hósdagur 25. juli 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 139 — 25. juli 1991
Gevið ikki
útróðrinum
mønustingin
Eingin orsøk er at speireka utr6durin i
Havn. Tað kundi verið, at hann aftur gerst
eitt munagott ískoyti til mong húsarhald
og kommunukassan við. Tí eigur kommun-
an at skapa neyðugu fortreytirnar beinan-
vegin. Tað er bert undanforsla at siga, at
eingin fígging er, skrivar Tórfinn Smith,
býráðslimur og limur í Havnanevndini í
eini viðmerking til, at Bacalao nú fer at
taka egningarskúrarnar niður.
Teir ikki serliga snotuligu,
men kortini nýtiligu egn-
ingarskúrarnir á Vestaru
Bryggju í Havn, verða
tiknir niður um eina viku
ella so. Hetta hevur Baca-
lao, sum eitur skúrarnar,
avgjørt. Við hesum er eitt,
í hvussu er fyribils, punkt-
um sett fyri útróðrinum í
Havn.
Ikki eitt ilt orð um
Bacalao fyri avgerð teirra,
tí skúrarnir ikki bert
skemma umhvervið kring
matveruvirkið, men teir
beta heldur ikki um rein-
leikan og harvið umdemi
hjá einum virki, sum hes-
um.
Veruligu ábyrgdina av,
at hesin parturin — um
enn lítil í letuni — av
vinnulívinum í býnum nú
fær menustingin eigur
Tórshavnar Býráð, ella
Havnanevndin, sum skal
eitast at vera myndugleik-
in hjá Tórshavnar Havn.
Havnalag er gjørt vestan-
fyri, men egningarskúrar
eru eingir komnir enn,
hóast ætlanin fyri langari
tíð er samtykt, arbeiðið er
boðið út og tilboðini inn-
komin. Sambært Hegna
Mohr, býráðsskrivara, í
Sosialinum í gjár er eingin
fígging.
Bert undanførsla
Undanførslurnar kunnu
vera so mangar. Í hesum
føri, at eingin fígging er til
ætlanina. Kommunukass-
in er í prinsippinum ikki
annað enn eitt vanligt
húsarhald, har ein ávís
negd av krónum er tek.
Uppgávan hjá politikar-
unum er at prioritera.
Gera av, hvat pengarnir
skulu nýtast til. Nú at pá-
standa, at kommunan ikki
er fer fyri at fíggja egning-
arætlanina við einum
tveimum milliónum sam-
anborið við t.d. havnalag
á Sundi fyri 50 milliónir
og tiltakið at flyta ein part
av Glyvursnesi yvir á
Skansaboðarnar fyri væl
yvir 100 milliónir, er sjálv-
andi einki annað enn und-
anfersla.
Leggur einki
í útróðurin
„Alt ber til sum Tróndur
vil«, verður sagt. Nakað er
um tað. Men er eingin
vilji, er heldur eingin veg-
ur. Hetta kemur eisini
týðuliga til sjóndar í
Sosialinum í gjár, har bý-
ráðsskrivarin, sum annars
skuldi staðið Tórshavnar
Havn ógvuliga nær, til-
einkisger útróðurin í
Havn.
Har sigur hann, at í fjør
avreiddu teir 16 línubátar-
nir bert 273 tons. Hann
sigur eisini, at bert á
tveimum av bátunum liva
manningarnar burturav
av útróðri, og hann leggur
afturat, at meginparturin
av monnunum hoyrir
heima á Argjum. Býráðs-
skrivarin leggur afturat,
sum tann hampamaður
hann er, at hetta er tó ikki
at skilja soleiðis, at Havn-
in hevur nakað ímóti
argjamonnum.
Skapa fortreytir
Vit hava í dag 50 millióna-
havnina á Sundi og eingin
veit hvat hon skal brúkast
til. Vit hava somuleiðis
100 millióna havnina
liggjandi á Skansaboðun-
um, sum higartil bert hev-
ur verið brúkt sum seiða-
bergsmoli. (Heimsins dýr-
asti). Og nú hava vit eitt
nýtt havnalag liggjandi á
Viðarnesi, sum vit hóast
alt vita hvat vit skulu
brúka til. Men nú hava vit
ikki ráð til at seta nakrar
skúrar upp. Ein legin
prioritering.
Heldur enn at tileinkis-
gjørt teir, sum heilt ella
partvíst reka útróður í
Havn, átti kommunan at
veitt eina hjálpandi hond.
Tað kundi komið tann tíð,
tá útróðurin aftur mennir
seg, og verður eitt muna-
gott íkast hjá mangari fa-
milju — og fyri alt tað
kommunukassan við.
