Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juli 1991síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 137 — 23. juli 1991 Sosialurin royndi í gjár at finna útav, hverja stóðu jugoslavar og norðurírar hava til Svangaskarð sum føroyskan heimavøll i EM-dystunum í heyst. Hvørki av hesum báðum londum hevur enn svarað fyrispurninginum frá UEFA um góðkenning ella vraking av Svanga- skarði. Svarið kemur í dag >Starvsnevnd okkara hevur vidgjørt hendan spurningin, og svarið verð- ur sent UEFA-skrivstovuni í Bern í morgin,< verður sagt av høvudsskrivstov- uni hjá jugoslaviska fót- bóltssambandinum í Beo- grad. >Men vit kunnu ti- verri einki upplýsa um, hvert talan er um eina góð- kenning ella eina vraking av tykkara nýggja fót- bOltsvølli.« Tá so umsitingin i jugo- slaviska fótbóltssamband- inum ikki kundi geva greiðari svar enn hetta, varð roynt at få: fatur í onkran av høgu harrunum í fótbóltssambandinum har, men tað bar ikki til. Annaðhvort svaraði ikki, tá ringt varð, ella varð ikki gjørligt at fáa fatur á neyð- ugu telefonummørunum. Og eingin av hesum góðu monnum varð aftur at hitta á hgvuðsskrivstov- uni fyrrenn fyrrapartin í dag. Fundast í næstu viku Hvussu verðið er við norðurírum, ber bæði betur til at siga, og ikki. >Her er eingin av starvs- nevndarlimunum at hitta í løtuni, og teir flestu teirra eru burturi í summarfrí, so hesin spurningurin kann ikki verða avgreiddur fyrr- enn á fundi fyrst í næstu viku, tá menn eru aftur- komnir,< segði skrivarin, Sosialurin fekk fatur á á høvudsskrivstovuni hjå norðurírska fótbóltssam- bandinum í Belfast í gjár. Tað ljóðaði ikki, sum norðurírar eru greiðir yvir, at freistin at svara er úti í dag. Høvdu teir vitað av ti, varð jú ikki tid at bíða til í næstu viku at viðgera Spurninginin, sama hvor var heima ella ikki. Heldur ikki frá norðurír- um var gjørligt at frætta, hvør stóða helst verður tik- in til Svangaskarð frá teirra síðu. Jugoslaviska fólbóltssambandið sendir í dag svar sítt til UEFA, „meðan norðurírar siga seg fara at viðgera málið um Svanga- skarð á fundi, sum ikki verður Jyrrenn fyrst í næstu viku. Verða norðurírar so ov seinir við svari sínum fil UEFA, kann tað ikki fulkast sum annað, enn at: »Iann, sum Tøgn = at samtykka! Hóast Sosialurin áður frá blaðnum The European hevur frætt, at David Bo- wen og fleiri við honum í norðurírska fótbóltssam- bandinum eru ímóti, at norðurírar skulu til Føroya at spæla, so sær út til, at hetta sjónarmið kanska gerst týdningarleyst í Spurninginum góðtaking ella vraking av Svanga- Síða 9 skarði. Um tað nú vísir seg, at svarið frá jugoslavum er positivt, samstundis sum norðurírar ikki halda freistina og svara til tíðina, má tað merkja tað sama, sum at samlaða svarið verður ein g6dtøka av Svangaskarði. Men so lætt er tað heila kanska ikki kortini. legir, hann samtykkir!« Mynd: Hilmar Jan Tá Sosialurin í gjár tos- aði við pressuovastan á UEFA-skrivstovuni í Bern, tóktist hesin íkki vilja svara Spurninginum, um norðurírsk tøgn var at rokna sum g6dtøka, um jugoslavar saman við dønum vóru fyri at spæla í Føroyum. Men samstundis vildi maðurin ikki útilokað møguleika fyri, at hetta kundi henda. Bert danir svarað Annars varð frá UEFA- skrivstovuni váttað, at freistin er úti í dag, og at einki svar higartil var komið hagar frá ødrum enn dønum. Formaðurin i føroyska fótbóltssambandinum, Tor- leif Sigurdsson væntar tó ikki, at målid verdur so lætt avgreitt frå UEFA- skrivstovuni. >Um norðurírar og fyri tað eisini jugoslavar ikki hava svarað í morgin (Le. í dag, blåm.), man UEFA fara at rykkja teir eftir ein- um svari,« heldur hann. »Men hetta er bert nakað. eg giti. Hitt er sjálvandi eisini ein møguleiki, hóast eg trúgvi lítið uppá hann.« Í dag kunnu vit bert vóna tað besta Sosialurin royndi eisini at fáa fatur á forsetanum í UEFA, Lennart Johansson. 1d er svii, men tað eydnað- ist ikki. Svenska fótbóltssam- bandið fortaldi, at maðurin var burturstaddur í summ- arfrí, og somu boð gav sjálvvirkandi telefonsvar- arin hjá UEFA-forset- anum. Hann verður ikki at hitta aftur fyrrenn 13. aug- ust, so heldur ikki hagani ber til at fáa at vita, hverja framferð UEFA nú fer at brúka, um hesi bæði lond- ini ikki svara, ella um tey komnu svørini eru positiv. Tað, sum vit her heima í Føroyum hava at halda okkum til í dag — týsdagin 25. juli 1991 — er at jugo- slaviska svarið verður ein játtan uppá, at teir koma hendanvegin at spæla. og at norðurírar gerast ov seinir at koma við teirra — helst — negativa svarið. Og so umframt hetta kunnu vit bert vóna, at UEFA tá gongur eftir gomlu føroysku megin- regluni: »Tann, ið tegir, hann samtykkir! « hj.