Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. mars 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 57 - 22. mars 2003 Nr. 57 - 22. mars 2003 17 Hann er sanniliga eisini áhugaverdur fyri okkum í Føroy- um, tí hann snýr seg eisini um at sleppa av við heimføðiskapin. Og um hetta at heimligir profetar eru ikki væl lýddir, at neyðugt er mangan at rýma fyri at finna seg sjálvan. Hetta er ein leikur um at búnast, og um at realisera seg sjálvan í lívinum, áðrenn tað er ov seint sigur leikstjórin Eyðun Johannesse n um leikin »Per Gúnt«, ið verður frumfram- førdur av Grímu í dag SJÓNLEIKUR Kim Simonsen Tá eg kom oman til Leik- húsini hjá Grímu, var eitt stórt merki hongt yvir um vegin. »Per Gúnt« stóð við stórum bókstavum. Eg hevði eina avtalu um at tosa við leikstjóran Eyðun Johannessen, ið júst er um at vera liðugur at leik- stjórna stóra norska leikin hjá Henrik Ibsen, ið Axel Tórgarð hevur týtt. Komin inn um møtti eg Eyðuni, hann hevði sum vera man sera nógv at hugsa um. Hann hevði tó eina løtu, millum venjing- arnar, at seta seg niður at tosa við meg. Eyðun leiddi meg gjøgnum eina villini borg. Vit hildu leiðina undir stóru og flottu senuna, gjøgnum smá rúm við alsk- yns tøkni. Leiðin helt fram gjøgnum skiftingarrúm, stór og smá. Komin inn á botn, sessaðust vit. Fram komu kaffikoppar, pennar og sigarettir. Eg hevði nógvar spurn- ingar, men læt Eyðun leggja fyri. Eyðun: Leikurin Per Gúnt er stórur og umfat- andi. Skuldu vit spælt hann í fullari longd, hevði hann tikið einar 9 tímar. Eg kenni til eina versión av hesum leiki, ið fransmaður- in Pierre Seraut leikstjórn- aði, ið var sjey og ein hálv- an tíma langur. Hetta er hin stórsti leikurin leikhúsið Gríma hevur sett upp niðri á Gamla Meiaríinum. Vit hava nú vant síðani 15. januar í ár, seks tímar um dagin í góðar tveir mánaðir. Hetta er ein kendur leik- ur, hjá heimskenda norska dramatikaranum Henrik Ibsen. Vit kunnu kalla hetta eina villa og dramatiska yrking, ið útkom 14. nov- ember 1867. Hesin sjón- leikur er skrivaður beint eftir sjónleikin: »Brand«, men umboðar tó nakað heilt annað. Ibsen var 39 ára gamal, tá hann skrivaði henda leikin. Hetta er ein búningar- leikur, t.v.s. at vit hava van- ligu gongdina, har høvuðs- persónurin er heima, í Noregi. Síðani koma mongu árini har hann reikar uttanlanda frá Dovrafjøll- um í Noreg til strendurnar í Marokku og oyðimarkirnar í Egyptalandi. Áðrenn Per kemur heim aftur hevur hann tykist við alskyns iva- samt handilsvirksemi. Leikurin er ein tragediu- komedia og alt har ímillum. Í leikinum eru 40 leiklutir, spældir av 10 leikarum, ið merkir, at leikararnir hava fleiri leiklutir. Nógvur dansur er eisini í leikinum, alt frá eksotiskum dansi hjá arabaragentum til trølla- dans hjá dovratrøllum. Kim: – Hvussu hevur tú valt at draga hesum stóra tilfari, ið leikurin Per Gúnt fevnir um. Her hugsi eg t.d. um longd, raðfesting, og um Per Gúnt hjá tær er samtíðarligur við leikin hjá Ibsen, ella um tú hevur valt at seta hann inn í eina aðra tíð, t.d. í Føroyum? Eyðun: – Sæð omanífrá havi eg valt at fylgja tað sum danski heimspeking- urin Søren Kierkegaard helt fyri: »At lívið skal livast frammanifrá, men skiljast aftanifrá«. Her eru fimm aktir, og vit fylgja Per Gúnt frá ungdómi til deyða. Men eg havi lagt eina overture í byrjanini, har vit møta hinum eldra Per Gúnt fyrst, har hesin so av og á tosar við hin yngra. Sum leikstjóri havi eg viljað upployst tíðina og kókað tilburðargongdina niður til tað