Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. mars 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 57 - 22. mars 2003 Nr. 57 - 22. mars 2003 19 Føroyingar eru væl og virðiliga tjóð sam- bært fólkarættinum og kunnu til eina og hvørja tíð avgera sína egnu støðu í heimin- um. Trupulleikin er bara, at føroyingar hava ongantíð sam- tykt, at teir eru tjóð við hesum rætti. Tað kann gerast í før- oysku grundlógini. Har er lykilin til eina søguliga tjóðskapar- liga semju tvørtur um flokspolitisk mørk, sum kann styrkja føroyingar munandi í eini nýggjari samráð- ing um framtíðar- støðu Føroya, kom fram á grundlógar- ráðstevnuni EYGLEIÐING Uni Arge Ein grundlógarráðstevna var í Norðurlandahúsinum í farnu viku. Niðurstøðan av stevnuni var, at tað er als ikki so ómøguligt at finna eina semju millum føroy- ingar í tjóðskaparliga spurninginum, sum tað viðhvørt tykist. Politisku flokkarnir gerast alt meira samdir um, at Føroyar eru eitt land, at føroyingar eru ein tjóð, og at føroyska tjóðin sambært altjóðarætt- arligum reglum hevur rætt til at avgera sína egnu lagnu í heimssamfelagnum. Av- bjóðingin nú tykist vera at fáa hetta staðfest innanhýs- is í Føroyum í eini semju tvørtur um flokspolitisk mørk. Tann møguleikin er avgjørt til staðar, tí við broytta setninginum hjá grundlógararnevndini er fullveldisspurningurin lagdur til viks og kjakið um, hvussu føroyingar fata og vilja skipa Føroyar, settur ovast á dagsskránna. Føroyingar vóru í 2000 í Keypmannahavn og royndu at fáa donsku stjórnina at taka undir við einum sáttmála millum Føroyar og Danmark, sum skuldi áseta, at londini vóru javnsett fullveldisríki í kongsfelags- skapi, og at fólkini í lond- unum skuldu hava felags borgararætt hvør hjá øðr- um. Sum kunnugt endaðu hesar samráðingar úrslita- leysar, tí føroyska samráð- ingarnevndin staðfesti, at danska stjórnin vildi ikki viðurkenna føroyingar sum tjóð við sjálvsavgerðarrætti sambært fólkarættinum. Sambært danskari fatan eru føroyingar ein bólkur av fólkum undir donskum statsrætti í eindarríkinum Danmark, sum kann sleppa úr ríkinum, um hann vil. Hetta síðsta stendur tó ongastaðni skrivað. Tað hava danskir politikarar bara givið óbindandi lyfti um, tá teir hava verið spurdir, men føroyingar hava einaferð fyrr valt at tikið fullveldi, og tá fingu teir tað ikki. Tann stóra styrkin Kjakið um sjálvsavgerðar- rættin og tjóðskaparligu viðurkenningina hevur hig- artil virkað ikki sørt aka- demiskt og háfloygt. Tá ikki annað var at sláast um við danir, kundi sjálvsav- gerðarrætturin altíð takast upp úr skuffini, og so kundi tjóðskaparliga slagsmálið haldast í kók á tann hátt. Men eftir tí at døma, sum varð ført fram á grundlóg- arráðstevnuni í Norður- landahúsinum, liggur av- gjørda styrki føroyinga í eini nýggjari samráðingar- støðu og lykilin til tjóð- skaparligu semjuna júst í sjálvsavgerðarrættinum. Allir doktarar og professar- ar á ráðstevnuni søgdu seg ikki ivast í, at føroyingar hava sjálvsavgerðarrætt sambært fólkarættinum. Har er onki at kjakast um. Vit hava eitt greitt avmark- að landøki. Vit hava egið mál. Vit hava egna mentan. Vit eru so ruddiliga serstøk tjóð, halda norskir, svensk- ir, finskir, íslendskir, kana- diskir og amerikanskir ser- frøðingar. Innanhýsis í Føroyum er eisini semja um, at føroy- ingar sjálvir avgera sína egnu lagnu í heimssamfel- agnum. Tjóðveldisflokkur- in, Fólkaflokkurin, Mið- flokkurin og Sjálvstýris- flokkurin ivast ikki. Tað ger Javnaðarflokkurin heldur ikki. Sambandsflokkurin