leygardagur 22. mars 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 57 - 22. mars 2003
15
Hvussu eru livikor
føroyinga? Tveir
fyrilestrar og pall-
borðsfundir um hag-
talslýsingar av livi-
korum verða í kom-
andi viku
GRANSKING
Tíðindaskriv
Sum kunnugt er stórur
tørvur á hagtølum, sum
kunnu lýsa føroyska sam-
felagið. Bæði í samfelags-
gransking, í almennari fyri-
sitng og í vinnulívinum
hevur tað alstóran týðning
at fáa álítandi tøl at arbeiða
við.
27.-29. mars verður ráð-
stevna hildin í Havn, har 17
granskarar úr øllum norð-
urlondum fara at hittast at
tosa um, hvussu vit kunnu
skipa hagtøl um vælferð,
arbeiðsmarknað og javn-
støðu, so at tey í gransking-
arhøpi eru sambærilig um
landamørk.
Føroyska støðan er ser-
liga trupul, tí her eru stór
hol í hagtalsgrunninum.
Ikki vita vit, hvønn førleika
og hvørjar útbúgvingar fólk
hava her á landi, lítið um
hvussu arbeiðsmarknaðurin
er samansettur, um umsorg-
an av børnum og gomlum,
osfr. Tí skipa Hagstovan og
Fróðskaparsetrið
fyri
tveimum almennum fund-
um undir ráðstevnuni. Her
fara serfrøðingar at halda
fyrilestrar, pallborð verður
við føroyskum luttakarum,
og alment orðaskifti um
málið.
Fyrri fundurin verður
hósdag 27. mars kl 19.00 í
Sjómansskúlahøllini.
Skrá sær soleiðis út:
1. Fyrilestur: mag.soc.
Kari Skrede, gransking-
arstjóri fyri demografi-
og livikorsgransking á
Statistisk Sentralbyrå í
Noregi.
2. Beinta í Jákupsstovu,
cand.polit, Høgskolen i
Molde, greiðir stutt frá
støðuni í Føroyum
Stuttur kaffisteðgur
3. Pallborð og orðaskifti.
Fundarstjóri:
Malan Marnersdóttir, rekt-
ari fyri Fróðskaparsetri
Føroya.
Pallborðsluttakarar:
Hermann Oskarsson, cand.
polit., stjóri á Hagstovu
Føroya, Annika Wardum
Joensen, cand.negot., for-
kvinna í Javnstøðunevnd-
ini, Susanne Johanson,
fil.dr., granskari við uni-
versitetið í Kalmar, Kjartan
Ólafsson,
sosiologur
á
granskarstovninum á uni-
versitetinum í Akureyri
Seinni fundurin verður
fríggjadag 28. mars kl
14.00 í Sjómansskúlahøll-
ini.
Tá
verður
evnið:
Hvussu fáa vit tøl sum lýsa
livikor, javnrættindi og ar-
beiðsmarknað?
Skráin sær soleiðis út:
1. Fyrilestur: Paul Inge
Severeide, leiðari fyri
fólka- og bústaðartelj-
ingini, sum Statistisk
Sentralbyrå gjørdi í
Noregi í 2001.
2. Hans Pauli Strøm, sosio-
logur, Hagstova Føroya,
hevur stutt upplegg um
tørvin á einari (síðstu)
fólka- og bústaðartelj-
ing í Føroyum.
Stuttur kaffisteðgur
3. Pallborð og orðaskifti.
Fundarstjóri:
Kjartan Kristiansen, stjóri á
Menningarstovuni
Pallborðsluttakarar:
Birger Poppel, stjóri á
Grønlands Statistik, Jógvan
Mørkøre, cand.scient.pol.,
Fróðskaparsetur
Føroya,
Petra Joensen, stjóri á
Almannastovuni, Bjørgfríð
Ludvig, cand.scient.adm.,
Vinnuhúsið
Hagstovan, Søgu- og
samfelagsdeildin á Fróð-
skaparsetrinum og føroysku
umboðini í tí norður-
lendsku verkætlanini skipa
fyri ráðstevnuni í Havn.
