leygardagur 20. juli 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
'Leysir'
handverkarar
Sleppa ikki undan
Havnar Handverkarafelag
hevur í seinastu havt eina
rød av innkrevjingar-
málum í rættinum. Tað
eru kortini tey fæstu,
sum koma tl dómsvið-
gerð, ti áðrenn tað kemur
so langt, finna partarnir
eina loysn, upplýsir
Høgni Højgaard. Eini
tvey mål eru tikin upp
til dóms, og í báðum
fórum er staðfest, at
felagið hevur havt rættin
at krevja upp limagjald.
Ikki nógv
Høgni Højgaard sigur, at
talan er um eini 30 mál.
Tað kann tykjast nógv,
men talan er um skuld
tvey, try ár aftur i
tíðina, so tað er ikki
nógv, tá hugsað verður
um, at eini 600 ngvn
standa á limalistanum.
Fyri umleið trimum
árum síðani varð sátt-
målafest, at limagjaldið
skuldi takast av lønini,
áðrenn hon var útgoldin.
Skipanin virkar ikki til
fulnar enn, og tí er ein
partur av ceftirstøduni
íkomin.
Eisini til
arbeiðsgevaran
Høgni Højgaard sigur, at
Summir handverkarar
rokna við, at av tí teir
arbeiða leyst og skift-
andi, skulu teir ikki
gjalda limagjald, men
tað gongur ikki, sigur
Høgni Højgaard, for-
maður i Havnar Hand-
verkarafelag
er talan um fólk, sum
ikki er limur, ella fólk,
ið hevur verið í arbeiði
hjá sama handverksmeist-
ara í langa tíð, verður
kravið fyrst sent arbeiðs-
gevaranum. Vita teir um
limir, sum hava skift
meistara tíðum, men
hava ikki goldið lima-
gjald, sendir felagið krav
til handverkaran sjálvan.
- Onkur hevur havt seg
undan, men tey flestu eru
so mikið at sær komin, at
tey gjalda beinanvegin,
sigur handverkaraformað-
urin, ið eisini upplýsir,
at tey flestu, sum hava
seg undan, vísa á, at tey
ikki longur arbeiða sum
handverkarar.
Lagaligir
Er tað so, at fólk kunnu
koma illa fyri av at
gjalda eftirstøduna, so
ber altíð til at finna eina
loysn, sigur Høgni Høj-
gaard.
Umframt tað sjálv-
sagda í, at limirnir
gjalda limagjald, nevnir
Høgni Højgaard, at fel-
agið hevur nógvar figgj-
arligar skyldur at svara,
sum t.d. útbúgvingar-,
sjúkra- og skaðagrunnur,
útreiðslur til fyrisiting
og sáttmálasamráðingar.
ówh
verið á
landsstýrisborðið í apríl,
Málið hevur
í mai og í juli. Hverja
ferð er tað vorðið um-
røtt… og útsett. Týsdag-
in kemur tað aftur fyri.
Hvert tað aftur verður
útsett ella ikki er Óvíst.
So mikið er vist: t
- Tað tolir illa at
verða útsett, skal álvari
vera í tosinum um, at nú
skal annað skinn takast
um bak, sigur Tummas
Magnussen, fulltrúði í
Tinganesi.
Málið, talan er um, er
postverkið. Landsstýrið
skal samtykkja eina
framtíðarætlan fyri
verkið, t.e. fíggjarligu
og stovnsligu karmarnar
fyri verkinum í fram-
tíðini. Í hesum liggja
bæði sparingar og um-
leggingar.
Tá landsstýrið hevur
samtykt karmarnar,
skulu evnisbólkar seta
Síða 5
Postverkið útsett og útsett og...
Sein
avyreiðsla
seg at gera konkret upp-
skot tl broytingarar, ið
síðani skulu leggjast fyri
sonevnda tilvísingar-
bólkin; í hesum bólki
sita umboð fyri post-
verksleiðsluna og post-
felagið. Er ósemja, skal
spurningurin leggjast
fyri samstarvsbólkin, har
landsstýrisfulltrúðin
Tummas Magnussen skal
mekla millum Hendrik
Thomsen og Aslak Tau-
sen fyri postfelagið og
Esbern Midjord og
Mortan Rasmussen fyri
leiðsluna. Landsstýrið
skal eisini taka stóðu til
hesa mannagongd í mál-
inum.
- Skal fyrsta stigid yv-
ir fimm år takast kom-
andi år, so skal okkurt
vera klárt, áðrenn fíggj-
arlógin verður samtykt í
heyst, sigur Tummas
Magnussen, ið eisini vís-
ir á, at stórur partur av
starvsfólkunum innan
verkið hava seks mánaða
uppsagnartíð.
ówh
Fekk um
skrúvuna
Hjálp måtu til seinnapartun
hósdagin at fáa ein glas-
trevjabåtur úr Havn út frá
landi aftur.
Við nógv fólkum umborð
var báturin komin heldur
næs landi Yviri við Strond.
Motorurin var stedgadur, og
hann hevði fingið um
skrúvuna.
Mallemukken fór fyrst at
hjálpa, men hann slapp ikki
so nær landi, og poliuið
fekk so "Skúmaran" at fara
og toga bátin út.
Fyri 60. ferð verður kórsangur undir tinghúsinum Gavsøkudag. Kórsangurin hevur skiftandi kórleiðarar; í ár
verður tað - eins og á eldru myndini omanfyri - Ólavaur Hátún, ið stjórnar
Olavsøkutiltak verður 60
Kórsangurin, sum verður
undir tinghúsinum ólav-
søkudag, verður tað 60.
tiltakið í rgðini. Jógvan
Waagstein hevði gjørt
ólavsgkukantatuna til
ólavsgkuna í 1930. Hetta
var 900 ára dagurin fyri
deyða Ólavs kongs.
Men framførslan av
kantatuni undir tinghús-
inum varð av ongum tað
árið orsakað av politisku
kreppuni, sum stóðst av,
at Dannebrogs-flaggid út
av tinghusloftinum var
skorið niður.
Árið eftir - 1931 -
varð kantatan framførd,
og við hesum tiltakinum
var byrjanin løgd til
sidin við kórsangi undir
tinghúsinum
ólavsgkudag.
1, sum hava hug,
in vera við í kórin-
um. Tað er bara at meta
umm í morgin sunnudag
klokkan og komandi
leygardag, báðar dagar í
kommunuskúlahgllini.
ówh
Tvangsauktion
På dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1,
Torshavn afholdes
Torsdag den 8. august 1991 kl. 9.40
tvangsauktion (AS 184/91) over matr.
nr. 51 d Hovi tilhørende Alica og Thom-
as Pauli Joensen.
Auktionen er begæret af Advokat-
skrivstovan, Fr. Petersensgøta 9, Tórs-
havn, telefon 1.1145 på vegne en pant-
og udlægshaver.
Ejendommen er et beboelseshus op-
ført i 1985. Det bebyggede areal udgør
119 m2 í 1 etage. Grundens areal udger
697 m2.
Ejendommen kan beses efter aftale
med ovennævnte advokat.
Auktions-
dokumenterne ligger til gennemsyn pá
dommerkontoret.
Færgernes fogedret
16.07. 1991
Alex Elisiussen
fm.