er nýliga farin at nýta orðið tjóð í síni stevnuskrá. Ósemjan um tjóðina er sostatt burtur. Føroyingar eru tjóð við sjálvsavgerð- arrætti, halda allir flokkar. Tað vil siga, at vit sambært okkara egnu fatan ikki eru nakað so óítøkiligt sum eitt selvstyrende folkesamfund, sum danir skíra okkum í heimastýrislógini. Vit fata okkum ikki sum fólk avbyrgd í donskum stats- rætti við ongum rættindum her í verðini. Vit eru heims- borgarar við fullum rætti til at avgera okkara egnu framtíðarstøðu. Tjóð í skaldskapinum Trupulleikin er bara, at vit hava ongantíð sagt hetta. Vit hava ikki boðað ST frá, at vit eru tjóð við teimum rættindum, sum tjóðir hava. Vit hava heldur ikki skrivað í nakran sáttmála við Dan- mark, at vit eru tjóð við sjálvsavgerðarrætti, sum til eina og hvørja tíð kann av- gera at taka fullveldi, um tað skal vera. Vit hava ong- antíð tikið okkum um reiggj og samtykt, at vit eru ein tjóð. Kenslan av at vera serstøk tjóð livir bara í okkara hjørtum og í skald- skapinum. Men tað er ikki nóg mikið. Tað kunnu hvørki vit ella nakar annar brúka til so nógv, tí vilja vit verða tikin í álvara, mugu vit tala, og vit mugu tala greitt. Tað kunnu vit gera við at orða okkara egnu grundlóg og í henni siga, hvørji vit eru, hvørji okkara rættindi eru, hvat landøki okkara er, hvussu vit vilja stjórna okkara landi, hvør støða okkara er nú, og hvussu mannagongdin skal vera, um vit vilja úr verandi støðu og eitt nú skipa okk- um sum fullveldi. Her er lykilin til tjóð- skaparligu semjuna. Her er gylti møguleikin til at jarða alt túnatos um, at føroying- ar eru nakað sum helst ann- að enn ein tjóð við rætti til at stjórna sær sjálvum, tí tað kunnu vit, um vit vilja. Jóan Pauli Joensen, for- maður í grundlógarnevnd- ini, segði á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum, at viljin til at kjakast um føroysku grundlógina er stórur millum føroyskar politikarar. Hann hevði higartil eygleitt í grundlóg- ararbeiðinum, at politikar- arnir heilt gloymdu floks- politiskar ósemjur og brúktu sunnan fornuft, tá teir tosaðu um, hvussu før- oyingar skulu skipa seg í egnum landi. Eitt stuttligt dømi um hetta var, at for- kvinna Sambandsfloksins einaferð sannførd hevði sagt okkurt, men seinni mátti taka hetta aftur, tí hon kom í tankar um, at hon var sambandskona og tí ikki Ta tjóðskaparligu semjuna fyrst og so samráðingar við Danmark Leik og lærd møttu í stórum tali til grundlógarráðstevnu í Norðurlandahúsinum. Nú skal tjóðskaparliga semjan uppdyrkast í arbeiðnum við føroysku grundlógini Mynd: Jens K. Vang kundi meina tað, hon hevði sagt. Hetta sigur ikki so lítið. Ein grundleggjandi semja býr undir øllum pol- itiskum kegli í hesum landi, men partapolitikkurin er mjørkin, sum ger, at henda semjan ikki sæst. Avgerandi lógargreinin Avjóðingin nú verður at uppdyrka ta tjóðskaparligu semjuna í grundlógarar- beiðinum, soleiðis sum Hans Pauli Strøm, skrivari í Javnaðarflokkinum, vísti á í sínum fyrilestri á ráðstevn- uni. At byrja við kundu tey, sum fara undir aftur ar- beiðið, gjørt eina disposi- tión. Hvat skal standa í grundlógini? Hvat skal koma fyrst? Har kann ikki vera nakar ivi. Tann tjóð- skaparliga semjan skal standa ovast. Áhugavert hevði verið at frætt, um nakar hevur nakað ímóti, at fyrsta grein í føroysku grundlógini fær nøkulunda hetta orðaljóðið: Føroying- ar eru tjóð við ómissandi sjálvsavgerðarrætti sam- bært fólkarættinum. Landið hjá føroysku tjóðini er Føroyar, og evsta valdið í Føroyum hevur føroyska