Fíggjarstuðul er fingin til
vega frá Almannamálaráð-
num, Familju- og heilsu-
málaráðnum,
Vísinda-
grunni Sparikassans og
Vinnulívsgrunninum.
Hetta er ein partur av trý
ára norðurlendskari verk-
ætlan, sum partvís er stuðl-
að av Nordisk Ministerråd,
partvís av teimum ymisku
granskingarstovnunum, har
hesi fólk arbeiða.
Útlendskir gestir sum koma
til Granskingarráðstevnuna
um vælferðarhagtøl
Frá Statistisk Sentralbyrå,
Oslo:
1. Kari Skrede, Forskn-
ingssjef, leder for sek-
sjon for Demografi og
levekårsforskning
2. Per-Inge Severeide,
Prosjektleder for Folke-
og boligtellingen 2001
Frá Grønlands Statistik,
Nuuk:
3. Birger Poppel
Statistikchef
Umboð fyri "Vælferds-
programmet",
Nordisk
Ministerråd:
4. Steinar
Kristiansen,
rådgiver, Norges For-
skningsråd, Oslo
Frá verkætlanini "Women
leave,
men
remain…"
(stuðlað gjøgnum "Væl-
ferdsprogrammet"):
Úr Grønlandi:
5. Wolfgang Kahlig
Lektor, Institut for Ad-
ministration, Ilisimatus-
arfik/Grønlands Uni-
versitet, Nuuk
Úr Íslandi:
6. Kjartan Ólafsson
Sosiologur, Rannsókna-
stofnun Háskólans á
Akureyri
7. Hjørdis
Sigursteins-
dóttir
Sosiologur, Rannsókna-
stofnun Háskólans á
Akureyri
Úr Noregi:
8. Anna-Karin Berglund,
leiðari fyri verkætlanina
Fil.Dr. kulturgeografi,
NORUT
Finnmark,
Alta
9. Britt Kramvig, cand.-
polit, sosialantropologi,
NORUT
Finnmark,
Alta
10. Birgit Abelsen, cand.
scient, NORUT Finn-
mark, Alta
11. Inge Berg Nilssen For-
sker, Norut Finnmark,
Alta
12. Kirsten Stien cand.polit,
Barnevernets utviklings-
senter i Nord-Norge,
Tromsø Universitet
Úr Svøríki
13. Susanne
Johansen,
Fil.dr. Kulturgeografi,
Kalmar Universitet
14. Marie Nordfeldt Fil.dr.
Kulturgeografi, Skön-
dalsinstitutet,
Stock-
holm
15. Susanne
Stenbacka
Fil.dr. Kulturgeografi,
Kulturgeog raf iska
Institutionen, Uppsala
Universitet
Úr Finnlandi
16. Liisa Westman, PhD,
avd. sos.pol., Universit-
etet i Joensuu
Fyri Føroyar
17. Beinta í Jákupsstovu,
cand.polit. statsviten-
skap, lektor, Høgskolen
i Molde, Noreg
Pallborðsfundur um livikor føroyinga
Til hálvfinaluna hesa-
ferð kunnu føroyskir
gsm-felagar vera við
til at gera av, hvørt
Guðrun Sólja Jacob-
sen skal við í finaluna
í »Stjerne for en
aften«
STJERNE FOR EN
AFTEN
Jákup Mørk
Nú ber eisini til hjá før-
oyskum GSM-feløgum at
atkvøða fyri Guðrun Sólju
Jacobsen.
Hóast øll tjóðin spent
fylgdi við, so var tað ikki
stórvegis, sum vit føroy-
ingar kundu gera til tess at
stuðla Guðrun Sólju Jacob-
sen í hennara roynd at
vinna seg úr undanumfar-
inum í sangkappingini hjá
Danmarks Radio, Stjerne
for en aften.
