Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-22, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. mars 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Katrin sigur, at kaninir mugu ikki búgva inni, tí har er alt ov heitt fyri tær, og so koma tær heldur ikki at klára seg í kuldan- um, sleppa tær leysar. Og tað kemur meiri enn so fyri við hvørt. Pjuska er so forherðað, at hon jaglar hegnið, til hol kemur á - og sleppur sær til rýmingar... Kanska leingist Pjusku aftur til Danmarkar, haðani hon kom við fiskiskipið - hvør veit? Børnini á Norðoyri eru ongan- tíð "arbeiðsleys". Tey búgva mitt í náttúruni, millum fjall og fjøru og nærum øllum, sum henni hoyrir til. Millum húsini gonur seyðurin, sum er so spakur, at hann kemur rennandi til børnini, so skjótt tey nærkast. Men tá seyðurin sær, at hann einki etandi fær frá gentunum, missir hann skjótt áhugan og vendir sær burtur aftur. Spennandi heimur Fjøran er kanska mest spennandi spæliplássið hjá børnunum. Har er bæði eitt og annað at finna. Einastaðni hava tey funnið eina smala djúpa holu millum stóra fjørugrótið. Har inn fara børnini við hvørt, og tey djarvastu klintra upp eftir steinunum fyri at koma uppaftur í erva. - Við bryggjuna hava vit ein krabbahyl, har vit goyma krabb- ar, fliður og gággur. Eisini hava vit hvalspýggju og igulker har, greiðir Katrin okkum frá. At renna stein av steini úti á Oyri og fanga krabbar, hoppidýr, tarabrosmur og ulkufyl í slýggjutu hyljunum í fjøruni, kann ikki samanberast við býarumhvørvið í Odense. Angin av søltum sjógvi, fjøru og tara saman við tí frísku og vøkru náttúruni, sum er úti á Oyri, er ein heilt onnur og fyri børnini meira spennandi verð Tey verða ongantíð liðug at kanna alt, sum har er, tí hvør dagur í fjøruni er ein nýggjur dagur. Tú kemur ikki buksuvátur, vátur um beinini ella slýggjutur um afturpartin heim úr stórbý- num, ti tú gleið í ein hyl, og úti á trappuni standa neyvan spannir við livandi gággum, kombikkum ella igulkerum, sum børnini hava hentað í fjøruhyljunum. Tey, sum ikki liva uppat fjøruni ella bryggjuni, síggja kanska ein vanda í, at børnini kunnu verða áhaldsin og detta á sjógvin. Men vandar lúra alla- staðni, ikki minst í tí stóru ferðsluni úti á vegunum. Børnini laga seg skjótt til tær umstøður, tey virka í og vita, hvat tey kunnu, og hvat tey ikki kunnu. Í fyrstuni, eftir at Katrin var kom- in til Føroyar at búgva, dugdi hon als ikki at ganga í fjøruni, men nú rennur hon lætt avstað og dettur ikki eina einastu ferð. Gott samanhald - Tað er gott samanhald millum børnini, sigur Katrin. - Vit avtala næstan altíð, nær vit skulu spæla, og um kvøldið fara vit runt í húsini at banka uppá og biðja øll børnini koma út. Ofta fara vit yvir á vendi- plássið at spæla krógva-blunda, politi-banditt ella heksin kemur, sigur hon. Á Norðoyri búgva um 30 børn. Tey, sum ganga í skúla, mugu koyrast við skúlabussi, tí bygdin liggur 10 km. frá Klaks- víkini. Hinar báðar genturnar, sum eru komnar út at spæla við hana henda dagin, eru nú farnar til hús. Tá vit veitra farvæl til Katrin, hevur hon sett seg niðan í bøin, beint við vegjaðaran við einum av lítlu kaninungum sínum. 