leygardagur 22. mars 2003síða 16
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 57 - 22. mars 2003
31
Kemur tú úr einum heimi við
ljóðføri?
– Pápi mín spældi violin alt lívið
og eitt sindur av banjo. Eisini var
hann stórtrummusláari í Klaks-
víkar Hornorkestri. Síðani inn-
førdi Ingvør, eldra systur mín,
fleirraddaðan sang og gittarina í
familjuna, og har var Niels
Christian, bróður, skjótur á sjóv-
arfallinum. Samstundis spældi
beiggi mín Mouritz í Klaksvíkar
Hornorkestri. So tónleikur var
ein fastur táttur heima hjá okk-
um, og við tíðini dró hetta meg
inn í fantastiska tónleikaheimin,
sum altíð hevur sagt mær serliga
nógv.
Spælir tú nakað ljóðføri?
— Eg byrjaði sum 12-13 ára
gamalur sum bakking-tónleikari
hjá Niels Christian bróður á
trummum. Seinni var meiri brúk
fyri bassinum, og so spældi eg
tað. Men síðani eg var 15 ára
gamal, yvirtók gittarin meg
100%, hóast eg heilt upp til 1977
spældi trummur við Ravmagn.
Eisini kom eitt styttri klaver-
tíðarskeið inn í myndina seinast í
70'unum. Tess vegna kann eg í
dag spæla eitt sindur á klaver.
Og tað er ikki so býtt, tí tað kann
hjálpa at skifta ljóðføri av og á,
tá eg geri nýggj løg.
Syngur tú undir brúsuni?
– Sjálvandi.
Hevur tú nakrantíð droymt um at
gerast tónleikari?
– Øll tannáringaárini droymdi eg
meg ferð eftir ferð inn í tónleika-
heimin og til øll míni idol.
Hvat hevur tónleikur at siga fyri
teg?
– Tónleikur hevur nakað heilt
serligt at siga fyri meg. Tónleik-
urin heldur einum parti av mær
livandi, sum annars vildi følna.
Einum parti í mínum lívi, har
orð og medvit ikki hava so nógv
at siga. Tað er helst har, eg so
ella so eri í beinleiðis sambandi
við lívið, náttúruna, mína per
sónliga søgu, uttan at eg noyðist
at brúka mína fornuft og pakka
kenslurnar inn í trong orð.
Hvussu nógvar fløgur/plátur/
bond eigur tú?
- 200.
Hvat er tín yndisfløga?
- Av øllum fløgum er »Abbey
Road« hjá The Beatles tann
besta. Men seinasta árið hevur
»All that you can't leave behind«
hjá U2 sagt mær sera nógv.
Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað
átt, um tú so fekst pengar aftur-
fyri?
– Eg veit ikki um tann fløgan finst
– møguliga onkur hjá Sussi og Leo.
Hvør sangur skuldi ongantíð
verið skrivaður?
— Eg veit ikki, um tann sang-
urin finst.
Hvat er tann pínligasta plátan,
sum tú eigur?
– Eg knýti ikki nakra plátu hjá
mær saman við nakað pínligt.
Hvønn sang hevði tú valt, um tú
skuldi sungið karaoke?
– »How deep is your love« hjá
Bee Gees ella »My way« hjá
Frank Sinatra.
Hvat er tann besti tónleikurin til
eitt hugnaligt kvøld?
— Eg kundi svara, at besti tón-
leikurin byrjaði við Frank Sinatra
og endaði via U2, Lloyd Webber,
Straight Ahead, Beatles, Click-
hase, Queen, Elton John, Billy
Joel, Sting, Peter Gabriel, Deep
Purple o.l. við nøkrum konsta-
teringum hjá Hoola Bandoola
Band.
Men tá alt kemur til alt haldi eg,
at eg hevði koyrt Flaming Pie hjá
Paul McCartney í fløguspælaran.
Tann fløgan hevur eina serliga
rúmd og erligheit, tí Paul júst tá
hevði fingið konuna (Lindu)
heimaftur av deyðiligari sjúkra-
legu og kendi seg inspireraðan at
geva okkurt serligt víðari í tón-
leikinum. Tað bleiv til meistara-
verkið Flaming Pie.
Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra
sunnumorgun?
– Vælkomponeraðan spirituellan
tónleik.
Hvør tónleikur fær teg í ringt
lag?
– Tónleikur sum fornoktar lívið.
Hvør sangur kann fáa teg út á
dansigólvið?
