hósdagur 25. juli 1991síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 139 — 25. juli 1991
Páll Guðlaugsson, landsliðsvenjari:
evndin verður :
vis I Landskrona
»Tå vit møta hesum londunum i Landskrona, skulu tey fåa at
síggja, at vit veruliga fara at stridast fyri at hevna hesa ógerðina,
tey hava gjórt okkum,< sigur landsliðsvenjarin. >Vit hava góð
hagtøl í Landskrona, tá talan er um EM-dystir, og nú skulu vit
stríðast meira enn nakrantíð fyri at halda tey við líka. Vit fara á
ongan hátt at spara okkum móti Jugoslavia og Norðurírlandi.<
Er FSF-formaðurin skuff-
aður, er tað ikki minni
galdandi fyri landsliðs-
venjaran, Páll Guðlaugs-
Hann hevur seinastu
mánaðirnar verið ein teim-
um mongu, sum í heilum
hevur leitað sær á Svanga-
skarð at hyggja at tí, tey
flestu trúðu fór at verða
okkara heimavøllur í heyst
í trimum teimum seinastu
EM-dystunum.
»Eg hevði ikki vænta, at
tað fóru at verða jugoslav-
ar, sum soleiðis stungu
okkum í ryggin, men hin-
vegin má eg viðganga, at
tað ikki undrar meg, nú
tað er hent,< sigur Páll við
Sosialin. »Men ringast er
hetta fyri toftamenn, sum
hava lagt alla sína orku í at
fáa hetta liðugt, og nú
mugu standa hjálparleysir
og síggja tað alt verða til
fánýtis á hesum sinni.<
Vánaligur ítróttarandi
Tað, sum Páll serliga
hevur hug at gera til sína
nidurstødu, nú hann hevur
frætt um hesa avgerð,
meðan hann er burtur-
staddur í Hetlandi, har
hann er og heldur frí í
nakrar dagar uttanfyri Ler-
wick, er andin í avgerðini,
sum tikin er:
>Í fyrsta lagi er tað
handan avgerðin í starvs-
nevndini í UEFA, sum
letst at broyta avgerðina
hjá kappingarnevndini,
men sum so bara letur
okkara mótstýðulið um at
taka avgerðina fyri at
nevndin sjálv kann fáa
frían rygg,< sigur hann.
>Og harnæst jugo-
slavarnir, sum á so ótrú-
liga ljótan hátt siga takk
fyri seinast, tá vit lótu
EM-dystin í Beograd flyta,
so teir kundu fáa meira í
sín egna kassa.<
Páll sigur, at hann nú
hevur mist alt fyri jugo-
slavum, sum hann annars
hevur mett rættiliga høgt:
>Tað er ikki tað minsta
vetið av ítróttaranda í
teimum, tá teir soleiðis
ofra eina lítla tjóð fyri
sjálvir at fáa fyrimun,<
sigur hann. >Men tað
kundi hent, at fyrimunurin
fall onkra aðrastaðni, tá
samanum kom.<
Hugsa ikki um fylgjur
Hann fílist á, at hetta er
eitt skúladgmi um, at tey
stóru londini í UEFA og
fótbóltinum sum heild als
ikki hugsa um tey smáu,
men bert trumla sína egnu
leið, uttan at hugsa um,
hvørjar fylgjur tað kann
hava fyri tey londini, ið
ikki eru eins sterk og tey
sjálv.
>Tað sær fyri mær ikki
mætari út, enn at bæði
norðurírar og jugoslavar
bara eru nakað so ggiliga
bangnir fyri at møta okk-
um, og tað vóni eg eisini,
at vit kunnu geva teimum
orsgk til,< sigur landsliðs-
venjarin.
Hóast avgerðin, sum nú
er tíkin endaliga, helst eis-
ini er komin dátt við hjá
fleiri av spælarunum á
landsliðnum, væntar Páll
ikki, at torført verður at
motivera teir til teir tríggj-
ar eftirverandi EM-dyst-
irnar, sum nú altso skulu
spælast í Landskrona.
Hevnd í Landskrona
>Tá vit meta hesum
londunum í Landskrona,
Páll Guðlaugsson —
her saman við Sverra
Jacobsen til venjing
undan dystinum móti
Norðurírlandi — sigur,
at tað neyvan verður
torført at motivea
spælararnar ul teir
triggjar eftirverandi
dystirnar i Landskrona
eftir ógerðina, id nú er
framd móti føroying-
um. Mynd: Hilmar Jan
skulu tey fáa at síggja, at
vit veruliga fara at stridast
fyri at hevna hesa ógerð-
ina, tey hava gjørt okk-
um,< sigur landsliðsvenj-
arin. > Vit hava góð hagtøl
í Landskrona, tá talan er
um EM-dystir, og nú skulu
vit stríðast meira enn
nakrantíð fyri at halda tey
við líka. Vit fara á ongan
hátt at spara okkum móti
Jugoslavia og
Nordurirlandi.«
Fyrireikingarnar hjá
landsliðnum fara at halda
fram sum ætlað, hóast hesi
ringu tíðinidini nú eru
komin, og sigur Páll, at
teir nú næstan hava fingið
meira at spæla fyri, enn
talan var um framman-
undan.
Tað, sum hann kortini
sær sum ein fyrimun í øll
um fórum, er at landsliðið
nú — um ikki annað — hev-
ur fingið ein góðan gras-
vøll at venja á. >Hasin
vøllurin er finur, og vit
fara óivað at leggja venj-
ingarnar á Svangaskarði,
tá hann er klårur at spæla
á,< sigur hann.
hj.
GG VD
ane