týsdagur 23. juli 1991síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 137 — 23. juli 1991
- hugtakandi ferð við fóroyaflogfarinum, har
Hans Hansen, flogskipari gav sær stundir at tosa
við Sosialin
Røddin tosar føroyskt við
syngjandi norskum tóna-
lagi, umframt at tað heldur
ikki smæðist burtur, at
røddin upprunaliga er úr
Vågunum, so tað ljóðar
skemtiligt.
- Vit eru stødd umborð á
føroyaflogfarinum, og tað
er Hans Hansen, flogskip-
ari, sum í dag hevur tørn at
"flúgva" hesa rutu.
- Tá flogskiparin tosar
gjøgnum lurti í flogfarin-
um, er tað oftast so óskil-
ligt, at tú ikki tímir at lurta.
Ókendir
Tá tú skalt heimaftur til
Føroya er tað sjálvsagt for-
vitnisligt at hoyra, hvussu
veðrið er í Føroyum, og
hesaferð er tað tann um-
venda verð, tí veðrið í
Føroyum er sum í Dan-
mark í bestu summartíð,
og mjøkri og regn í Kast-
rup - sum av tí allar tvørl-
igasta í Føroyum!
Flogskipari og styrimad-
ur umborð á flogfari, eru
rættiliga 6kendir persónar.
Teir síggjast ikki umborð,
men kortini hugsa tey, sum
líða av flogræðslu, nógv
um tað, sum fyriferst "har
frammi."
Flogskipari i 25 ár
Hans Hansen er midving-
ur, og hevur verid flog-
skipari i 25 år. Tey fyrstu
22 i Noregi og sidani før-
oyaflogfarið kom, millum
Føroyar og Danmark.
Hann tók teir uppá orðið,
sum bóðu hann koma til
Føroya at arbeiða, ti hann
helt tað vera stuttligt at
flúgva uppá Føroyar.
Hans Hansen: - Hertil
skal eisini sigast, at tað at
flúgva í Føroyum er eins
og viðurskiftini á Vest-
landinum í Noregi. Hetta
er sama fjallalendi, og tí
havi eg nógvar royndir at
flúgva júst í hesum gki.
Vanligt er at fólk halda, at
flogskiparar og ferðafólk
ikki eta sama mat, tí vandi
sigst vera fyri mateitran ?
- Vit eta tað sama sum
ferðafólkini - um nakað er
eftir til okkara.
Vandin fyri mateitran er
ikki so stórur á okkara
leiðum, av tí at vit bert
flúgva í tveir tímar.
Ødrvisi er, har flogfør
fligva langa leid og har
tad er so heitt, at bakteriur
fåa møguleika at nørast.
Tann vandin er ikki til
stadar hjå okkum.
Merkist tað her frammi,
um nógv ferðafólk eru
umborð og flogternurnar
hava nógv at gera?
Føroyingar hava tikið
dyggiliga undir við
føroyaflogfarinum, ið
flytir meir enn 60% av
ferðafólkunum, sum
ferðast um flogvøllin í
Vágunum
- Nei, tað er eingin mun-
ur - hóast vit sjálvandi eru
fegnari, tá nógv fólk er
við.
Flogternurnar eru and-
litið úteftir, og tí er tað so
tydningarmikid at ferða-
fólkini hava gott samband
við starvsfólkið umborð.
Flogskipari og stýrimað-
ur eru meir ella minni
ókendir. Vit koma ikki í
samband við ferðafólkið.
- Kortini haldi eg tað
vera stuttligt at flúgva við
føroyingum, og tí tosi eg
altíð fyrst føroyskt , tå eg
um lurtid gevi ferðafólkum
ymsar upplýsingar á ferð-
ini.
Heldur tú at fóroyaflog-
farið hevur møguleika at
virka framyvir?
- Ja, tað haldi eg avgjørt.
Tað er eisini umráðandi at
vit hava gott samband til
umheimin, og at føroying-
ar sjålvir skipa fyri.
- Vit eru so heppnir, at
rutan hevur fingið so góða
undirtøku í Føroyum. Eg
skal ikki reypa, men tað
gongur hampuliga væl,
haldi eg.
Snara inn á
G3 leiðina
Hans Hansen og Henrik
Larsen, stýrimaður - sum
sigur seg bara vera dana,
fara nú at trýsta á tøppar
og snara ymsum hand-
tókum, tí nú skal flogafrið
stýrast inn á eina 18 km.
breiðan geira, sum á
flogmáli eitur G3. Teir
tosa sínamillum í mikrof-
on, kanna stýrisborðið,
sum eru óteljandi lapmur
og onnur tekniskt útgerð.
Teir siga mær: at grønt
ljós, merkir upplýsing, gult
ljós at teir hava góðar
stundir at umráða seg og
reytt ljós krevur, at skjótt
verður borið at í fyrstu at-
løgu, og at tað síðani eru
stundir at kaga í bókina
um flogfarið og kanna, um
teir hava gjørt tað, sum
gerast skal.
- Hastverk er lastverk,
sum tikið verður til, sigur
Hans Hansen, og tað er
eisini galdandi innan flúg-
Ving.
Hitta onnur flogfør
Higartil hevur Hans
Hansen verid flogskipari i
25 år, og hann hevur ong-
antíð verið fyri óhappi,
sigur hann, meðan undir-
ritaða "bankar undir borið"
í huganum, og heldur, at
flogskiparin er djarviur at
siga slíkt, tá vit hanga uppi
í skýggjunum.
Flúgva onnur flogfør á
hesi leið?
- Ja, vit síggja ofta ís-
lendska flogfarið, Lufthan-
sa og SAS flogfør á hesi
leið.
Er vandi fyri samanstoyti
her?
- Nei, als ikki. Vit hava
samband við stødir á ferð-
ini, og hava góðar stundir
at umráða okkum. Fyrst er
tað støðin í Kastrup, síðani
Oslo og Stavanger, Ísland
og at enda sambandið við
stødina í Vágunum.
Hvør tekur avgerð um at
flogfarid skal seta seg, ella
fara t.d. til Noreg, tá
veðurvánirnar ikki eru so
góðar?
- Tað er bert skipanin,
sum tekur avgerð um slíkt.
Av og á er tað ikki væl
dámt, at vit fara avstað
aftur, tá vit ikki kunnu seta
okkum í Vágunum, men
tað snýr seg eisini um
tryggleika og um, hvussu
nógv vit leggja fyri. Har
noyðist tú at finna eina
gongda leið, so ferða-
fólkini ikki verða meir
órógvað enn neyðugt.
Mínar royndir vísa kort-
ini, at fólk kunnu góðtaka
at royna eina ferð afturat,
um møguleiki er fyri at
sleppa niður í Vágunum,
men um vit royna tvær
ferðir, so gerast fólk í ør-
viti.
- Um tað ikki riggar fyrs-
tu ferð vit royna aftur,
plagi eg at bíða til næsta
>