– »Upp á gólv« hjá Straight
Ahead, »Mamma Mia« hjá Abba,
»Burning Love« hjá Elvis ella
»Saturday night« hjá Elton John.
Hvat er tann fyrsti sangurin, sum
tú minnist teg dáma?
– »Hello Goodbye« hjá Beatles.
Eg minnist mínar eldru systrar
spældu sangin umaftur og
umaftur, tá hann kom út mitt í
60’unum. Tann sangin dámdi
mær sera væl, meðan mær slett
ikki dámdi »Have you seen your
Mother baby« hjá Rolling Ston-
es, sum tær eisini spældu. Seinni
er hetta lag sjálvandi blivið kult
– eisini hjá mær.
Hvønn sang ert tú fegnast um at
hava verið við til at gjørt ella
spælt inn?
– »Friðarsangur« ella »Egvisjón«
hjá Frændum.
Hvør sangur skal spælast til tína
jarðarferð?
– Hatta er ein trupul spurningur,
og lívið er stutt (Demokrit).
Hvat er tann besta konsertin,
sum tú hevur verið til?
– Millum Queen, Tracy Chap-
man, Jethro Tull, Deep Purple,
Foreigner, John McLaughlin,
Sebastian, Eivør Pálsdóttir í
Klaksvík í 2000, Elton John
tríggjar ferðir, Mikael Wiehe,
Bjørn Afzelius, Billy Joel o.fl.,
hevur spanska gittarflogvitið
Paco di Lucia í Falkoner
Teatrinum higartil snýkt seg
stevnin frammum hini.
Hvønn tónleikara hevði tú viljað
hitt?
– Millum teir livandi Bono ella
Paul McCartney – millum teir
deyðu John Lennon ella Mozart.
8
Sosialurin Nr. 57 - 22. mars 2003
Systrar at pápum ella mamm-
um verða í Føroyum róptar
fastrar ella mostrar. So greitt
er tað ikki í Noregi. Her verða
fastrar og mostrar róptar tant-
ur, men tantur kunnu eisini
vera kvinnur sum als ikki hava
nøkur ættarbond. Tantu-fyri-
brigdið hevur eina heldur
negativa løðing. Kvinnur, ið
eru hvassorðaðar, vánaligir
áhoyrarar, ráðaríkar og ganga í
gomlum ómótans klæðum, eru
"tantete". Eitt dømi, sum
passar væl til tantu-fyribrigdið,
er Suffía-mostir í søguni um
dólgarnar. Kvinnur, sum
arbeiða í barnagørðum verða
róptar tantur; barnehage-tanter.
Hvussu tað enn skal tulkast.
Kvinnuligir lærarar eru ikki
tantur. Tær verða róptar frøkn-
in. Í dag er ikki loyvt at kalla
ein kvinnuliga lærara fyri
frøkin, alment, men tað verður
gjørt allíkavæl. "Hevur tú
fingið eina fitta frøkin," spyrja
tey vaksnu ofta børn, tá tey
byrja at ganga í skúla. Ein
frøkin er harvið ein fitt dáma
sum er góð við børn, og sum
dámar at vera millum børn.
Ein frøkin kann gott vera eitt
sindur góðtrúgvin av náttúr.
Mannligir lærarar verða róptir
lærarar.
Fyrstu ferð eg var hjá
lækna, helt eg, at læknin dreiv
eina familjufyritøku, tá hann
bað meg tosa við søster. Eg
skilti seinni, at tað í Noregi er
vanligt at kalla bæði sjúkra-
systrar og nunnur fyri søster.
Søster hevur eina positiva
løðing, men í mun til frøknen,
tvs. kvinnuligar lærarar, eru
bæði tantu- og søster-fyri-
brigdið kynsleys.
Í Noregi verða pápa- og
mammubeiggjar róptir onklar,
men á sama hátt sum við
tantum, kunnu onklar eisini
vera menn uttan ættarbond. Í
Noregi eru onklar eisini menn
sum eru giftir við mostrum
ella fastrum, ella bara góðir
vinir av familjuni. Men onkel-
fyribrigdið hevur eina heilt
aðra løðing enn tantu-fyri-
brigdið. Ein onkel er ein barn-
góður maður sum leiðbeinir
børnum við eini fastari og
vinarligari hond, og at verða
kallaður onkel er sera positivt.
Meðan kvinnur sum arbeiða í
barnagørðum verða róptar
tantur, so verða menn sum
arbeiða í barnagørðum róptir
onklar; barnehage-onkler. Í
Noregi er eisini vanligt at kalla
løgreglumenn fyri onkel-politi.