2 Sosialurin Nr. 57 - 22. mars 2003 So vendi eg skjótt nøsini aftur til flatlandið aftaná 5 mánaðir í Føroyum. Tað er við blandaðum kenslum, eg fari higani, tí Før- oyar eru og fara altíð at vera staðið, har eg kenni meg mest heima. Fólkið í Føroyum er eitt so deiligt fólk. Tú hittir ikki fittari nakrastaðni, haldi eg, men kanska haldi eg tað bara, tí vit hava tað til felags, at vit eru føroyingar, og vit tosa føroyskt - og tí skilja hvønnannan betri, enn um eg tosaði annað mál, enn føroyingar tosaðu. Sum føroy- ingur skilji eg alt, sum aðrir før- oyingar siga beinanvegin - eisini tað, ið verður sagt millum regl- urnar. Ikki minst skemtingar- lagið. Og tað kenst alt so trygt og heimligt. Og tó leingist eg eisini burtur. Út í stóru verð. Undarligt... Tá eg eri niðri, leingist eg heim til Føroya, og tá eg eri heima, leing- ist eg niður - tó sjáldan líka nógv sum upp til Føroya, men kort- ini... Heima siga fólk onkuntíð við meg, at eg eri blivin „so donsk", hvat tað so enn merkir. Eg havi búð niðri í 20 ár. Tað má hava sína ávirkan, um ein vil tað ella ei. Men niðri eri eg kortini ikki nóg donsk til at vera kallað dani. Har síggja tey meg sum útlending. Eg kann ikki rýma frá einum veti av føroyskari úttalu í tí danska. Tað hvørvur ongantíð. So ongastaðni hoyri eg ordiliga heima - og hvat eri eg so? Mær dámar øgiliga væl í Føroyum. Eg vildi fegin búð í Føroyum, hóast her er so ríkiligt av bæði regni og vindi. Her er gott at vera kortini, tí tað menn- iskjansliga í fólkinum heldur teg heita, men tað merkir ikki, at mær so ikki skal dáma at vera aðrastaðni eisini. Føroyar eru best - fyri okkum føroyingar, men aðrastaðni kann eisini vera gott at vera. Tað er ongantíð nakað, sum er fullkomið, hvørki niðri ella í Føroyum, verri enn so. Í Føroyum grenja fólk ofta dúgliga um hetta og hatta - veðr- ið, politikkarnar, føroyingar sum heild, at teir eru býttir, tí teir duga ikki - ja, hetta og hatta, sum sagt. Men Hann náði teg, um tú kemur uttanífrá og sigur okkurt, sum ikki er til fyrimuns fyri Føroyar og føroyingar. Tað er øgiligt, hvussu eym nógv fólk ofta eru, tá ein fer at samanlíkna viðurskifti í Føroyum og niðri t.d. Bara tað at ditta sær til at siga okkurt gott um Danmark, kunnu summi fata sum eina óbeinleiðis atfinning móti Føroyum, hóast eg ikki sjálv havi hugsað tankan at siga nakað keðiligt um Føroyar ella føroy- ingar. Um eg t.d. sigi, at tað er ólukksáligt, sum veðrið ofta er keðiligt í Føroyum, so havi eg fleiri ferðir upplivað, at næstan áðrenn setningurin er hálvliðug- ur, verði eg brotin av: "Jamen, tað er líka ringt niðri - í hvussu er um veturin! Ja, tað er so nógv kaldari niðri um veturin!" Tað kann tað saktans vera nakað um, men tað ger ikki mína ónøgd minni við vindin og regnið her... Veðrið í Føroyum hevur sína sjarmu, ájú, men summi pá- standa, at veðrið í Føroyum er so nógv betri sum heild enn aðra- staðni. Tað má ein siga, er ein sannleiki við modifikatiónum! Eg veit væl, at tá veðrið so innímillum gerst so einastand- andi gott, sum tað til dømis var seinasta sunnudag, ja, so kann tað ikki vera betri at vera nakra aðrastaðni enn í Føroyum, men hví skal ein altíð nevna tað í sama andadrátti fyri at gera aðrar føroyingar