leygardagur 22. mars 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 57 - 22. mars 2003
HUGLEIÐING
Kim Simonsen
Fleiri hava skrivað um at um-
mæla í Føroyum. Jógvan Isak-
sen, ið hevur ummælt føroysk-
ar bókmentir í eini 25-30 ár,
skrivar í greinini: »At ummæla
í Føroyum — Eitt subjektivt
essay«, at Heðin Brú helt, at
man ikki kundi skriva í einum
lítlum samfelag. Jógvan heldur,
at tað er hansara frástøða sum
útiseti, ið hevur givið honum
mót til at halda fram við
hesum
Eg meti, at Jógvan her hevur um
rótina á hesum at ummæla, ser-
liga í Føroyum, at hetta kann
sigast við einum orði: frástøða.
Seta vit so relativa erligheit (fyri
so vítt, hetta er gjørligt), hug at
kjakast um egnar fyritreytir, so
kundu vit júst fingið eitt meiri
vælvirkandi bókmentaligt al-
menni í Føroyum, ið serliga
listafólkini kundu fingið gagn av.
Tað øvugta er, at fólk einki um-
mæli fáa, og tað er syndarligt.
Ella tey fáa hesi droyu laurberini
frá Felagnum Interrós, tí øll
kennast, draga somu línu, og eru
sósað inn í tøgnina, feløg og
nevndir.
Rós ger teg veikan
Í Føroyum er ein hin størsti
mentunarligi vansin hetta lyndið,
ið bert vil rósa og gratulera sær
sjálvum. Hetta spríkir fram úr
talum, greinum og vanliga per-
spektivloysinum. Vit geva út flest
bøkur, hoyra mest útvarp, hava
teir bestu tónleikararnar, og
halda, at alt er so vakurt og gott
sum hin skæri ljósi morgun. Vit
liva betur, reinari og meiri upp-
runaligt enn onnur, sum vit tí
heldur ikki tíma at hoyra um. Vit
vilja helst hoyra sjálvrós, sleiskni
og messu fyri okkara evindaliga
"Heimat". Einki kann í veruleik-
anum skaða føroyska list meiri
enn hesin retorikkur. Hetta er
misskilt tjóðarbygging, ið ger
okkum nógv veikari. William
Heinesen letur Peter Børresen
skriva í brævaskaldsøguni: »Det
gode håb«, at tá fútin Diderik
Hindskou rósar honum, er hetta
bert fyri at fáa hann at blotna,
linka í kongunum og hokna í
knøunum, tí rós hevur hesa
ávirkan. Hinvegin kann ein
atfinning gera ein persón byrgan,
sterkan og elva til at skapa eitt
feskt, óspilt støðufesti.
William var sjálvur ein vána-
ligur kritikari, hann rósti øllum
nærum, tí at hetta varð til. Willi-
am, ið setti so stór krøv til sín
sjálvs, til egna skriving, kravdi
alt ov lítið av øðrum sum blað-
kritikari. Hann hevði eisini sínar
løgnu síður. Vit hava hug at há-
lova hann út um alt mark. Hetta
er helst lagnan hjá listafólki, at
heimstaðurin onga frástøðu hev-
ur til hesi fyrr enn tey eru deyð.
Kemur umheimurin hesum lista-
fólki til hjálpar við viðurkenning
og heiðurslønum, eru sjálvt tey
listablindu noydd at boyggja seg.
William Heinesen hevur alla 20.
øld fingið eina heldur kalda mót-
tøku í Føroyum. Tey kristnu
dámdu hann ikki, og tað skilji eg
væl. Fyri at siga tað sum tað er,
dámdi honum helst ikki helming-
in av teimum, t.v.s. teirra dømi-
sjúku og skipaða ørskap. Fólka-
floksmenn ei heldur, ið ikki er so
torført at skilja heldur. Allur
riðilin av tjóðskaparfrelstum
mentafólkum kunnu bert viðgera
málsliga búnan, ið er ein hamr-
andi banal diskusjón. Hesi fólk
eru trásett av formalismu og
málnationalismu, har sjálvt ikki
William í føroyskari týðing kann
tiðna teirra primordialu hjørtu.
Fyrigevingin fyri at skriva á
donskum kemur helst ongantíð.
So vóru tað tey meiri sakleysu,
men ikki minni troyttandi. Tey,
sum hildu seg duga at kenna fólk
aftur úr skaldsøgunum, frá hes-
um fekk William helst okkurt
skitið orð. Sambandsmenn og
natiónalistar leita eisini til fá-
nýtis í verkunum hjá Williami,
fyri at finna stiril, meðan
ónyttur, rekavætti og dosmarar
kunnu fáa eitt helt lívsgrundarlag
í skaldskapinum hjá Williami.
