Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juli 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

end Nr. 137 — 23. juli 1991 tidindabladid Egningarskúrarnir i Havn verða tiknir niður 1. august - men framvegis røkist onki fyri, at farið verður undir at gera nýggju skúrarnar - hóast býráðið hevur samtykt, at teir skulu gerast 1. august - um eina góða viku - verður byrjað at taka egningarskurarnar við Bacalao niður. Tað er langt síðani, at hendan avgerð varð tikin. Skúrarnir eru í ring- um standi, teir misprýða gkið, og reinfgrið er ikki av tí besta. Og tað er sera óheppið, tá eitt nú útlend- skir keyparar koma at vitja Men tað hevur eisini nin, at útróðrar- di menninir i Havn skulu fåa nakrar aðrar skúrar staðin! Teir skulu gerast á nýggju brúnni uttanfyri vestara mola. Ætlanin hevur við ýðrum orðum verið, at egningin skal flytast - ikki steðgast. Bacalao er noytt at gera tað 1. august verður so annar parturin av hesi ætlan til veruleika. Men onki rgkist fyri, at nýggir skúrar verða gjør- dir! - Tað er ikki okkara borð, sigur Leivur Mikkel- sen av Bacalao. - Og ágangurin á Bacalao, bæði frá býráð- num og Heilsufrødisligu Starvsstovuni, hevur verið so stórur fyri at fáa okkum at beina hesar skúrar burtur, at leiðslan hevur kent seg noydda at gera tað, greiðir hann frá. Teir, sum hava havt mest við hetta mál at gera á Bacalao, eru í feriu í løtuni, so vit fáa ikki at vita hví ikki kann bíðast við at taka skúrarnar niður, til byggingin av teimum nýggju um ikki annað er byrjað. Býráðið pressar ongan At tað skal vera býráðið sum hevur lagt trýst á Bacalao, kennir Høgni Mohr, kommunuskrivari, onki til. - Sjálvandi er komm- unan áhugað í at fáa hesar skúrar burturbeindar, men vit hava ikki pressað nakran til tað, sigur hann. - Men tað er kommunan ið skal taka sær av byggingini av teimum nýggju. Hví hendir onki har? - Tí vit hava ikki fingið fígging. Landsstýrið skal lata ein part av kost- naðinum í studningi, og Tórshavnar Býráð hevur ikki fingið svar uppá sína umsókn, sigur Høgni. Men tá studningurin kemur kann byrjast beinanvegin, tí byggingin er samtykt í býráðnum. Lítil fiskur og fá arbeiðspláss Høgni Mohr vísir annars á, at av teimum 16 bátunum sum í fjør avreiddu linu- fisk til Bacalao, hoyra bert átta heima í Havn. - Men hinir egna eisini í Havn. Og hóast vit einki hava ímóti argjamonnum, so kann tað ikki vera okkara uppgáva at seta teimum egningarskúrar upp, heldur hann. Hann minnir eisini á, at tað bert eru manningarnar á trimum av hesum 16 bátum, sum liva av hesum línufiskiskapi. Hinar 13 manningarnar hava tað bert framíhjá. Og til endans vísir hann á, at allir 16 línubátarnir ulsamans bert avreiddu 273 tons í fjór. Av hesum avreiddu tveir bátar tey 100. - Fiskiskapurin hevur verið so smáligur, at eg ivist í, um tað verður nakar serligur línuútróður í heyst yvirhgvur. - Og í so fall verður térvurin á egningarskúrum jú ikki so stórur, sigur Høgni Mohr at enda. S-S- Síða 5 Skal línuútróðurin i Havn nú halda heilt uppat? Sosialurin fer í morgin at hava viðmerkingar til málið frá onkrum av teimum, ið brúkt hava skúrarnar, og sum nú standa á berum. Tey eiga at melda Fyri at koma hundaóskilinum til lívs mugu fólk hjálpa til og melda hundar, ið ganga leysir, sigur M. Nepper Christensen, fúti | Sum greitt frá í Sosialinum hund, sum var frå sær sjálv- leygardagin, skejyt løgregl- an í Havn fríggjadagin ein Fólk spyrja, hvussu nógv um og beit bæði barn og skal til fyri at sleppa undan hundafangara. hundayvirganginum, sum Herfyri varð ein genta bitin bæði í beinið og í armin av einum illum sjefarahundi og mátti hava læknaviðgerð, men hundurin varð ikki meldaður ein tekur til. Nógvir hundar ganga leysir í Havn og á Argjum, sjálvt um hetta ikki er loyvt. Skal hundur býta fólk ella seyð, áðrenn nakað verður gjørt? verður spurt. Sosialurin hevur sett Mogens Nepper Christen- sen spurningin. - Vit hava fingið eina skipan, ið noktar eigarum at lata hundar sínar ganga leysir. Síðan eru nógvir hundar tiknir upp, og fleiri fólk hava fingið bót. Men skal tað muna, mugu fólk taka undir við skipanini og boða politinum frá, um hundar ganga leysir og eru ul ampa. Fólk mugu eins og politiið hava áhuga fyri at koma óskilinum til livs, sigur Mogens Nepper Christensen. Tað eru tey, sum aftra seg við at ringja, tí viðurskiftini eru so smá, og tey vilja ikki leggja seg út við vinfólk, skyldfólk ella grannar. Dømi eru um hundar, sum hava bitið fólk, uttan at tað er meldað. Tað skuldi ikki verið 2 nøkur orsøk til at hildið seg aftur. Politiið upplýsir ikki, hvør meldað hevur, sigur fútin. randi pre Smågenta yvirkoyrd Seinnapartin leygardagin varð ein átta ára gomul genta í Klaksvík koyrd yvir av persónbili. Ohappið hendi á gongu- teiginum á Gerdagøtu, við Skúlaveg, við gamla tekn- iska skúla. Gentan slapp við smáveg- is snuddi. Politiið í Klaksvík visti ígjár ikki at siga, hvor or- søkin var til øohappid. Fríggjanáttina brutu tveir ungir mans inn í Mariu- kirkjuna, katólsku kirkjuna, í Havn. Teir brutu inn í kjallaran. Líkt er ikki til, at teir havatikið nakað. Teir eru vorðnir órógvaðir, tí gestir, sum svóvu í kjallaran, vakn- aðu av innbrotinum. Fólk hava sæð tveir ungar menn renna frá staðnum. Politiið heldur, at tað munnu vera somu menn, sum somu nátt hava brotið inn í barnagarðin hjá Fran- ciskanarasystrunum. Har er eitt kúbein tikið og óivað nýtt til at bróta inn við í Mariukirkjuna.