Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juli 1991síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 134 — 18. juli 1991 Síða 4 Leiðararnir á Hotel Hafnia: Hatta er væl klárað av Hotel Borg - men um um býráðið skal gjalda flutningin niðan á Hotel Borg, má tað eisini gjalda fyri tey, sum búgva í utjadaraøkinum, og hava ørindi til Hotel Hafnia "Tað er væl klárað av Hotel Borg". Hetta er fyrsta við- merking, leiðararnir á Hotel Hafnia, M.C. og Johan Restorff hava til tíðindini um nýggju søm- dirnar, Hotel Borg hevur fingið frá býráðnum. - Vit skulu minnast til, at býráðið er tænastuveitandi fyri allar borgarar og virki í kommununi, so um Hotel Borg kann fáa býráðið at geva tilskot til taxa- flutning, so má sigast at væl er arbeitt, halda teir. Kann skapa presedens Teir gera kortini vart við, at hetta kann hava ávísar trupulleikar við sær. - Tá samsýning frá almennari síðu verður latin einum virki ella borgara, kann tað lættliga hava við sær, at onnur fara at seta fram krøv um somu sømdir, siga teir. - Til dømis kann Hotel Hafnia nú eisini seta fram krav um, at býráðið rindar ein part av taxa-rokning- unum hjá fólki. M.C. og Joahn vísa á, at við sparingunum innan bussleiðina mistu fólk møguleikan fyri at taka bussin til Hotel Hafnia sunnudag. Og frá útjaðara- økinum til Hotel Hafnia er líka langt sum úr mið- býnum niðan á Hotel Borg. Tí hevði rindaði ein part av taxarokningunum hjá fólki, sum hava grindi til Hotel Hafnia teir dagar, tey áður kundu nýta bussleiðina til flutningin. Parkeringin størsti trupulleikin Men leiðslan á Hotel Hafnia hevur kortini ongar ætlanir um at krevja hetta av býráðnum. Tað eru onnur ynski, ið liggja fremri. - Har vit fyrst og fremst kundu ynskt at býráðið gekk okkum á meti, er tað verið rímiligt, um býráðið eisini M.C. og Joahn Restorff. Teir kunnu ikki bjóða fólki ókeypis taxaflutning, men fyri at fáa fleiri gestir er fýra ferðir um vikuna livandi hugnatónleikur á hotellinum spurningurin um park- eringsviðurskiftini kring hotellið, siga teir. Teir vísa á, at meðan flestu onnur hava loyvi til at parkera í tveir tímar, so er loyvið uttanfyri Hotel Hafnia bert ein tími. - Og tað er alt ov stutt fyri gestir, sum eitt nú eru til fundar á hotellinum. Alment toilett Ein annar trupulleiki er, at Hotel Hafnia mangan verður nýtt sum alment toilett. - Eftir klokkan fimm eru øll almenn toilett í bynum stongd. Ti er trystid å okkara toilett mangan stórt, bæði frå havnarfólki og ferðafólki, greiða teir Mynd: Hilmar Jan frá. Hetta er í veruleikanum ein tænastu vit leingi hava veitt býnum - uttan nakra samsýning. - Og at fáa hesi viðurskifti í rættlag liggur okkum fremri í huga enn at fáa býráðið at rinda okkum taxapengar. S-S- Tórfinn Smith, býráðslimur, um taxapengarnar: Ímóti samtykta politikkinum Býráðið rindar 50.000 kr. fyri taxarokningar til Hotel Borg. Tað bjargar ikki hotellinum. Tað er beint ímóti ti politikki, býráðið hevur samtykt at reka. Og nú verður ringt at nokta óðrum, sum biðja um tað sama Sosialurin bar í gjár tey tíðindi, at Tórshavnar Býráð hevur samtykt at játta 50.000 kr. til taxa- rokningar niðan á Hotel Borg. Tað hevur við sær, at tað nú bert fer at kosta uml. 25 kr. at taka taxa niðan á Hotel Borg. Restina rindar býráðið! Nógv hava spurt, um tíðindini eru rétt. Tað eru tey. Imóti samtykta politikkinum Tórfinn Smith, býráðs- limur, heldur lítið um avgerðina: - Sjálvandi stendur tað Tórfinn Smith: Hetta er ein roynd at rætta eitt mistak við einum ødrum mistaki