hósdagur 25. juli 1991síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Indiånin Kol
Tað var í Amerika í árinum 1795.
Indiånararnir høvdu tað ikki ov gott, men
teir hvítu spottaðu teir og vóru so éndir, at
indiánararnir máttu rýma niðan í tey høgu fjøll-
ini.
Indiånararnir vóru fátækir og tað vóru ikki
góðar tíðir at vera barn. Ein smádrongur æt
Kol. Hann var sonur høvdingan. Hann líktist
pápanum og hevði stóra virðing fyri honum.
Kol visti ikki, at handan fjellini vóru stórir býir
og hann visti heldur ikki, hver munurin var
millum gott og ilt. Men tað fekk hann skjótt at
kenna
Tá ið Kol var 11 ára gamal bleiv pápi hansara
sjúkur, so sjúkur, at fekk hann ikki heilivág,
doyði hann. Mamma Kol bønadi hann um ikki
at fara til tey hvítu, men Kol segði blídliga, men
hart: >Góða mamma, um ikki pápi fær heilivág,
so doyr hann, og okkara heilivágur er uppi, so
eg må fara«. Mamma hansara mussaði hann tå
og bað hann ansa væl eftir sær. Kol nikkaði og
fór avstað tann langa vegin um fjøllini.
Drongurin væntaði sær ongar trupulleikar at
fáa, hann skilti málið, sum tey hvítu tosaðu, tí
pápin hevði lært hann tað, og so var hann bert
11 ára gamal, og hver fór at leggja hendur á ein
smádrong?
Kol hevði gingið leingi, tá hann brádliga fekk
eyga á nógvar hvítar menn á hestbaki og allir
høvdu teir byrsur. Kol gjørdist bangin og
krógvaði seg ímillum trøini. Hann taldi hundr-
að mans, sum allir vóru vápnaðir. Tíbetur sóu
teir hann ikki. Drongurin hugsaði heldur ikki
um hvenn veg teir fóru, men teir fóru tann veg-
in, sum gekk upp í fjøllini.
Umsíðir kom Kol til ein stóran bý. Ongantíð
áður hevði hann sæð so nógvar vakrar lutir. Alt
ímillum himmal og jerð var at fáa, men indián-
arin hugsaði ikki um tað, heldur fór hann beina
kós á eitt apotek. Maðurin á apotekinum hugdi
gjølliga at honum og segði: »Veitst tú ikki, lítli
indiánaradrongur, at ongin av reyðum fólka-
slagi eiga at koma til tey hvítu at keypa?«
„Men, men pápi min er deyðasjúkur og må
fáa heilivåg«, segði Kol syrgin.
Apotekarin ætlaði at svara honum og spotta
hann, men tá ið hann hugdi í tey blíðu, brúnu
eyguni á Kol, bleiv hann blíður og segði: >Siga
mær skjótt, hvat pápa tínum tervar, tí eg havi
ikki tíð og má skunda mær!< Kol smíltist glað-
ur og skuldi júst siga hvat hann skuldi hava, tá
ið keypmaðurin bað hann skunda sær afturum
diskin og krógva seg. Sjálvt um hetta undraði
Kol, gjørdi hann sum hann var biðin. Hurðin
varð upplatin og nakrir mans komu inn. »Ha«,
segði ein av teimum, »nå koma hasir forbann-
aðu indiånararnir ikki aftur at arga okkum«.
„Hvat meinar tú við, Peter«, spurdi keyp-
maðurin bangin.
„Jú, tað sum eg sigi. Vit fóru niðan í fjøllini,
har teir búðu og tóku øll børnini frá teimum. So
var ein hevdingi har, sum var sjúkur, men vit
gjørdu honum lívið lættari«.
„Hví tóku tit børnini frå teimum?< spurdi
keypmaðurin.
Peter bleiv óður og segði: >Vit tóku bernini
frá teimum, so at menninir ikki skulu koma
einaferð afturat og taka okkara kvinnur frá
okkum, nú vita teir, at um teir gera tað, so eiga
teir ongin børn meira!«
Peter og vinir hansara flentu ein óndan látur
og fóru.
Men neyðars Kol teskaði við tárunum í eyg-
unum: >Teir hava dripið elskaða pápa mín, teir
Nr. 139 — 25. juli 1991
tóku lívið av honum, hann sum var so klókur og
góður<.
Nú visti lítli indiánaradrongur Kol fyri fyrstu
ferð, hvat óndskapur var.
Keypmaðurin ætlaði at lata hann fáa tað,
hann bad um, men Kol segði: »Eg havi ikki
brúk fyri hasum meira, tí hesir óndu menninir
hava dripið pápa mín, sum var bestur av
øllum!« Drongurin læt hurðina upp og stór tår
runnu spakuliga niður eftir kjálkunum.
»Hygg, sært tú handan indiånaradrongin«.
Vinur Peter tók í hann og peikaði yvir um get-
una eftir Kol, har hann gekk.
»Likist hann ikki høvdinganum?« Peter nikk-
aði og smíltist.
Á jú, hesin drongurin líktist pápa sínum, men
teir ætlaðu ikki at drepa hann, teir hevdu
nevniliga brúk fyri onkrum, ið kundi gera tað
ringasta arbeiðið heima hjá teimum. Men Kol
hevði sæð teir, og nú rann hann sum fyri lívin-
um frá hesum óndu, hvítu fólkunum. Hann
rann so skjótt sum smáu bein hansara orkaðu
at bera hann, burtur, burtur frá teimum hvítu.
Dagarnir komu og fóru. Av og á tosaði onkur
maður um ein lítlan indiánaradrong, hann hevði
sæð renna onkustaðni ella gráta. Men tey fólk,
ið sóu hann, tey gjørdu onki fyri at hjálpa hon-
um.