William sum deyð
tjóðarhetja
Av og á enda slík stór listafólk
sum William og kanska Haldur
Laxness í Íslandi uppi í einum
luftrúmi, har eingin kann røra
tey. Hesi enda við at vera í vanda
fyri eini løgnari "glatan", ið tað
er at gerast eitt kanoniserað
modernað halgimenni. Hesi vera
spunnin inn í mjúkar silkibúnar
av einsæris hálovan, og slíkt er
vandamikið. Eg vil tí taka fram
nakað av tí ringasta, eg kann siga
um William, tí so høgt elski eg
hann, at eg ikki ynski, at síggja
hann sum hin næsti Nólsoyar
Páll ella hin komandi Jóannes
Patursson, t.v.s. persónar vit í
Føroyum ikki kunnu viðgera við
1 % av skynsemi og frástøðu.
Tað, sum í longri tíð hevur
undrað meg, er, at William ikki
dámdi jasstónleik. Hetta síggja
vit t.d. í yrkingini "Jam session".
Tað var ikki bert jasstónleik hon-
um ikki dámdi, men stóra kekk-
iska høvundan Franz Kafka.
Kend er myndin William klipti
av Kafka, ið bert vísir tvey eygu
í myrkri. Tað er hendan síðan av
modernismuni, ið William ikki
dámdi, ella helst ræddist.
Hendan svarta, ófullfíggjaða,
siðmenningaratfinnandi og
brotakenda prosain, ið boðari frá
ræðuleikum, brotsverkum, týn-
ing, hópdrápum. William
regredieraði á ein hátt til eina
sjáldsama listarliga eskapismu.
Eftir annan heimsbardaga skiftir
hann nærum bæði stíl- og til-
verufatan. Nú skal listin vera
kosmisk, og endurskapa tað myt-
iska og mista. Hetta inniheldur
sjálvandi sín vakurleika, sína
arkaisku sjarmu. William líkist
her barónessuni Karen Blixen.
Hendan klóka kvinnan dámdi
heldur ikki undirgangsvisiónir,
absurdismu og ein kann gita,
betur Händel enn New Orleans
jass. Eg haldi, at hesi bæði her
gjørdu ein stóran feil, ið helst
kom av at tey ikki vóru vaksin til
við slíkum tónleiki. Við moder-
naðum kompositiónstónleiki í 20
øld. er jassurin nærum sjálvt
ljóðið av modernismuni. Men alt
gerst púra ørt í høvdinum, tá vit
hugsa um, at William ikki kundi
torga modernaða eksistentialist-
iska heimspeki. Hetta er ólukk-
sáliga undarligt at royna at skilja.
Tá eg vaks upp, var Kafka nær-
um hin størsti høvundurin, eg
kundi hugsa um og lesa.
Eksistentialistanir Satré og Cam-
us lærdu meg nærum at hugsa.
Fyri meg í dag er eksistential-
isman í 20. øld, og seinni eisini
modernaður jasstónleikur nærum
kenslan av moderniteti, av 20
øld. av framburði og vakurleika.
Eitt lortaarbeiði
"Den kritiske Aandsretning er
fremfor Alt sandhedskærlig (...)"
Georg Brandes (Saml. Skr.
Bd.6 s. 213.)
Mangan, tá føroysk og donsk
bløð keða meg, leiti eg mær inn
á Høvuðsbanagarðin sunnu-
morgnar at keypa TLS —Times
Litterary Supplement, Die Zeit
ella The New York Review of
Books. Kenslan av góðsku í hes-
um bløðum er nærum áloypandi.
Serliga TLS, men eisini The New
Frástøðan er neyðug
Kann man ummæla ummælaran? Hugleiðing um
at ummæla bókmentir og list í Føroyum
William Heinesen var ein
vánaligur kritikari, hann rósti
øllum nærum, tí at hetta varð
til. William, ið setti so stór krøv
til sín sjálvs, til egna skriving,
kravdi alt ov lítið av øðrum sum
blaðkritikari
York Review of Books arbeiða
við veruligum kritikki, men her
vera ummælini at enda verulig
bókmentalig essay.
Tað okkum vantar eru ummæli
og ummælarar við eini frástøðu.
Veruliga at ummæla, er ikki bert
hetta at viðmæla. At ummæla er
langt frá at skriva um seg sjálv-
an, ið t.d. kendi ummælarin á
Weekendavisen Lars Bukdahl
vanliga ger.
Høvundin Tom Kristensen
skrivaði sera áhugaverd ummæli.
Hann hevði ongantíð at teimum
ungu, ið skrivaðu teirra fyrstu
bók. Hann helt ikki man skuldi
traðka á ein dunnuunga, tað
kundi verið, at hetta var ein H.C.
Andersen. Fólk sum Hans-Jørgen
Nielsen, Poul Borum, Jens
Kruuse eru verd at lesa, tá hesir
skriva um bókmentir. Men eisini
Elsa Gress og Henrik Stangerup
hava skrivað um bókmentir við
hjartanum, meðan kendi kritik-
arin Carsten Jensen, kanska var í
so harður sum kritikari.
Tað er svárt og ein ómild
byrða, at fólk ikki vilja heilsa
eftir, at skrivaðar eru nøkur um-
mæli í Føroyskum bløðum.