Ivaleyst vóru tó fleiri,
sum heittu á vinir og kenn-
ingar í Danmark um at gera
sítt til, at føroyski songfugl-
urin kundi vinna seg fram,
men sum úrslitið av henn-
ara innleiðandi gjørdist, so
er lítil ivi um, at hon kortini
hevði komið í hálvfinaluna.
Her er mótstøðan tó uttan
iva harðari, men hesa ferð
kann Guðrun so eisini fáa
hjálp úr Føroyum. Føroya
Tele og Sjónvarpið hava
borið soleiðis í bandi, at tað
nú eisini ber til hjá GSM
feløgum hjá Føroya Tele at
vera við í atkvøðugreiðsl-
uni. Alt, sum felagarnir
nýtast at gera, er at senda
eini SMS boð til telefon-
nummar 1212 við nummar-
inum á tí luttakaranum,
sum tey halda hevur havt
bestu framførsluna. At-
kvøðast kann millum 19.00
og 20.40 fríggjakvøldið, og
er kostnaðurin av hesum 10
kr. fyri hvørt SMS boð.
Nú kunnu føroyingar atkvøða
Hesaferð sleppa føroyska
GSM haldarar hjá Føroya
Tela at atkvøða fyri Guðrun
Sólju Jacobsen í kappingini
»Stjerne for en aftan«
Mánakvøldið kom-
andi kl 19:30 verður
brúkarating í Norður-
landahúsinum
BRÚKARAMÁL
Eirikur Lindenskov
Mándagin verður brúkara-
ting í Norðurlandahúsinu. Í
hesum sambandi er brúk-
araumboðsmaðurin í Dan-
mark, Hagen Jørgensen, á
vitjan, og hann fer at greiða
frá praktiska týdninginum
av danskari brúkaralóg-
gávu. Hann fer eisini at
samanbera ta donsku lóg-
gávuna við norðurlendsk
og aljóða viðurskifti eins og
at greiða frá sínum luti sum
brúkaraumboðsmaður
í
Danmark.
Síðani fáa umboð fyri
brúkaran, vinnuna, lands-
stýrið og politisku flokkar-
nar høvi at framføra síni
sjónarmið um evni:
» Er brúk fyri nýggjari
brúkaralóggávu og brúk-
arastovni í Føroyum? Og
hvussu kunnu vit skipa
brúkaravernd í Føroyum?«
Forkvinnan í Brúkarasam-
takinum, Ingun Simonsen,
setir fundin. Fundarstjóri
verður Turid Debes Hentze,
advokatur
Við pallborðið verða lut-
takararnar:
Brúkarasam-
takið: Hans Pauli Strøm,
skrivari, Vinnuhúsið: Jan
Mortensen, stjóri, Lands-
stýrismaður í vinnumálum,
og umboð fyri Fólkaflokk-
in: Bjarni Djurholm, Sam-
bandsflokkurin: Alfred Ol-
sen, løgtingsmaður, Javn-
aðarflokkurin:
Kristian
Magnussen, løgtingsmaður
Sjálvstýrisflokkurin: Kári
P. Højgaard, løgtingsmaður
Tjóðveldisflokkurin: Finn-
ur Helmsdal, løgtingsmað-
ur, Miðflokkurin: Álvur
Kirke, floksformaður
– Vónandi møta fólk fjøl-
ment, so brúkarar kunnu
nýta hetta høvið at koma til
orðanna og gera vart við
støðu okkara og tey krøv,
sum mugu setast fyri at
bøta um viðurskiftini hjá
brúkarum í Føroyum, siga
fyrireikararnir, sum heilsa
nýggjum limum vælkomn-
um at tekna seg sum lim í
Brúkararáðnum.
Ebeltoft
Kurcenter hevur
kunningarfund
OVURVEKT
Ingrid Bjarnastein
Í dag, leygardag, klokkan
16, hevur Ebeltoft Kur-
center ein kunningarfund
í auluni í Kommunuskúl-
anum í Havn. Tey bjóða
eitt uppihald til fólk, ið
eru yvirvektig.
