Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. juli 1991síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Dounreay ikki avreitt enn TAÐ vóru góð tíðindi fyri før- oyingar og mong onnur her í Norðuratlantshavi, tá bretar gjørdu av ikki at brúka Doun- reay í Norðurskotlandi til kjarnorkukgst, soleiðis sum tað annars hevur verið ætlan- in leingi. BRETAR hava heldur valt eitt annað pláss í Bretlandi, Sella- field, sum liggur meira syðri og út til Írska havið, til kjarn- orkugoymslu. Men harvið er ikki sagt, at Dounreay er farið í gloymibókina. Avgerðin hjá bretum snýr seg nevniliga í fyrstu atløgu bert um at goyma tað lág- og medal- aktiva kjarnorkuburturkastið undir jørå nærhendis Sella- field. Einki verður sagt um tað háaktiva og vandamikla kjarnorkuburturkastið, sum endurvinning skal fáast burt- Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tårfinn Smith - Hilmar Jan H - Jústínus Eið ; ur úr. Hetta kann, siga keldur, væl enda í Dounreay, tá av- tornar. ORSØKIN til at Sellafield skal taka iméti umrødda kjarn- orkuburturkasti er tann ein- falda, at 60% av hesum burt- urkastinum i Bretlandi, just kemur frå verkinum i Sella- field. T.v.s. at neydugt verdur ikki at flyta hetta burturkast longu leidina til Dounreay. TAD er helst ikki rætt at siga, at tað vóru góð tíðindi, sum frættust úr Bretlandi, tá Sella- field varð valt fram um Doun- reay hesaferð. Tí ring tíðindi eru tað eisini, at júst Sella- fieldøkid, sum hevur stóran ampa av kjarnorkuverkinum har, nú skal gerast miðstøð fyri goymslu av burturkasti úr øllum Bretlandi og møguliga aðrastaðni frá eisini. Tað hev- ur leingi verið almannakunn- ugt, at Írska havið er nógv dálkað av Sellafield og nú Útgevari: P/f Sosialurin Uppseting: Pt Sosialurin Prent: Pt Pressan 1981 økid verður miðdepil fyri burturkast verður hetta neyv- an betri. SPURNINGURIN er nú, hvat bretar ætla at brúka Doun- reayverkið til! Man tað veru- liga fara at enda við, at tað sera vandamikla, håaktiva kjarnorkuburturkastið til end- urvinningar endar i Doun- reay! Hetta var ein av spurn- ingunum, sum vórðu settir fram í norska útvarpinum nú um dagarnar, tá teir vidgjørdu støðuna. Norðmenn hava eins og føroyingar og het- lendingar harðliga mótmælt ætlanunum at gera Dounreay til ein kjarnorkukøst. Norð- menn eru eins og føroyingar fegnir um, at Dounreay ikki er valt ut til at goyma og endurvinna alt hetta vanda- mikla burturkastid. Men teir mótmæla tó eisini ætlanini at brúka Sellafield til goymslu, tí dålking, sum fer út í Írska havid, visa visindaligar kann- Bústaður: årgjavegur 26 Tetefon: Oljuvinna ella ikki - Postadressa: Postsmoga 75 110 Tórshavn 44720 Argir 11820 Telefax: ingar, endar eisini við Noregs strendur og er staðfest so langt norðuri sum í Barents- havinum. T.v.s. radioaktiv evni. VIT eiga framvegis at vísa hesum máli ans og fylgja væl við, hvat fer at henda. Enn er Dounreay ikki avreitt. Tað kann hugsast, at tað fer at verða brúkt til framleiðslu burtur úr tí mest vandamikla kjarnorkuburturkastinum, og skal hetta koma úr øllum heiminum, tá er Dounreay framhaldandi tann hóttan móti okkara livsgrundarlagi, sum vit leingi hava víst á. Nú fáa vit at síggja. Tað er einki at siga til, at mangur feroy- ingur er vorðin er- kymlaður av hesum, um sosigaley FFFA-blaðið langar út eftir javnaðarflokkinum Í oddagrein í blaðnum hjá Feroya Fiskimannafelag og Feroya Arbeiðarafelag, sum júst er útkomið, langar formaurin í Fiskimannafe- lagnum út eftir sitandi landsstýri og serliga javn- aðarflokkinum í tess við- ferð av fakfelogunum. Hann skrivar, at meðan gott samarbeiði leingi hev- ur verið millum javnaðar- flokkin og fakfelagið hjá fiskimonnum, so er nú veft í holuni. Sum eitt skot hev- ur javnaðarflokkurin nú kvett alt samband við fak- felagsfólk, og flokkurin hevur yvirtikið ta steðu til fakfeløgini, sum fólkaflokk- urin og Óli Breckmann standa fyri. Sama er gald- andi fyri tjóðveldisflokkin, skrivar Óli Jacobsen í FFFA-blaðnum, og hann heldur fram: Tað er lætt at semjast 14 8 4 á um, at illa er stýrt