róligar? Eg upplivdi eina eitt sindur absurda støðu nú ein dagin. Eg koyrdi í bili og nógv ferðsla var. Vit stóðu og bíðaðu við ein T- kross fyri at sleppa út á ein størri veg, og einki barst fyri, at vit fóru at sleppa út við bræði. So sigur síðumaðurin, at tað var øgiligt sum ferðslan var blivin nógv í Havn. Eg kundi ikki bara mær at siga, at hetta tó var lítið av miklum í mun til tað, eg var von við, tá eg skuldi koyra til arbeiðis í Keypmannahavn, har ofta kilometur langar bíðirøðir eru á vegunum. Hetta var í roynd og veru at siga nakað fyrimunar- ligt um Havnina, men píkasjey um ikki síðumaðurin bleiv hálvgum firtin av, at eg segði so. „Ja, tit skulu altíð vera betri í Keypmannahavn! Sum um ikki Havnin eisini kann vera við í nøkrum!" Eg sat bara og gløddi býtt at honum, og avgjørdi við meg sjálva, at best mundi vera bara at halda mín munn... Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: turid@sosialurin.fo Blaðstjórn: Turið Kjølbro EG MEINI TAÐ Er meiri ferðsla í Havn enn í Keypmannahavn? Elin Heinesen skrivar: Framhald av forsíðuni Á Norðoyri nýtast børnini ikki at keða seg; har er altíð nóg mikið at gera, og børn eru nógv at spæla við. Katrin og Hanna stuttleika sær óført, meðan hin Katrin roynir at lokka ærnar til sín Niðri í fjøruni hava børnini funnið eitt helli millum steinarnar, sum er rættiliga høgt. Tey djarvastu børnini klúgva upp millum steinarnar og koma útaftur í erva Sosialurin Nr. 57 - 22. mars 2003 3 LIST Solby A. Eliasen Klaksvík: Ein avbera vakur dagur. Sólin skínur, men hon stendur framvegis lágt, tí enn er ikki so langt útliðið. Tað er tó lýtt í dag. Leiðin gongur niðan á Varda Verkstaðin á Brekku. Á veg niðan møtir ein nógvum konum við barnavognum. Og allastaðni sær ein smáar barna- flokkar - møguliga frá dagstovn- um í býnum. Innkomin á verkstaðin kemur leiðarin Jóna Olsen ímóti. Hon greiðir frá, hvat tey hava gjørt henda dagin, meðan vit ganga upp gjøgnum trappurnar upp til Símun. Í tí fyrsta rúminum, sum vit koma inn í, situr Ingibjørg. Hon hevur eisini sent tekningar niður hesuferð, men hon fer ikki sjálv. Símun situr við eitt borð inni í tí næsta rúminum. Rundanum hann liggja trælitblýantar og ein blokkur við pappírum. Mitt á pappírinum hevur Símun teknað nakrar snórabeinar linjur. Á borðinum liggur eisini ein blýantspískari, sum sær út til at hava verið nógv nýttur. Símun er í góðum lag og greiðir blídliga og tolin frá øllum, sum er uppi á myndunum, sum hann hevur teknað. Fleiri av teimum hanga á veggunum. Tað er sera týðuligt, at Símuni dámar best at tekna bátar og hús. Tað, sum ein eisini býtur merki í er, at lyktapelar eru á so gott sum hvørjari mynd. - Mær dámar væl at tekna lyktapelar, sigur Símun sum hevur autismu sum brek. Hann hevur teknað nógvar, nógvar tekningar. Í ár hevur hann sent einar 10 ella 15 tekningar niður til Randers. Sum sagt so hevur hann áður sýnt fram á hesi framsýningini í Danmark. Og hann hevur selt alt, sum hann hevur sent. Eisini hava tey gjørt plakatir og postkort burtur úr hansara tekningum. Og aftur í ár hava tey longu ringt upp og biðið um loyvi til at gera tað sama í ár. Men tað er ikki bert á out- siderframsýningum, at Símun sýnir fram