mest univers- ella. Alt hatta, ið Ibsen kjakaðist við samtíðarmenn í Noregi um, er ikki so áhugavert í hesum høpi. Mátin eg havi roynt at upp- loyst tíðina, er at seta hana í eina ógreiniliga tíð, ið má sigast at vera í 20 øld. Í byrjanini av leikinum eru vit í tí somu tíðini, sum t.d. »Glætaðu Spælimenninir« - (Eyðun hevur leikstjórn- að henda leik eftir skald- søguni hjá William Heine- sen.) Seinni í leikinum, tá Per er í Marokku, eru vit onkunstaðnis millum heimsbardagarnar. Tað eg havi roynt, er at taka tað almenna fram í leikinum og at flyta hetta í mun til tíðina. … Meðan Eyðun tosaði og eg skrivaði, hugsaði eg um, at Eyðun inkarnerar føroysk- an sjónleik. Eg minnist røddina sum lítil smá- drongur, har hann spældi »Djórini í Valbakkaskógin- um« sum útvarpsleik. At Eyðun hevur spælt Beckett, Dario Fo, Max Frich í Føroyum longu í seksti- árunum er heilt ótrúligt. Eg kundi ikki bæra mær at spyrja Eyðun um fortíðina við sjónleiki í Føroyum. … Kim: – Eyðun, nú hevur Gríma 25 ár á baki, sam- stundis sum Henrik Ibsen gerst 175 ár í ár, tað er í hesum høpi tit spæla henda stóra leik, men er tað ikki tú, ið hevur longt søguna við professionellum sjón- leiki í Føroyum? Og var tað ikki tú, ið hálaði Beckett til Føroya og aðrar megnar leikir? Eyðun: – Í løtuni royni eg at fáa leiklistina í aðrar karmar. Vit eru í Grímu farin frá einum kollektivum stýri til eina meiri miðvísa leiðslu. Og jú, sum tú sigur, eg var útlærdur í 1960. Eftir hetta spældi og leikstjórn- aði eg leikum eftir Samuel Beckett, William Shake- speare, Dario Fo, Max Frich, Edgar Lee Masters og stóra tragiska leikin: »Hedda Gabler« hjá Henrik Ibsen. Eg havi drúgvar royndir niðri. Skal eg nevna okkurt her, so havi eg mill- um annað leikstjórnað leik- in hjá Henrik Pontoppidan: »Lykke Per«. Hetta var serligani áhugavert og tor- ført, tí nógvir danir hava lisið hetta megnarverk, fleiri hava gjørt hetta fleiri ferðir. Eg læs alla romanina um Lykke Per, eitt summar, og gjørdist sera hugtikin av hesum. Kim: – Ein eitt sindur tápuligur spurningur til eitt dramatiskt meistaraverk, Eyðun, er, um leikurin kann siga okkum nakað í Føroyum í dag? Eyðun: – Hetta er sjálv- andi eitt satt ævintýr av ein- um leiki, ið bæði fyriheldur seg til eina konkreta verð, og eina, man kann kalla innari sálarliga. Nú vil eg ikki avdúka, hvat leikurin endar við, ella hvat hann snýr seg um. Samanumtik- ið er hann áhugaverdur fyri okkum í Føroyum, tí hann snýr seg eisini um at sleppa av við heimføðiskapin. Og hetta at heimligir profetar eru ikki væl lýddir, at neyð- ugt er mangan at rýma fyri at finna seg sjálvan. Sum sagt er hetta ein leikur um at búnast, og um at realis- era seg sjálvan í lívinum, áðrenn tað er ov seint. Úr leikinum renna nógv temu fram fyri meg, so sum hybris, um stórlætisørskap, um idealismuna, ið møtir realismuni í heiminum, um tað etiska og tað dýriska í lívinum, og bardagan mill- um hesi. Hetta er ein leikur um tað metafysiska, bæði sum kærleiki á jørð, sum romantiskur kærleiki og heilt fram til religiøsu kensluna í lívinum. Kim: – Vanligani eru búningarskaldsøgur, sum t.d. »Lognbrá« og »Fasta- tøkur« hjá Heðin Brú, Pontoppidansa: »Lykke Per« merktar av eini ávísari fyrilaganartrúgv (determin- ismu), er hetta so í »Per Gúnt«? Eyðun: – Leikurin er afturlítandi, men eisini nærverandi. Eg haldi ikki bert hann er ein lagnutung- ur leikur, um glætan ella um tilvildina. Eg minnist tá hann var leiktur á Konga- liga Sjónleikarahúsinum í Keypmannahavn. Tá