hósdagur 18. juli 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
hjå Marstein
Hin litillåtadi
uppvaskarin
sum fær nakað frå hondini
SNAR. TEEN
* - AE
LÆ EET
LEA ET -
ST IX ILL:
OS.
Lítil og kvikur. Lættur at seta upp.
Skjótur at flyta, fær uppvaskið frá
hondini eftir 6-7 fólkum. Urslitið av
uppvaskinum er framúr. Og so er
hann sparin eisini, bæði í el- og vatn-
nýtslu. 220 volt, heitt ella kalt vatn.
Mát: H 45 cm, B 45 cm, D 48 cm.
VÁ Í
Vanligur
| OKKARA
2 985.- PRÍSUR 2.990-
he „sú
marstein
NYREDONOR TESTAMENTER
TESTAMENTER« fås GRATIS hos ...
LANDSFORENINGEN FOR NYHESYGE I DANMARK
Vila: 5? "Pl Tast: DE >
—mumt på apoteker, bihoteker, í blodhankerne m.v
+ +
pet epe af DR Lø í 0000 Ha
- — 3 -
Nr. 134 — 18. juli 1991
Stjørnur til stjórnurnar -
Samanlagdi innsatsurin hjá føroyska landsliðnum mánakvóldið móti
turkiska landsliðnum var sera góður, og hevur landsliðið sjálvt uppiborið
seks av sjey møguligum stjórnum fyri avrikid. Nidanfyri sæst, hvønn
»karakter« Sosialurin gevur teimum einstøku spælarunum
Jens Martin Knudsen
KKR AK
Hóast Jens Martin ong-
antíð månakvøldid fekk
so nógv at gera sum i
onkrum av undanfarnu
dystunum, hevði hann
uppaftur betri tak á tí, ið
fór fram hesaferð. Hann
gjørdi ikki eitt einasta
mistak — burtursæð frá
gula kortinum — og vísti
seg frá síni bestu síðu.
Serliga legði ein til
merkis, hvussu tryggur
hann var í luftrúminum
fyri málinum, og tá hann
fór út ímóti turkunum. Í
turkisku útjavningini átti
hann onga skuld.
Jóannes Jakobsen
kxkkk
Aftasti madurin var enn
einaferð álitið sjálvt. Vit
eru von at síggja Jóannes
spæla stabilt og við stór-
um tryggleika, og tað
gjørdi hann eisini mána-
kveldið. Hann syrgdi
hegnisliga fyri, at verjan
hekk saman, og var við
til at skapa einstakar
kjansir heilt frammi við
ínum neyvu longu av-
leveringum. Ikki spardi
hann seg heldur í nær-
jystunum, hóast formur-
in nokk hevur verið
DCtri.
Mikkjal Danielsen
KK
Týðiliga spældi Mikkjal
við skaða hendan dystin,
og tað merktist eisini á
innsatsinum, sum hóast
heilhjartaðir kortini ikki
var 100 %. Men sína
uppgávu í verjuni røkti
hann væl, og megnaði
hann væl at halda sínum
manni, eins og hann sum
oftast dugdi væl at plas-
era seg aftanfyri hinar,
so teir trongdir altíð
kundu spæla hann. Í
luftini var hann sum vant
„fit for fight< og vann
teir flestu bóltarnar.
Ari Thomanssen
KKAKKAKAKA
Stóð seg sera væl. Pass-
aði væl saman við hinum
í verjuni, og umframt at
demma rímiliga væl í
vinstru síðu, hevði hann
eisini góða framdrift —
bæði tá hann fór sjálvur,
og tá hann lat bóltin frá
sær. Uttan iva verður
hann við í framtíðaræti-
anunum venjarans, og tá
hann hevur fingið nakrar
fleiri royndir, fer dirvi at
koma honum til góða í
offensivum samstarvi
við miðjuna.
Tummas Eli Hansen
kkkkkkxk
Avgjørt besti spælarin i
hesum dystinum. Syrgdi
fyri at halda europeiska
toppskjúttanum Tanju
Colak so væl, at hesin
ongantid fekk gjørt nak-
að um seg. Men sam-
stundis kendi Tummas
Eli seg so óbundnan av
verjuuppgávuni, at hann
í fleiri fórum var við
frameftir, og altíð sum
ein hóttan. Í seinna hálv-
leiki, tá Colak var tikin
út, slapp hann sær ta
einu ferðina heilt fram í
oddin at spæla Magna
blankafrían fyri
málinum.
