Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-07-26, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. juli 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Vøgg Guttesen, býarverkfróðingur: Renovationin skal flytast Vøgg Guttesen lovar, at fólk Yviri við Strond skulu sleppa undan tí ringa luktinum Yviri við Strond klaga turistarnir. Og uppi í Tórsbyrgi verða undir- skriftir savnaðar til eitt mótmæli, sendast skal býráðnum um fáar dagar. Fólk vilja ikki longur finna seg í, at renovatións- bilurin hjá Jógvani Harald- sen verður tømdur yviri við strond. Tí hóast lortur- in verður leiddur út á sjógv gjøgnum rør, so er mangan ikki verandi i nånd fyri stinki, teir dagar, bilurin verdur tømdur. Hvat hevur kommunan at svara teimum, sum mótmæla? - Tað hevur alla tíðina verið ætlanin, at finna eitt annað stað til hetta, sigur Vøgg Guttesen, býarverk- frødingur. - Men serligar forskriftir eru fyri burturbeining av livrunnum burturkasti, og ti er tad ikki bara sum at siga tad. Vøgg Guttesen visir til kunngerdina um livrunnid burturkast frå alivinnuni, sum var fyri å landsstyris- fundi i gjår. - Innan renovatiónina er eisini talan um lívrunnið burturkast, so ongin ivi er um, at serligar treytir eisini verda settar her. - Hava tit spurt tykkum fyri hjå Heilsufrødiligu Starvsstovuni um hetta? - Nei, ikki beinleiðis í sambandi við renovatión- ina, men eg rokni hetta sum nakað ið kemur undir lógina um lívrunnið burturkast, sigur Vøgg Guttesen. Ætlanin hjá býráðnum er, at øll renovatión skal flytast niðan á tyrvingar- plássið í Húsahaga, og at onki tílíkt skal fara fram Yviri við Strond. - Vit hava flutt brenn- ingina av spillolju, sum áður fór fram yviri við strond, niðan á brenni- stødina. Burturkast sum ikki brennir verður nú tyrvt í Húsahaga, og ætlanin er eisini at renova- tiónin skal flytast niðan hagar. Spurdur nær fólk kunnu vænta at sleppa undan tí ringa luktinum, sigur Vøgg, at tað kann hann ikki svara greitt uppá. - Tað veldst um hvørji krøv Heilsufrødiliga Starvsstovan setir, og um hvussu fer at gangast at fåa byrådid at jåtta tann pening, tad kostar at ganga krøvunum á møti. - Men vera pengarnir játtaðir mátti tað ið hvussu er kunnað latið seg gjørt innanfyri eitt ár, sigur hann. Byrjar í dag. Seðlarnir verða at fáa i sølu- budum og bensin- sølum kring alt landið! Harri, hjálp tú okkum, ið sita mett og fjálg, at rætta teimum treingjandi eina bróðurhond. Ei av ongum Eldur kemur ei av ongum, onkur festir í. Tey, ið birta uppundir, ganga oftast frí. Passa títt Tú reinsar hjá óðrum, av allari mátt, gloymir at reinsa egnu gátt. At reinsa hjá ødrum elvir klandur og stríð. Nóg mikið við títt, í tíð og ótíð. Lorro - FØROYAR - LOTTO