Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. mars 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Sosialurin Nr. 57 - 22. mars 2003 SANGARI Eyðun Klakstein Sangarin í bólkinum Mind's Eye hevur verið ein av profilunum í Prix Føroyar kappingini í ár. 20 ára gamli klaksvíkingurin hevur sungið, brølað og hoppað seg fram í fremstu røð, og Eyðun Mortensen hevur ongar ætlanir um at gevast á hondum nú. Men Eyðun hevði langan veg fram at mikrofonini í Mind's Eye, og hann var so smæðin, at alt var um reppið at detta niðurfyri. Karrieran sum sangari byrjaði á einum indremissiónskum háskúla í Danmark fyri stívliga fýra árum síðani. Á einum av ungdómsmøtunum har kom Eyðun at standa undir liðini á sanglæraranum á skúlanum, og aftaná møtið fekk Eyðun ikki frið fyri honum. – Hann bleiv við at siga, at eg sang so væl, at eg skuldi koma við í kórið hjá honum. Eg helt, at hann gjørdi gjøldur burturúr mær, og eg helt, at hann var ólukksáliga illavorðin at gera tað. Tað gekk eitt sindur av tíð, áðrenn tað gekk upp fyri mær, at hann meinti tað, sum hann segði, greiðir Eyðun frá við einum speiskum smíli. Endin var, at Eyðun fór við í kórið, og á seinasta skúladegi skulu hann syngja ein andaligan rocksang á eini konsert. – Tá eg fór av skúlanum, lov- aði eg sanglæranum, at eg skuldi gera meira við tað, men tað gjørdist ikki beinanvegin. Smæðin og bangin Fyri sløkum tveimum árum síð- ani kom tað fyrstu ferð upp á tal, at Eyðun Mortensen skuldi fara upp í bólkin hjá vinmonnunum hjá sær. Teir høvdu spælt saman í fleiri ár, men høvdu ongan sangara. – Eg var ótrúliga smæðin, og tað gekk lang tíð, áðrenn eg tordi at bjóða meg fram. Eg var bang- in fyri, at teir ikki fóru at dáma meg sum sangara, og eg stúrdi fyri at fáa negativan kritikk. Eg haldi heldur ikki, at teir tóku meg í álvara, sigur Eyðun. Fyrsta royndin sum sangari kiksaði, og tað skuldi ganga eitt ár, áðrenn tað kom upp á tal aftur. – Eg tordi heilt einfalt ikki at syngja, soleiðis sum eg kundi, og so gekk tað bara ikki. Teir hildu meg als ikki duga at syngja. Men farna summar fekk Eyð- un ein møguleika afturat í bólk- inum, og nú var hann farin at gera meira um seg. Tá ið Mind's Eye fór á pallin í Fuglafirði fyrst í februar mánaði, var tað fyrstu ferð síðani kon- sertina á háskúlanum í Danmark, at Eyðun stóð á einum palli og skuldi syngja, men hesaferð hevði hann ongar trupulleikar við at tora. – Tað var ein undarlig kensla at koma á pallin í Fuglafirði, tí eg kendi meg so væl. Fólk tóku sera væl ímóti okkum, og eg hugsaði, at »her vil eg vera«, greiðir hann frá. Og fyrsta framførslan hjá Eyð- uni og hinum í bólkinum gjørdist eitt brak, sum púra óvæntað sendi teir víðari í kappingini. Nógv venjing liggur aftanfyri Leygarkvøldið var Mind's Eye við í hálvfinaluni í Prix Føroyum og hóast teir ikki vunnu sær sess í finaluna, megnaðu teir enn einaferð at gera vart við seg. Teir spælan harðan og ágang- andi rocktónleik, og Eyðun er tann orkufulli og lívligi sangarin, sum ikki bara syngur, men eisini brølar – growlar, tey kalla. – Eg havi vant nógv og leingi fyri at klára at brøla. Mær dámar væl hendan mátan at syngja, og tað er sera avbjóðandi fyri meg. Eg eri sum ein kapprennari. Eg má venja allatíðina og vera í toppformi fyri at klára at syngja soleiðis, sigur Eyðun. – Eg havi vant nógv heima saman við tí tónleikinum, sum eg vanliga lurti eftir. Í fyrstu fekk eg høvuðpínu av at brøla, men tað fái eg ikki longur. Brølini hoyra til hetta slagið av tónleiki, og tey falla inn í eina heild við tungum gittarljóði, framligum stevi og nógvum skiftum millum still og vill petti. – Eg vil, at fólk flippa út til tónleikin hjá okkum, heldur enn at sita still og halda, at tað er ordiliga gott. Gera nógv við tað Eyðun Mortensen