Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. juli 1991síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sjúkrahúsið fingið gávu Klaksvíkar Sjúkrahús hevur fingið hálva millión krónur frá eini fyritóku, soleiðis at umstóðurnar at gera mjadna- og knæviðgerðir verða tær bestu Herfyri játtaði figgjarnevnd løgtingsins Klaksvikar Sjúkrahúsi 755 túsund krónur. Pengarnir vórðu játtaðir til umbygging og til útgerð til sjúkrahúsið, sum i vår fekk narkosulækna. Sjúkrahúsið hevur fingið meira pengar enn so. Ein fyritøka hevur latið sjúkra- húsinum hálva millión rónur eisint til útgerð. Hvor fyritøkan er, fæst ikki Nú pengar eru til taks, er Klaksvíkar Sjúkrahús farið at gera sær intensiva og viðrakningardeild. Hetta hevur við sær, at sjukrahús- 10 kann gera allar ortoped- iskar = skurðviðgerðir og geva fólki nýggjar mjadnar og nýggj kng. Sjúkrahúsið hevur einastu skurðstovu av sínum slag ætlað til hesar skurdvidgerdir. Við út- byggingini er samlaða í- løgan so stór, at Klaksvíkar Sjúkrahús eigur at hava allar hesar viðgerðirnar í land- inum, heldur Hans Jacob Simonsen, narkosulækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Intensiva stovan og við- rakningardeildin verða á gomlu medisinsku deildini, sum er frá 1928 í gamla partinum av sjúkrahúsi- num, sum verður moderni- serað. Hans Jacob Simonsen heldur, at tå nú so stór íløga er gjørd á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, hevði verið burturvid at gjørt somu íløgu á hinum sjúkrahúsum í landinum. Árliga fara at verða gjørdar umleið 40 skurdvidgerdir, har fólk fáa nýggja mjødn ella nytt knæ. Tad eru ikki fleiri slikar vidgerdir i Føroyum um år- ið. Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er eingin bíðilisti longur til viðgerðirnar. Høvdu hesar viðgerðir verið býttar mill- um sjúkrahúsini, høvdu skurðlæknamir ikki havt nóg góðar royndir. Og tað tekur ikki arbeiði frá skurð- læknunum á hinum sjúkra- húsunum. Suðuroyar Sjúkrahús átti at havt onkra aðra seruppgávu, og á Landssjúkrahúsinum hava tey ov mikið av øllum ødr- um skurðviðgerðum, eisini ortpediskum skurðviðgerð- um av ødrum slag, sigur Hans Jacob Simonsen. randi Klaksvíkar = Sjúkrahús hevur frammanundan einastu skurðstovu av sínum slag til ortoped- isku skurðviðgerðirnar Tórshavn er 125 ár - við grónum, bláum og reyðum liti Í samband við at 125 ár eru liðin síðani Havnin varð keypstaður, hevur Tórshavnar Býráð latið prenta eitt búmerki, sum skal seta dám á býarmynd- ina á Olavsøku. Búmerkið verður gjørt sum bringumerki og skelti, ið verða at síggja setvnu- dagarnar í Havn. Búmerkið er við hvítari bakgrund, tølini eru blá og Tórs hamarin, sum sæst á búmerkinum, er reyður. Bringumerkið við bú- merkinum hjá Tórshavnar Býráð í samband við 125 ára dagin, verða latin gllum teimum ítróttarfólk- um, sum fara at ganga í skrúðgonguni ólavsgku- aftan, men annars verður tað møguliga eisini til sólu í Kunningarstovuni, fyri einar fimm krónur. Dagny Utsøla Á Á Á Á Á Á Á Á Á Á Á Á Á Á Á Á Á Á Á Hósdagin 25.7. byrjar Utsøla okkara. RANDARHÚS millum Gilja til solu Um hóskandi boð fæst verða húsini millum Gilja 67 hervið lýst til sølu. Hús, sum er bygd í 1990 eru 182 kvm til víddar og eru í tímum hæddum. Loftshædd: 32 kvm., kamar, gongd og wc. Miðhædd: 65 kvm., køkur, 4 sovirúm, gongd og baðirúm. Stovuhædd: 85 kvm., durur, gongd, baðirúm/ bryggers, køkur, stova og goymslu- rum. Nærri fæst at vita vid at venda sær til ADVOKATFELAGID Bryggjubakki 22 - FR-100 Térshavn Tlf. 11260 - Fax. 11261 Leif Waagstein Dánjal Magnussen Tormóður Djurhuus Jógvan P. Lassen Petur Even Djurhuus Annfinn V. Hansen Jógvan Ellefsen Højgaards Handilsvirki DEILD C - RUNAVIK - Tlf. 47276-47976