hósdagur 25. juli 1991síða 15
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 139 — 25. Juli 1991
Føroyskur ferðamannapolitikkur:
Lortur til turistarnar
Við jøvnum millumbilum verður bukkubilurin hjá Jógvani
Haraldsen tómdur beint har, turistarnir halda til yviri við strond
Turistarnir royna sum
frægast at hugna sær
yviri við strond - men
vidhvørt er ikki
verandi har fyri stinki
Mynd: Hilmar Jan
Jógvan Haraldsen tømir
septiktangar í Havn. Lort-
urin fer í ein stóran
tangabil. Og tå hann er
fullur, verður hann tømdur.
Yviri við Strond.
Fleiri og fleiri turistar
koma til Føroya. Tað er
ikki nógvastaðni í Havn, at
til ber at seta tjald upp. Tí
bleiv fyri ngkrum árum
síðani eitt øki sett av til
endamálið. Yviri við
strond. - Beint har, Jógvan
Haraldsen tømir bil sín...
Stinkar
Fyrr varð lorturin bara
spændur beint á sjógv.
Men nú eru rør løgd, sum
Jógvan Haraldsen nýtir, tá
bilurin verður tómdur.
Rørini gera tað eitt
sindur reinligari. Men
stinkinum byrgja tey ikki
fyri.
- Summar dagar er ikki
verandi her fyri stinki,
sigur ein ferðamaður, Sosi-
alurin hevur tosað við.
Hann heldur ikki nógv
um tær umstødur, Tórs-
Síða 15
havnar Kommuna býður
ferðafólkunum.
- Sum heild eru føroy-
ingar gestablíðir, men at
leggja eina opna kloakk
beint har sum turistarnir
halda til, bøtir ikki um
umdømi hjá tykkum sum
ferðamannaland, sigur
hann.
Merkist í Tórsbyrgi
Nakrar hundrað metrar
niðan frá strondini, er
Tórsbyrgi. Sosialurin
hevur tosað við fólk ið har
búgva, og tey siga seg
eisini kunna fylgja við í,
nær kloakkbilurin verður
tømdur.
- Liggur lotið hendan-
vegin tå lorturin verdur
koyrdur á sjógv, mugu
bæði hurðar og vindeygu
haldast aftur, verður sagt. -
Hetta er so ótespiligt, at
onkur frægari loysn má og
skal finnast.
Og fyri at fáa málið tikið
upp, eru fólk í Tórsbyrgi
farin at savna undirskriftir
til eina klagu, sendast skal
býráðnum ein av fyrstu
døgunum. Tey vilja ikki
longur finna seg í, at góðir
summardagar verða spiltir
av berum sunki.
S-S-
Regin Joensen, bilstjóri:
Byráðið hevur
ábyrgdina!
Av ti at hann er burtur- = merking til málið: sjálvandi sera óheppið,
staddur, eydnaðist okkum - Tað er ikki okkara men tað er nakað vit einki
ikki at fáa orð á Jógvan ábygd! Býráðið hevur kunnu gera við.
Haraldsen í gjár. ávíst okkum hetta plássið S-S-
Men Regin Joensen, attøma á. At sama byråd
sum eisini koyrir bilin hjá leggur eitt campingpláss
Jógvani, hevur hesa við- beint við síðuna av er
aen =
/“ Bernini N LITBOND
búnas t Vit hava litbond til flest allar
bókum /
pnnurar. Ringid ella skrivið og vit
.
senda okkara yvirlit og príslista.
4 (Co — lø
STAR LC10, LC20. svart kr. 50.00
IBM 4207 X24. svart kr. 790
Fuptsu DLS600. svar kr. 189.00
Mannesmann Taliv MT 290 kr. 89.00
Oki 193 kr. 6900
Seikosha SP 800 kr. 59.0
STAR LC24- 10, svart kr. 86.00
PL Teidu Team
Posumoga 1144 > 110 Tórshavn
Teiefon 17066 = Teiefax 16689
Barnaheimið
Í barnaheimið á heyggi,
har kom stórt og smátt,
har høvdu øll tað hugnaligt og gott.
Um stormur herjar,
og bylgjan slær,
er barnaheimið dýrast fyri mær.
J. J. í Gerði
Haldið á
Brødur og systrar i småttu og vrá,
latid okkum stinn
i frælsins stridi stå.
Vit vinna, um vit halda á.
Knørr av lunni og segl í rá.
J. J. í Gerði
Br, áli
- Ao