Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. juli 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 tiðindablaðið Nr. 136 20. juli 1991 Nakrar nutidarsøgur Gløgt er gestsins eyga, sigst. So sjáldsamur gestur eri eg í míni egnu heimbygd, at smálomb- ini eru blivin stór, uttan at eg havi varnast nak- að. Ja, kann man koma frá náttúruni við at búgva í hevuðs- staðnum. Long tíð er eft- irhondini ímillum hverja ferð man er heima. Man kennir alt og ell og tað kennist heitt og fjálgt at vera í sínum egna um- hvervi. Tó sær man alt tað kenda við fremm- andum eygum og uppá ein máta, kann man siga, gjøgnumskodar smålig- heitirnar. Men eisini møtir man blidsemi og nåtturligheit i alstóran mun. Tå eg før sudur um, var ætlanin bert at ferð- ast og „slappa av« (eitt orð, sum er blivið nógv brúkt síðstu árini og er gott uppslitið, eins og tey ið brúka tað nógv). Men — eftir sum at pápi mín ikki fekk mann at ansa eftir vektini fyri bátin, meðan landað var, visti eg ikki til mín, fyrr enn eg sat saman við Palleba í einum skúri úti so langt á kaiini í Hvalba. Ná eg síggi sjáldan Palleba og hvalbingar, so nú var bara eitt at gera, og tað var at fáa sum frægast burturúr. Meðan eg sat í vekt- skúrinum saman við Palleba, kom eg at hug- sa um líkt og ólíkt. Tað er merkiligt, at man ong- antíð hoyrir ella sær eitt livstekn um nakað av ellum tí, ið fyriferst í Hvalba. Tí nýggjheitir eru nokk av hvenn dag í Hvalba. Sannleikin er tann, at Suðuroyggin er ein gloymd oyggj, hvat al- mennum og politiskum fjølmidlum vidvikur. Og hví tað er so, tað veit eg ikki, tað kann onkur svara uppá, sum hevur skil fyri tí. Ná, meðan vit bæði vigaðu, hugsaði eg nógv- ar nýggjar hugsanir og sá stórar kontrastir. Faktiskt feldi eg, hvussu langt eg eri kom- in frá tí veruliga lívi- num. Lívið hjá arbeið- arunum, ið arbeiða sam- fullar átta tímar hvenn dag, hart arbeiði við hondum, fyri at fáa mat á borðið. Í Hvalba krev- ja fólk ikki, at tey skulu hava eitt so grúuliga innihaldsríkt arbeiði, men eru glað fyri at hava eitt arbeiði og glað fyri sína tímalen. Eg kom at hugsa um, at óansæð hvat arbeiði man hevur, hevur man sjálvur meguleikan fyri at gera tað innihaldsríkt, um man vil. Ná, hetta kundi líkst New Journalism sum eg skrivi, t.v.s. at journa- listurin (ikki tí eg eri tað) setur seg sjálvan í fokus, men tað er ikki ætlanin. Hetta er ein inngangur til nakrar greinar um viðurskiftir í Hvalba. Inngangurin bleiv heldur langdrigin, tí eg vil fegin vísa á orsekir- nar til, at eg fari at skriva. Høvudsorsøkin er, at ongin annar skriv- ar um Hvalba, og tá man hevur lært so nógv ár á Fróðskaparsetrinum, sum onkur hvalbingur tók til, tá kann man saktans skriva. Annars haldi eg, at tað er ein skylda, hjá einum og hverjum borgara í einum demokratiskum samfel- ag at finnast at, har ein so týðuliga sær, at tað sum vendur niður vend- ur upp. Vit fara í dag og í komandi bløðunum at prenta greinargð um Hvalba. Hetta eru hugleiðingar - tankar, sum Maud Næs, hevur gjørt, nú hon hevur verið í heimbygdini í summarfrítíðini. Rithøvundin Maud Næs lesir annars søgu á Fróðskaparsetrinum. Tær fyrstu greinarnar eru í blaðnum í dag. Mikines og Palleba Rós til Bárða Ják- upsson. Rós til tey, ið hava uppi- borið rós Tá eg vaknaði sunnu- morgunin, hevði eg ikki droymt um, at eg mána- morgunin innisperrað í einum lítl- um skúri og ansa eini fiskavekt Palleba. sum búgva í stórbýnum og ikki kenna annað til skuldi sita saman við Fyri tykkum, Palleba, enn ein ab- straktan figur, ið um- boðar meiniga mannin, kann eg upplýsa, at Palleba veruliga eksi- sterar og er ein miðal-- hampamaður, raskur, fittur og blíður. Ja, ogor eiga ein veruligan Palle- ba í Hvalba. Ná, har vóru vit so bæði, einsamøll í skúri- num. Í skúrinum var bert ein stólur, so at Palleba, sum er ein Vakrasta kvinnumynd í Norðanlondum foldar seg út ímillum vektseðil- in hjá Palleba og mær í vektskúrinum. gentlemaður bjóðar mær stólin, og sigur »sit tú bara, her er heitt< (Ein lítil rustaður radiatorur, ið líktist mest teimum russisku trolarunum. ið liggja og fríðka um nát- túruna á Havnarvág, hekk á vegginum til vinstru), og so fór Palle- ba avstað og eg sá hann bert, tá hann kom inn at kanna vektina, men vit prátaðu so saman tá. Ná, tíðin bleiv heldur long fyri mítt viðkoman- di, tí tað tekur so drúgva tíð at landa í fyrstani, og eg hevði bert nakað at gera, tá Poli kom koyr- andi við fiskakassanum. Maud Næs skrivar: Ikki tí, Poli var stak blíður, hann heilsaði og smíltist til mín, hverja ferð hann kom við einum nýggjum kassa, og tað bleiv til heili 27 smíl til- samans fyri dagin, so vit høvdu tað bara gott. Tað var Bárður sum skuldi hava rós, nú eri eg ov sein á sjóvarfallinum sum vanligt, tí nú hava oll langt síðan røst hon- um fyri bókina um Mykines, ja, longu í Palleba og Betta eksi- sterað í Hvalba og eru ikki abstraktir figurar sum Palleba og Marsan- na í stórbýnum. heyst. Men — satt at siga havi eg ongantíð gloppað bókina, fyrr enn í vektskúrinum og tað fegnist eg um, tí sterri kontrastir finnast valla, enn vakrasta málninga-