Kol mintist til nakað, mamma hansara eina-
ferð hevði sagt honum. Hon hevði sagt, at abbi
hansara búði í fjøllunum, har sum tað vóru
nógv djór og tre. Hvar var tað nú, hon hevði
sagt abbin búði? Á, nú mintist drongurin tað.
Tað tók sjey samdegur at koma haðar og á
sjeynda degnum, tá ið sólin fór niður kom tú til
fjøllini og um tú gongur beina kós alla tíðina, so
ert tú komin til tann gamla mannin. Og tað var
júst tað, sum Kol nú gjørd og um eitt samdøgur
fór hann at vera komin til tey høgu fjøllini.
Drongurin vónaði at abbi hansara vildi taka
sær av honum og uppala hann, tí hvar aðra-
staðni kundi hann vera? Hann visti at hann
altíð kundi fara til mammu sína aftur, men tað
vildi hann ikki, nú pápin var deyður. Hann vildi
ikki liva ímillum onnur fólk, ikki nú í hvussu so
er, kanska seinni, tá ið tann ringasta sorgin var
av.
Myrkrið kom við ellum sínum ljóðum og smá-
drongurin bleiv bangin. Hann ballaði skinn-
jakkan fastari um seg meðan hann gekk. Tað
var ógvuliga kalt og Kol kendi kavan sníkja seg
inn um tann heita jakkan og í skinnskógvarnar.
Hann fór at gráta. Hetta var alt samalt ov nógv
fyri ein lítlan ellivu ára gamlan drong.
Hvat var hetta? Bráddliga stóð hann í einum
helli. Tá varð Kol glaður aftur og legði seg
trygt at sova.
Hann vaknaði við at okkurt kalt nam við háls
hansara. Hann hugdi upp og bleiv ræðslusligin.
Har stóð ein øgiliga stór bjørn og hugdi at
honum við stórum eygum. Kol tordi ikki at
anda, tordi ikki at svelgja, hann sat sum lamd-
um og visti ikki hvat hann skuldi gera. Bjørnin
snoddaði upp í luftina og hugsi so aftur at hon-
um. Tað var ein bjarnamamma og hon skilti
ikki hvat hetta >djórið< gjørdi í holu hennara.
Hennara ungar og pápin hjá ungunum vóru
myrd av einum stórum, hvítum »djori«, so tá ið
hon fekk eygað á tann lítla skapningin, kendi
hon seg sum mammu, tí legði hon seg við síð-
una av >barninum< hjá sær og sovnadi. Men
Kol lá stívur av ræðslu og tordi ikki at flyta
seg, men so troyttur sum hann var sovnaði
hann at enda.
Morgunin eftir vaknaði hann og sá tá tveir
feskar fiskar liggja á vellinum. Tá ið hann
hugdi upp, sá hann bjernina hyggja at sær við
blíðum eygum og hann skilti, at maðurin var til
hansara. Hvat var at gera? Kol hevði ikki hug
at eta fiskin ráan, men hann var bæði svangur
og bangin fyri bjørnini, so hann tók knivin og
skar. Hann kendi vaml, tá hann koyrdi eitt lítið
petti av fiskinum í munnin, men so ótrúligt tað
ljóðar, so smakkaði tann rái fiskurin veruliga
væl!
Nú var tíðin komin at fara avstað aftur.
Drongurin reisti seg bangin upp og hugdi at
bjørnini, men hon gjørdi onki, hugdi bert at
honum. Kol fór avstað og út í tað kalda veðrið.
Hann hevði gingið heilt leingi, tá ið hann
kendi at onkur var aftanfyri hann. Tá hann
hugdi afturum seg, sá hann bjernina ganga
spakuliga aftanfyri seg. Kol bleiv tá glaður og
veittraði við hondini bjørnina til sín.
Eina letu seinni gingu ein lítil, kaldur indián-
aradrongur og ein bjørn sum vóru tey bestu
vinir henda kalda vetrardagin.
Kveldið var komið og Kol sá sólina fara nið-
ur. Tað var ein ótrúliga vekur sjón. Hann sá tey
høgu fjøllini reisa seg upp yvir øllum. Tað var
so vakurt. Kol og bjørnin hevdu gingið leingi og
Kol var so móður og svangur, at hann hevði
bestan hugin at leggja seg at sova, men hann
mátti royna at finna abba sín, so hann helt fram
at ganga.
Endiliga fekk hann eyga á royk, sum fann
sær leið upp ímillum treini. Tað var eins og
roykurin vísti dronginum vegin, hann skuldi
ganga. So sá hann knappliga ein gamlan mann
við stórum, hvítum skeggi høgga brenni.
Kol bleiv so glaður, og smæðin fór hann til
mannin, tók húgvuna av hevdinum og segði:
„Gott kveld, abbi mína.
Tann gamli maðurin hugdi gjølliga at honum
eina letu og segði so: >Ert tú sonur elskaðu
dóttur mína? Leingi havi eg bíðað eftir einum
livstekni frá familju minari«. Abbin tók tvørtur
um Kol og græt av gleði, gleði um at hansara
abbabarn var komið.
Kol segði abbanum hvat var hent við pápa
hansara og smáu børnunum. Tann gamli abbin
bleiv sorgarbundin um tað. Tó gleddi hann seg
um at hava fingið ein ungan drong at passa og
uppala sum sín egna son.
Og kanska fór indiánaradrongurin Kol at
bjarga bernunum, sum teir hvítu menninir
høvdu stolið, hver veit? Men tað er so ein onnur
spennandi sega, sum tit, sum hava lisið hesa
seguna, KANSKA sleppa at lesa.
Sega eftir Sólrún Hraunfjerð Njálsdóttir
Gjerd: 6. des. 1988.