var ein sonn innrás av ungum fólki til leikin, hesi dámdu serligani væl leikin, helst tí hann er um hetta at velja, at berjast fyri at gerast ein sjálvur. Slíkt er altíð við- komandi. Eg haldi fólk skulu taka størri børn við til hendan leikin. Per Gúnt. Frumframførslan 22. marts 2003. Longd 3 tímar. Støðgur er í 20 min- uttir. Atgongumerki kunnu fáast í forsølu fyri 125 krónur. Týtt hevur Axel Tórgarð Leikarar: Hans Tórgarð Páll Danielsen Ria Tórgarð Katrina Nolsøe Kristina Hansen Birita Mohr Laura Joensen Høgni Johansen Bárður Persson Kári Øster Lívið skal livast frammani frá men skiljast aftani frá Henrik Ibsen hevði ætlanir um at skriva ein sjónleik um Magnus Heinasson SJÓNLEIKUR Kim Simonsen »Tíðum gera persónar í mínum leikum meg ovfarn- an við at hesi siga ella gera slíkt eg ikki hevði vænta…« Henrik Ibsen Tað eru helst ikki so nógv, sum vita tað, men mæta skaldið Henrik Ibsen hevði frá 1863 til 1870 ætlanir at skriva ein søguligan sjón- leik um Magnus Heinason. Venda vit okkum til bók- mentasøgurnar og ævisøg- ur um Ibsen, finna vit júst hesar upplýsingar. Tað er áhugavert at hugsa um hvønn leiklut hann hevði valt at givið tjóðarhetju og blóðvitni okkara Magnus Heinason. Orsøkin til áhugan hjá Henrik Ibsen fyri Magnusi Heinasyni kom av, at í 1863 kom bókin »Norske Rigs- Registranter«, ið er eitt savn av keldum til søgu Noregs. Í hesum savni vóru prentað 11 brøv um avrik Magnusar á land sum á sjógvi. Tvey ár seinni í 1865 útkom enn eitt bind, har vóru 5 nýggj brøv um Magnus Heinason. Henrik Ibsen var fastur gestur í bókmentafelagn- um, har Paul Botten-Han- sen, vinur hansara, vísti hann á lív og lagnu Magnus Heinasonar. Ein annar vin- ur var ríkisarkivarurin Michael Birkeland, ið hevði hug at skriva eina ritgerð um Magnus Heinasson. Hetta hevði hann tó ikki tíð til, men hevði valt at sett Ibsen væl inn í hesar keldur, ið viðgjørdu lívið hjá Magnusi Heinasyni. Ibsen fór í holt við ar- beiði, honum vænt gjørdi hann av at skriva alt niður um persónarnar. Seinni lat hann alt liggja og sodna í huganum, til hann kendi persónarnar til botns og kundi síggja teir framman fyri sær. Ibsen kom tó at skriva kenda leikin: »Brand« áðrenn leikin um Magnus, og eftir hetta kom leikurin um »Per Gúnt« at køva arbeiði við leikinum um føroyska uppreistrar- mannin. Í Rom í 1865 byrjaði Ibsen aftur at hugsa um at skriva henda sjónleik. Í 1866 arbeiddi Ibsen enn einaferð við hesum tilfari, men sum fráleið kom per- sónurin og fantasturin Per Gúnt undan kavi og hetta evni tók yvir, kanska tí Per Gúnt og Magnus Heinason er sera líkir. Per Gúnt sigst hava livað helt Ibsen fyri í einum brævi frá 1867. Hesin sigst hava livað í Guldbrandsdalen í 17 øld. Navn hansara var enn kent millum fólk, men um lív hansara vita vit ikki meiri enn man kann lesa í Asbjørnsensa »Norske Huldreeventyr«, her serlig- ani úr brotinum um »Høj- fjeldsbilleder«. Ibsen: Magnus Heinasson var ein forherðingur Í 1870 møtti danski rithøv- undin Peter Andreas Ro- senberg, Henrik Ibsen, ið eldhugaður segði frá søguni um Magnus Heinason. Rosenberg var tá bert 12 ára gamal, men mintist, at hann hevði spurt Ibsen, hvat slag av menniskja hes- in Heinason var, tá mælti Ibsen seigligani við stórari tyngd, at: »Han var en stor skurk«. (Hetta stendur at lesa í »Nationaltidende« 28/7 1926.) Tað eru fleiri orsøkir til, at Ibsen valdi at lata hetta tilfarið liggja eftir. Ibsen livdi leingi og broytti við tíðini áskoðan á nógvum økjum. Hann fór frá tí