hósdagur 18. juli 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 134 — 18. juli 1991
øllum fyritøkum frítt at
hækka sítt tænastustødi.
Og tað er at fegnast um, at
tað verður gjørt - men at
býráðið skal rinda rokn-
ingina, tað ber nú einaferð
ikki til, heldur hann.
Tórfinn vísir á, at hetta
stríðir beint ímóti tí
politikki, samtyktur varð
við teirri ætlan fyri
vinnulívsmenning, sum
býráðið hevur gjørt.
- Har stendur, at býráðið
skal stuðla fyritókum, sum
eru undir uppbygging -
nakra samtykt um, at vit
skulu gjalda ein part av
ikstrinum, kenni eg onki
Ikki líka fyri øll
Harafturat heldur Tórfinn
Smith, at avgerðin ger
mun á fólki.
- Tað er rætt, at Hotel
Borg misti busstænastuna,
tá hon varð skerd fyri at
spara, sigur hann.
- Men tað vóru tað so
nógv onnur sum eisini
gjørdu! Fólk sum nýttu
bussin tá tey fóru í kirkju
sunnumorgun, fólk sum
búgva Millum Gilja og á
Norðasta Horni - skulu
hesi nú eisini bara taka ein
taxa fyri býráðsins rokning
til tann flutning, tey áður
nýttu bussin til? Eftir hesa
avgerðina er ongin ivi um,
at tey hava krav uppá tað!
Bjargar ongari
fíggjarætlan
Térfinn heldur, at ein
møguliga kundi skilt
avgerðina, um tað snúi seg
um at bjarga Hotel Borg.
- Men 50.000 krónur
gera hvorki frá ella til í
fíggjarætlanini hjá eini
fyritóku sum Hotel Borg.
Tað einasta hetta fer at
hava við sær, er, at onnur
fara at sýkja um - ella
krevja - tað sama. Og tað
er við fullum rætti!
Sparing eftir reyv
Umsóknin frá Hotel Borg -
sum kom at kosta 50.000
kr. - var grundað á eina
sparing innan bussleiðina.
- Og tað áhugaverda er,
at hendan sparing eisini
hevur verið "eftir reyv",
sum Tórfinn tekur til.
- Hyggja vit at rokn-
skapinum fyri bussleiðina,
so vísir tað seg, at útreiðs-
lurnar vóru tær somu fyri
1990 sum fyri árini
frammanundan - 10,5
milliónir. Sparingarnar
minkaðu við gørum orðum
ikki um kostnaðin.
- Bilettsølan minkaði
hinvegin sera nógv.
Roknað varð við, at fáa
fimm milliónir inn í 1990 -
men úrslitið bleiv bert fýra
milliónir. Undirskotið í
1990 gjørdist tí 6,2
milliónir - í staðin fyri 5,2
sum væntað.
Tórfinn heldur orsøkina
til hetta vera, at tænastu-
stóðið er minkað so nógv,
at fólk ikki kunnu nýta
bussleiðina.
- Og at bøta um hetta
mistak vid at geva eini
privatari fyritøku pengar
år kommunukassanum til
taxarokningar hjá við-
skiftafólkunum, er heilt
burturvið, sigur Tórfinn
Smith at enda.
S-S-
Tað var serliga fyri at stuðla aksturvinnuni í Havn,
at Ingi Mohr atkvøddi fyri at geva Hotel Borg tæt
50.000 krónurnar - men hotellid kann nýta peningin
sum tað vil...
= I
Mynd: Hilmar Jan
Síða 5
Dagsins prik
Grindamannadráp
SíGL HANDA EALAN AÐUR *
Ingin Mohr, býráðslimur:
Serliga fyri
at Stuðla
aksturvinnuni
He JR
SKER MMI, VT
Onkur heldur, at hvalirnir mundu vera væl nøgdir vid
grindamenninar friggjadagin
Ingi Mohr er limur i
fíggjarnevnd byrådsins. Og
tad er hon sum hevur
samtykt at lata Hotel Borg
tær 50.000 krónurnar.
- Og tað gjørdu vit, ti
hotellið hevur mist tann
fyrimun tað hevði, tá fast
bussamband var við mið-
býin, sigur hann.
Hann leggur dent á, at
játtanin bert er ein roynd,
og at stóða skal takast til
málið av nýggjum kom-
andi ár.
Hotel Borg umsitur
sjálvt peningin, og ræður
sjálvt fyri, hvat hann
verður nýttur til.
- Men hugsanin hjá
okkum var so, at hann
skuldi nýtast til at gjalda
taxabilar fyri, og soleiðis
kompensera fyri teirri
busstænastu, hotellið
hevur mist.
Hugsa um
aksturvinnuna
Ingi Mohr hugsaði kortini
serliga um aksturvinnuna í
bynum, tá hann atkvøddi
fyri jåttanini.
- Hendan vinna hevur
stórar trupulleikar. Fer
hendan jåttan at bøta um
støðuna, er pengarnir væl
farnir, heldur Ingin Mohr.
Hotel Borg í sersteðu
Til tað sum leiðslan í
Hotel Hafnia førir fram i
blaðnum í dag um, at teir
eisini hava rætt til henda
stuðul, sigur Ingi:
- Hetta tosaðu vit um
undir málsviðgerðini, og
vit hildu ikki at stóðan hjá
hesum báðum hotellum er
tann sama. Hotel Hafnia
hevur jú framvegis fast
bussamband hvønn yrka-
dag.
- Men kemur ein
umsókn haðani, so verður
hon vidgjørd á sama hátt
sum tann frá Hotel Borg,
sigur Ingi Mohr at enda.
S-S-