Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juli 1991síða 12

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 135 — 19. juli 1991 Landslidsspælararnir fåa serliga venjingarskrå Oansæd, um teir trígg ir seinastu EM-dystirnir verða spældir í F óroyum ella i Svøriki, fer landsliðið nú undir neyvar fyrireikingar. Allir landsliðsspælararnir fáa eina serliga venjingarskrá at venja eftir, sum serliga umfatar renning og konditiónsvenjing. »Hesari skrá skulu teir so venja eftir, um- ramt at teir fáa ta vanligu venjingina úti í felógunum,< sigur landsliðsvenjarin Páll Guðlaugsson Frálíka úrslitið frá dyst- inum móti turkum mána- kvøldid bar boð um góðar taktir, nú seinastu EM- dystirnir nærkast. Tann sensationelli javn- leikurin móti manningini hjá Sepp Piontek er eisini ein sera góður startur, nú seinastu fyrireikingarnar skulu gerast, tí bert hálvur- annan mánaði er, til fyrsti dysturin skal spælast móti Norðurírlandi. Nýggj venjingarskrá >Ég og Sverri Jacobsen hava útarbeitt eina serliga venjingarskrá, sum spælar- arnir í hópinum skulu venja eftir hesa komandi tíðina,< sigur Páll. >Hend- an skrá byggir stórt sæð á renning og aðra kondi- tiénsvenjing, sum spælar- arnir so Skulu arbeiða við, umframt ta venjing teir annars fáa úti i feløgun- um.< Landsliðsvenjarin sigur, at teir í august mánaði og september ætla at fáa landsliðsspælararnar í so góðan form sum gjørligt. Hvussu ofta hópurin fer at koma saman til felags- venjingar, er enn ikki endaliga greitt, men við einum stórum venjingar- innsatsi og seriøsum arb- eiði fyri at náa nøkur góð úrslit aftrat í hesi kapping, har vit longu nú av álvara hava sligið navn okkara fast, er bert hugsandi, at tað verður nógv gjørt við at fáa samansjóðað lands- liðshópin enn meira. Mundu vunnið 2-0 Um dystin månakvøldid sigur Páll annars, nú dyst- urin er farin væl og virði- liga afturum, at hann til tíðir næstan hevur hug at harmast, at tað ikki eydn- aðist landsliðnum at fáa tað næsta málið við, so tað hevði verðið 2-0 til Føroy- ar: »Hetta skal tó avgjørt ikki skiljast sum nakar kri- tikkur, men sum eitt ynski, ið vit Givad øll somul høvdu, tá vit fingu kjansin eftir málið hjá Toda til 1- 0,« sigur hann. >Eg eri fult út nøgdur við tann innsast okkara menn vístu, og alt í alt var 1-1 jú eitt rættvíst úrslit.< Páll leggur eisini dent á, at føroyska liðið kundi verið enn betri, um vit vóru mitt í landskapp- ingini, nú dysturin móti Turkalandi varð spældur, og ikki í summarsteðg- inum. Væl samansjóðaðir >Teir, ið eisini eru við á Oyggjaleikaliðnum vóru kanska eitt sindur betri fyri, nú teir júst høvdu ver- ið við í eini kapping og spælt fleiri dystir har, men eg haldi, at tað riggaði bara væl at fáa alt at ganga Lundar til Olavsøku døgurda Frå 24. juli og so leingi nakad er eftir verða lundar at fáa. Bílegging á tlf. 73247. Suðuroyar Kjøtsøla V/Rudolf Tausen Vágur Serigari veniingår- skrå, sum Sverri Jacobsen og Páll Guðlaugsson hava gjørt til teirra. Mynd: Hilmar Jan upp, tá hesir spælararnir, sum nú hava spælt saman á Álandi, eisini skuldu spæla saman við hinum á landsliðnum,< sigur Páll. >Hesum hevði eg stúrt eitt lítið sindur fyri framman- undan, men sum dysturin leið, sá eg, at tað hevði eg als onga grund til, heldur beint tvørturim6ti.« Í vetur, tá EM-kappingin er farin framum, og fyri- reikingarnar kanska stila fram móti komandi HM- kvalifikatiónskappingini, er ætlanin hjá landsliðs- venjaranum at fáa eitt sindur burturúr teimum ungu og evnaríku spælarunum, sum enn bert hava fáar ella ongar royndir á landsliðnum, men sum heilt víst fara at verða brúktir framyvir. >Hvussu hetta fer at verða gjørt, veit eg ikki rættiliga enn, men tað er heilt givið, at skulu vit fáa nóg nógv burtur úr evn- unum hjhá hesum spælar- unum, so mugu vit gera eitt sindur meira burtur við servenjing og gðrum líkn- andi, so tað besta í teimum kann koma til sjóndar og koma landsiiðnum og teimum sjálvum til góðar,< Sigur landsliðsvenjarin at enda. hj. Keyp av ull Vit skulu hervið siga frá, at Bóndafelag Foroya arbeiðir við eini ætlan um keyp og hagreiðing av ull og ullaúrdráttum. Vit miða fram ímóti at hava eina loysn á málinum til fyrst í september 1991. Goymið tí ullina væl og á turrum stað. Bóndafelag Foroya