leygardagur 22. mars 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 57 - 22. mars 2003
Síðani januar mánaða
hava flestu liðini av
álvara fyrireikað seg
til nýggja kappingar-
árið í fótbolti, og um
vikuskiftið fer bólt-
urin av álvara á rull
aftur
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Eftir nógva tunga kondi-
tiónsvenjing,
hópin
av
venjingardystum og fyri
nakrar eisini undankapp-
ingardystir til steypakapp-
ingina, verður nú av álvara
lagt til brots í kappingini
um Løgmanssteypið.
Fyrsta umfarið er sum
kunnugt talan um tríggjar
bólkar,
har
tey
bæði
fremstu liðini í hvørjum,
umframt teir báðir bestu
trý’ararnir koma víðari í
fjórðingsfinalurnar.
Og
hesa ferð er í øllum førum
líkt til, at í flestu bólkunum
verður talan um eitt sera
spennandi stríð um at
teljast millum liðini, sum
eisini verða við í pottinum,
tá tey seinastu átta skulu
spæla sínar dystir.
Nógvar skiftingar
Í bólki eitt er einki at ivast
í, at tað eru tey trý fyrstu
deildarliðini, B68, NSÍ og
FS Vágar, sum ætla sær at
stríðast um fremstu sessir-
nar, tó at tvøramenn iva-
leyst eisini fara at royna at
seta onkran kíla ímillum
hjá hesum. Nú feløgini enn
eiga til góðar at spæla
teljandi dystir, er ilt at taka
dagar ímillum, hvussu væl
tey eru fyri. Ikki minst tí
stórar útskiftingar hava
verið í fjør. NSÍ, sum í fjør
vann steypakappingina og
gjørdist nummar tvey í
landskappingini, hevur havt
munandi frágongd. Tað
sama hevur B68, sum í ár
tykist hava sett logan nakað
lægri, enn tey áður hava
gjørt. Hinvegin hava vága-
menn eitt lið, sum tykist
vera nakað nógv betri fyri,
enn tá teir seinast vóru í
deildini,
og
spennandi
verður at síggja, hvørjar
fyrstu ábendingarnar um
kappingarárið hjá teimum
fara at verða.
Nýggj andlit
Í næsta bólkinum er fesk-
asta andlitið uttan iva AB,
sum ongan tíð áður hevur
rokkið hesum stigi í bólka-
spælinum. Tó at fleiri av
leikarunum helst hava roynt
hetta í øðrum feløgum.
AB verður tó ikki einasta
nýggja andlitið. VB, KÍ og
EB/Streymur eru øll feløg,
sum seinnu árini hava lagt
stóra orku í ungdómsar-
beiðið, og hjá teimum trim-
um hava greiðar ábending-
ar verið um, at nøkur nýggj
fótbóltsnøvn eru um at
trína inn á føroyska pallin.
VB vann í fjør bæði
dreingja- og unglingadeild-
ina, og fara teir uttan iva at
nýta steypakappingina sum
eitt gott høvi at fáa nakrar
av
hesum
leikarunum
royndar á besta liðnum. KÍ
hevur altíð borið orð fyri at
hava ungar og evnaríkar
leikarar, og hartil verður í
so máta eisini spennandi at
síggja, hvussu Jan Joensen
fer at roynast í nýggja
venjaraleiklutinum.
EB/Streymur tykist í ár at
hava styrkt um hópin, bæði
í dygd og breidd, og saman
við teimum ungu leikarum,
sum í fjør nærkaðust einum
berandi leikluti á liðnum,
verður uttan iva spennandi
at vita, í hvønn mun teir
kunnu gera seg galdandi í
ár.
Kanónbólkurin
Soleiðis varð triði bólkurin
alt fyri eitt nevndur, tá
lutakastið til steypakapp-
ingina hevði verið. Við
verandi meistarunum úr
HB, grannunum úr B36,
sum eftir eitt ikki nøktandi
kappingarár veruliga hava
styrkt um hópin, og so GÍ,
sum ongantíð kunnu av-
skrivast. Og so eisini Skála,
sum við tilgongdini í ár als
ikki skulu undirmetast.
Fyri at taka Skála fyrst,
og tykist tað í øllum førum
á pappírinum greitt, at teir
ikki teljast millum liðini,
sum kunnu væntast at koma
víðari úr bólkinum. Hin-
vegin er lítið at ivast í, at
teir fara at gera sítt til at
gera av, hvør skal standa
ovast, tá bólkaspælið er
liðugt.