tjóð- skaparligu-skandinavist- isku tilveru- og søguáskoð- anini til eina meiri realist- iska og Europeiska áskoð- an. Somuleiðis væntaði honum fleiri keldur um Magnus Heinason. Ibsen og uppreistrarfólk Einar Østvedt skrivaði í 1969 bókina: »Magnus Heinessøn – Et Ibsen-skue- spil som aldri ble skrevet«, hendan bókin er heldur løgin men sigur frá júst hesi søgu um ætlanir hjá Henrik Ibsen. Østvedt helt, at fram til 1865 dámdi Ibsen uppreistrarfólk og var livandi tikin av andsøgnini millum einstaklingin og statin. Serligani hetta, at staturin umboðaði frælsis- skerjandi lógir og smáborg- arligar tølandi siðvenjur. Samanumtikið meinti Østvedt, at tað er ógjørligt at fáa eyga á ávíst endamál í lívinum hjá Magnusi Heinason. Hann hevði ein gramman hug á lívinum. Tað var helst rastleysi ævintýrhugurin, ið var meginorka hansara. Magn- us legði lítið í giftarmál sítt, snýtti teir hann arbeiddi saman við. Somuleiðis tey hann átti at hjálpt, kanska serliga føroyingar. Hann troytti sjórænaratilveruna og drakk við villum matrósum, sum við konginum sjálvum. Var Magnus konsekventur, meinar Østvedt, var tað í síni vanvirðing fyri myn- dugleikunum, fyri rentu- meistarum, dómarum og feudala statsvaldinum. Helst var Ibsen áhugaður í Magnus Heinason, tí hesin hóast alt umboðaði ein ótemjandi vilja til frælsi og royndina at relisera seg sjálvan – uppá gott og ónt – júst sum Per Gúnt. Soleiðis sæð hevur fiktivi persónurin Per Gúnt, um nakrar, helst føroyskar røt- ur. Tað var nú keðiligt, at Henrik Ibsen bert hevði ætlanir um at skriva ein sjónleik um Magnus Heinasson – og ikki gjørdi hetta. Ludvig Daae: Om Magnus Heinessøn. 1869. Mogens Østvedt: Mogens Heinessøn – et Ibsenskuespil som aldri ble skrevet. 1969. SJÓNLEIKUR Kim Simonsen Henrik Ibsensa modern- aðu leikir minna um klassiska greska sorgar- leikin, ið vit kenna frá t.d. Sofokles, m.a. ein afturlítandi søgugongd. Hesi drama byrja áðrenn vanlukkuna, ið leiðir til framsýningina av søguni, ið mangan hevur lyndi at fevna um eini tríati ár av lívinum hjá h ø v u ð s p e r s ó n i n u m . Soleiðis siggja vit, hvussu bundið menniskjað mangan er av fortíðini, har spøkilsi vitja aftur, mangan sum tølandi siðir og moralur, ið liggur sum ein tung dýna omaná høvuðspersónunum. Henrik Ibsen (1828- 1906) arbeiddi sum leik- stjóri og leiðari á einum sjónleikarhúsi í Bergen og í Kristiania frá 1851-62. Frá 1864 livdi hann mest í Italiu og í Týsklandi, samstundis sum hann skrivaði teir fyrstu søguligu og hugsjónarligu sjónleikirnar. Teir kend- astu leikirnir um hetta mundið eru: »Kongsem- nerne« (1863), »Brand« (1866) og »Peer Gynt« (1867). Seinni gjørdist hann kendur við leikunum: »Samfundets Støtter« (1877), »Et Dukkehjem« (1879) og »Gengangere« (1881). Í hesum leikum herjaði hann á eina naturalistiska leið, ið Emile Zola hevði boðað. Í barndómsheiminum hevur Henrik Ibsen møtt áhuga fyri list og mentan, bæði fyri yrking, sjónleiki, tónleiki og málningalist. Ibsen hoyrdi sum barn til nýggju handilsstættina, ið vildi fram í tilveruni. Hesi vildu hava at synir teirra gjørdust embætismenn og sendu teir á privatskúlar. Sum ungur byrjaði Ibsen at yrkja, vit síggja her farran eftir norskum, donskum, enskum og týskum romantikki og frá klassiskum bókmentum. Serligani eru tað Oehlenschläger, Werge- land og Welhaven, ið ávirkaðu stílin. Alt hetta skuldi hann seinni fara frá. Tað er serligani upp- gerðina við romantisku stevnuna vit møta í leik- inum »Per Gúnt«, ið Ibsen fann við