Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. mars 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 57 - 22. mars 2003 21 Fýra dystir eru eftir at leika í bestu kvinnu- deildini, og fyri hvørt umfarið kemur gullið hjá VB-kvinnunum alsamt nærri KVINNUHONDBÓLTUR Jákup Mørk Eftir javnleikin í Vest- manna seinasta vikuskifti, munnu sjálvt mest svart- skygdu vágbingarnir hava tveitt allan iva til viks. Tó at tað enn resta fýra dystir at spæla, og tó at VB skal hava fimm stig í hesum, so man tað nú standa øllum greitt, at her er talan um komandi meistaraliðið. Níggjundi dysturin í endaspælinum verður á heimavølli móti Kyndli sunnudagin, og einki er at ivast í, at tað verður stúgv- andi fult av fólki, sum fer at stuðla heimaliðnum. Og tað er illa hugsandi, at Kyndil kann gera nakað sum helst fyri at steðga sigursgongdini hjá VB. Sæð burtur frá dystinum í Havn í grundspælinum, so hevur VB vunnið trygt á teimum grønu í hinum upp- gerðunum, og ikki minst soleiðis sum spælið hjá VB hevur verið í endaspælin- um, vil alt annað enn ein tryggur heimasigur vera ein sensatión av teimum stóru. Næstu plássini Tveir aðrir dystir verða eis- ini leiktir um vikuskiftið. Í Havn skal Neistin gera eina roynd at toga seg upp móti teimum liðunum, sum stríðast um bronsuna. Her hevur StÍF – sum annars hevur frí hesaferð - tikið eina kanska avgerandi leiðslu, men enn kunnu tær snáva, og so ræður um hjá næstu liðunum at vera til reiðar. Hesi eru í løtuni Stjørnan og Kyndil. Kyndil fer iva- leyst at missa eitt fet í so máta sunnudagin, og so er tað upp til Neistan at gera av, um hetta eisini skal henda fyri Stjørnuna. Hendir tað, so er Neistin eftir eitt mest sum mis- eydnað kappingarár aftur við í spælinum um heiðurs- merki. Ikki minst tí tær eisini hava dystir móti bæði StÍF og Kyndli eftir. Seinasti dysturin verður í Vestmanna, har VÍF tekur ímóti Tjaldri. Tað er lítið at ivast í, at vónbrotið í Vest- manna er stórt, nú tað er greitt, at tað ikki verður nøkur endurtøka av meist- araheitinum, men hinvegin eiga tær at kunna sveiggja seg somikið upp, at tað verður til sigur á Tjaldrin- um, sum í løtuni bert bíðar eftir, hvussu næst besta deildini háttar sær. Eitt spæl, sum fer at gera av, hvørt liðið við møguligum upp- og niðurflytingardysti kortini kann varðveita sess- in í deildini. Máltindarnir Kvinnur Daiva Tuomaite VB 161 (43) Asta Petrauskiene StÍF 159 (41) Danijela Ercevic Stjørnan 144 (39) Simona Dziugyte Neistin 137 (44) Sóley Mikkelsen VÍF 132 (42) Reda Kurkauskiene VB 131 (18) Lotte Sørensen Kyndil 130 (64) Milica Ergic Tjaldur 118 (24) Lenka Ribaric Tjaldur 107 (30) Natasja Stamenkovic Stjørnan 104 (6) Alina Olaru StÍF 101 (8) Nicoleta Radu VÍF 84 (1) Jacklin Durhuus VÍF 84 (7) Ileana Manolescu Kyndil 78 (13) Laila Jespersen VB 62 Menn Dragisa Stojovic Tjaldur 183 (17) Damir Oros KÍF 162 (34) Sveinur Justinussen StÍF 137 (20) Halgir D. Olesen H71 135 (5) Áki Olsen VÍF 127 (9) Morgan Knezevic Neistin 127 (26) Jacob Jónsson Kyndil 118 (7) Áki Mørk Neistin 112 (26) Ingi Olsen VÍF 109 (22) Finnur Hansson Kyndil 96 (13) Costin Dumitrescu StÍF 92 (22) John Zachariasen VÍF 91 Hans Áki Dal-Christiansen Kyndil 89 (27) Niels Viggo Niclassen H71 80 Petur Martin Poulsen KÍF 77 Bæði oddaliðini í mansdeildini skulu royna seg móti liðum, sum á pappírinum er veikari, men sum tó bæði kunnu arga, tá lagið er hitt rætta MANSHONDBÓLTUR Jákup Mørk Tvinnir dystir verða í bestu deildini í manshondbólti um vikuskiftið. Í báðum førum er annað av odda- liðunum, StÍF og VÍF, á