hósdagur 25. juli 1991síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Tað ber til at byggja hús utt-
an at tey kosta Ovurstóra
upphædd. Tað ber eisini til
at byggja og halda tíðar-
ætlanina.
Hetta hevur Lonasmíð,
sum hevur bygt átta vardar
íbúðir í Stoffalág í Havn
prógvað. Í gjár vóru málarar
og elektrikarar við at leggja
seinastu hond á arbeiðið, og
í morgin er alt heilt liðugt.
Ronald Poulsen er høv-
uðsmaður í Lonasmíð, sum
hevur staðið fyri bygging-
tm.
- Sáumálin hjá okkum
segði, at íbúðimar skuldu
verða liðnar 1. august, men
vit fingu eina viku aftrat
orsakað av verkfalli og
illveðri í vár. Í morgin er 26.
juli, og tá stendur alt liðugt,
sigur Ronald Poulsen.
PRÍSURIN HELT
Einki verður vid at koma við
nakrari eykarokning.
- Vit bjóðaðu okkum ul at
gera arbeiðið fyri 4,667
mið. krónur, íroknað jørð-
arbeiði, asfaltering. Táer alt
við, køkur, og íbúðirnar eru
klárar at flyta inn í. Prísurin
heldur, sigur Ronald Poul-
Hann leggur aftrat, at
sambært sáttmálanum
skuldi vinyl ella træ leggjast
á gólvið. Hann valdi at
leggja á linolieum, ið er dýr-
ari, uttan eykakostnað.
Ronald Poulsen er kvikur
at svara, tá hann verður
spurdur, hví hesar íbúðirnar
eru so bíligar sammett við
aðra bygging:
- Vit hava ikki spælt okk-
um upp á nakran, sjálvt um
hetta er almenn bygging.
Vit hava alla tíðina lagt dent
á, at tað skuldi verið bíligt,
og kortini gott, sigur hann.
Harvið meinar hann m.a.,
atbyggingin ikki hevur havt
nakra umsiting. Teir eru
tveir mans í Lonasmíð og
tiAlm
| &
Dagsins prik
Ull er Føroya gull…
Nú ljóðar, at ull aftur skal gerast Føroya gull. Onkur heldur, at
verið verandi gull - ið hvussu so er til ólavsgkan er farin
Liðugt fyri tíðina
Tær átta vardu íbúðirnar í Stoffalág í Havn heilt lidnar í morgin
Nr. 139 — 25. juli 1991
hava tikid sær av øllum.
Sjålvir hava teir ikki bygt,
bara staðið fyri. Sjálvt
byggiarbeiðið hava teir
fingið aðrar at gjørt.
Uttan síggja íbúðirnar
lítiðlatnar út, men tað merk-
ir ikki, at tær eru vánaligar.
Taðeru tvær lonir við fýra
íbúðum í hvørjiar, og í nið-
aru lonini er felagsrúm, ið
kann brúkast sum ítrivsrúm,
veitslur ella, hvat fólkini
vilja nýta tað til.
Hvør íbúðin er 55 fer-
metrar, innanduramát.
Køkur og stova eru í einum
við breiðari skjótihurð inn
til kamarið. Frá gongini er
baðirúmið.
Alt er innrættað, soleiðis
at brekað fólk kunnu búgva
har. Hurðarnar eru breiðar,
ongar gáttir, og fólk í
koyristóli fáa væl gjørt sær
mat, tí køksskåpini undir
borðinum kunnu flytast, og
stélurin sleppur inn undir
køksbordi0. Bordplåtan
kann eisini flytast upp ella
niður, so hon hóskar til
teirra, sum skulu búgva har.
Tilfar er ikki spart. Hurd-
arnar eru úr mahogni, so tær
forfarast ikki. Væl er bjálv-
að, og veggirnar eru klæddir
glastrevju og málað uttaná.
Tað er dýrari enn vanligt
tapet. Vindeyguni eru try
løg av glasi, og tå tað
samstundis er væl bjálvað,
skuldi oljunýtslan gjørst
lítil.
STÓRT GOYMSLURÚM
Ovastaloft, har gólv er lagt
á, er til hvgrja íbúð. Har
rúmast nógv at goyma.
Ur stovuni gongur hurð út
á terassu við flísum. Hvør
íbúð hevur sína terassu.
Omanfyri hvørja íbúð er
úthús, har tey kunnu seta
sær frystiboks, koyristól
O.S.V.
Tað vóru atfinningar, tá
Lonasmíð fekk arbeiðið at
gera vardu íbúðirnar, ti
arbeiðið var ongantíð boðið
ut. Søgan aftanfyri, at
Lonasmíð fekk arbeiðið er
henda, sambært Ronald
Poulsen.
- Karolina Petersen, sum
tá var landsstyriskvinna,
vendi sær til okkara og bad
okkum um at gera uppskot
ul vardar íbúðir vid kostn-
aðarætlan. Vit so gjørdu og
sendu av okkara eintingum
Tórshavnar byråd uppskot-
ið, og tey samtyktu at fara
undir byggingina, sigur
Ronald Poulsen.
Sjálvt um íbúðirnar eru
fullkomiliga lidnar, uttan-
dura er alt eisini gjørt, er
óvíst, nær nakar flytir inn.
Enn er ikki ásett, nær tær
verða handaðar sjálvsogn-
arstovninum, tí "avvarandi"
í býráðnum eru í summarfrí.
randi
rættari var at latið gullið