Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juli 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 137 — 23. juli 1991 Dagsins prik Vit binda... Síða 7 Eitt endamál við nýggju bindibókini er, at meira tógv skal seljast. Onkur heldur, at hetta man ávirka uppskriftirnar... dag. Tað gagnast ferða- fólkunum betri. Hans Hansen er giftur við norskari konu, sum eitur Wenche Hansen, og tey eiga tvey børn. Hans og Wenche Hansen búgva í Noregi, og tað gera tey enn, hóast hasn hevur fingið arbeiði i Føroyum. -Høvdu vit havt føroyska flogmanning, so kundu vit havt stød í Føroyum, men so leingi sum stórsti part- urin av fólkunum eru dan- ir, er vaktarskifti í Kastrup. Tá kann eg eins væl fara til Noregis, sum til Føroya í frítíðini. Seks flogskiparar ella pilotar arbeiða á føroya- flogfarinum, og ætlanin er at fáa tveir føroyskir stýri- menn afturat, tí so hevði borið til at havt vaktar- skifti í Føroyum. Eitt rímiligt krav Hvat heldur tú um kravið, at danir skulu gevast at flúgva til Føroya um veturin? - Tað haldi eg verða eitt rímiligt krav, um danir góvust at flvið føroya- rutuni um vetrarnar. Teir vinna ongan pening í hesi rutu kortini. Er tað ikki heldur ósmæðið at krevja tað av dønum, nú teir hava rékt rutuna í so nógv ár? - Nei, tað haldi eg ikki. Eg haldi hinvegin, at hetta er eitt tilboð, sum vit bjóða teimum, og eg haldi at tað eisini er eitt gott tilboð fyri báðar partar. Vit hava bert hálvan einkarrætt, og av tí at vit flúgva millum Kastrup og Vágarnar, hava danir eisini rætt at flúgva til Føroya. Tað hevur ljóðað, at føroyaflogfarid skal stovna rutusamband til Onglands. Skal British Airways so eisini hava rætt at flúgva til Føroya? - Teir kundu kravt tað, men tað hugsi eg ikki, at teir eru áhugaðir fyri, sigur Hans Hansen. Tað eru nøkur ferðafólk, sum kenna seg tryggari í danska flogfarinum. Er féroyaflogfarið eins trygt og tað danska? Bestu venjing - Eg haldi at føroya- flogfarið er best hóskandi flogfarið á okkara leiðum, umframt at flogmanningin hevur fleiri til- og fráferðir í Vágunum. - Vit flúgva 150 - 180 ferðir árliga, meðan dan- ska flogfarið hevur stórri manning, og tí kanska bert flúgva hendavegin einar 30 - 40 ferðir árliga. So kanst tú spyrja teg sjálva, hvgr manningin hevur størstu venjing á Føroya- rutuni. Er tað bara sum at koyra bil, at føra eitt flogfar? - Sum í bili? - nei, tað er sum at flúgva, og tað er stórur munur. Ferðin er at enda komin, og flogfarið verður gjørt til reiðar at seta seg í Vág- unum. Í stýrihúsinum er ein eyðka stólur og tryg- darbelti v.m., har eitt fólk kann sita, tá flogfarið setir seg. Hugtakandi sjón Tað er altíð vakurt, tá oyggjarnar daga undan skýggjunum, men tað er hugtakandi at sita soleiðis fyri, at tú sær til allar síðir. Flogskiparin og stýri- maður tosa við stødina í Vágunum, og alt er bert mjørki og tú skilir ikki, at Hans Hansen, flogskipari: - Eg haldi at føroyaflogfarid er best hóskandi flogfar á okkara leiðum, umframt at flogmanningin hevur fleir til- og fráferðir úr Vágunum. So kanst tú spyrja teg sjálva, hvør manning hevur størstu venjing á føroyarutuni tað ber til at koma á røttu kós, tá einki sæst fyri framman. Hóast automat- iski stýrarin er nýttur á ferðini, so verður farið yvir til manuella stýring, tá flogfarið skal seta seg. - Sum í einum ævintýra- filmi,- dagar Vågoyggin undan skýggunum, við