Almennu arbeiðspláss-
ini fækkast. Serliga í
Havn. Hvat var meira
natúrligt enn at kommun-
an gekk á odda og skapti
fortreytir fyri produktiv-
ari vinnu í hevuðsstað-
num, sum vit ikki hava
ovmikið av frammanund-
an. Lat okkum heldur fáa
tey 273 tonsini upp á land
í Havn — heldur enn einki í
tons. Bera vit okkum rætt
at, verða hesi helst fleiri
framyvir.
Síða 7
Tórfinn Smith, býráðs
limur og limur í Havna-
neundini, heldur onga
orsek vera at speireka
útróðurin í Havn
Fyri knapt tveimum árum
síðani syrgdi bygdaráðið í
Hvalba fyri at gera
bingjupláss fyri at sleppa
av við pappír og skrambul
frá húskjum her úr sókn-
ini. Hvalbingar og aðrir
føroyingar leggja lítið í
okkara vekru náttúru her
i Feroyum. Úti í Klovan-
um, sum plássið eitur, ið
er ímillum Stokkarnar og
gamla prestabein, eru so
bingjurnar settar upp.
Tað var legið, at yvirfrið-
ingarnevndin gav sóknar-
stýrinum loyvi at gera
ruskpláss har. Bingjurnar
skuldu staðið úti við
gamla sparikassan úti á
????garði og ikki úti í
tí vakra plássinum úti í
Klovanum. Tað er ein stór
skomm fyri bygdaráðið,
at lata fólk ganga so fúlt
um plássið, har pappír og
allur lortur liggur og rekst
um geilarnar.
Tað er syndarligt at vita
sær til, at bygdaráðið gev-
ur loyvi til fólk at byggja
hús á tí vakra bønum, ið er
í Hvalba, so má man
spyrja, hvat nyttar tað so
við at tykur gjerdu ein
nýggjan bygdarplan til at
ekspropiera til nýggj
grundstykki, tá ið tykur
lata fólk leggja tann vakra
bein undir í betongmúr-
um, gerðum og asfalti.
Tað er syndarligt at vita
sær til, at tað, ið teir
gomlu legdu rygg til,
verður alt oyðilagt av hes-
um ættarliðinum, ið nú
kemur til.
Fyri knapt 3 árum síð-
ani, tá:íð ódnarstormarnir
Lesarabrøv
vóru, brotnaðu fleiri el-
streyrar og linjur slitnaðu.
Tit skuldu syrgt fyri at
linjurnar og pelarnir blivu
uppsett aftur. Men so er
ikki.
Hví syrgir bygdaráðið
ikki fyri at fáa getuljósini
at lýsa aftur og helst út í
Nes. Tað er vandamikið at
ganga ella súkkla í
myrkri, ein kann enntá
renna á fólk, sum eru til
gongu, ella renna saman á
súkklu.
Hvussu ber tað til, at
bygdaráðið í Hvalba og
býráðið á Tveroyri ikki
syrgja fyri at lata nakrar
mans frá báðum plássum
fara á fjellini á hverjum
sumri at laga varðarnar
upp aftur, ið eru dotnir
niður ímillum Hvalba og
Trongisvág? Tað er ein
stór skomm fyri tykkum,
og ikki at gloyma varðar-
nar til Sandvíkar. Hví
syrgir bygdaráðið ikki
fyri at gera getuna í stand
í Káragjógv, tað er ein
stór skomm, at tað, ið
okkara gomlu forfedrar
Tit ringja
Ruskplássið úti í Klovanum
legdu lunnar undir skal
fara í seguna sum alt ann-
að. Hví syrgja tit ikki fyri
at asfaltera vegin vestur á
Fiskieiði og somuleiðis
vegin líka á tamp vestur í
Heiðatreðna. Tað er elend-
igt av bygdaráðnum, at
útlendingar, ið nógvir
koma til Hvalbiar um
sumrarnar, skulu koyra
sum ígjegnum eina urð.
Og tann vakri sandurin
her í bygdini. Hví letur
bygdaráðið ikki menn
reinsað sandin einar tvær
ferðir um árið? Tað syrgdi
Niclas Jensen, sáli, altíð
fyri, tá hann var bygda-
ráðsformaður her í
Hvalba. Sandurin er ikki
reinsaður í eini seks ár.
Skaldið sigur:
Tit sum í fjøru fóru
at skera tara har,
og taraleypin bóru
langt inn um hagagarð.
Tit sum við haka gingu
og gjørdu hesar heiðar
til gróðrarbúnar teigar,
tit bygdu hetta land.
Ein Hvalbingur
— vit skriva
(2)
Ringið telefon
118 20
....-.—.