hesi seinastu árini, og allir flokkar hava ábyrgd Men nú tykist sum um felogini í fiskivinnuni skulu hava skyldina fyri, at t.d. studningstørvurin gjørdist so stórur. »Vis- indaliga« verður prógu- að, at orsekin til hetta 0- skil er tann leiklutur, sum felogini, og helst FF, hava havt í studn- ingsnevnd og råfiska- nevnd. »Loysnin« er so at utihysa feløgini frå all- art åvirkan. So sleppa poiitikararnir. Tað, sum tó må sigast at vera eitt stórt vónbrot — um tað ikki er láturligt at tosa um vónbrot í poli- tikki — er, at Javnaðar- flokkurin er fallin í hesa fellu og at hann enntá fremur lógarbrot fyri at forða felogunum í at fáa tað sindrið av ávirkan tey eiga eftir. Tí í hvussu so er Javnaðarflokkurin, og ikki minst Atli Dam, veit, at tað er beinleiðis falsan, sum verður nýtt móti felogunum. ; 4 rr, » Men undirritadi ætlar ikki at vinnufelogini skulu nýtast sum synda- bukkar. Sjálvur havi eg í 20 ár livað upp at politik- arum, og eg veit hvat ið er hent. Javnaðarflokkur- in í landsstýrinum hevur samtykt, at fakfelogini skulu tigast í hel Hóast bæði eg, og onnur fakfe- lagsfólk við tilknýti til Javnaðarflokkin, ferð eft- ir ferð, bæði alment og beinleiðis til flokkin, hava reist spurningar, sum vit meta okkum hava krav uppá at fáa eina frágreiðing um, er bert tsakøld flokkinum. Men at tiga okkum í hel fer ikki at eydnast. Tað stendur Javnaðar- flokkinum frítt at úti- hýsa teimum fakfelags- fólkum, sum hava stuðl- að teimum. Men hetta fer so ikki at standa í togn. togn frá Tað er stórt spell, at tað er komið vátt í reiðrið mill- um javnaðarflokkin og sterstu fakfelog okkara. $)44 SNAR FÓR + h * i Hesi åttu heilt nåtturliga at drigid eina og somu linu i flestu målum. Vit skulu ikki her útgreina ta 6 semjan og misnegdin snúgva seg um, nú tað hev- ur verið so væl lýst frá for- manninum í FF. Hann ynskir ein almennan dialog við javnaðarflokkin, men er ónegdur við, at javnaðar- flokkurin bara royndir at tiga stríðsmálini í hel. Tað fer hann so ikki at sleppa við, sigur hann. Tað skal vera vón okkara, at javn- aðarflokkurin vísir for- manninum í hesum stóra fakfelag so mikið av virðing og sóma, at hann fær svar uppá sínar spurningar. Ein dialogur hevur týdning fyri allar partar, og kann hann vera við til at slætta sjógv- in og rætta uppaftur tað, sum er farið, so kunnu vit bert fegnast. Báðir partar hava so sanniliga brúk fyri hverjum eðrum nú og í framtíðini, ti hava vit ikki ráð til, at flokkurin og fak- felog ganga hver sína leið. Í gjár var áhugaverd grein í bløðunum um stóran bretskan olju- boripall, sum liggur bert 70 fjórðingar úr Akrabyrgi og ger royndarboringar á djúpum vatni. Tað, sum er undrunarvert í hesum máli, er, at vit fáa so lítið at vita, um hvat veruliga fyriferst rundan um okkum og fyri tað inni á okkara egna eki. Eru bretar longu komnir eftir, at Feroyar flóta á ríkum oljukeldum, ella vita teir als einki um hetta! At teir senda ein av heimsins best utgjørdu oljupallum til leiðirnar kring Feroy- ar at bora bendir á, at her vita teir meira, enn vit enn duga at í- mynda okkum. Og hvat hendir so, tá tað kemur fram, at olja finst í havbotninum kring Feroyar! Hver er tá okkara støda, hvat siga danir og hvat siga altjóða lógir um rættin til undir- grundina? Her eru mong spurnartekin. bæði fólk, sum halda, at olja kann vera okk- ara bjarging og tey, sum halda, at hon verður endaligi menu- stingurin fyri lítla oyggjalandið Feroyar. Tað er at vóna, at okkara myndugleikar eru á vakt og fylgja við ellum, sum hendir á økinum. Vit mugu hava rætt til alla vitan, sum snýr seg um okkara egnu undir- grund, og hesa vitan eiga vit eisini at fáa frá dønum, um teir sita inni við henni. Tað ringasta, sum kann henda, er at vit sita heilt ófyrireikaðir til eitt komandi olju- ævintýr, sum vit onga ávirkan fáa á, men bara verða noyddir til at fylgja teimum stóru, antin hesir so eru í Bretlandi, Dan- mark ella aðrastaðni. Myndirnar, sum tiknar vóru frá Teist- anum, eiga at minna okkum á, at kring okkum fyrigongur meira, enn vit veruliga geva okkum far um.