síni listarligu avrik. Hann hevur tvær ferðir verið við á várframsýningini hjá Lista- skálanum og einaferð á Ólavs- søkuframsýningini. Og til hesar báðar framsýningarnar situr ein nevnd og ger av, hvør sleppur at hava málningar ella tekningar við. So tað er ikki ein og hvør, sum kann sýna fram tá. - Eg máli mest hús og bátar, tí mær dámar tað væl. Serliga sjógvin, sigur Símun, meðan hann tekur eina farvu í hondina og vísir, hvussu hann teknar. Allar linjurnar, sum Símun teknar eru sera beinar, so ein kann taka fyri givið, at hann nýtir linealina nógv. Men tað ger hann ikki. Á borðinum er ongin lineal at síggja, og hann sær heldur ikki út til at hava tørv á einari. - Eg havi ongantíð nýtt lineal, sigur Símun, meðan hann teknar eina snórabeina linju fyri og aðra eftir niður á pappírið. Hóast tekningin ikki er nær við at verða liðug, so er lítil ivi um, at Símun er í ferð við at tekna eini hús. Og uttan iva verða bæði likkur og lyktapelar á myndini, tá hon er liðug. Lagið sást aftur Símun nýtir sterkar og vakrar litir, tá hann teknar, men hann greiðir samstundis frá, at litirnir avmynda lagið á honum. Er lagið ikki so gott, so sást tað aftur í hansara tekningum. Símun kann hugtaka ein og hvønn við sínum tekningum, tað er púra vist. Tí hóast tær líkjast barnatekningum, so vekja tær eitt hvørt í einum. Júst hvat tað er, er ilt at siga, men tær fanga so avgjørt. Símun hevur altíð teknað nógv. Hann byrjaði á Varda Verkstað- num, tá hesin lat upp á sinni, og hann hevur verið har síðani. Tó so er hann onkuntíð burturfrá, tá hann arbeiðir í Sjóklædnavirkin- um. - Símun gongur í millum hjá okkum og teimum, sigur Jóna. Um jólini plagar verkstaðurin at hava jólasølu, og tá ganga myndirnar hjá Símuni sum heitt breyð. Tey eru mong, sum ynskja at ogna sær eina tekning frá honum. Tær eru tá settar í fittar rammur og rigga avbera væl. Símun hevur tó ikki bara málað við litblýantum. Hann hevur eisini roynt at tekna við teldu. Tað dámdi honum sera væl, serliga vóru tað litirnir, sum honum dámdi. - Tað var virkuliga stuttligt. Men mær dámar nú betur at tekna við hond kortini, sigur Símun. Samrøðan er nú liðug og á veg út aftur ganga vit framvið fleiri av myndunum hjá Símuni. Tær hanga á veggunum, og á hvørjari einstakari av teimum stendur navnið hjá honum skrivað. Á veg niður gjøgnum trappurnar greiðir Jóna frá, at í sambandi við, at 2003 er ár teirra brekaðu er ein bólkur settur til at skipa fyri ymiskum. Har ímillum verður ein plakat gjørd, og tað verður við eini tekning hjá Símuni sum motiv. Vit takka fyri okkum og fara út aftur í góðveðrið. Símun teknar av lív og sál Símun Poulsen hevur teknað eitt ótal av tekningum. Av framsýningum, sum hann hevur verið við umframt hesa í Randers, eru tvær várframsýningar hjá Listaskálanum og Ólavssøkuframsýningin Símun Poulsen, sum arbeiðir á Varda Verkstaðnum í Klaksvík er ein av tíggju føroyingum, sum í apríl skal niður til Randers til eina framsýning hjá Gaia museum for outsiderart. Hetta er triðju ferð, at Símun fer niður, og hann er sera spentur at fara Hetta er ein av tekningunum hjá Símuni. Hon hevur alt tað vanliga. Men tann brotni lyktapelin brýtur kanska frá tí vanliga C M Y K 25 24