týsdagur 23. juli 1991síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Franskir båtar
avreitt til
Lynfrost
Orsgkin til at franskir
bátar, sum eru vanir at av-
reiða í Danmark, koma við
Føroya við fiskinum, er, at
betri prísur fæst.
- Men vit vilja ikki siga
hvussu nógv vit góvu fyri
hesar lastirnar, verður sagt
av Lynfrost. - Tað er onki
at fara í blødini við...
Annars verður upplýst,
at upsin var stak góður.
Lynfrost tók í farnu viku ímóti tilsamans
540.000 pundum av upsa frá tveimum
fronskum bátum
galdandi frá týs. 23. til og við
leygardagin 27.07.
1 kassi (u. floskur og kassa) 85,00
WC-pappir (óbleikt)
Oksaháryggur som vi
Seyðarhovd
Vit hittast í
» 10,00
SMÆRUNI
M. A. Winthersgøtu 2 - Tlf. 11549 - 11047
Nr. 137 — 23. juli 1991
Ikki stórur, men feskur og
sera væl hagreiddur.
Bátarnir, sum eru úr
Douarnenez í Fraklandi,
royna í Norðsjónum.
Um hetta at koma til
Føroya at landa eisini
verður gjørt framyvir, er
ikki greitt.
- Vit gjørdu ið hvussu er
onga fasta avtalu við teir,
verður sagt av Lynfrost.
Lastirnar, fraklending-
arnir komu við, vóru so
mikið stórar, at Lynfrost
ongum upsa tekur ímóti
komandi vikuna.
S-S-
Hesir báðir landaðu í
farnu viku 270.000
pund av upsa hvýr til
Lynfrost í Saltangará
Mynd: Hilmar Jan
Feroysk fyritøka vid
å Aqua-Nor i august
Sýnir á stóru norsku framsyningi fram nýggja
fóðurskipan, sum er ætlað at fóðra átta stórar
aliringar, sum liggja heilar 700 metrar úr landi
Fyritøkan Pf. Datronik úr
Havn fer í døgunum 9. til
14. august at vera vid å
stóru norsku fiskivinnu-
framsýningini Aqua-Nor
91, sum er í Tróndheimi.
Pf. Datronik verður við á
framsýningini við egnum
báti, og er ætlanin at sýna
fram eina heilt nýggja fóð-
urskipan, sum er ætlað til
fóðring av átta stórum ali-
ringum, sum liggja heilar
700 metrar úr landi.
Royndirnar við hesi
skipan, ið eru gjørdar hjá
Vestlaks í Vestmanna og
umborð á Rivkolli sunnan-
fyri Kollafjørð, hava givið
góð úrslit, og roynist skip-
anin sera væl.
Fórðuskipanin verður
stýrd av eini fóðurstýring,
ið Pf. Datronki hevur gjørt
og framleitt í hálvtannað
ár.
Eftir innlisnum upplýs-
ingum um fiskatal, vekt og
annað, umframt upplýsing-
ar um hitan í sjónum,
roknar skipanin sjálv út,
hvussu nógv fóður skal til.
Hvønn dag ber so eisini
til at síggja, hvussu nógv
fóður er givið í hvønn
ringin, umframt aðrar upp-
lýsingar.
Hendan skipanin, sum
Pf. Datronik nú fer at sýna
fram á Aqua-Nor 91 í eina
viku, kann flyta fóðri nógv
longri enn aðrar skipanir,
umframt at hon eisini
tekur minni pláss enn
aðrar skipanir.
Alarar úr gllum heim-
inum, sum vitja framsýn-
ingina, kunnu har fáa høvi
at síggja bæði fóður
skipan og fóðurstýring,
umframt eisini tann
víðgitna sjókagan hjá Pf.
Datronik.
hj.
Nordis fingið
nýggjan stjóra
Herfyri varð stjórin á
flakavirkinum Norðís á
Eiði, Egil Olsen, settur
sum stjóri á Tvøroyrar
Flakavirki.
Talan er um, at hann
fyribils skal royna seg har
i eitt år, og til tess hevur
hann so biðið um farloyvi
frå stjórastarvinum á Eiði
hetta árið.
Hesa seinastu tíðina
hevur so nevnd og leiðsla
fyri Nordis arbeitt við at
fáa annan stjóra settan,
meðan Egil Olsen er
burturi hetta árið, og er
hesin spurningur nú
avgreiddur.
Nevndin hevur sett Niels
Petur Bech í starvið fyri-
bils í eitt ár.
Niels Petur Bech er ikki
ókendur vid virkið, tí hann
hevur nevniliga framman-
undan starvast sum virkis-
leiðari á Nordis.