útivølli móti liðum, sum á pappírinum mugu metast sum verandi veikari, men hinvegin er als ikki víst, at talan fyri tað verður um nakra lætta uppgávu. Kunnu arga Eitt skifti í endaspælinum gjørdu hoyvíkingar somik- ið nógv um seg, at liðið førkaði seg úr einum botn- sessi til at gerast nakað, sum líktist einum bronsu- biðli, men síðani tá er tó nakað av stígi komið í aftur, og tí er einki at ivast í, at strandingar eru stórfavo- rittar undan dystinum leyg- ardagin. Undir upptúrinum vóru strandingar einasta av oddaliðunum, sum hoyvík- ingar ikki megnaðu at basa, men tað var tó nær við. Bert eitt mál í evstu løtu í dystinum á Skála tryggjaði StÍF sigurin, og tí er als ikki óhugsandi, at hoyvíking- arnir kunnu arga hesaferð. Hinvegin fara strandingar helst at vara seg fyri nakað slag av undirmetan av mótstøðuni. Eftir tapið fyri Kyndli stendur fullkomu- liga greitt, at nú eru ikki ráð at missa meira. Bæði VÍF og Kyndil andað meira enn heitt í nakkan á StÍF, og tí er tað bert sigurin, sum telir. Tað er eisini útgangsstøði hjá VÍF, sum eisini fer á vitjan í Hoyvíkarhøllini sunnudagin. Og tað man í øllum førum vera víst, at VÍF so heldur ikki fer at undirmeta mótstøðuna, tá spælt verður í Hoyvíkar- høllini. Her hevur VÍF vitj- að tríggjar ferðir í ár, og bert tað einu ferðina – í grundspælinum móti H71 – hevur hetta borið úrtøku við sær. Hinar báðar ferð- irnar hevur talan verið um sannførandi sigrar til heimaliðið, og ivaleyst verður tað ein endurtøka av hesum, sum KÍF fer eftir. Hjá VÍF er tó eingin bøn. Eftir at teir taptu fyri Kyndli, tóktust teir annars vera úti av gullstríðnum, men sigurin hjá Kyndli broytti aftur støðuna, so- leiðis at teir nú aftur sjálvir eru harrar yvir egnari lagnu. Hetta krevur tó fýra sigrar á rað í seinastu dyst- unum, tí í øllum førum kunnu teir ikki spæla uppá, at StÍF fer at missa nakað sum helst. Hondbóltsstøður 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VB 8 7 - 1 - 0 521 422 99 24 2 VÍF 8 5 - 2 - 1 465 389 76 20 3 StÍF 8 4 - 1 - 3 476 489 -13 15 4 Stjørnan 8 2 - 1 - 5 429 431 -2 13 5 Kyndil 8 3 - 1 - 4 484 494 -10 13 6 Neistin 8 3 - 0 - 5 409 440 -31 11 7 Tjaldur 8 1 - 0 - 7 385 504 -119 3 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 8 5 - 0 - 3 626 530 96 19 2 StÍF 7 4 - 2 - 1 541 475 66 19 3 Neistin 9 4 - 1 - 4 598 565 33 18 4 Kyndil 8 5 - 2 - 1 548 530 18 18 5 KÍF 8 2 - 2 - 4 537 557 -20 11 6 H71 8 4 - 0 - 4 517 585 -68 11 7 Tjaldur 8 0 - 1 - 7 498 623 -125 4 Nú telur av álvara niður Argandi útidystir Vestmenningar taptu greitt, tá teir í grundspælinum vitjaðu KÍF. Tað eru ráðini ikki til hesaferð, um meistararnir framvegis skulu halda fast í strandingum Sjálvt mest svartskygdu vágbingarnir mugu nú ásanna, at tað bert er ein spurningur um tíð, áðrenn FM-heitið er veruleiki, og sunnudagin kunnu kvinnurnar koma enn eitt stig á leiðini, tá Kyndil kemur á vitjan 21 Vikuskiftið 29. og 30. mars skipar Eide Rowing Club í Het- landi fyri innandura rógvikapping. Fleiri av limunum í felag- num vóru í Føroyum í fjør, og tey ynskja, at síggja fleiri føroy- ingar til kappingina CONCEPT 2 Solby A. Eliasen Kappingin í Hetlandi verð- ur skipað á sama hátt sum flestu tílíkar kappingar, men tað høvdu bert einir 12 luttakarar teknað seg til, tá Sosialurin tosaði við Ian Davidge úr Hetlandi. So hann segði, at tað helst ikki fara at verða nakrir bólkar at rógva í. – Raðfylgjan verður meira tilvildarlig, sigur Ian. Hann greiðir frá, at róð verður leygardag, og tá kappingin er av, verður skipað fyri einum hugna- kvøldi