Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-22, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. mars 2003síða 17

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 57 - 22. mars 2003 Nr. 57 - 22. mars 2003 33 Norðurlandadagin, sunnudagin hin 23. mars, hevur Tórs- havnar Manskór vár- konsert í Norður- landahúsinum. Seinni í vár fer kórið á sættu uttanlandsferðina KONSERT Tórshavnar Manskór, sum telur 32 mans, var fyrst ferð at hoyra í mars 1987. Nú sekstan ár seinni verða teir afturat at hoyra á sama palli - í Norðurlandahúsinum. Á Várkonsertini hjá Tórs- havnar Manskóri, fara bæði Bjarni Restorff og Sunleif Rasmussen at stjórna kóri- num. Konsertskráin verður merkt av tilstundandi uttan- landsferðini og kappingini í Cornwall. Sunnudagurin er haraft- urat Norðurlandadagur og tí verður ein stuttlig norður- lendsk duett á skránni, har Mads Winther og Høgni Højgaard fara at syngja tríggjar sangir úr Glunt- arne. Hesi sekstan árini hevur Tórshavnar Manskór givið út tvær fløgur við tilsamans 29 sangum, nýskrivaðar og eksperimenterandi, eins og góðar gamlar kenningar. Manskórið hevur ferðast víða og fer hin 30. apríl aft- ur á ferð. Hetta er sætta utt- anlandsferðin og leiðin gongur til Cornwall í Bret- landi. Har verður skipað fyri stórari kórstevnu og kapping fyri manskór. Hetta er fyrsta stevnan av sínum slagi og 47 manskór úr tíggju londum hava boð- að frá luttøku. Tilsamans eru mansrøddirnar fleiri enn tveytúsund. Umframt framførslur í Truro Cathedral og Eden Project, verður Tórshavnar Manskór við í eini sang- kapp-ing í Cornwall. Kapp- ingin er býtt upp í kór við fleiri enn og færri enn 40 monnum. Við Tórshavnar Manskóri fara 31 mans til Cornwall. Tí verður kórið í seinna bólkinum, har 11 onnur kór hava boðað frá luttøku. Hin londini, sum eru við á kórstevnuni í Cornwall eru Armenia, Hollandi, Un- garn, Estland, Finnland, Slovenia, Írland, Ongland og Wales. Tórshavnar Manskór hevur egnu heimasíðu og har til ber at lesa um kórið og søgu tess. Adressan er: www.manskor.fo Várkonsertin við Tórs- havnar Manskóri verður í Norðurlandahúsinum Norðurlandadagin, sunnu- dagin hin 23. mars klokkan 16. Atgongumerki á 80 krónur fáast í Húsinum og í Kunningarstovuni í Havn. Várkonsert við Manskóri SJÓNLEIKUR Tíðindaskriv Evropa eigur eina livandi sjónleikatradisjón, og har smæðast Foringar als ikki burtur. Vit hava í stórt- hundrað ár javnan sett leik- ir upp runt um landið alt, og hóast nøkur feløg kanska eru minni aktiv í løtuni, enn tey kanska hava verið fyrr, so stendur sjón- leikurin í Foroyum í føgr- um blóma. Gríma fyllir 25 og setur upp gandakvæðið mikla um Per Gúnt. - Góða eydnu við tí, og vit hopa, at Perur- in finnur tað, hann leitar eftir. Men fyri at mestsum at sitera Sebastian, so eru tey ikki aleina. Nei, Havnar Sjónleikara- felag er eisini úti um seg í hesum døgum. Tað er ein leikur av nak- að øðrvísi sniði og nokkso annarleiðis innihaldi, og tó tí tað snýr seg eisini um søkjandi menniskjur. Einki er sum mammusa gras eitur leikurin, sum hevur frumframforslu í Sjónleikarahúsinum leyg- ardagin tann 29. mars. Og vit kunnu, uttan at siga ov nógv avdúka, at tað handlar um fólk, sum nýta evfori- serandi evnir. Tað er Jón Jo- ensen, sum hevur týtt leikin til forist og Jákup Veyhe sum leikstjórnar. Evfori á foriskum palli Sosialurin um vikuskiftið Hetta vikuskiftið hittist Sosialurin á 220567, har Heri á Rógvi fegin tekur ímóti tíðindum. Hann hittist eisini á telduposti: heri@sosialurin.fo Tórshavnar Manskór í 2000 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 3003, Sp/f Blátt, 100 Tórshavn. Viðtøkur broyttar: 12.02.2003. