fríggjadagur 26. juli 1991síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Egningin í Havn g
flytir út á Argir! í
- og í fyrstu atløgu flyta 200 timalønir pr. útróðrardag úr Havn
út á Argir. Men argjamenn vilja fegnir hava restina við!
Avtala er gjørd um at 10
bátar flyta úr Havn út á
Argir at egna, og kemur
umbøn um tað sama frá
fleiri, eru teir vælkomnir,
sigur Heri Tróndheim,
bygdaráðslimur
Sum sagt frá her í blaðnum
undanfarnu dagarnar, eru
útróðrarmenn í Havn sera
illa nøgdir við, at teir
ongar nýggjar egningar-
skúrar fáa, nú teir gomlu
verða tiknir niður - hóast
avgerð um at gera nýggjar
er tíkin í býráðnum.
Men nú sær ljósari út.
Felagið Frystihús, sum 10
bátar eru saman um, gjørdi
í gjár avtalu við Argja
kommunu um at flyta úr
Havn út á Argir.
- Hetta verður partvís
gjørt sambært eini avtalu
vit hava við Havnar
Kommunu um at gera
egningarskúrar til átta
argjabátar, sum higartil
hava egnt í Havn, sigur
Heri Tróndheim, bygda-
ráðslimur.
Seks av hesum átta
bátum eru við í Frystihús,
og ti varð avgjørt at alt
felagið skal flyta út á
Argir.
Kommunan ger
alt til reiðar
Frystihúsið hjá hesum
felag er 4,5 x 11 metrar, og
Argja Kommuna fer bein-
anvegin undir at planera
eitt øki at seta tað á. Tað
verður á Stødni, nordanfyri
róðrarneystið á Argjum.
Kommunan átekur sær
eisini at gera gkið til skúr-
arnar klárt, og at leggja
vatn og streym til. Tað
einasta útróðrarmenninir
sjálvir skulu gera, er at fáa
sjálvar skúrarnar til vega.
Og tað verður heldur ongin
trupulleiki.
- Vit hava fingið boðið
nakrar gamlar arbeiðs-
skúrar frá Phil & Søn, og
eg hugsi teir fara at verða
brúkur til egningina, sigur
Heri Tróndheim.
Vilja fegnir hava fleiri
Í Sosialinum í fyrradagin
segði Martin Clementsen,
at hann umhugsaði at fara
inn á Skålafjørdin ella til
Vestmannar, nú hann
missir egningarplássið í
Havn.
Men kann hann
eisini fara út á Argir?
- Jú, heldur enn gjarna!
sigur Heri Tróndheim. Vit
vilja fegnir skapa meiri lív
og virksemi á stødni á
Argjum, so hava fleiri
bátar hug at koma hendan-
vegin úr Havn, skulu teir
vera vælkomnir!
ikki
Heri vísir á, at hetta
eisini er ein búskaparligur
fyrimunur fyri Argja
Kommunu.
- Ar gera gkið við
stønna klárt til egning
kostar kommununi at kalla
onki. Og bara við hesum
10 bátunum skulu umleið
200 stampar egnast til
hvgnn útróðrardag. Tað
eru 200 timalønir. - Og tað
verða helst serliga ungir
dreingir og eldri menn
higani av Argjum, sum
fara at taka sær av ti,
heldur Heri.
Arbeiðið at gera egn-
ingarplássið á Argjum
klárt, byrjar longu tá fyrsta
vikan er farin av august,
og verður vantandi liðugt
eina viku seinni.
S-S-
Gomlu egningarskur-
arnir i Havn. Teir
verða tiknir niður 1.
august, og kommunan
gevur útróðrarmonn-
unum ongar nýggjar í
staðin
Bara til teir 10
bátarnar í Frystihús
skulu einir 200 stam-
par egnast um dagin.
Teir verða hereftir
helst egndir av ungun
dreingjum og eldri
monnum av Argjum
Hóast egnt fer at
verða á Argjum, verð-
ur stórsti parturin av
fiskinum uttan iva
framvegis avreiddur
til Bacalao
i
Nr. 140 — 26. juli 1991