við døgurða, dansi og undirhaldi. Í Eide Rowing Club hava tey fýra rógvimaskinur av slagnum Concept 2, sum er tað merki, sum flest øll róðrarfeløg herheima hava útvegað sær at venja á, inntil tíð er at fara í bátar- nar. Og tann 29. mars skipa tey so fyri eini innandura- kapping. Fleiri av limunum í Eide Rowing Club vóru í Føroy- um í august mánaði í fjør, tá bátastevna var í Suðuroy. Tá luttóku tey í kapp- róðrunum, sum vóru tá. Og tá vóru vinarbond knýtt, og tey vilja hetlendingar fegnir varðveita, so tí heita tey á føroyingar, sum hava hug at royna seg í teirra kapping um eina viku um at koma við. – Tað verður frítt at gista og eta, so tey skulu einans gjalda ferðaseðilin, sigur Ian Davidge úr Hetlandi. Sosialurin hevur tosað við onkran av føroysku rógvarunum, sum hava ætlanir at fara niður at rógva. Og tey siga, at tey frættu um hesa kappingina frá vinfólkum, sum Ian Davidge hevur í Føroyum. – Vit hildu tað ljóðaði sera áhugavert, og tí hava vit hug at fara at royna okkum. Eisini kenna vit fleiri av rógvarunum hjá Eide Rowing Club frá tí tey vóru her, greiðir ein av rógvarunum frá. Sum skilst so eru tað einir fýra ella seks føroy- ingar, sum fara til Hetlands. Stevna í august Men hetlendingar rógva ikki bara á landi. Í august á ár skipa tey fyri róðrar- stevnu aftur. Og tá tey vóru í Føroyum bjóðaðu tey før- oyingum at koma niður í august í ár at rógva. Talan er tá um ein túr, sum kemur at vara einar átta dagar, har róð verður fleiri ferðir. Millum annað er ein teinum upp á sjey míl, sum skal rógvast. Tá kunnu allir bátar luttaka. Men tað verða eisini róðrar, har rógvarnir og bátarnir verða býtt upp, sum vit eru von við her í Føroyum. Ian Davidge sigur, at hann vónar, at tað koma nøkur tíggjumannafør, ser- liga, niður tá, tí Eide Row- ing Club eigur eitt gamalt føroyskt tíggjumannafar. og heldur hann, at tað hevði verið stuttligt at kunnað róð við tí móti føroyingum. Men hann leggur aftur at, at tað sjálvandi ber til at leiga ein bát har niðri, um tað ikki ber til at hava føroysku bátarnar við. – Men so verður tað ikki føroyskir bátar, sigur hann. Ian vónar at síggja nógv- ar føroyingar nú til innan- dura kappingina, men sanniliga eisini í august. – Free food and acco- madation, so just get on the boat!! sigur Ian at enda. Nr. 57 • leygardagur • 22. mars 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Mikukvølidð varð dyst- urin um upp- og niður- flyting ímillum tær báð- ar bestu kvinnudeildir- nar í flogbólti leiktur. Dysturin stóð ímillum KÍF og SÍ, og ein stór áskoðarafjøld gjørdist her vitni til ein sera spennandi dyst, har tað at enda eydnaðist KÍF at tryggja sær eitt ár afturat í bestu deildini. Fimm sett máttu til, áðrenn ein vinnari varð funnin. KÍF tók sær av fyrsta settinum við 25- 20, men tá SÍ vann sann- førandi 25-19 í næsta settinum stóð greitt, at her fór at gerast sera javnt. Tað bragdaði aftur hjá kollfirðingum, sum vunnu triðja settið 25- 18, men tá SÍ so svraði aftur við heili 25-16, noyddist javnbrótari til. Her vóru tær úr KÍF tær kaldaru, og við settúr- slitinum 15-11 tryggj- aðu tær sær rættin til enn eitt ár í bestu deildini. Hjá monnunum var samstundis dystur um seinasta plássið í næst bestu deildini. Her stóð dysturin millum SÍ og Fram, og vann SÍ hend- an dystin 3-1. Settúr- slitini vóru her 25-20, 18-25, 25-17 og 25-20. jm Føroyingar rógva í Hetlandi KÍF verður verðandi Hetlendingar bjóða áhugaðum føroyingum at verða hjartaliga vælkomnum niður til Hetlands at rógva á Concept 2 maskinum 29. mars C M Y K 20