Tilgongdin
av
nýggjum leikarum tykist í
øllum førum sterk á pappír-
inum, og hóast tað tekur tíð
at fáa nýggjar leikarar
spældar inn, tykist dygdin í
hesum at borga fyri, at
Skála á ongan hátt verður
nakað slag av walkover hjá
hinum liðunum.
Sum verandi meistarar,
og liðið við suverent sterk-
astu steypatraditiónunum í
landinum er einki at ivast í,
at HB ætlar sær víðari úr
bólkinum. Størsti trupul-
leikin hjá liðnum tykist
undan kappingini at vera
verjuparturin,
har
frá-
gongdin av sterkum leikar-
um hevur verið stór í vetur.
Hinvegin hevur liðið eisini
havt tilgongd, og evnaríkir
ungir leikarar tykjast heldur
ikki vera nøkur mangul-
vøra.
Grannarnir úr B36 vunnu
alt fyri tveimum árum síð-
ani, men í fjør gekst minni
væl. Helst sum ein ásannan
av hesum hevur leiðslan tí
gjørt sítt til at styrkja um
liðið. Leikarra í landsliðs-
flokki eru knýttir at felag-
num í vetur, og fyri við-
haldsfólkini vil alt annað
enn víðari luttøka í steypa-
kappingini vera eitt stórt
vónbrot.
Og so eru tað gøtumenn.
Hóast liðið ikki longur
hevur somu einkarstøðu,
sum í gylta tíðarskeiðnum í
90’unum, so teljast gøtu-
menn altíð millum teir
drúgvastu, og luttøka á
hvørjum ári í europeiskum
høpi undirstrikar eisini
hesa sannroynd. Eitt ættar-
liðsskifti tykist í løtuni vera
ávegis í Gøtu, har tað uttan
iva kom illa við, at Sámal
Joensen ikki longur er við.
Men hinvegin, so hevur GÍ
aloftast verið nakað heilt
fyri seg.
Dystir um vikuskiftið
Hondbóltur
Kvinnur
23.03
14.30
Neistin-Stjørnan
23.03
15.00
VB-Kyndil
23.03
14.30
VÍF-Tjaldur
Menn
22.03
16.00
H71-StÍF
23.03
16.00
KÍF-VÍF
Fótbóltur
Kappingin um Løgmanssteypið
Bólkur 1
22.03
TB-B68
Birgir Sondum
22.03
NSÍ-FSV
Páll Augustinussen
Bólkur 2
22.03
AB-VB
Suni Johansen
22.03
KÍ-EB/S
Oddmar Andreasen
Bólkur 3
22.03
GÍ-B36
Lassin Isaksen
23.03
HB-Skála
Dagfinn Olsen
Fótbóltsleikarin
sum fyrr í ár skifti
til Skála, fer nú
aftur til NSÌ
FÓTBÓLTUR
sportal.fo
NSÍ var eitt av feløgun-
um, sum misti nógv fólk
eftir kappingarárið í fjør.
Ein av leikarunum sum
fann sær nýtt felag, var
Sonni L. Petersen.
Sonni býr á Strondum
og tí avgjørdi hann eftir
seinasta kappingarár at
spæla við Skála.
Men nú fer Sonni L.
Petersen so aftur til NSÍ.
Eftir frágongdina síðsta
heyst hevur NSÍ brúk fyri
áleyparum, og tí kemur
tað uttan iva væl við, at
Sonni nú fer aftur til
barndómsfelagið.
Eftir
ætlan
skuldi
Sonni venja við NSÍ
Mikukvøldið, og verður
hann helst eisini partur
av hópinum, sum leygar-
dagin skal takast við FS
Vágar.
Sonni L. Petersen
aftur til NSÍ
Sonni L. Petersen ætlaði sær upprunaliga at spæla við
Skála í ár, men hevur nú broytt støðu, og verður ístaðin
framhaldandi partur av liðnum hjá NSÍ
Nú rullar aftur
Runavíkingar gjørdust í fjør steypavinnarar, men eins og hjá flestu av hinum liðunum, so hava runavíkingar havt nakrar
skiftingar í leikarahópinum, so undan bólkaspælinum tykist tað sera opið, hvussu liðini fara at standa
C
M
Y
K
22
Nr. 57 • leygardagur • 22. mars 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Frástøðan er neyðug
Kann man ummæla ummælaran?
Kim Simonsen hugleiðir um at ummæla
bókmentir og list í Føroyum.
