Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juli 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 137 — 23. juli 1991 Torført at koma Síða 3 fram rættstundis - av tí at skeivar upplýsingar verða givnar, tá tú skalt heinta ferðafólk við bussrutuni úr Vágunum til Havnar Tað er ikki óvanligt at fólk bíða leingi, tá tey fara nið- an á Bil eftir gestum ella familju, sum koma við flogfarinum til Føroya. Vanliga ringja fólk til Bil og spyrja, nær bussurin úr Vágunum kemur til Havnar. Tað hendir meir enn so, at einki samband er mill- um upplýsing og veru- leika. Soleiðis var eisini eitt kvøldid herfyri, tå ferðafólk við seinna før- oyaflogfarinum, komu til Havnar við bussinum. Slakan tíma ov tíðliga - Fólk fingu at vita, at bussurin var í Havn kl. 11 á kvgldi. Tey fóru niðan í góðari tíð, og vóru til reið- ar at bíða eina løtu, ti bussurin var ikki komin. Tá frættist, at bussurin var komin til Havnar kl. 22.15, og tí vóru eingi ferðafólk at síggja. Niels Persson, stjóri á Bil: - Vit hava nógvar telefonir á Bil, so eongum nýtist at fara aðrastaðni at ringja, um mynttelefonin er í ólagi Nú kundi tú hugsað sum so, at um tey, ið skuldu heinta teg á Bil, ikki vóru har, tá bussurin kom, so hgvdu ferðafólkini ríki- liligar stundir at ringja heim og boða frá, at tey longu vóru komin til Havnar. Trupulleikin var bert tann, at mynttelefonin á Bil var í Glagi, og fólk noyddust at leita sær ann- að stað at ringja. Ferðafólk hevur ringt til Sosialin og kært sína neyð. Hann ferðast ofta aftur og fram millum londini, men nærum ongantíð heldur tíðin, sum upplýst á Bil, og fólk antin standa og bíða, ella koma so tíðliga, at avtalaði avheintingarætla- nin ikki heldur. - Tá so mynttelefonin heldur ikki er tók, er tað 6høgligt og ikki sørt mød- samt, ikki at sleppa til hús beinanvegin, tá tú kemur heimaftur, eftir ferðing um flogvøllin. Fritidaravloysarar Niels Persson, stjóri á Bil, sigur vid Sosialin, at teir har hava fritidar- avloysarar i løtuni, og at tað er komið fyri, at fólk hava fingið skeivar upp- lýsingar, tá tey hava spurt, nær bussurin kemur til Havnar við flogferðafólki. - Í hesum føri var tað vid nýggju flogrutuni hjá At- lantic Airways til Billund. Trupulleikin var, at flog- farið setir seg trý korter áðrenn vanliga komutíð, og hetta hevði telefon- gentan ikki fingið at vita. - Annars er mannagong- din tann, at vit fáa boð úr Vágunum, beint sum flog- farið hevur sett seg, og so verða boðini givin víðari, so hvørt sum bussurin nærkast Havnini. Eru ferðafólk við, sum Skulu til Kvívíkar, verður farið higar fyrst, síðani verður steðgað í Kolla- fjarðardali, har fólk kanska skulu flyta úr einum bussi í annan. Ring ikki ov tidliga Tað er greitt, at slíkir steðgir ikki kunnu skrá- setast so gjølla, og tí vita vit ongantíð, hvussu drúg- va tíð vit skulu rokna við til Havnar. Hvat vilt tú mæla fólki til, tá tey skulu hava upplýst nær bussurin kemur úr Vágunum til Havnar? - Vit hava samband við bussin so hvgrt sum hann koyrir eftir oyggj, og tí vil eg mæla fólki til at ringja umleið ein tíma áðrenn bussurin kann væntast til Havnar. Tá vita vit rætti- liga væl, nær hann kemur, men vit plaga altíð at siga fólki, at bussurin er í Havn, einar fimm, tíggju minnuttir fyri komutíð, so fólk ikki skulu standa og bíða, sigur Niels Persson, og skoytir uppí. - Tað er rætt at mynt- telefonin ofta er í Ólagi, men vit hava fleiri tele- fonir á Bil, so tað er bert at spyrja seg fyri. Møguleikar at geva boð frá sær, tá tu kemur og eingin er eftir tær, er ikki nøkur forðan fyri, at fólk kunnu sleppa heim til hús, eftir ferðing um flogvøllin. Dagny Eingin bilur og mynttelefon, sum er í ólagi, er óheppin samanseting, tá tú móður og troyttur al é nda til Havnar við bussrutuni KCmur Stungin Í hálsin Í Kvøldloti varð ein maður leygarkvóldið ? stungin I hålsin, men slapp frå til- burðinum uttan stórvegis mein Umleið klokkan tíggju leygarkvgldið handtók politiið í Havn ein 33 ára gamlan mann, sum hevði stungið ein annan mann við knívi. Tann 33 ára gamli hevði verið í Kvøldloti. Hann var fullur og gjørdi nógv um seg. Tey vildu fegin hav hann út, og tá so ein átók sær uppgávuna at fáa mann- in út úr Kvøldloti, dróg tann fulli knívin úr slíðr- anum og stakk. Maðurin varð stungin í høkuna og í hálsin. Hann bløddi illa, men stingirnir vóru ikki livs- hættisligir. Tó mátti ma- durin á skaðastovuna at verða seymaður aftur. Politiið hevur avhoyrt fólk og gjørt ymiskar kanningar. Maðurin varð leysur dagin eftir. Politiið er ikki liðugt við sínar kanningar, og tá tað er gjørt, verður stóða ukin til ákæruna. latin randi