Jógvan Isaksen kennir kanska
hetta fyribrigdið. Tann, ið onki
hevur sagt, hevur mangan longu
ov nógv sagt. Soleiðis sæð er at
ummæla eitt lortaarbeiði. Tað
krevur eina sterka sál, at meta
um verkini hjá listafólki og høv-
undum, men hinvegin haldi eg,
at hetta er alneyðugt. Allir um-
mælarar koma at gera feilir, at
meta okkurt ov lágt. Hinvegin er
tað eisini ein feilur, tá ivasom
verk fáa ovurhonds rós. At meta
um eitt nýtt listaverk, ella um
modernaða list, er so torført, at
tey flestu tora ikki undir hesa
uppgávu. At meta um modernaða
list, ið roynir at skapa nýggj rúm
fyri kenslur og tankan, er ótrú-
liga ringt — men neyðugt.
Antonio Gramsci helt fyri í
1934, at bókmentaligur kritikkur
er ein bardagi fyri at skapa eina
nýggja mentan, og at úr hesum
bardaga vil altíð spretta nýggj
mentan. Bókmentaligur kritikkur
byggir altíð á ymiskar lívsáskoð-
anir helt Gramsci fyri. Soleiðis
eru tulkingar av innihaldi,
kritikkur av skipanini í verk-
inum, t.d. av logiska og søguliga
samanhanginum í kenslunum, ið
verða settar fram, tengt at bar-
daganum fyri einari djúpari
kenslu av alski til menniskjuni
og eini humanismu. Hetta meinar
Gramsci, ið skrivaði um, at tað
var hetta, sum gjørdi kritikaran
vælviljaðan, um gjørligt er at
merkja ein brennandi anda, ein
litinskapiliga glóð, eina moralska
og fagurfrøðiliga leið, ið torir at
taka støðu, og ikki roynir at
goyma seg í ótta fyri at vera ein
veruligur ummælari.
Bæði Danmark og Føroyar eru
smá lond. Tað sum føroyingar
ikki hava megnað at ummælt,
fær so mangan eina viðgerð í
donskum bløðum, um hesi verk
koma út á donskum. Menn sum
William Heinesen og Jørgen-
Frantz Jacobsen fingu sjálvandi
ummæli í Danmark. Høvundar
sum Jóanes Nielsen og Tóroddur
Poulsen fáa bæði heiður og
kritikk í Danmark. Soleiðis er
danska bókmentaliga almennið
umráðandi forum, ið kann geva
fleiri perspektiv.
Ummæli er ein
smaksdómur
Ritstjórin og dr.phil í ummælara-
søgu John Chr. Jørgensen helt
fyri um hetta at ummæla, at hetta
er eitt tekstaslag, ið skal hava
eina metandi stevnu. Soleiðis er
ummælið sum alment forum
skyldbundið at bera fram smaks-
dóm.
Orðini kritikkur og ummælari
merkja ikki tað sama. Ummæli
er ikki tað sama sum ein bók-
mentakritisk grein/essay. Í Ong-
landi og Fraklandi verður skil-
markað millum hesar genrur.
Handan ummælið liggur ein
meting, ið er meiri ella minni
subjektivur dómur, ið vil tilmæla
ella ávara mótí einum verki.
Danski høvundin Peer Hultberg
helt fyri, at ein hámeting ella
niðurgerð av t.d. einum bók-
mentaligum verki eigur at byggja
á eina grundgeving, ið byggir á
eina tulking, og í øllum tulking-
um snýkir seg ein meting inn
eisini. Peer Hultberg harmaðist
eisini um, at bert ummælini
komu fram í ljósmálan í dag,
meðan longri greinar um list og
bókmentir vera hildnar at byggja
á akademiskan sið, uttan týdning
fyri tilveruna uttanfyri stongdu
hurðarnar á Fróðskaparsetrinum.
Í veruleikanum er bókmenta-
kritikkurin heimleysur mangan,
tí hann er ikki nóg lærdur til
bókmentafrøðina, ov lærdur til
avísir. Egnar seg til tíðarrit, men
tey koma nærum ikki út í Før-
oyum, undantakið er Varðin
sjálvandi. Tí er tað gott, at
føroysk bløð eru so breið, at tey
eisini megna at taka sær av
hesum hendinga flytifugli, sum
rárir fuglar gesta bløð okkara. Í
Føroyum er allur kritikkur nær-
um bannlýstur. Serliga yrkjarar
eru á gosi, tá eg t.d. skrivi eitt
ummæli av Tóroddi Poulsen. Teir
avvísa alt blankt. Tosa um vind-
gikt í sálini, og eru hundabangnir
fyri ummælarum, ið ikki siga
sum hinir. Sjálvandi eru ósemjur
um slíkt. Og sjálvandi kann man
ummæla ummælarar, finnast at
teirra dómum, serliga um eingin
grundgeving finst. Serliga haldi
eg,s at frástøðan er neyðug.
Sosialurin Nr. 57 - 22. mars 2003
7
Høvundar sum Jóanes Nielsen og Tóroddur Poulsen fáa
bæði heiður og kritikk í Danmark. Soleiðis er danska
bókmentaliga almennið umráðandi forum, ið kann
geva fleiri perspektiv
C
M
Y
K
29
28