Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juli 1991síða 12

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Kantatan verður sungin í ár: Nr. 137 — 23. juli 1991 Eykavenjing í annaðkvold Á kórvenjingini sunnudagin var stórur áhugi fyri at syngja Olavsokukantatuna í ár. Sóknast verður nú eftir sangáhugaðum monnum, og vant verður í Kommunuskúl- anum í annadkvøld. Ahugin fyri manskóri veksur. Í øllum førum, tá 3 Olavsøkan er í nánd. Hóast Olavsøkukantat- in hjå Waagstein og Mit- »ns hevur ikki verið sung- n so oftani tey seinastu 10 árini, eru fleiri, sum á 1verjum ári gleða seg til it sleppa at syngja hana á Jlavsøku. Ólavsekukórið varð callað saman heldur seint ár, so óvist var, um tíð arð til at venja Kantat- ma. Men á kórvenjing sunnudagin varð sam- tykt, at roynt skuldi vera at savna saman sang- áhugaðar menn og venja mikukveldið kl. 8 í Komm- unuskúlaauluni. Skrivað til 900-åra haldið Kantatan, sum hon verður nevnd millum manna, varð skrivað til Ólavseku- una 1930 — 900 ára minn- ingarhaldið fyri deyða Olavs kongi á Stiklasteð- um. Hetta árið samtykti Legtingið, at okkurt ser- ligt átti at verða gjert burtur úr tingsetuni, og tí varð heitt á Havnar Sang- felag og leiðara tess, Jógv- an Waagstein um at skipa fyri onkrum tónleikatil- taki, beint eftir at prestar og legtingsmenn komu úr kirkju. Hetta er, tað menn vita um, fyrstu ferð, at kór sang undir Tinghúsinum hesa letu — og byrjanin til hesa vælumtóktu tradi- tión: ólavsekukórið. Flagggølan Men afturfyri varð eisini byrjað í smáum. Kantatan er líka kend fyri, at hon varð ikki sungin hetta fyrsta árið. Tí Sangfelagið kom ikki longur enn til inngangin >Fjallprúða heim«, tá ið tann tiltikna Flagggelan tók seg upp. Knappliga hugsaðu fólk um alt annað enn kórsang. Har stóðu teir í Sangfe- lagnum so nakkalangir — og Waagstein var ikki ill- ur, men i eðini. Tvey ár seinni varð so ell Kantatan sungin. Waagstein var sjúkur tað árið, so Edvard Mitens — hann ið yrkt hevði — stjórnaði Sangfelagnum. Siðurin helt fram Kantatan var skrivað fyri manskór, og meðan Waag- stein var leiðari, var Havnar Sangfelag mans- kór. Við serlig hevi var kórið kortini blandað. Tá ið Gunnar Mikkelsen tók yvir sum kórleiðari, varð Sangfelagið bæði eitt mans- og blandað kór. Hann helt eisini fram við sidinum at syngja Kantatuna hverja Ólav- seku. Okkurt árið kundu teir syngja aðrar sangir — einamest løg hjá Waag- stein. Men hóast Sang- felagið nú eisini var bland- að kór, sluppu bara menn upp í part hesa letuna undir Tinghúsinum. Kantatan datt burtur Tá ið Hans Jákup Hgj- gaard gjørdist leiðari fyri Sangfelagnum tíðliga í 50- árunum, helt hann bara fram við tí blandaða kór- inum. Tískil datt Kan- tatan niðurfyri. Í staðin sang kórið fosturlands- sangir — mest við legum eftir Waagstein, Høj- gaard, P. Alberg og Ó. J. í Horni. Sungið varð altíð á D+ Gunnar Mikkelsen stjórnar Sangfelagnum onkuntíð undir krignum føroyskum. Havnar Sangfelag datt nidurfyri fyrst í 60- árunum. Okkurt árið sungu tey, sum vóru á sanglæraraskeiði í Havn, undir Tinghúsinum. Hetta var tó ikki í fastari