og hinir vóru vónbrotnir av, at teir ikki komu í finaluna í Prix Føroyum, men teir eru bidnir um at spæla á eini konsert dagin fyri Prix-finaluna, tá ið útlendsku tónleikagestirnir fáa møguleikan at hoyra nakrar evnaríkar bólkar, sum ikki eru við í finaluni. – Eg hevði vónað, at vit komu í finaluna, so vit kundu vísa okk- um fram, tá ið so nógvir útlend- ingar koma at lurta. At vit hóast alt sleppa at spæla fyri teimum, ger støðuna munandi betur, sigur Eyðun. Hann hevur merkt stóran áhuga fyri sær og bólkinum, síðani teir tóku øll á bóli í Prixnum. – Ja, tað er stórur munur á, hvussu áhugin fyri okkum er nú og áðrenn Prixið. Nú steðga fólk mær, sum eg als ikki kenni, fyri at tosa um tónleik. Tað er stutt- ligt og hugaligt at uppliva, sigur Eyðun. Nú fara hann og hinir tónleik- ararnir í bólkinum at skriva fleiri sangir, og teir ætla sær út at spæla fyri fólki næstu vikurnar. Teir vóna, at ein fløguútgáva hómast onkrastaðni har frammi í tíðini. Og so vóna teir eisini, at onkur av útlendsku Prix-gestunum fáa eyga og oyra á teir. Eitt brøl úr Klaksvík Hann vildi so fegin vera sangari, men var ov smæðin at bjóða seg fram. Tá hann so umsíðir fekk møguleikan, tordi hann so illa at syngja, at tað riggaði als ikki. Nú er Eyðun Mortensen lopin út sum oddamaður í nógv umrødda bólkinum Mind´s Eye Eyðun Mortensen syngur og brølar í bólkinum Mind´s Eye, sum er eitt heitt navn í føroyskum tónleiki í løtuni. Hann hevur vant nógv og leingi fyri at kunna brøla soleiðis, sum hann ger Mynd: Eyðun Klakstein UMMÆLI Bergljót av Skarði Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið nógvar svenskar ung- dómsbøkur út, t.d. bøkurnar hjá Mats Wahl og Anniku Thor. Nú hava tey valt ein nýggjan svensk- an høvund, hon eitur Sara Kade- fors, er 36 ár og væl umtókt í Svøríki. Bókin eitur SANDOR/ IDA og tað er Hjalmar P. Petersen, sum hevur týtt. Ofta verða barna- og ung- dómsbøkur flokkaðar sum ávika- víst gentu- ella dreingjabøkur. SANDOR/IDA er bæði gentu- og dreingjabók, hon er um dreingin Sandor og gentuna Idu, sum hittast á internetinum. Søgan er - eins og bókarheitið - bygd sum tvær javnfjarar frásagnir, hvør við sínum høvuðspersóni, um- hvørvi og trupulleikum. Paralell- byggingin ger bókina lætta at lesa, tú fært fylgt við báðum høvuðspersónunum í senn, og høvundurin vísir á, hvar støðan hjá báðum líkist, og hvar hon er ólík. Evnið í bókini er ungdómslív og ungdómstrupulleikar við denti á trupulleikar, tí tað eru ikki smávegis mótgangur, tey møta. Drekkarí millum ung verður gjølla lýst í bókini, og onkur hevur eina mammu, sum liggur í seingini meginpartin av tíðini, tí hon hevur sálarligar trupulleikar. Bókin er ikki moraliserandi, men vísir, at brennivín kann vera eitt sera vánaligt val, tá ið tú skalt velja lívsstíl. Bókin vísir á, at tey ungu mugu velja ella lata vera at velja sítt egna lív. Eksistensialistisk tvístøða kemur fleiri ferðir fyri, skal ein gera, sum mamman vil, ella sum ein sjálvur vil? So verður mamman ólukkulig, og tað er ikki lætt at liva við. Ella um tú ert sam- kyndur ... tað krevur dirvi, at velja tann lívsformin í dagsins samfelag, at siga sannleikan, ja sannleikin er eisini nakað luftigur, serliga, tá ið tú ert á internetinum, og eingin sær teg, og eingin veit, hvør tú ert, ella at mamma tín er alkoholikari, ja tað er lættari at lúgva, fyri øðrum og tær sjálvari. Allir hesir trupul- leikar eru í Føroyum eisini, summir av teimum burturkrógv- aðir, summir heilt ónevniligir. Vit vaksnu vita bara so ótrúliga lítið um tað lívið, sum gongur fyri seg millum tey ungu. Mær renn- ur í hug yrkingarnar "Í kvøld" og "Café" hjá Unn Patursson (báðar á fløguni Gloymska við grape), sum eru um henda náttarheim, sum kókar og livir, meðan tey "vanligu fólkini" sova. Tey