Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juli 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 tíðindablaðið Nr. 137 — 23. juli 1991 Nakrar nutidarsøgur Vit halda í dag fram við greinargðini um Hvalba. Hetta eru hugleiðingar - tankar, sum Maud Næs, hevur gjørt, nú hevur vitj- aði aftur í heimbygdini í summarfrítíðini. Maud Næs lesir annars søgu á Fróð- skaparsetrinum. Tær seinastu greinarnar koma í blaðið mikudagin. IRF hevur kravt, at bingjur (avfallskontain- arar) skulu setast upp í Hvalba. Kravt at bingj- urnar skuldu standa inni í bygdini, tí annars fóru oll bara at koyra alla „skrepu< á bingjuplåss- ið, um ongin sá tey, tá tey fóru við avfalli. (Typ- iskt, at betrakta vaksin fólk sum bern og undir- meta virðingina fyri, at tað finnast fólk, ið trúg- va á, at ein er, ið ellum valdar og alt sær). Hvalbingar hava ann- ars fyrr koyrt alt burtur- kast útav á Drotti t.v.s i' Vesturhavið. Tað var eisini í fínasta ordan: fyrr, tí tá hevdu fólk ikki so nógv burturkast Í dag er burturkastið ein tann stersti trupulleikin i »framkomna« ídnaðar- heiminum, t.v.s. hjå okk- um. Aftur til bingjurnar. Strid bleiv nå i Hvalba um, hvar hesar vælsign- aðu bingjur skuldu standa. Ætlanin var at. seta tær heimanfyri (í bygdini Hvalba), men. hetta bleiv mótmælt. Nakrir skilagóðir borg- arar í kommununi settu fram uppskot, um at seta bingjurnar vestur í grótbrotið, nær við fiski- eiði. Men Gud skal vita, hví tað var so ógjerligt. Meguliga vildu bygda- ráðslimirnir ikki ganga- ímóti harraboðunum frá IRF, tí grótbrotið lá jú uttanfyri bygdina og mannaeygu. Nå, bingjurnar komu so at standa beint uppi i Klovanum i Nesi. Tann, ið kom við ti geniala hugskotinum, er væl- komin at geva eina frá- greiðing um, hvat og hvussu hugsað varð, tá steða varð tikin um at brúka vakrasta pláss í Hvalba til bingjupláss. Kommunan hevur enntá asfalterað og stoypt rundanum, soleiðis at bingjurnar, tríggjar í tali, kunnu standa so gott. Friðingarnevndin hevur góðkent plássið, hver situr í friðingar- nevndini og hvussu kann tílíkt góðtakast. Staðið har bingjurnar standa er eyðkent fyri, at vindurin er harður í ávísum ættum. Bingjur- nar standa opnar og gapa og alt leyst burtur- Bingjurnar eru ein skammblettur fyri bygdina. Tær eru av IRF, friðingarneundini og bygdaráðnum settar í vakrasta oki í bygdini. Tá vindur er, slødist alt óruddið fyri veður og vind. kast flýgur úr teimum og dálkar umhvervið, tá óveður er. Øll eg havi tosað við argast inn á bingjurnar. Vónandi eru fólkavaldu bygdaráðslimirnir = so- mikið at sær komnir, at teir flyta bingjurnar sum skjótast út um be- garðarnar og frá fólka- eygum. Mánadagin vóru bingjurnar fyltar við ull. Ull sum fyrr var Feroya gull.