Jan Dam
xxx
Såst kanska ikki so
nógv, men tað var ikki, ti
at hann einki gjørdi.
»Stille og rolig<
avgreiddi hann skyldur
sínar, men sleppur ikki
undan at taka ein part av
ábyrgdini á seg, tá
turkarnir fingu útjavn-
andi málið, meðan hann
lá á vøllinum. Men sum
heild livdi hann annars
upp til tað, krevjast
kundi av honum, tó tyk-
ist hann ikki vera í besta
formi í løtuni. Í hesum
dystinum gekst honum
serliga væl, tá tað ráddi
um at sleppa sær av aftur
við bóltin — ofta enntá
langt frammi á vøllinum.
Magni Jarnskor
x KKR
Spældi ein rimiliga góð-
an dyst vid serliga einum
góðum fyrra hálvleiki,
har hann kortini við eitt
sindur meira hepni og
skjótleika kundi fingið
meira burturúr. Hevdi
fleiri góð innlegg úr
høgru síðu, men man
framvegis gremja seg
um brenda møguleikan,
ið bert kundi eydnast
betri, enn hann gjørdi.
Men hann stríddist væl,
og gav seg fult í øllum
dystinum. Atti annars at
verið upplagt evni til at
tikið frispørkini í høgru
síðu.
Abraham Hansen
*X**x*xx*
Stríddist sum ikki eina-
ferð frá fyrst til seinast,
men fekk ikki nærtil tað
burturúr, sum vit hava
sæð í ødrum dystum.
Hetta sást mest í teimum
heldur ríkiligu skeivu
avleveringunum, hann
læt frá sær. Men sum
sagt, so stríddist hann
dúgliga, og hevði
millum annað eina sera
góða skotroynd, ið við
meira hepni kundi havt
e 110 okkurt av sær.
Hann kann spæla betur
enn månakvøldiød, og tað
fáa vit órvað at síggja í
heyst, tá seinastu EM-
dystirnir verða.
Todi Jónsson
KKKKKAK
»Otruliga respektleys-
ur<, tá hann bumbaði
føroyska liðið á odda við
sínum sera góða málið,
ið hálvvánaligi málverjin
einki fekk gjørt við.
Staðfesti hervið, at góða
spælið á Alandi ikki var
nakað eindgmi, sum
hann gjøgnum dystin
stóð sera sterkur á miðj-
uni. At hann var yngsti
spælari á vellinum sást
ikki, tá hann fullkomu-
liga uttan smædni bjóð-
aði mótstóýðumonnum
sínum av — bæði offen-
sivt og defensivt.
Kåri Reynheim
x KKR
I fyrra hålvleiki var hann
heilt framúr vid spæli
sínum, sum fleiri ferðir
varð avbrotið av svenska
dómaranum í ótíð, áðr-
enn Kári >hevði gjørt
seg lidnan<. Hetta
hugaði Kára lítið, men
hann bleiv við kortini.
Men í seinna hálvleiki
dalaði Kári munandi í
samlaðu myndini — ikki
minst, tí hann hevði alt
ov góðan hug at fara
malandi aftureftir, tá
ålopsstøda annars var,
eins og hann var ov lítið
avgjørdur. Tá turkarnir
funnu útav, at hann ikki
brúkti høgra bein, varð
hann lættari hjá teimum
at taka.
Jens Erik Rasmussen
kk
Hevði heilt avgjørt ikki
sín besta dag. Var til
tíðir rættiliga einsamall-
ur í spíssinum, og tá
hinir so komu fram, var
hann ofta í aftara lagi til
at evni hansara til kvikar
driblingar í feltinum
kundu útnyttast. Evnini
bila honum ikki, men tað
gekk bara ikki mána-
kveldið. Einastu ferðirn-
ar vit sóu toppskjúttan
frá Álandi gera nakað
um seg, var í stuttum
løtum í fyrra hálvleiki.
Men har er mera í
honum, so vónandi var
hetta júst tann dysturin,
ið skuldi til, so hann
verður uppaftur betri
næstu ferð.
Jan Allan Miller
Ov stutt inni til at ngkur
meting kann verða gjørd.
Kurt Mørkøre
Ov stutt inni til at nøkur
meting kann verða gjørd.
Gunnar Mohr
Ov stutt inni til at nøkur
meting kann verða gjørd.
Eyðfinn Davidsen
Ov stutt inni til at nøkur
meting kann verda gjørd.
=
KE