landingsbreytini í havs- brún. Landsslagið líkist einum telduspæli, tí breytin er prýdd við óteljandi ljósum, har teir skulu seta flog- farið. Tað er ótrúliga hugtaka- ndi sjón. Verður tað ongantíð keði- ligt, bert at flúgva aftur og fram, t.d. sum at koyra buss millum Føroyar og Kastrup? Hans Hansen svarar vid einum spurningi: - Hvat heldur tå sjålv. Nei, eg haldi ikki, at tað er keði- ligt. Dagny Sjúrður Skaale skrivar Í farnu viku hevði Hen- rik Old eitt lesarabræv i blødunum. Tað var ein tann sjáldsamasta og mest áhugaverda hen- ding í vikuni. Ikki tí málið um fiski- vinnuskúla í Suður- oynni, sum brævið snúi seg um, er so øgiliga nógv meira áhugavert enn onnur mál. Brævið hjá Henrikki var áhuga- vert av teirru einføldu orsøk, at tað var skrivað av einum javnadarting- manni. Tí tað er sera, sera sjáldsamt at síggja, at nakað umboð á tingi ella í landsstýrið fyri størsta politiska flokk landsins hevur nakað uppá hjarta. Meinar nakað. Heldur nakað... Ikki tí, onkuntíð hava hesi 11 fólk havt nógv at siga. Fyri góðum átta mánaðum síðani var tað ikki tað mål, sum ikki varð endavent og vidgjørt bæði so og so. Tað var, tá hesi fólk høvdu brúk fyri atkvød- um. Tá tey buðu seg fram til at taka við politiska valdinum í Føroyum. - Og tey fingu atkvgðurnar! Tey fingu valdið! Og so - frá degi til dags - var ikki meira tey høvdu at siga. So meintu og hildu tey ikki so øgiliga nógv longur Umframt hetta hjá Hen- rikki minnist eg meg at hava sæð tvey ella trý lesarabrøv, skrivað av teimum politikarum, sum fingu mesta valdið 17. november. Javn- aðarpolitikarunum. „Politikkur er kyn- strið at forða menn- iskjum í at taka lut í ti, sum viðkemur teim- um«, sigur eitt orð. Tað er spell at noyðast at siga tað, men tá ein hyggur at dagsins javnaðarumboðum á tingi og í Tinganesi, ber illa til at lata vera við at hugsa um hetta »kynstur«. Serliga tí hendan arroganta tøgn er ein mótsetningur til ta hugsjón, tey eru vald at umboða. Varð hendan hugsjón fylgd í verki, skuldi hetta at lagt upp til og stimbra eitt alment orðaskifti um tey ymis- ku málini, verið ein náttúrligur partur av politikkinum. Javnadarflokkinum nyust sjálvandi ikki at vera samdur við fak- felagsrørsluni í einum og øllum. Men nøkur felags sjónarmið áttu hesar rørslur - tann so- nevnda politiska- og tann fakliga arbeiðara rørslan - kortini at havt Og tað minsta - tað allar, allar minsta - ein Ingeborg Vinther ell: ein Oli Jacobsen måttu kunnad vænta sær tå tey alment finnast at poli- tikki javnadarfloksins, er eitt alment svar! Tad fingu tey vid- hvert frå Jógvani Sund- stein og undanfarna landsstýri, tá tey høvdu at tess politikki. Frá javnaðarflokkinum fáa tey hvorki orð ella eið! Eingin - ikki ein! - av hesum ellivu fólkum, sum m.a. arbeiðara- rørslan gav valdið fyri átta mánaðum síðani, hirðir í dag at svara hesi rørslu, tå hon finst at ti hátti, hetta vald verður nýtt uppá! Í farnu viku hevði fiskimannafelagið aftur eima hvassa almenna atfinning at javnaðar- flokkinum. Var rætt vorið, var hetta tann sjáldsamasta og mest áhugaverda hending í vikuni. Og enn meira sjáldsamt átti tað at verið, at einki alment svar kom úr Tinganesi. Men hetta er tann øvugta verð. Tað tykist, sum halda okkara politikarar, at teir eiga valdið. Tað gera teir ikki. Teir bara umboða meiningarnar hjá teim- um, sum valdu teir. Sjúrður Skaale