ungu eru í hesi broytingartíð, sum í eini stórari sentrifugu ella turki- trumlu, saman við javnaldrum verða tey hurlað runt og runt. Hvussu hart er tað at vera ung? Kapping og bólkatrýst eru lykils- orð her, bæði hjá gentum og dreingjum. Hvussu ónd eru tey ungu við hvørt annað? Happing, útspilling og baktalan. Og hví eru tey so órein hvørt við annað? Bókin lýsir eitt sera rátt um- hvørvi, í grundini er sera lítið av gleði og stuttleika í bókini. Jú okey, hon hevur happy end, men sera dapurt er tað mesta, sum Sandor og Ida gjøgnumliva hesa tíðina, vit eru saman við teimum. Hetta fekk meg at hugsa um, um bøkur til hálvvaksin skula vera sosialrealistiskar ræðusøgur, tær hjá Mats Wahl t.d. eru eisini í stóran mun um harðskap og happing. Tá ið børnini eru smá fáa tey stuttligar bøkur, sum Pippi og Emil bøkurnar og tær hjá Lund Kirkegaard, so tá ið tey verða 15-16 ár, so skal alt vera so syrgiligt. Eru ikki aðrar genrur á marknaðinum? Tíbetur eru eisini Harry Potter og Hobbin í boði, eisini stór børn tíma at lesa tær bøkurnar. Bókin SANDOR/IDA er sera nútíðarlig bæði í evnisvali og málburði. Internetið er við sum ein av leikarunum. Frá telduni fært tú troyst og hjá henni fært tú útrás fyri kenslunum. Bókin eigur at vera sera væl hóskandi til framhaldsdeildina og 1. studentaskúlaflokk. Um ein vil hava fleiri tekstir til temaarbeiði, kundu omanfyrinevndu yrkingar verið nýttar. Svenski filmurin "Fucking Åmål" hevði eisini hóskað væl til. Týðingin Mær dámar væl týðingina. Málið er ungdómsmál, passaliga kryddað við illbønum og enskum orðum, t.d. "anoreksiungi" og "tosa bullshit". Í onkrum føri er svenskt varðveitt og gevur lítla meining, t.d. "í køliskápinum er Lætt og lagom", lagom merkir passaligt og hetta er ivaleyst okkurt smørkent, men tað haldi eg skilst ikki. Talumál er sloppið upp í part í nógvum førum, spurningurin er so tann vanligi: nær er tað málspilla, og nær er tað natúrligt mál? Ein vaksin spyr t.d. við borðið, "skalt tú hava eitt breyð afturat", hetta, haldi eg, man vera sera sjáldsamt uttan kanska millum yngri børn, sum ikki kenna mun á einum heilum breyði og eini breyðflís ella einum breyðstykki, sum er vanligari. Sum lærari í føroyskum situr tú hvørja viku og rættar stílar og aðrar uppgávur, og tú roynir at læra næmingarnar at stava, vit hava mállæruna hjá Árna Dahl og Paulivari Andreassen sum lærubók. Summar stavivillur ganga aftur í hvørjum einasta stíli: nútíðarendingin ur/ir verður blandað, ý/í verða blandað, ð verður gloymt serliga í førum sum "átti at skrivað", munurin ímillum endingarnar ini/uni í kvennkynsorðum og sjálvandi tann torføra bendingin av nýta/njóta. Tað er hugstoytt at síggja nett somu villur í eini bók, sum er ætlað hesum børnum at lesa. Hvat skula tey halda? At tað er týdningarleyst? At tað man ikki vera so neyðugt, tá ið villurnar eru í eini bók, sum verður lisin í skúlanum? Stórt spell, at bókin er so illa rættlisin! Stundum fáa næmingarnir stílin aftur við tilvísing til tann listan við vanligum villum, sum stendur aftast í Mállæruni, og í hesum føri eru tilvísingarnar hesar: villa nr. 25, nr. 30, nr.23 Bókadeildin hevur eitt yvirlit yvir sínar bøkur á heimasíðuni www.bfl.fo, har sæst ein umrøða av hvørji bók. Sosialurin Nr. 57 - 22. mars 2003 5 Nútíðar ungdómsskaldssøga í kjattrúmi Tey hittast á internetinum. Sandor og Ida, sum eru høvuðspersónar í ungdómsskaldsøguni Sandor/Ida eftir Sara Kadefors, ið Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út. Hon er pen og væl umtókt. Hann kennir seg sum eitt einki. Hon býr í Stokkhólmi. Hann í einum býarparti uttanfyri Gøteborg. Hon er ofta í býnum saman við vinkonunum. Hann brúkar alla sína tíð at dansa ballett. Hon hatar sítt lív. Hann hatar sítt lív C M Y K 27 26