Á kunningarfundinum
kanst tú hitta dietistin,
Ann Henriksen og stjóran
Flemming Darre frá Ebel-
toft Kurcenter. Fyrilestur
verður um yvirvekt og fiti
við útgangsstøði í, at fleiri
enn 1000 fólk hava verið
á Ebeltoft Kurcenter og
Ubberup Højskole fyri at
klænka.
Á einum slíkum uppi-
haldi verður tú leiddur
runt í øllum, sum hevur
við yvirvekt og fiti at
gera, og eisini trupulleik-
ararnar, sum koma av hes-
um. Harafturat fært tú
nógv góð ráð um, hvussu
tú kanst finna vegin til
vekttap og finna tær ein
nýggjan og sunnan lívs-
stíl.
Síðani byrjað varð í
september 2002 hava fleiri
føroyingar verið á Ebeltoft,
og nógvir eru farnir heim
aftur fleiri kilo lættari og
við einum nýggjum lívi-
hátti í viðførinum. Til
kunningafundin fært tú
høvi at hitta nakrar av
teimum, sum fortelja um,
hvussu tað er á Ebeltoft.
Kunningarfundurin er
ókeypis
og
øll
eru
vælkomin.
Brúkarating í Norðurlandahúsinum
15
14
Nr. 57 - 22. mars 2003
Á framsýningarøkin-
um, sum verður fleiri
enn 1000 fermetrar,
fara umleið 50
fyritøkur, feløg og
stovnar at sýna fram,
hvat tey hava at bjóða
innan hús, innbúgv,
instalatiónir, fígging
og tryggingar
BÚSTEVNAN
Vilmund Jacobsen
Runavík: Bústevnan, Hús
& Innbúgv, er nú farin at
nærkast. Stevnan verður
hildin í ítróttarhøllini í
Runavík og í einum stórum
tjaldi, sum verður sett upp
við síðuna av. Stevnan letur
upp fríggjadagin, 4. apríl
og verður opin til og við
sunnudagin, 6. apríl. Saml-
aða framsýningarøkið verð-
ur fleiri enn 1000 fermetrar,
og tað er ikki vanligt í Før-
oyum.
Dánial Petur Hansen,
samskipari, sigur, at rætti-
liga stórur áhugi er fyri bú-
stevnuni, og nærum øll
framsýningarplássini eru
bíløgd.
- Vit eru ovfarin av undir-
tøkuni. Ætlanin er at hava
umleið 50 framsýnarar við
á stevnuni. Enn er okkurt
pláss eftir, men nú er við at
verða fullsett.
Hann sigur, at er onkur,
sum fegin vil verða við,
kunnu tey venda sær til
hansara á tlf. 211949.
Breið framsýning
- Málið er at hava allar tætt-
ir við innan hús og innbúgv,
og vit kunnu siga, at málið
er rokkið.
Dánial Petur sigur, at á
bústevnuni verða framsýn-
arar, sum selja timbur,
køkar, baðirúm, vindeygu,
tak, tún & flísar, hita &
sanitet, el-instalatiónir, el-
útbúnað og gardinur.
- Aftrat hesum verða
eisini fíggingarstovnar og
tryggingarfeløg við, sigur
hann.
Dánial Petur sigur, at
stevnan er fyri øll, sum
hugsa um bygging, um-
bygging ella umvælingar av
sethúsum – og eisini fyri
tey, sum leita eftir hugskot-
um innan hetta økið.
-
Fleiri
framsýnarar
leggja eisini dent á tað
nýggja, sum rørir seg innan
hús og innbúgv, sigur hann.
Samskiparin sigur, at
stigtakararnir eru ovfarnir
av tí stóru undirtøku, sum
bústevnan hevur fingið.
