Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juli 1991síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 137 — 23. juli 1991 Síða 11 jog -myndir úr Hvalba Varfjall í Dimun Kl. 6.30 månamorgunin føru hvalbingar ut i Litlu Dimun. Likindini véru so tolulig, og teir vóru so hampuliga mannaðir, 28 mans. Endamálið við rakstrinum hesuferð var ullarroyting. - Framurskarandi rekstur, sjåldan at so nógvur seyður hevur verið inni, sigur Jákup hjá Hinnu. (Gubbin hjá mær). Hann fortelur, at teir fóru út við einum 6-árringi og einum glastrevjabåti. Farið varð á land á Torv- kletti fyri sunnan og farið varð í bátarnar aftur á Tanganum undir Hellu- rókini fyri norðan. — Jú, seyðurin var í góðum standi, sigur Ják- up. Til stuttleika kann eg reypa av tvær ferðir at hava verið uppi í Kollin- um á Lítlu Dímun. Fyrsta dagin stigaðu vit og næsta dagin róku vit. Or- sekin til at eg kom upp á Kollin var helst, at pápi mín hevur tað plássið á oynni, tá teir reka. Annars eru tað nógvir mans, sum hava rikið har úti alt lívið og nú eru gamlir, men ongantíð hava verið í Koll- inum. Har úti hevur hver maður sítt pláss og so eru teir har og ferdugt. Tur- isman og tað rat hava ver- ið har« er ikki teirra. Eliesar við Neyst er for- maður í oynni. Eftir sum OG KLASS FÆRØSK. STRIKKE- 3 DESIGN at vårreksturin er ullar- royting, spurdi eg hann um, hvat teir gera við ull- ina. — Ullin verður bara løgd har úti, sigur Eliesar. — Hvussu leingi hava tit lagt ullina eftir har úti? — Hetta er triðja árið. Tey síðstu seks árini hev- ur ullin bara ligið í neyst- inum, ið hoyrir til Lítlu Dímun. Ja, tað er nógv fyri, men man sleppur ikki av við ullina. Fyri nøkrum árum síðan kundu fáast umleið 3000 kr. fyri ullina um árið, og nú fær man ikki eingang selt hana, sigur formaðurin í oynni. Eliesar fortelur, a nú rakstur hevur verið runt um í bygdini, hava menn brent ullina uttanfyri rættirnar. Í fjør sluppu menn heldur ikki av við skinnini. Seinastu árini hevur man annars fingið millum 30 og 50 kr. fyri skinnið. — Nú fær man ikki so frægt sum fyri salt, so skinnini fara í Vesturhav- ið. — Er tað ikki harmu- ligt? — Harmuligt, jú, tað er tað. Er tað ikki ov galið at noyðast at blaka ull og skinn í Vesturhavið. Í bingjurnar kann tað ikki fara, hóast nekur gera tað kortini, tí brennisteðirnar koma í trupulleikar av ull- ini og skinnunum, tí tað vil ikki brenna. Hvar er man henni! Uml. 60 tons av ull er bliv- ið til eitt árligt problem, tí ongin veit, hvussu man skal sleppa av við hana. Landsstýrið hevur sett eina nevnd, ið skal loysa trupulleikan við ullini. Meguliga verður funnið uppá ein brenniovn, sum er vælegnaður at brenna ull í, tí úti í landsstýrinum eru tey sovorðin »finn- uppá menniskju«, hver so enn hevur uppfunnið tað orðið. Man skuldi næstan trúð, at ull var byrjað at vaksa inni í heilanum á landsstýrismonnum og fyri so vítt eisini løgtings- monnum — bara tað ikki Neyðaradýrið vavt í ull, sum endar á vest- fallinum. kemur út gjøgnum oyruni skjótt. Fínar damur, ið ferðast til okkara hevuðsstað á meginlandinum, keypa har fínar, farvuríkar, flott designaðar troyggjur, ið liggja í prisklassanum ímillum 1500 og 3000 kr. og eru úr ull. Tó — tíverri ikki føroyskari ull. Danskarar innflyta ull- intar dýnur úr Týsklandi. Ein dýna kostar uml. 8000 kr. Týskarar eiga patent- ið. Men einans uppá ta dýnu, teir framleiða. Hví gera feroyingar ikki okk- urt líknandi, hví? Hvat ger landsstýrismaðurin í ídnaðarmálum? Er upp- gávan í landsstýrinum ikki at koma við góðum ráðum um nýggjar vegir innan feroyskan ídnað, ella snýr alt seg bara um fisk. Steðgar jerðin at mala, um feroyingar hyggja aðrar vegir enn í eitt sporl? Her finnast fólk á landi, ið duga at designa pløgg, ið duga at lita tógv, so eygað kann síggja okkurt annað enn kotamorreytt. Vit síggja nóg mikið av kotamorreyðum 9 mánað- ar um árið, tá alt er grátt og vátt. Hóast hetta verð- ur hildið fram at framleiða kotasvartar troyggjur og bátsmanstroyggjur og ull- intar undirtroyggjur, buksur og hosur í 1991. Marknaðurin, hvat hesum viðvíkur er langt síðan mettaður. Forrestin er so heitt um- borð á skipunum í dag, at skipini mugu hava air- kondition umborå, so mansskapið ikki skal kódna. Ei undur í at tetingar- virkið fer fallit. Úr ullini áttu at verðið framleidd vekur, tíðarhóskandi klæði til bern, ung og gomul, soleiðis at tað slapst undan at innflutt so nógv mótapregað klæði, sum allíkavæl verða skift út alla tíðina, tí tey cnki eru verd. Fer- oyingar áttu at skapt før- oyskar dýnur úr feroysk- ari ull, (tað sigst, tær eru góðar mótvegis gikt), ístaðin fyri at blaka gullið burtur. Forrestin, nýggja fer- oyska bindibókin er so sanniliga eitt stig rætta vegin, væl úr hondum greidd, millum annað av einari kvinnur úr Hvalba. Feroysku troyggjurnar, ið verða framvístar í SMS, eru góð demi um, hvussu vekur ullin kann blíva og ull og ullaúrdráttum. b p [ p p ld p b b Nógu fyri, at ullin er vorðin ein landsstýris- trupulleiki — tí hon ikki brennur. hvat kann gerast við hana. Tað nýtist so aldeil- is ikki nekur landsstýris- nevnd at greiða føroying- um frá, hvat ullin skal brúkast til. Sanniliga er at fegnast um lýsingina í Dimmu síðst, har Bóndafelagið heitir á fólk um at goyma ullina væl og á turrum stað. Vælsignaðu ullareigar- ar, gerið eftir boðum Bóndafelagsins og goym- ið ullina. Fólk, ið vilja ullini at frama, hava ætlanir í um- búna, soleiðis at til næsta várrakstur og ullarroyt- ing, verður ullin ikki brend, koyrd í bingju ella á vestfallið — men virkað eftir teimum hugsjónum, Bóndafelagið og Bindi- bókin byggja á. Keyp av ull Vit skulu hervið siga frá, at Bóndafelag Feroya arbeiðir við eini ætlan um keyp og hagreiðing av Vit miða fram ímóti at hava eina loysn á málinum til fyrst í september 1991. Goymið tí ullina væl og á turrum stað. Bóndafelag Føroya