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Martin Leander Ansbjørn, Marknagilsvegur 53, kj., 100 Tórshavn. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av einum stjóra. Skráseting Føroya tann 20. mars 2003 Kristin Balle _______________________ Suðuroyar Sjúkrahús 800 Tvøroyri Sjúkrarøktar- frøðingur Eitt starv sum sjúkrarøktarfrøðingur á sjúklinga- deildina við einari arbeiðstíð uppá 0,7 í skiftandi vaktum er leyst til setan frá 1. mai 2003. Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjar- málaráðið. Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til fyristøðukvinnuna tlf. 37 11 33 lokal 128. Skrivlig umsókn við prógvum og autorisatión skal sendast til: Umsjónarmannin Suðuroyar Sjúkrahús Boks 51 800 Tvøroyri Umsóknarfreist 7. apríl 2003. Íbúð í Tórshavn ella nærhendis Søkt verður eftir eini íbúð í Tórshavn ella nærhendis til eitt av starvsfólki okkara, fyribils í 7 mánaðar, frá apríl at rokna. Tlf. 35 70 00 Aðalfundur BSF (Badmintonsamband Føroya) hevur aðal- fund í ÍSF-húsinum,Tórshavn, tann 24. apríl 2003 kl. 19.00. Skrá sambært lógum felagsins. Uppskot, sum ynskjast viðgjørd á aðalfundinum, skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 10. apríl. Nevndin Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3523 Navn: Sp/f Norðoya Tannrøkt Adressa: Uppsalagøta 56, 700 Klaksvík Kommuna: Klaksvíkar Kommuna Stovningardato: 01.03.2003 Viðtøkudato: 01.03.2003 Kapitalur: Kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: : Kontant kr. 80.000,00 til kurs 100. Stovnari: Berghild Gullaksen, Uppsalagøta 56, 700 Klaksvík. Stjórn: Berghild Gullaksen, Uppsalagøta 56, 700 Klaksvík. Tekningarreglur: Felagið verður bundið við undirskrift av einum stjóra. Grannskoðari: : P/F Føroyabók, v/ Victor Nielsen, Vágstún, Box 144, 700 Klaksvík. Roknskaparár: 01.01. - 31.12. Fyrsta roknskaparár: 01.03.2003 - 31.12.2003 Endamál: Endamál felagsins er keyp og søla, veitan av heilsutænastum, serliga innan tannatøkt, og annað starv í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 20. mars 2003 Kristin Balle _______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 3206, Sp/f Vørðslan, 530 Fuglafjørður. Viðtøkur broyttar: 15.12.2002. Kapitalur: Hækking við kr. 20.000,00 til kr. 100.000,00 Inngjaldingarháttur: Kr. 20.000,00 við skuldarumskifti til kurs 1500. Skráseting Føroya tann 20. mars 2003 Kristin Balle _______________________ C M Y K 33 32 MAXDA 323 S 2,0 DIESEL LX Árg 08/98, Diesel. Kr. 100.000 . MAZDA 323 S LX 2,0 DIESEL Árg 10/99, Km 67.000. Kr. 115.000 MAZDA 323 S 1,5I GLX AUTOMATIC Árg 02/98, Km 85.000. Kr. 86.000 MAZDA 323 F 1,5I GLX Árg 04/99, Km 54.000. Sportfelgur, spoilari. Kr. 95.000 . MAZDA 626 S 2,0 GLX Árg 03/90, Km 158.000. 12CD-box. Kr. 38.000 . MAZDA 323 S 2,0 DIESEL LX Árg 09/97, Km 115.000. Kr. 85.000 MAZDA 323 S 1,5I LX Árg 01/98, Km 73.000. Kr. 76.000 MAZDA323 S 2,0 DIESEL LX Árg 12/99, Km 53.000. Kr. 115.000 MAZDA 626 HB 2,0I GLX Árg 05/96, Km 100.000. Kr. 86.000 FORD ESCORT 1,6I H/B Árg 09/96, Km 67.000. Spoilari/sportfelgur. Kr. 74.000 FORD ESCORT 1,8 DIESEL SEDAN Árg 08/95, Km 146.000. Diesel Sleipikrók. Kr. 55.000 . RENAULT KANGOO Árg 2001, Km 25.000. Kr. 120.000 SUZUKI ALTO 1,0 GL Árg 04/97, Km 45.000. Kr. 45.000 RENAULT MEGANE 1,6E Árg 12/96, Km 70.000. Kr. 60.000 RENAULT MEGANE 1,6E Árg 04/99, Km 73.000. Kr. 118.000 TOYOTA CORROLLA 1,6I SED LINEALUNA Árg 08/98, Km 71.000. Kr. 85.000 VØRUVOGNAR MAZDA B2500 4X2 STDCAB DX Árg 1986, Km 220.000. Kr. 25.000 FORD ESCORT 1,6I VØRUVOGNUR Árg 04/97, Km 69.000. Kr. 58.000