Ymisk tiltøk
Í samband við stevnuna
verður skipað fyri ymiskum
tiltøkum
í
Runavíkar
kommunu teir dagarnar,
stevnan varar.
- Handlarnir verða longri
opnir, og Kunningarstovan
fer at skipa fyri framsýn-
ingum, sigur Dánial Petur
Hansen.
Tað verður býráðsfor-
maðurin
í
Runavíkar
kommunu,
Rodmundur
Nielsen, sum setir stevnuna
fríggjadagin, 4. apríl.
Ætlanin er eisini at hava
eitt hvørt undirhald, tá ið
setanin verður.
Tað er Dekostovan, sum
tekur sær av básunum.
Útróðrarmenn eru
ógvuliga misnøgdir
við fiskaprísirnar í
løtuni, og fleiri halda,
at orsøkin til stóra
prísfallið, er trotið á
kørum. Ofta verður
fiskurin ikki skyldur í
støddir, tí ov fá kør
eru at skilja fiskin í.
Hetta gongur út yvir
fiskaprísirnar, tí
keypararnir ikki
kunnu bjóða uppá
tær fiskastøddir, teir
vilja hava, men keypa
fiskin óskyldan
- Støðan er frustrer-
andi, sigur John Niel-
sen, stjóri á Fiska-
marknaði Føroya
FISKAMARKNAÐUR
Vilmund Jacobsen
Hósmorgunin ljóðaði, at
Kristian Fríðrik Olsen,
leiðari á Fiskamarknaði
Føroya í Klaksvík, hevði
sagt upp, tí ónøgdin um
fiskaprísir og landingar-
viðurskifti í stóran mun
verður vend móti teimum
stóru landingarmiðstøðun-
um í Klaksvík og á Toftum.
Í vetur segði Kristian
Fríðrik í samrøðu við
Sosialin, at ein av hansara
størstu uppgávum var at
útvega neyðugu kørini, so
landingarnar kundu fara
fram, og fiskurin kundi
skiljast. Hesum sá hann
lítla meining í, tá ið vit hava
eina skipan við kørum og
eina Kassamiðstøð, sum
umsitur hesa skipan og
eigur at syrgja fyri, at nóg
mikið er av kassum og
kørum.
Ikki sagt upp
Sosialurin royndi í gjár at
fáa fatur á Kristian Fríðriki,
men tað eydnaðist okkum
ikki.
Vit fingu tó fatur á stjór-
anum á Fiskamarknaði Før-
oya, John Nielsen.
Hann avsannar, at Krist-
ian Fríðrik hevur sagt upp.
- Eg veit væl, at hann
hevði sagt okkurt um at
siga upp, meðan fólk vóru
til steðar, men soleiðis er
tað ikki. Kristian Fríðrik
hevur ikki sagt upp, og sum
eg havi skilt, hevur hann
ongar ætlanir um tað.
John sigur, at tað er
rættiliga frustrerandi, so-
leiðis sum støðan er við
kassum og kørum.
- Vit eru í stórum trupul-
leikum og fáa ikki arbeitt,
soleiðis sum vit eiga at
arbeiða. Tað ringasta er, at
vit fáa einki gjørt við støð-
una, tí vit fáa ikki fatur á
teimum íløtum, vit hava
brúk fyri.
Avleiðingin
er,
sigur
hann, at útróðrarfiskur ikki
verður skildur, tá ið ringast
vil til, og somuleiðis steðga
landingar, tí eingi íløt eru at
koyra fiskin í.
- Hetta er ein ógvuliga
keðilig støða, sum serliga
ger seg galdandi, tá ið
nógvur útróður er. Tá ið
ringast vil til, steðgar ar-
beiði snøgt sagt upp, og vit
fáa hvørki skilt útróðrarfisk
ella landað skipini, sigur
stjórin.
Ov langt úti
John sigur tó, at tað er ikki
bara kassatrotið, sum er
orsøkin til prísfallið, men
eisini tann veruleiki, at
rættiliga nógvur fiskur er á
marknaðinum.
