leygardagur 22. mars 2003síða 18
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 57 - 22. mars 2003
Nr. 57 - 22. mars 2003
35
Jørð á Selatrað
til sølu
Við hesum verða 12 gyllin og 3 skinn í
»Garðshaga Uttari« lýst til sølu.
Eisini verða tilsamans 5.678 m2 av innangarðsjørð
á Selatrað lýst til sølu.
Innangarðsjørðin umfatar matr. 10, Selatrað, sum
er »Ytra Fornamørk«,sum er 5.281 m2 til víddar og
partar av matr. nr. 107, Selatrað, »Úti á Oyri«, sum
er 392 m2 til víddar.
Jørðin verður seld um hóskandi boð fæst.
Nærri fæst at vita við at venda sær til Christian
Andreasen, adv.
Advokatskrivstovan
Fr. Petersensgøta 9
100 Tórshavn · Tlf. 311145
Leikhúsið Gríma
framførir
Per Gúnt
eftir Henrik Ibsen
leikstjórn Eyðun Johannessen
á Meiarínum
leygardagin
22. mars kl. 19.00 útselt
sunnudagin
23. mars kl. 18.00
týsdagin
25. mars kl. 19.30
mikudagin
26. mars kl. 19.30
Atgongumerki á kr. 125,- fáast á Kunningar-
stovuni og við dyrnar 1 tíma undan sýning.
Bólkar uppá 10 ella fleir fáa 20% avsláttur.
25 ára
hátíðarhald
Heimarøktin øki 1
Suðurstreymoy
lýsir eftir heilsuatstøðingum
og heilsuhjálparum
Í samband við, at starvsfólk fara í heilsuhjálpara-
skúla og til feriuavloysarar, verður søkt eftir røktar/-
hjálparstarvsfólki at arbeiða í skiftandi vaktum til
Heimarøktina í Suðurstreymoy frá 1. mai 2003 ella
eftir avtalu.
Umsøkjarin verður settur í starv í Heimarøktini í
Suðurstreoymoy, ið umfatar at arbeiða úti í býnum
og inni á stovni.
Arbeiðið hjá heilsuhjálparum og heilsuatstøðing-
um fevnir um praktiska og persónliga hjálp til eldri
borgarar í økinum.Harafturat arbeiðir heilsuatstøð-
ingurin sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við
sjúkrarøktarfrøðingar um borgarar, ið tørva røkt og
viðgerð.
Ynskiligt er, at evt. umsøkjarar í umsóknini skriva
hvar ynskt verður at arbeiða, starvstíð og hvørja
vakt (dagvakt, kvøldvakt ella náttarvakt).
Meiri fæst at vita um støarvini við at venda sær til
økisleiðaran ella varaleiðaran á tlf. 21 72 49 ella 21
14 84.
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggj-
armálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal
sendast til:
Heimarøktin Suðurstreymoy
Skálatrøð 14 · FO 100 Tórshavn
Umsóknarfreist: 15. apríl 2003
Søkt verður eftir
Pedagogi/-
hjálparfólki
Vøggustovan við Velbastaðvegin søkir eftir 1
pedagogi at arbeiða 30 tímar um vikuna, at byrja
15. apríl, ella eftir nærri avtali.
Vøggustovan er normerað til 41 børn í aldrinum 0-
3 ár.Tríggjar stovur hava 10 børn hvør og ein stova
hevur 11 børn.
Tann, ið settur verður, skal vera røkin, nærlagdur og
álítandi, hava góð samstarvsevnir, og kunna taka
ábyrgd.
Tú skal, saman við hinum starvsfólkunum, vera við
til at geva børnunum ein mennandi gerandisdag
við umsorgan, tryggleika og avbjóðingum.
Um eingin pedagogur søkir starvið, verður tað fyri-
bils sett við fólki uttan pedagogútbúgving.
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum
Kommunalu arbeiðsgevarafelagi og Føroya Peda-
gogfelag.
Umsókn við avriti av prógvi og møguligum við-
mælum, skal vera stovninum í hendi í seinasta lagi
30. mars 2003.
Nærri fæst at vita um starvið fáast við at venda sær
til Elisabeth Henriksen, leiðara, ella Ann Jónsdóttir,
varaleiðara.
Vøggustovan við Velbastaðvegin
Velbastaðvegur 39
FO-100 Tórshavn
Tlf. 314379 Fax 321179
Bakaralærlingur
Hevur tú hug at útbúgva teg innan bakarayrkið,
hava vit eitt lærupláss at søkja.
Bakaríið hjá Gunleivi hevur eina sera fjølbroytta
framleiðslu innan alt bakarahandverk, har tú
kemur at arbeiða í einum góðum arbeiðsum-
hvørvi saman við nógvum røskum fólki.
Bakaralæran er ein fjølbroytt útbúgving, ið gevur
fleiri framtíðarmøguleikar. Nøkur velja at halda
fram, har tey hava lært, meðan onnur vilja royna
okkurt annað. Eitt nú starvast fleiri bakarar um-
borð á cruise-skipum, í oljuvinnuni og innan
hotelvinnuna.
Bakaralæran gevur eisini møguleika fyri víðari-
útbúgving, til m.a. procesteknolog.
Lærutíðin til bakara er 4 ár, harav 35 vikur á tekn-
iskum skúla.
Ætlanin er at tú skal byrja skjótast gjørligt, men
vit bíða fegin eftir rætta viðkomandi.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til
okkara og spyrja eftir Eli Andreasen.
Tlf. 228838 ella 312161
Hús í til sølu ella
leigu
Húsini í Bókbindaragøtu 7 eru til sølu ella leigu.
Húsini, sum eisini eru vælegnaði til vinnuligt enda-
mál, eru í 2 hæddum á umleið 115 m2 hvør.Til hús-
ini er bilhús á 50 m2, sum rúmar 2 bilum. Ovara
hæddin er innrættað við 3 kømurum, køki, stovu,
spísistovu, spísikamar, hjalli umframt wc og baði-
rúmi. Niðara hæddin er innrættað við 4 kømurum,
køki, stovu, wc og baðirúmi.
Húsini kunnu leigast øll í einum ella hvør hædd í
sínum leigumáli.
Áhugað kunnu ringja 313212, 513212 ella senda
teldupost til hdali@kallnet.fo.
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
C
M
Y
K
35
34