Lesið síðu 6 & 7
BØRN OG SPÆL
Orð: Rúna Sivertsen
Myndir: Jens K. Vang
Fyri smáum trimum árum síðani
flutti tíggju ára gamla Katrin
saman við foreldrunum og
beiggja sínum, Jóhannes, úr stór-
býnum, Odense, út á Oyrar á
Borðoynni at búgva. Húsini hjá
teimum standa undir vegnum,
tætt við fjøruna við útsýni heim
móti Klaksvíkini. Hon stórtrívist
og sigur, at har eru nógv børn at
spæla við og altíð okkurt at gera.
Í góðveðrinum mikudagin
vóru vit við myndatólinum úti á
Norðoyri og vitjaðu Katrin og
vinkonur hennara, Katrin og
Honnu.
Katrin er dóttir Jancy Biskop-
stø og Petur Klein. Tá tey í
august 2000 fluttu heimaftur til
Føroya eftir lokna útbúgving,
keyptu tey hús á Norðoyri. Og
tað hava tey ikki angrað.
Nógv betur í Føroyum
Húsini standa mitt í Guds fríu
náttúru, tætt við fjøru, sjógv og
haga. Útsýnið er gott, hvar enn
tú hyggur. At hyggja út gjøgnum
køksvindeyga, er sum at líta at
einum málningi. Har síggjast
smá úthús úr gróti og træi, og í
baksýninum liggur Klaksvíkin
goymd millum fjøllini.
Hanna og Katrin búgva í
Klaksvík, men teimum dáma
ógvuliga væl at fara út á Oyrar at
spæla við Katrin.
- Mær dámar nógv betur í
Føroyum enn í Danmark. Her
eru so nógv børn at spæla við,
og her er altíð okkurt at gera,
sigur Katrin.
Hon sigur, at í Danmark mátti
altíð onkur vaksin vera við teim-
um, sjálvt um tey bara fóru á
spæliplássið beint uttanfyri. Tað
helt Katrin vera nokkso keðiligt
við hvørt.
Broytingin er sjálvsagt stór hjá
einum barni, sum flytir heim úr
einum býi sum Odense, ið telur
um 300.000 fólk, heim á Norð-
oyrar, har 70-80 fólk búgva.
Her tosa øll um Gud
Katrin er ein sera skilagóð genta,
og hon dugir væl at seta orða á
sínar hugsanir. Sjálvt um hon
bara var 7 ára gomul, tá hon
flutti heim, kendist umskiftið
sum ein verulig broyting hjá
henni. Ein dagin, tá tey vóru
ávegis í bilinum, og útvarpið var
frá, segði hon við mammu sína,
at í Føroyum hoyra vit allastaðni
um Gud.
Katrin ynskti sær so hjartaliga
kaninir og ein dagin, hon var á
bókasavninum við skúlaflokkin-
um, lænti hon sær bøkur um
kaninir. Har stóð alt, sum er vert
at vita, ætlar tú tær at fáa tær
hetta fitta dýrið.
- Mamma segði, at eg kundi
bara fáa kaninir, um eg tók mær
væl av teimum, og tað havi eg so
gjørt, sigur Katrin.
Og tað er ikki nógv, ið Katrin
ikki veit um hesi djórini, sum
hon so væl tekur sær av. Í bil-
portrinum stendur ein kanin-
kassi, sum abbi hennara hevur
gjørt eftir uppskrift úr bókini,
sum hon lænti á bókasavninum.
Í kassanum býr kaninfamiljan,
men pápin, Ninus, er stungin av,
og eingin veit við vissu at siga,
hvar hann reikar. Helst er hann
vorðin fornermaður, tí hann
slapp ikki at verða í kassanum, tá
ungarnir vóru smáir og uttan
skinn, tí annars hevði hann etið
teir.
Katrin sigur, at kaninir kunnu
longu fáa ungar saman, tá tær
eru bara 5 mánaðar gamlar.
Á Norðoyri er gott at búgva
Í bilportrinum hjá Katrin og teimum stendur ein kassi, sum abbi hennara
hevur smíðjað eftir uppskrift úr eini bók, sum Katrin lænti á bókasavninum.
Har býr kaninparið, Pjuska og Ninus, og tey eiga 4 fittar og mjúkar kaninungar
Katrin er so góð við kaninir sínar, sum nú hava fingið ungar. Tá hon og mamma hennara gjørdu av, at hon skuldi fáa kaninir, lovaði hon at passa dýrini væl, og tað
lyftið hevur hon eisini hildið
Framhald á síðu 2
23