Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. juli 1991síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Býráðið steðgar útróðrinum august verða egningarskúrarnir í Havn tiknu ið hevur lovað at seta Nyggjar upp AIKI NENQIF. UFSØKIN SKAL VEFA, di tl í Nr. 138 — 24. juli 1991 Ikki heyu játtað STUdGNINg. ! pi - Undanførslur! sigur Martin Clementsen, sum hevur róð út úr Havn í 25 ár. - Fingu vit C | l sjálvir Utróðrarmenn í Havn eru sera vónbrotnir av avgerð- ini hjá Bacalao um, at egningarskúrarnir skulu takast niður 1. august. Og enn meira vónbrotnir eru teir av, at býráðið ikki byggir teir nýggju, soleiðis sum tað hava lovað at gjørt. Orsøkina sigur bý- ráðið vera, at landsstýrið framvegis ikki hevur játtað studning til byggingina. Men tad hjålpir ikki itróðrarmonnunum. - Hjá okkum er onki at gera. Vit egna til dlavsøku, og so mugu vit gevast, sigur Martin Clementsen, sum hevur róð út úr Havn tey seinastu 25 árini. Martin rør út við Her- borg. Teir eru tveireinir, og avreiddu i fjør 100 tons I Bacalao. Tad er heldur lítið, men sigast skal, at årid i fjør var av teimum ringastu. - Soleiðis hevur altid verið. Tað hava verið góð ár, og tað hava verið vánalig ár. Og eg haldi onga grund vera fyri at fara so illa við útróðrinum, fyri tað um vit nú hava havt eitt vánaligt ár, heldur hann. ft; Nýggj kei - til onkis? Martin vísir á, at málið um egningarskúrarnar í Havn er meira enn fimm ára gamalt. - So var nakar veruligur áhugi fyri at loysa málið frá politiskari síðu, so haldi eg eisini at tað hevði kunnað verið loyst í dag, sigur hann. Men tað tykist, sum Tórshavnar Býráð einki vil hava við útróðurin at gera. - Býráðið hevur latið gera eina nýggja brúgv uttanfyri vestara mola. Hvat skal hetta brúkast til? spyr Martin. - Var tað ikki náttúrligt at vit, sum hava tørv á hesum plássi til okkara dagliga arbeiði, fingu loyvi at brúka tað? Ella skal tað bara brúkast til býráðs- limirnar at spáka á? Nýtist ikki at vera dýrt Undanførslan hjá býráð- num fyri ikki at gera skúrarnar, er sum sagt, at landsstýrið ikki hevur jått- að studning. - Men vit kundu gott gjørt hasar skúrarnar tt óki, kundu vit saktans gjórt hasar skúrarnar sjálvir, bert vit fingu eitt økið frá býráðnum at seta teir á, sigur Martin Clem- entsen. Hann heldur tað vera vitleyst, at tann fíggjarligi spurningurin skal vera tað, ið forðar fyri, at egningar- skúrarnir koma upp at standa. - Vit vilja bert hava - ella fáa loyvi til at gera - nakrar reinar og nossligar egningarskúrar. Tað er als ikki neyðugt at nýta hundraðtúsundavís av kró- num til tað. Mugu gevast Men hóast hetta mál ikki skuldi verið so trupult at loyst, so røkist onki fyri, at nakað hendir. Utróðurin í Havn má halda uppat! - Eg veit ikki hvat vit finna uppá nú, sigur Mar- tin Clementsen. Ein møguleiki kundi sjálvandi verið, at søkt um egningar- pláss inni á Skålafjørd- inum ella í Vestmanna. Men eitt sindur óhegligt verður tað, at búgva í Havn og rógva út haðani. - Hevði tað verið fyri nøkrum árum síðani hevði skaðin ikki verið so stórur. Tá hevði ein helst fingið onkran kjans. Men nú sær verri út. Eg eri bangin fyri, at vit enda í køini hjá teimum arbeiðsleysu, sigur Martin Clementsen at enda. Martin Clementsen: At siga at tað eru fíggjarligir spurningar sum gera, at nýggju skúrarnir ikki verða gjørdir, kann ikki vera annað enn undanførslur. Ti skúrarnir nýtast ikki at kosta so nógv. Og var hetta trupulleikin, kundu útróðrarmenninir gjørt teir sjálvir + f f f f f f f f Ø vv k NN RNARNANNNANAANANANNNNNNNANANNANNNNANANNNANNANAANNANNNNANANI Hvussu skal hár títt síggja út á ólavsoku? Sal 7 UONE 44 . hendan spurningin greiða vit. Solva ON 4 Salongin á Dunga v/ Dalavegin Dungagota 6, tlf. 1280% ANNNNRNNRNRNANNNNNNNRNRNNNNRRRR RN AARNAANNANANNNANNNANANNNANNNNANANANANNANANNANNNNNNANNNNNNNNNNNN