Sjálvt um løgreglumenn
verða róptir onkel-politi, so
verður onkel-fyribrigdið ikki
brúkt um politikarar. Og tað
fellur ikki náttúrligt fyri norð-
menn at rópa amerikanska
forsetan fyri onkel Bush.
Tantur, systrar, frøknir og onklar
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Turid Mørkøre, turid.morkore@akvaforsk.nlh.no
Til: turid@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
Rani Nolsøe, tónleikari
og tónaskald
Er nú í Irak
Fyrrverandi irakski herovastin, Nizar Al-
Khazrajis, sum fyri nøkrum døgum síðani hvarv úr
húsavarðhaldi sínum í Danmark, er eftir øllum at
døma komin til Irak.
Eitt blað í Saudiarabia visti fyri nøkrum døgum
síðani at siga, at fyrrverandi herovastin var farin úr
Danmark til Kuwait, og sama blað skrivaði í gjár,
at herovastin nú er staddur í tí kurdiska økinum har
norðuri í Irak. Í Danmark sat maðurin í húsa-
varðhaldi, tí kurdar skuldsettu hann fyri at hava
staðið á odda fyri einari herdeild hjá Saddam
Hussein, sum myrdi fleiri túsund kurdar við gassi.
Saudiarabiska blaðið skrivar, at ein donsk
tænasta og amerikanska fregnartænastan CIA flutti
fyrrverandi herovastan úr Danmark til Kuwait,
haðani hann fór til Turkalands og síðani inn um
irakska markið. Blaðið sigur seg hava upplýsingar-
nar frá andstøðukeldum í Irak.
Irak fer til ST
Irak hevur nú vent sær til ST og mótmælt álopinum
á landið.
Í einum brævi til ST-aðalskrivaran, Kofi Annan,
skrivar irakski ST-sendiharrin, Mohammed Ald-
ouri, at ST eigur at vísa, at tað heldur uppruna-
sáttmálan hjá felagsskapinum. Mohammed
Aldouri skrivar, at álopið á Irak er eitt álopskríggj
og brot á fólkarættin.
Samstundis hevur Kofi Annan fingið eitt bræv
frá USA, Bretlandi og Avstralia, har tey trý londini
greiða frá, at tey meta seg hava lógligan rætt til at
leypa á Irak. Tað eru hermenn úr hesum trimum
londunum, sum eru við í krígnum í Irak.
1.300 tikin
Í nógvum amerikanskum býum vóru mótmælis-
gongur hósdagin, eftir at kríggið í Irak var byrjað.
Undirtøkan var tó ikki stór allastaðni. Í Boston
tóku umleið 4.000 fólk lut í mótmælunum, men í
stórbýnum New York vóru bert nøkur hundrað fólk
uppi í mótmælisgonguni. Løgreglan heldur kortini,
at oysandi regn var ein orsøkin til, at áhugin var so
lítil har. Stuðulin til kríggið er annars serliga stórur
í New York.
Tær flestu mótmælisgongurnar vóru friðarligar,
men í San Fransisco tók løgreglan 1.300 mót-
mælisfólk. Tey, sum skipaðu fyri mótmælinum í
San Fransisco, søgdu aftaná, at høvdu mótmælis-
fólkini í øðrum býum nýtt somu framferð, hevði
USA verið sett í undantaksstøðu.
Í øðrum býum gingu fólk stuðulsgongu fyri her-
monnunum, sum eru í Irak. Í Dallas í Texas høvdu
fólk fingið sær eitt gult band um annan armin.
Hetta er gamal siður og er ein um, at allir her-
menninir skulu koma heimaftur í øllum góðum.
Norðurkorea ávarar
Í fleiri ár hava almennar suðurkoreanskar útvarps-
støðir sent ymiskt propagandatilfar, sum hoyrist í
Norðurkorea, men nú vil norðurkoreanska stjórnin
hava enda á hesum sendingunum.
Herfyri gjørdi Suðurkorea av at steðga send-
ingunum, men í seinastuni hava tær verið aftur at
hoyra, og tað hevur fingið ilt í norðurkoreanar.
Stjórnin í Norðurkorea segði í gjár, at tað kann fáa
álvarssamar avleiðingar, verða sendingarnar ikki
steðgaðar.
Almenna norðurkoreanska tíðindastovan endur-
gav í gjár eit bræv, sum myndugleikarnir hava sent
suðurkoreansku stjórnini. Í brævinum stóð, at
steðgar stjórnin í Seoul ikki teimum oyðileggjandi
sendingunum, fær tað álvarssamar avleiðingar.
