Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. juli 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 138 — 24. juli 1991 Anders Berg, útróðrarmaður: Ein spurningur um mentan Síða 5 - At varðveita ella forkoma útróðrinum í Havn er ikki bara ein fíggjarligur spurningur. Tað er eisini ein spurningur um, hvort vit vilja varðveita ella forkoma einum parti av okkara mentan Anders Berg er ikki mill- um teir, sum bert hava útróðurin sum vinnuveg. Hann siglir úti, og rør tí bert út við línu ein part av árinum. Tað sama gera 13 aðrir menn og manningar, sum 1. august missa egn- ingarskúrarnar. - Men at Høgni Mohr í Sosialinum skal taka hetta fram sum eina verju fyri, at Býráðið ikki ger teir skúrar, tað hevur lovað at gjørt, er heilt burturvið, sigur Anders. - Tí ongin kann rógva út alt árið við 10-mannafari. Línuróður við so smáum bátum verður náttúrliga avmarkaður av veðri og vindi. Stóran fíggjar- ligan tydning Í blaðnum í gjár segði Høgni Mohr, kommunu- skrivari eisini, at teir 16 línubátarnir bert avreiddu 273 tons tilsamans í fjør, og at útróðurin tí ikki gevur nógv av sær fíggjar- liga. Hetta hevur Anders eis- ini nakrar viðmerkingar til: - Í fyrsta lagi er at siga, at línufiskiskapur skapar munandi meira arbeiði enn trolarafiskiskapur. Fara til dømis 10 bátar út ein dag við 20 stampum hvør, so eru longu 200 tímalgnir útgoldnar áðrenn fyrsti sterturin er komin at borði. Tilsamans gevur hvørt tons av línufiski eini 5-6 ferðir so nógvar krónur til kommunukassan, sum sama mongd av trolara- fiski, sigur Anders Berg. - Og í ødrum lagi var árið í fjør eitt óvanliga vánaligt ár. Tað ber ikki til at taka tað sum prógv fyri, at línan onki gevur av sær. Skulu ikki hava hotel Til tað, býráðið førir fram um, at peningur ikki er til at gera skúrarnar fyri, sigur Anders tað sama sum Martin Clementsen: - Vit skulu ikki hava hotel at egnað í! Bert nakrar vanligar skúrar. Og >Tað ber ikki til at teir nýtast ikki at kosta alla ; ; z gera all upp í tonsum. verðina. 2. Havast má í huga, at línufiskiskapur skapar Spurningur munandi meira um mentan arbeiði enn Anders Berg heldur eisini, trolarafiskiskapur« at hugsast skal um tad mentunarliga virðið í hesum útróðri. - Línuútróðurin hevur fingið vánaligari og vána- ligari kor seinnu árini. Hann er trodkadur út av trolinum, og er manga- staðni um at detta niður- fyri. - Og hetta er ikki bara ein fíggjarligur spurningur. Tað er eisini ein spurning- ur eina serliga mentan, sum er um at doyggja út. Og tað haldi eg eisini at Tórshavnar Býráð mátti havt í huga, tá hetta mál verður vidgjørt. S-S- >At rógva út alt árið við 10-mannafari ber ikki til. Tað verður náttúrliga avmarkað av verðri og vindi< 3 OR-TESTAMENTER < fås GRATIS hos … Høgni #NYRESYGF NMAKK mt på apoteker, biboteker. í blodhurkerne m ø Ring efter prøve/brochure Firvaldur P/F 58181 ; „1808: BILRØKT Platu- og “ Sproytuverkstadur Ger bil tyri folk ur bygd og i by Pf. BILRØKT v. Simin í Dali Akranesgøta 11 - Tlf. 15556 altid undir hjålmi tå ið tit sukla OKKARA GODSKA - TIN TRYGD