mikudagur 24. juli 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Meistarin vann
U
á lærlin
Månakvøldid var dystur
millum danska superliga-
felagið Brøndby og Turka-
land á Brøndby Stadion.
Hetta var triði dysturin
hjá turkiska landsliðnum,
sum í hálvaaðru viku hev-
ur ferðast í Norðureuropa
og spælt dystir móti Før-
oyum, Íslandi og nú eisini
Brøndby.
Ikki hevur gingist turk-
iska liðnum serliga væl á
hesi ferð.
Fyrsta dystin, ið var
móti Føroyum, fekk liðið
javnleik 1-1, og í næsta
dystinum tapti tað heili 5-
1 móti Íslandi.
Hetta seinasta árið hevur
Turkaland ongan dyst
vunnið.
Sostatt hevði fyrrverandi
danski landsliðsvenjarin
enn sín fyrsta sigur til góð-
ar, tá liðið månakvøldid
spældi móti einum Brønd-
by-liði, sum er nógv merkt
av, at fleiri stammspælarar
eru seldir, og at eitt hálva-
vegna nýtt lið skal byggj-
ast upp.
Urslitid av dystinum
gjørdist eisini, at Turka-
land vann hann 2-1, eftir
at stødan í hálvleikinum
hevði verið 1-0 til Turka-
land.
Muhamet Altintas legði
Turkaland á odda, tá bert
11 minuttir vóru spældir,
og tíðliga í seinna hálv-
leiki økti Ugur Tutuneker
um leiðsluna til 2-0, áðr-
enn nýggi Brøndby-spæl-
arin Claus Nielsen, ið júst
er keyptur frá FC Twente,
minkaði um munin við
einum máli í seinastu min-
uttunum.
Á Brøndby Stadion vóru
uppmøttir 3.078 áskoðarar
fyri at siggja uppgerdina
millum meistaran Sepp
Piontek og lærlingin Mort-
en Olsen, sum er venjari
hjå Brøndby.
Ferdin hjå turkiska
landslidnum til hesar
triggjar dystirnar er liður í
fyrireikingunum til sein-
astu EM-dystirnar í heyst.
hj.
Sepp Piontek — hóast
sigurin å Brøndby
månakvøldid hevur
ferd hansara vcid turk-
iska landsliðnum ikki
eydnast alt ov væl.
Mynd: Hilmar Jan
| Grasvøllurin á Svangaskarði:
Forðar kapping
i kastiltrotti I
FM-kappingini
Av ti at ókið á Svangaskarði, sum
áður var nytt til spjót-, klingru-
og hamarkast, er burtur nú,
verða ongar FM-kappingar í
hesum greinum hesaferð
Herfyri vóru tíðindi um
FM í frælsum ítrótti í fjøl-
miðlunum, og ein skrá,
treytað av nóg stórari lut-
tøku, var vidgjørd.
Fyrireikararnir siga, at
kasti-ítróttirnir tíverir
vera við skerdan lut.
Hóast vitandi um, at
útbyggingin á Svanga-
skarði broytti umsteður-
nar nógv, vónaðu teir, at
pláss fór at verða fyri hes-
um ítróttum eisini. Men
nú alt ekið er burtur,
mugu bæði spjót-, klingru-
og hamarkast avlýsast.
Kúluvarpið fer fram sum
ætlað, og hinar ítrótta-
greinarnar verða heldur
ikki ávirkaðar av arbeið-
num.
Stigtakararnir siga, at í
somu letu tilmeldingar-
freistin er úti, vita teir,
hverjar greinar vera við,
og ein tíðarætlan verður
løgd og latin fjølmidlun-
um.
Freistin at tekna seg til
kappingarnar leygardagin
3. august er úti 30. juli. Til
kappingarnar 10. august
er síðsta freist 6. august.
Tekning á tlf. 10457 og
17854.
Við rattið
er tað tú
sum ræður
ferðini!
HÓVLIGA +
tg
cq
Jugoslavar hendanvegin
Ferðamannafelag i Beograd fyrireikar ferð
Meðan tað enn er rættiliga
Óvíst, um norðurírar fara
at svara UEFA viðvíkjandi
Svangaskarði, ella hvussu
teir fara at svara, tykist tó
vera sannlíkt, at jugoslavar
arbeiða við ferðaætlanum
hendanvegin.
Í hvussu er hevur ferða-
mannafelagið Putnik í
Beograd vent sær til Fót-
bóltssambandið við fyri-
spurningi um ymist í sam-
bandi við ferð til Føroya í
oktober.
Og tað er jú júst í oktob-
er, at dysturin Føroyar-
Jugoslavia skal spælast —
helst á Svangaskarði.
At jugoslavar fyri mið-
nátt í gjár hava sent UEFA
eitt positivt svar viðvíkj-
andi Svangaskarði er væl
hugsandi, tí Sosialurin
frættir, at Putnik eisini
plagar at taka sær av ferð-
ingini hjá jugoslaviskum
fótbóltsliðum — landsliðið
íroknað.
Sosialurin royndi í gjár
at fáa fatur á manninum
har, ið hevur við Føroya-
ferðina at gera, men hann
var tíverri ikki at hitta.
Heldur ikki Jugoslaviska
fótbóltssambandið svaraði,
so hesa vitan má lesarin
eiga á í seinni blað.
Men sum sagt var svar-
ingarfreistin hjá jugoslav-
iska og norðurírska fót-
bóltssambandinum úti á
miðnátt.
Einki svar var komið
UEFA-høvudsskrivstovuni
i Bern i hendi, tå Sosialur-
in spurdi seint
seinnapartin i gjår, men
ådur hevur Sosialurin
fingið váttað frá jugo-
slaviska fótbóltssamband-
inum, at eitt svar skuldi
verða sent UEFA í gjár,
uttan at tó var sagt, hvat
svarið skuldi innihalda.
Koma tvinni játtandi
svør frá hesum báðum
løndunum, skulu tvey um-
boð frá UEFA — Bert
Millichip úr Onglandi og
Ellert B. Schram úr Íslandi
— koma til Føroya 20. aug-
ust fyri at góðkenna vøllin
við øllum tilhoyri.
hj.
Earnie Walker, Jórgen
Lilholm Petersen, Bør-
ge B. Hansen og Tor-
leif Sigurðsson á
Svangaskarði. Vónandi
hevur Torleif alla góða
grund til aftur hjarta-
liga at taka í hondina á
skotanum, um nú bara
Jugoslavar og nordirar
hava svarað positivt.
Mynd: Hilmar Jan