legu. Í 1966 tók Útvarpskórið (seinni Havnarkórið) hetta tiltak uppaftur. Onkuntíð løgdu tey saman við Kristiliga Sangkórinum, og fleiri skiftust um at stjórna. Tikin uppaftur Men einki hoyrdist aftur til Kantatuna fyrrenn í 1972, tå ið Hans Iversen, løgtingsmadur, skrivadi i Dimmalætting, at hann saknadi at hoyra hana sungna. Tí varð savnað saman manskór, og av tí at Karl Clausen var í Fer- oyum hetta árið, stjórnaði hann. Síðani hevur hon verið sungin við millumbilum — seinast í 1987, tá ið Bjarni Restorff stjórnaði. Og í ár er Ólavur Hátún leiðari. ð Bridge FBS (Feroya Bridge Samband) hevur sett sær fyri at royna at fremja áhugan fyri bridgespæli og samstundis at fáa meiri inntekur, tí hava vit í seinastuni skipað fyri fleiri kappingum. Sunnudagin 21. juli varð ein ólavsekukapping hildin í Tórshavn. 30 fólk luttóku í kappingini, ið varð skipað sum ein Mitchell kapping við 8 borð- um við hesum úrsliti: Norð - Suður (meðal 168) 1. Árni Dam—Marner Joensen 218 stig 2. Súsanna Dam—Jérun Johannesen 188 stig 3. Per Kallsberg —Jóanes Mouritsen 168 stig 4. Rúni Mouritsen —Egil Sondum 166 stig 5. P. S. Rasmussen— Høgni Jacobsen 156 stig 6. Marjun Restorff —Randi Jacobsen 54 stig 7. Jens P. Nolsøe— Arnbj. Sivertsen 153 stig 8. Kjartan Johansen—Sjurdur Magnussen 141stig Eyst - Vest (medal 192) 1. Birgir Mortensen—Liitjen Apoi 235 stig 2. Hans P. Petersen—Fridhild Petersen 210 stig 3. Sigmund Dam—Påll Hansen i stig 4. Øssur Winthereig-Bodil Rahbæk 2 stig 5. Jørleif Næs—Jåkup Hjaltalin '8 stig 6. Bogi Simonsen—Hallb. Arnfríðsson .. 165 stig 7. Hedin Mouritsen—Hedin Mortensen 160 stig Ofta verður hildið lítið um spælikynstrið hjá kvinnunum, og onkur bridgespælari av kallkyni dámar ógvuliga væl at frambera sína meining um at kvinnur duga als ikki at spæla bridge. Til tess at vísa tkkum, at við hvert glógvar í eisini hjá kvinnunum, fáa tit eitt spæl, hvar Súsanna og Jórun vinna ein topp, tí tær við nágreiniligum meldingum finna topp-kontraktina. spæl nr. 14 gevari Eystur/ongin í hættini Norður (Súsanna) Hj. Ess Rú. K, Fr, 7, 2 Kl. Ess, Fr, Dr. 4,2 Vestur Eystur Sp. Fr, Dr, 6, 5 Sp. 10,9 Hj, 10,9,8,6,2 hj, K, Fr, 7,5,4 Ru. dr, 3 ru. 8,6,5,4 Kl. 9,3 kl. 10,7 Suður (Jórun) Sp. K, 74,2 Hj, Dr, 3 Rú Ess, 10,9 Kl. K, 8,6,5 Meldingar E Jórun V Súsanna p 1 kl !!! p 1 rút p lut 1) p 4 ut 2) p 5 rút p 5 ut 3) p 6 hj p 6 ut Vanligt er at vænta 13 hp tá opnað verður, og Súsanna ið hevur 20 hp, tevjar beinanvegin slemm, men heldur onga orsek vera til at loypa framav og meldar 1 rút, 1 ut frá Jórun sigur 15 - 17 hp, og nú er bert spurningur um slemmurin skal vera lítil ella stórur 4 ut og 5 ut eru Black- wood, 5 rút og 6 hjart siga frå 1 essi og 2 kongum. Meguliga kunnu 7 kleyvarar vinnast eftir meld- ingunum at dema, men tað er eitt sindur ósikk- urt, tí Jórun fær ikki sagt frá hverjar kongar hon hevur, og Súsanna heldur, at tað er betri at vinna lítlaslemm enn at tapa stóra og endar við 6 ut. útspæl hjartar 6, til 12 stingir frá toppi. 2 per melda 6 kleyvarar, men í parakapping gevur 6 ut meira, 1 par fær 13 stingir men meldar bert 3 ut.