hósdagur 25. juli 1991síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
*
AN
Gamla Havnin í
byráðssalinum
A ólavseku í ár verður ein
áhugaverd framsýning
um gamla býin í býráðs-
salinum. Framsýningin er
opin frá fríggjadegi 26.
juli 1991 til mikudagin 31.
juli 1991. Allar dagarnar
er opið frá kl. 14.00-18.00.
Gamli býurin í Havn er
segulig ogn ikki bara hjá
havnarfólki, men hjá ell-
um feroyingum. Tey
seinnu árini hevur ansurin
fyri gomlu byggingini
ment seg, og áhugin at
beta um og varðveita
hendan sermerkta og virð-
ismikla býarpartin er
nógv vaksin.
Í hesum arbeiði var tað
(yrkingar eftir Chr. Matras)
Borðið. Og bókin er slitin,
bloðini gulnað og skrodd.
Eyguni hava lisið
og loyst tina kraftmiklu rødd.
Hvør regla er ramasti gandur:
Føroyar festar å blad;
ordini standa å lopi,
og eyguni vita tað.
Eyguni vita, at målid
er måttur, id ger mær mun:
Berglop å hvørjari sidu,
stormur og havsins dun.
Og orðini liva og lýsa
sum seljur um slignan hågv.
Eyguni hava lisið —
eyguni hava rogv.
ein vansi, at so lítið var til
av tilfari, sum kundi siga
okkum, hvussu húsini eru,
og hverjum standi tey eru
í. Einstakar húsatekning-
ar finnast, mest fyri tey
nýggjaru húsini, og Fer-
oya Fornminnissavn hev-
ur í skjalagoymslu nakrar
uppmátingar umframt
tær tekningar, sum vórðu
gjørdar, tå ið næmingar á
arkitektaskúlanum i
Keypmannahavn vitjadu
fyri 30 árum síðani, á
sumri í 1959. Men saknur
hevur verið á einum
heildartilfari, sum kann
verða grundarlagið bæði
fyri byggiseguligari
kanning og fyri tí fram-
haldandi arbeiðinum at
varðveita og endurnýggja
tann gamla býin.
Tí setti býráðið sær fyri
at fáa til vega tekningar
av ellum húsunum, og
byggideild býráðsins
hevur seinastu árini gjert
uppmátingar av hverjum
einstøkum húsi sær. Til-
samans gevur hetta til-
farið eina mynd av bygg-
ingini millum vágirnar
báðar, av Húsabrúgv og
út í Tinganes, soleiðis sum
hon var á sumri í 1988, tá
ið meginparturin av upp-
mátingunum vórðu gjerd-
ar.
Framsýningin er gjerd
burtur úr hesum tilfari, og
til at geva eina heildar-
mynd av litum og tilfari
eru tekningarnar málaðar
og samanteknaðar í allari
longdini móti Vestaruvág.
Framsýningin er gjørd
saman vid Føroya Forn-
minnissavni, sum tey
seinastu árini hevur gjert
eitt stórt kanningarar-
beiði, og ætlanin er í sam-
starvi við savnið at fáa
eina søguliga lýsing av
hverjari húsaogn. Á fram-
sýningini eru demi um tí-
líkar lýsingar í orðum,
tekningum og myndum.
Vónandi kann hetta til-
farið seinni gevast út í
bók.
Gunnar Hoydal, býar-
arkitektur, hevur staðið
fyri arbeiðinum, uppmát-
ingarnar gjørdu Heidi
Poulsen, Eli Østby, Vi-
beke S. Christensen,
Jeannette Pøhlsgaard,
Malan Mohr og Jens Han-
sen. Vegleidarar hava ver-
ið Curt von Jessen og
Thorkel Dahl.
Fyri savnid hava Lis-
beth L. Petersen og Arne
Thorsteinsson, lands-
antikvarur, staðið fyri
framsýningini, og Magn-
us Hansen, arkitektur,
hevur samskipað hana.
Í sambandi við fram-
sýningina hevur Tórs-
havnar byråd latið gjørt
plakat, ið sýnir Tinganes
og Reynið, sum tað er í
dag. Grundarlagið fyri
plakatini er kortið, ið
blikkensláarin Johan Carl
Poulsen teknaði, og Ver-
land Johansen reintekn-
aði.
Nr. 139 — 25. juli 1991
Ófullfíggjað
ólausskuskra
Uppískoyti til
Olavsøkuskrånna
Olavsøkuframsyningin hjå Listafe-
lag Føroya i Nordurlandahusinum:
Olavsøkuaftan kl.
Olavsøkudag kl.
30. juli kl.
31. juli kl.
1. august kl.
Framsyningin hjá
havn í
14-20
14-20
14-18
10-18
10-18
Lions Club Tórs-
Norðurlandahúsinum til
frama fyri Siglingarsavnið i Millers
pakkhusi:
Olavsøkuaftan kl.
Olavsøkudag kl.
30. juli kl.
31. juli kl.
1. august kl.
14-20
14-20
14-18
10-18
10-18
Savnið 1940-45 Lions Club Tórshavn,
í Dr. Jakobsensgetu
27. juli kl.
Ólavsekuaftan kl.
Olavsøkudag kl.
Olavsøkuskråin kom í
handlarnar fríggjadagin,
men hon er meira enn
ófullfíggjað.
Hóast feløg og stovnar
vita, at ólavsgkan er um
somu tíð hvørt år, so hend-
ir tað meir enn so, at fólk
ikki geva seg til kennis,
áðrenn skráin verður prent-
að. Hon er tí ófullfíggjað.
Fyrireikingararbeiðið at
prenta ólavsgkuskránna
byrjar í góðari tíð.
Tórshavnar ltróttarráð
skipar fyri útgávuni, og
Kunningarstovan í Havn
savnar tilfarið og letur tað
til prentingar.
Í ár eru serliga nógvar
framsýningar o. o. tiltøk,
sum ikki var komið,
áðrenn skráin fór til prent-
ingar.
- Soleiðis er á hvgrjum
ári, tá vit skulu geva ólav-
søkuskrånna út. Hóast vit
heita á feløg og stovnar í
lýsingum um at lata okk-
um tilfarið í góðari tíð, so
kemur tað ikki rættstundis,
og skráin er tí ófullfíggjað.
- Vit harmast um hetta.
Við rattið
er tað tú
sum ræður
ferðini!
15-18
15-18
15-18
men kunnu eins og ikki
gera nakað við tað, sigur
Kristianna Høgnesen, for-
maður í Térshavnar Ítrótt-
arráð.
Eitt nú ólavsgkuframsýn-
ingin, sum seinastu árini
hevur verið í Norðurlanda-
húsinum, er afturvendandi
tiltak seinastu 43 árini.
Kundi ikki hugsast, at tit
mintust at taka hana við,
hóast tilfarið ikki kom
tykkum í hendi rættstund-
is?
- Vit royna at minnast til
slík tiltøk, sum eru á hvør-
jum ári, men tíverri.
Norðurlandahúsið sendi
tilfarið ov seint, og vit
hava ikki verið varug við
júst hetta, millum øll hini,
sigur Kristianna Høgnesen
og skoytir uppí, at tað er
ógjórligt hjá fyrireikaru-
num at halda eyga við
hvgr hevur gloymt at gera
vart við seg, tá slík skrá
skal skipast, tí so nógv
ymisk punkt eru á skránni.
Dagny
Lg
c
HOVLIGA +