- Trupulleikin gongur
serliga útyvir okkum, tí tá
ið fiskurin fer hiðani og til
keypararnar, er hann í kør-
um. Sostatt fáa vit ákoyr-
ingarnar - og ikki virkini, ið
keypa fiskin.
Mest vanligu støddirnar
av kørum eru tríggjar, 380
litrar, 460 og 660 litrar, og
trupulleikin er um allan
"banan".
Spurdur, um tað kann
hugsast, at virkir bevíst
leggja kør inn undir seg fyri
at trýsta prísin á upp-
boðssøluni, heldur John, at
tað neyvan er hugsandi.
- Tað hevði verið ov langt
úti, sigur hann.
Tað vísir seg, sigur stjór-
in, at hvørja ferð, nýgg kør
koma, so verður tørvurin
ikki nøktaður kortini.
Hann heldur, at tørvurin
veksur, so hvørt kørini ger-
ast fleiri.
- Hinvegin undrar tað
meg, hvat blívur av øllum
teimum gomlu kørunum,
sigur hann.
Hvør er loysnin?
Hann heldur, at hvørja ferð,
trupulleikar eru við at taka
seg upp við kørum, veksur
trupulleikin so ógvuliga
skjótt, tí vinnan roynir at
"gardera" seg.
Spurdur, hvør loysnin er,
sigur John.
- Tað finst neyvan nøkur
skjót loysn, men neyðugt er
at skipa so fyri, at nóg
mikið er av kassum og kør-
um - eisini, tá ið nógvur
fiskur kemur uppá land,
sigur stjóri á Fiskamarkn-
aði Føroya, John Nielsen.
Kristian Fríðrik hevur
ikki sagt upp
TILTØK
Vilmund Jacobsen
Leygarkvøldið, 29. mars,
skipa trý eldrafeløg í
Eysturoy fyri hugnaløtu í
Handilsskúlanum
á
Kambsdali.
Feløgini,
sum hava tikið stig til
hetta kvøldið, eru eldra-
felagið Nón í Runavíkar
kommunu, Fjallið í Leir-
víkar- og Gøtu kommunu
og eldrafelagið, Borgin í
Fuglafjarðar kommunu.
Á hugnaløtuni fara tey,
sum tað liggur í orðinum,
at hugna sær við døg-
urða, práti, skemti, sangi
og harmoniku. Annað
undirhald verður eisini,
bæði til gamans og álv-
ara.
Tey, sum ætla sær at
verða við til tiltakið á
Kambsdali, skulu siga frá
hjá einum av nevndar-
limunum ella formonn-
unum í nevndu feløgum.
Eldrafelagið Nón veit
at siga, at fleiri enn
hundrað fólk longu hava
boðað frá luttøku.
Tey, ið enn ikki hava
teknað seg, men hava
hug at verða við, kunnu
venda sær til (Nón) Amy
Djurhuus, tlf. 447718,
(Fjallið) Herborg Joen-
sen, tlf. 443011 og til
(Borgina) Ditleif Elde-
vig, tlf. 444072/ 284772.
Eldrafeløg í
Eysturoy skipa
fyri hugnaløtu
Stórur áhugi fyri bústevnuni í Runavík
Fyrireikararnir eru ovfarnir av teirri stóru undirtøku, sum bústevnan, Hús & Innbúgv, hevur
fingið
Hósmorgunin ljóðaði, at leiðarin á Fiskamarknaði Føroya í
Klaksvík, Kristian Fríðrik Olsen, hevði sagt upp, men tað
hevur hann ikki. - Støðan er frustrerandi. Vit fáa ikki arbeitt,
soleiðis sum vit eiga at arbeiða. Tað ringasta er, at vit fáa einki
gjørt við støðuna, tí vit fáa ikki fatur á teimum íløtum, vit
hava brúk fyri, sigur John Nielsen, stjóri
C
M
Y
K
14