum og sang- um og instrumentalum tón- leiki. Kvøldið verður fjøl- broytt, tí skift verður mill- um tónleikaframførslur, sang, myndir, filmsklipp, drama og framsøgu. - Tað er mennandi fyri føroyingar at royna seg uttanlands, og møguleiki verður kanska at skapa nøkur góð sambond, sigur ein av stigtakarunum. Nógvir kendir føroyskir tónleikarar verða við á ferðini saman við einum dramabólki úr Klaksvík. Tónleikararnir og sangar- arnir verða: Gunnar & Regin Guttesen, Karl Johannesen, Jákup & Jógvan Zachariasen, Pætur Dahl-Christiansen, Anna, Guðrun og Pætur Háberg, Pauli Djurholm, Bjarni Jøkladal. Í dramabólkurin er Sunniva Østerø, Nanna Joensen, Kristian á Lakj- uni, Rógvi Laksafoss og Snorri Danielsen. Haraftur- at eru nøkur hjálparfólk við á ferðini. Tað er kostnaðarmikið at fara uttanlands við slíkum tiltaki, men hetta er møgu- ligt, tí tað verður stuðlað av fleiri grunnum og fyritøk- um í Føroyum. Faldarar um Føroyar frá Ferðaráðnum verða lagdir inn í skránna fyri tiltakið, sum allir áhoyrararnir fáa. Meira fæst at vita um mentanarhúsið í Belfast, Lisburn Island Art Center, á www.lisburn.gov.uk/. Tey, sum skipa fyri siga, at ætlanin eisini er at fara á ferð í Føroyum við fram- førsluni. Stigtakari er Jóg- van Zachariassen í Havn. Føroyar gerast kendar í Belfast Stórsligna mentanarhúsið í Belfast, Lisburn Island Art Center Við í ferðini eru 20 fólk, ið fara at framføra m.a. drama fyri at lýsa føroysku mentanina (Mynd Jens K. Vang VIRKI OG VØRUR Jan Müller Fyritøkan Reproz í Havn hevur nú víðkað um sítt virksemi fyri at ganga ein- um vaksandi tørvi og eftir- spurningi á møti. Í hesum sambandi hevur fyritøkan sett á stovn ein sokallaðan skeltaverkstað, sum m.a. hevur til uppgávu at gera skelti, plakatir ol. Verkstaðurin tekur sær av skeltum og stórum prentlutum annars. Eitt øki, ið veksur alsamt í Føroy- um. Her tosa vit um de- koratión av bilum, bussum, handilsfasadum, fótbólts- vøllum, framleiðslu av básum til handilsstevnur o.a.m. Bara hugflogið setur mørk vísir stjórin á Reproz, Erling Eidesgaard á. - Vit hava stovnað verk- staðin fyri at tryggja høga góðsku allan vegin. Av tekniborðinum til húsa- fasadina. Vit ganga sera høgt upp í myndagóðsku á prentlutum. Eisini teimum stóru. Tí var neyðugt at taka hetta stig. Tey hava so stovnað verkstaðin fyri at kunna veita kundunum eina heild- artænastu, har tað ber til at stýra góðskuni allan vegin. Kundin skal fáa alt tað honum tørvar í hesum sam- bandi á einum ogd sama stað, nevniliga í hølunum hjá Reproz á Grønlands- vegi í Havn. Hvat skeltumtil uttandura brúk viðvíkur verða tey oftast laminerað, so at tey tola veður og vind. Tey prenta so eisini á stoff. Og støddirnar kunnu vera sera ymiskar, frá øl- og soda- vatnsetikettum (klistur- merkjum) til húsafasadir. Nýggi skeltaverkstaðurin heldur til í niðastu hædd í bygninginum hjá Reproz á Grønlandsvegi 38. Skeltaverkstaður í Havn Bygningurin hjá Reproz við Grønlands- vegin, har skeltverk- staðurin húsast Mynd Jens K. Vang Fingin er til vega sera framkomin útgerð til at gera plakatir, skelti ol. Mynd Jens K Vang Sum dømi um nýggju vørunar kann nevnast prýðing av veggjunum í nýggju sølubúðini hjá Føroya Bjór í Havn Mynd Jens K Vang Øssur Winthereig tíðindaleiðari Sjónvarp Føroya Kenni meg noyddan at rætta nakrar misskiljingar, sum Niels Uni Dam setur fram í lesarabrævi. Tíð- indadeildin í sjónvarpinum er ikki sett saman av tilvildarligum journalist- um, sum bara finna upp á okkurt og so oysa tað út í hvørja stovu. Tíðindadeildin hevur yvirskipaði mál, sum eg havi ábyrgdina av verða hildin. Tey eru millum ann- að at reka upplýsandi, fjøl- broyttan, undirhaldandi og kritiskan tíðindaflutning. At ganga makthavarunum nær, er sera týðandi í hesum arbeiðinum. Altíð við tí í hyggju, at bera vitan víðari og geva innlit. Vitan og innlit, sum jú er ein av grundarsteinunum undir fólkaræðinum. Tíðindasendingarnar eru lagdar til rættis, og einki innslag - eingin tíðinda- stubbi - fer í Dag og Viku uttan ein roynd er gjørd at røkka teimum yvirskipaðu málunum. Innslagið týskvøldið um samgongukreppuna, var eins og øll onnur innsløg, ið kunnu gerast viðbrekin, grundiga diskuterað á redaksjónini. Og niðurstøð- an var, at soleiðis vildu vit lýsa endan á politisku kreppuni. Og tað var ikki eitt skjal, sum einsamalt, gjørdi tað. Tað var eitt úrslit av, at vit nágreiniliga høvdu fylgt við í samgongu- kreppuni alla tíðina. Innslagið týskvøldið gav eitt gott innlit í politiska spælið, sum hevur staðið við í eina stíva viku. Fyrst og fremst gav tað innlit í, hvussu politikarar - í hesum føri Høgni Hoydal - hugsa, tá ein politiskur boðskapur skal berast alment fram. Innslagið vísti, at politiska kreppan var drýggjað, við tí fyri eyga, at tað skuldi geva betur ekkó í pressuni. Og tað er einki forgjørt í tí, men tað er heldur einki forgjørt í, at veljarin eisini fær innlit í tað. Ein av okkara eftirmet- ingum av innslagnum er, at Høgni Hoydal átti at havt møguleikan - longu í somu sending - at gjørt viðmerk- ingar til innslagið. Ætlanin var at hava løgmann og Høgna Hoydal í sjónvarps- stovuni, men løgmaður segði nei. Tí hildu vit, tað tað hevði givið ov stóra slagsíðu, um Høgni Hoydal var einsamallur. Soleiðis skuldu vit ikki havt hugsað - skilst. Innlit og vitan VIÐMERKINGAR C M Y K 13 12