tjóðin. Stýrislagið í Føroy- um er fólkaræðisligt. Lóg- gevandi valdið er løgtingið. Útinnandi valdið er lands- stýrið. Dømandi valdið er rætturin. Føroyska tjóðin kann lata øðrum vald at umsita fyri seg, men tekur hetta vald aftur, tá hon vil. Hetta er fólkaræðið Føroy- ar, sum her verður lýst og staðfest. Tað skal sjálvandi samtykkjast á eini fólkaat- kvøðu. Men munurin á tí, vit hava í dag, og tí, sum vit eftir eina fólkaatkvøðu um grundlógina fáa, er eitt fólkaræði, sum vit sjálv hava lýst og samtykt, og ikki okkurt hissini heimas- týri, sum danskarar av náði hava latið okkum í eini 55 ára gamlari fólkatingslóg. Tað skuldi verið løgið, um ikki minst 70 prosent av føroysku tjóðini tóku undir við semjuni um fólkaræðið Føroyar. Men vit skulu ikki vera góðvarin og halda, at semjan fæst í lag lættliga, tí enn er tann fatanin sterk í Føroyum, at tað at gera før- oyska grundlóg er at gera seg inn á ta donsku. Trekir juristar og spírin Føroyskir juristar, sum eru upplærdir í donskum stats- rætti, førdu júst hetta sjón- armiðið fram á kjakfundi í útvarpshøllini eftir grund- lógarráðstevnuna. Teir fingu seg illa at skilja, at ein føroysk grundlóg er ein møguleiki, tá tann danska finst, og vóru eitt sindur forhánisligur um ætlanirnar at smíða grundlóg. Teirra sjónarmið mintu um sjón- armiðini, sum konservativir prestar hava ført fram í sambandi við kirkjuyvir- tøkuna. Alt er so tvørligt, tí tann danska grundlógin er til. Jóan Pauli Joensen kundi ikki bara sær og skírdi advokatarnar for- knýttar. Ímóti endanum á kjakfundinum kom tó vend í. Eftir at fleiri høvdu talað ímóti hesi konservatismu, fór formaðurin í Javnaðar- flokkinum á føtur og segði seg vera sannførdan um, at ein føroysk grundlóg er lykilin til eina søguliga tjóðskaparliga semju mill- um føroyingar. Leyst og liðugt var. Advokatarmir mest at kalla kúvendu og góðtóku at gera grundlóg fyri at uppnáa hesa semju. Spírin til tjóðskaparligu semjuna, sum nú nærkast, var fyrilesturin, sum Hans Pauli Strøm helt á grund- lógarráðstevnuni. Í fyri- lestrinum skrivar hann, at í staðin fyri at halda fram undir heimastýrisskipanini, sum ongin politiskur flokk- ur longur heldur vera nøkt- andi, eiga viðurskiftini millum Føroyar og Dan- mark at verða ásett og lýst í einum sjálvstýrissáttmála landanna millum. Hesin sáttmálin skal fáa altjóða- rættarligt virði. Tað vil siga, at relatiónirnar millum Før- oyar og Danmark skulu flytast úr donskum stats- rætti yvir í fólkarættin. Sjálvstýrissáttmálin verður sambært Hans Paula Strøm ein politiskur sáttmáli mill- um tvey sjálvstøðug lond, sum viðurkenna hvørt ann- að sum javnbjóðis partar í einum felagsskapi. Hann skal viðurkenna føroyingar sum tjóð og Føroyar sum land. Hann skal áseta, at føroyingar hava sjálvsav- gerðarrætt sambært fólka- rættinum, og hvussu føroy- ingar kunnu fara úr felags- skapinum. Fortreytin fyri at gera sáttmálan er tó, at arbeiðið við føroysku grundlógini førir til tjóð- skaparliga semju millum føroyingar fyrst, heldur Hans Pauli Strøm. Við eini tjóðskaparligari semju í ryggsekkinum standa før- oyingar sterkari enn nakr- antíð, tá samráðast skal av nýggjum um framtíðarstøð- una. Hvat danir og danska grundlógin siga, er og verður ein trupulleiki, sum danir sjálvir mugu loysa. Jóan Pauli Joensen, formaður í grundlógarnevndini, segði á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum, at viljin til at kjakast um føroysku grundlógina er stórur millum føroyskar politikarar Jens K. Vang C M Y K 19 18