Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. juli 1991síða 9

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 138 — 24. juli 1991 Seinasta jarnsmiðjan, sum eftir er í Foroyum. Fornmini í Hval Hvalba er ein av fornastu bygdum í Feroyum. Tað sigur seg sjálvt, at í teirri tíð, har jørdin var livsfyri- treytin hjá fólki, var Hvalba ein tann mest livi- liga bygdin í Feroyum sum stersta markatals- bygd. Hvar eru fornminnini í Hvalba! Tað eru ongi, ikki eitt. Elsti handilin i bygdini noyddist at vikja fyri ein- ari autostradu og endadi i Vesturhavinum. Tad var ikki ein sjel, ið sá nakað fornminni í hesum gamla handli. Elligomlu húsini við Neyst fingu somu lagnu, og endaðu sum eitt parkeringspláss. Bil- mentaliteturin er ótrú- ligur i Føroyum. Alt ann- ad må vikja fyri menn- iskjanum á hjólum. Gud viti hvat vit skulu brúka beinini til ár 2000, um út- viklingurin heldur áfram á sama hátt. Tað er eitt gamalt hús eftir í Hvalba, sum er í góðum standi. Tað eru húsini hjá Sunnevu (sálu) á Dunganum í Hvalba. Grannin Meinan keypti tey fyri nøkrum árum síð- ani. Meinan vil fegin selja húsini, um kommunan vil keypa tey til eitt forn- minnissavn. — Kommunan hevur viðtikið at keypa húsið, sigur borgmeistarin Arn- hold West, men fyrst skal eitt fornminnisfelag stovnast. Fornminnisfelagið er í umbúnað og øll, eg havi orðað tað við, vísa felag- num stóran áhuga. Tað vísir seg nevniliga, at nógv fólk liggja inni við nógvum áhugaverdum, sum tey fegin vilja geva til eitt fornminnissavn í Hvalba. Ein maður vísti mær ein sera áhugaverdan stein, ið líktist einum gravsteini vid rúnum merktum í. Hann hevði funnið hann uppi yvir Turkagrevunum í Hvalba. Hann segði, at ongin á 1. tíðindablaðið fornminnissavninum timdi at koma suður at hyggja at steininum og „til Havnar skuldi stein- á Teir arbeiða enn sum fyrr á kolinum, eitt fornminni í sær sjálvum. urin ikki«. Er tað so galið, Arni? Eg hoyrdi sum slatur, men veit tað ikki vist, at onkur, ið hevur grivið út nú á Heyggi í Hvalba, skal vera komin niður á grundina hjá Fjóskonuni (gentu Snæbjarnar og mammu Jákup, ið vann á huidumanninum og fekk hvalbingum deglingin og mykinesmonnum Súluna). Tað hevði verið áhugavert, um so var. Tann síðsta jarnsmiðjan í Feroyum stendur í Hvalba og er í syndarlig- sera Gamli handilin Vestan- tún hjá Olantinu er farin í Vesturhavid. um forfalli. Um onki verð- ur gjert við hana skjótt, endar hon eisini í Vestur- havinum, sum skjótt hev- ur slúkt allari Hvalbiar seguni. Abbi mín (sáli), hann het ikki annað í Hvalba enn Smiðurin, átti smiðj- una. Hann arbeiddi í smiðjuni líka til hann sum 86 ára gamal doyði. Til síðst gjørdi hann bara oddarnar til kolarbeiðið, men hann var so har, og roykur kom úr skorstein- inum í smiðjuni til várið í 1979. Fyri nekrum árum síðan var ein kol-framsýning í Norðurlandahúsinum. Ein rættuliga upplýsandi og góð. Framsýningin liggur nú goymd onkustaðni í Havn. Fyristillið tykkum, hvussu stuttligt tað kundi verið at kunna fingið Síðsta jarnsmiðjan innan. Smiðurin, Niels Pauli West, í velmakt. smiðjuna vakra aftur, kunnað hongt framsýn- ingina har. Hevði tað ikki verið stuttligt eftir sum menn enn arbeiða á kolinum, at kunna víst fremmanda- fólki og bernum, ið vaksa til, hvussu tað var fyrr! Um hvalbingar vilja, kunnu vit um nekur ár hava nekur áhugaverd fornminni. So skjótt sum gjerligt verður skipað fyri einum fundi, har ætlanin er at stovna eitt fornminnisfe- lag. Endamálið við forn- minnisfelagnum verður, at bygdin øll samlað syrg- ir fyri at varðveita tey fornminni, ið í bygdini eru. Vónandi taka øll und- ir við hesum. Inni í kokinum í húsinum á Dunganum.