Amerikanarar eru
sannførdir um, at
Saddam Hussein var í
einum av húsunum,
sum amerikanarar
bumbaðu hósnáttina
KRÍGGJ Í IRAK
Árni Joensen
Tað var fregnartænastan
CIA, sum fekk George W.
Bush, forseta at broyta ta
upprunaligu álopsætlanina
á Irak, og tí vórðu einar 40
rakettir skotnar eftir ávísum
málum í Bagdad, sam-
stundis sum flogfør tveittu
nakrar laserstýrdar bumbur
eftir málunum.
Spurningurin er so, um
irakski leiðarin var í nøkr-
um av húsunum, sum vórðu
rakt.
Ónevndar
keldur
søgdu við Washington Post
í gjár, at Saddam Hussein
og í hvussu er ein av synum
hansara vóru í einum av
húsunum, sum vórðu rakt.
Hesi húsini vóru sunnan
fyri sjálvan Bagdad, og tey
vórðu fullkomiliga løgd í
oyði, tá Tomahawk-rakettir
og laserstýrdar bumbur
raktu tey.
Washington Post sigur
seg hava fingið at vita frá
einari keldu í Bush-umsit-
ingini, at amerikanararnir
hava varhugan av, at Sad-
dam Hussein varð í hvussu
er særdur, tí beint eftir
álopið vórðu læknar sendir
til bumbustaðið.
At irakska sjónvarpið
tíðliga hósmorgunin sendi
eina røðu hjá Saddam
Hussein nýtist ikki at vera
prógv fyri, at hann var á
lívi. Upptøkan var hava
verið gjørd undan álopin-
um, og ein annar møguleiki
er, at tað var ein av teimum
sonevndu dupultgangarun-
um hjá forsetanum, sum
helt røðuna. Tað sigst, at
Saddam Hussein hevur
millum tríggjar og átta slík-
ar.
Eitt tekin um, at tað var
ikki tann rætti Saddam
Hussein, sum helt røðuna,
sigst vera, at røðarin nýtti
handrit, og at hann tóktist
trilvandi. Víst verður á, at
Saddam Hussein er altíð
væl fyrireikaður, tá hann
tosar í sjónvarpi, og at hann
nýtir ikki handrit.
Amerikanarar viðganga
kortini, at teir eru ikki vísir
í sínari søk. Summir Sad-
dam-kønir siga, at tað var
tann veruligi Saddam Hus-
sein, sum kom á sjónvarps-
skíggjan hósmorgunin.
Amerikanskar deildir
nærkast skjótt
irakska høvuðsstað-
num, men hildið
verður, at mótstøðan
verður hørð, tá deild-
irnar koma til sjálvan
Bagdad
KRÍGGJ Í IRAK
Árni Joensen
Tær báðar amerikansku
herdeildirnar, sum fóru um
irakska markið og settu kós
norðureftir, møttu lítlari og
ongari mótstøðu, og í gjár
var onnur deildin komin
næstan
200
kilometrar
norður frá markinum. Her-
menninir møttu bert onkr-
um hissini irakskum mót-
álopi.
Tað var kortini greitt
longu frammanundan, at
Irak fór ikki at gera stór-
vegis mótstøðu her, tí
irakska leiðslan hevur valt
at savna sínar hermenn
aðrastaðni. Herurin skal
serliga verja høvuðsstaðin
Bagdad, og tí vænta ameri-
kanararnir sær munandi
harðari mótstøðu, tá teir
koma hagar.
Bretskir hermenn tóku
seg í gjár ímóti týðandi
oljubýnum Basra har suð-
uri í Irak. Har sóu teir eis-
ini, at irakar høvdu sett eld
á fleiri oljukeldur, eins og
teir gjørdu í Flógvakrígnum
fyri tólv árum síðani. Teir
bretsku hermenninir fingu
harðari mótstøðu har suð-
uri, enn amerikanararnir
fingu har vesturi, og roknað
varð eisini við, at irakski
herurin ætlaði sær at verja
Basra.
Irak hevur eisini týðandi
oljuleiðir har norðuri í
landinum, og í gjár ljóðaði,
at amerikanskir hermenn
høvdu tikið tær.
Sett kós ímóti Bagdad
Saddam er kanska deyður
Hildið verður, at einir 40.000 amerikanskir hermenn eru í tí fremsta herliðinum, sum er á veg ímóti Bagdad
Mynd: Reuters
UTTAN ÚR HEIMI
C
M
Y
K
31
30