heimspekini hjá Kierkegaard. Sosiala støðan hjá Ibsen og Per Gúnt Henrik Ibsen var føddur 20. mars 1828 inn í ovaru stættina í Noreg, men ikki inn í veruligu yvirstættina. Hetta mundi pína hann alt lívið, serligani í ungum árum, tá hann ikki hevði so nógvan pening. Kanska er tað tí Per Gúnt í leikinum verður settur at liva undir fátækum korum, saman við mammuni, tí pápin hjá Peri, hevur drukkið og mist allan peningin burtur. Per Gúnt vil endurreisa tað mistu sosialu støðuna í familjuni, men alt endar sum reyp og í dagdreymum. Ibsen sjálvur er kendur fyri at hugsa nógv um sosialan status, um riddarakrossar og onnur heiðurstekin. Honum dámdi væl myndir av sær sjálvum, har hann er avmyndaður við med- aljum og heiðursmerkjum. Faðirin Knud Ibsen hoyrdi til keypmenninar og peningamenninar í føðibýnum Skien í Tele- mark, men Henrik Ibsen kom at síggja sín egna faðir nærum fara á húsa- gang. Familjan flutti til garðin Venstrup, ið bert var hugsaður sum summ- arhús. Serligani álvarsamt gjørdist hetta, tá Henrik 16 ára gamal ikki varð sendur á latínskúla at taka artium. Hann var noyddur at vinna sær pening sjálv- ur. Hann varð noyddur at fara í læru sum apotekari. Ikki fyrr enn meiri enn seks fátækslig ár eftir hetta hevði hann ráðini at taka artium. Honum væntaði klæði hesi ár. Seinni í lívinum gekk Ibsen altíð klæddur í ekstravagantum galla yrkadagar – døpru minn- ini um fátækradømi vóru helst hansara marra. Hann kundi ganga fyrrapartar í Rom við øllum »silda- salatinum« av riddara- krossum, kommandør- krossum á bringuni. Seinni snúði Ibsensa framasøkni seg ikki um at finna eydnuna í einum verðsligum heimi, men í skalda- og yrkingaheimi. Men honum, sum so mongun øðrum, væntaði frið til at skriva. Per Gúnt er eisini sum ungur maður trásettur av einum longsli eftir sosialari uppflyting, men sum eldri sær hann, at hetta hevur púrt einki virði. At liva ella yrkja um seg sjálvan Leikurin ”Per Gúnt” er um unga mannin Per, ið rýmir heiman, frá móðir síni og unnustuni. Eftir eitt fjakkaralív kemur hann heim aftur sum gamal maður, til bygdina og unnustuna Solveig. Sum so er søgugongdin einkul, men tráðurin er spunnin av hittinorðaðum ørindum. Her finst alt mannalívið rúmar, kann rúma og ikki minst ein leitan eftir hesum at finna fram til hvat eitt mannalív skal rúma, fyri at kunna gerast ein sjálvur. Sum leikur snýr Per Gúnt seg um døkku meg- ina í sálini, um órógv og misljóð. Soleiðis er hesin leikur mangan óhugna- ligur og skakandi. Leikur- in viðger óndu og oyðandi síðurnar av tilveruni og náttúruni, ið kunnu taka valdið og fáa menniskja at ræðast seg sjálvt. Í Per Gúnt stendur bardagin millum menniskjans trá og sjálvgóða lyndi, millum hetta at vera sær sjálvum næstur, sum menniskja, trøll ella djór. Hetta fekk m.a. Georg Brandes at halda, at leikurin var polemiskur og alt og lítið uttanveltaður í sini evnisviðgerð, samstundis sum hann var moralskt ósámiligur og merktur av sjálvsvan- virðing. H.C. Andersen helt beinleiðis Ibsen vera andstyggiligan. Norskir nationalistar dámdu sjálv- andi ikki leikin, ið eisini er ein satira yvir norska mentan. Men »Per Gúnt« er eis- ini sum leikur ein hugtak- andi frásøgn, heimspeki, drama, skemtileikur og yrkingalist. Ein stuttlig blanding av øllum, ið kann tulkast til ymisk sjónleikarhús. Daniel Haakonsen: Henrik Ibsen – Mennesket og kunstneren. 1981. Michael Meyer: Henrik Ibsen. En biografi. 1995. Per Gúnt og Henrik Ibsen Per Gúnt hevur helst føroyskar røtur C M Y K 17 16